hósdagur 11. juli 2002síða 23
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 130 - 11. juli 2002
Arbeiðið upp á skúlan
má sjálvsagt gerast í
frítíðunum, og upp-
runaliga ætlanin var,
at í summar skuldi
tann niðasta gongdin
og allur tann bygn-
ingurin, sum er gamli
skúlin, verða liðugt
umvæld. Eisini
skuldu alis og lívfrøð-
isstovurnar gerast í
stand. Men orsakað
av manglandi hand-
verkarum, verður
henda ætlanin nú av
ongum
SKÚLI
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Asbjørn Lómaklett, skúla-
stjóri harmast um, at ar-
beiðið ikki verður gjørt lið-
ugt nú í summar, men hann
sigur, at har er ikki nógv at
gera, tá arbeiðsfólkið ikki
er til taks. Tí tað eru so um-
fatandi umvælingar, sum
skulu gerast yvir eitt tíðar-
skeið upp á einar 6 vikur,
meðan børnini eru í summ-
arfrí. Tá skulu nógv ar-
beiðsfólk til.
Alt skal umvælast bæði
innan og uttan. Tað vil siga, at
bygningurin skal klæðast og
vindeygu skulu skiftast út.
Innan skal alt loftið takast
niður og skiftast, lenolium
skal eisini skiftast og eisini er
talan um, at veggirnir mugu
isolerast. So stutt sagt, skal
alt gerast av nýggjum.
Ætlanin var eisini at gera
alis og lívfrøðisstovurnar í
stand. Tað vil siga veggir,
loft og gólv, og so skuldu
nýggir møblar og nýggj
amboð keypast. Men hetta
arbeiðið verður heldur ikki
til nakað í summar.
Peningur er játtaður til
hetta endamálið. Tríggjar
milliónir krónur standa
játtaðar á fíggjarlógini til
ístandgerð av skúlanum á
Ziskatrøð í ár.
Skúlastjórin setur spurn-
artekin við, um ikki tílíkt
krevur longri tíð til at verða
tilrættislagt. Her hugsar
hann um, at fíggjarlógin
verður ikki samtykt fyrr
enn árið næstan er liðugt,
og nú síggja vit, at tað er
ikki nóg long tíð, um nóg
mikið av handverkarum
skulu vera til arbeiðið á
skúlanum.
Asbjørn sigur, at hann
hevur gjørt vart við hetta,
og so vónar hann, at tað
verður tikið til eftirtektar,
soleiðis at sama støða ikki
tekur seg upp aftur kom-
andi ár.
Stovur gerast í stand
Asbjørn er komin við ein-
um uppskoti um, hvat so
kann gerast við skúlan í
staðin fyri, sum eitt plástur
upp á sárið.
Skúlin hevur skotið upp,
at ein partur av teim játtaðu
pengunum í staðin verða
nýttir til møblar og ymiskt
annað í tær 15 skúlastovur-
nar á skúlanum, sum enn
ikki eru settar í stand.
- Hetta arbeiðið er mett at
kosta umleið eina millión, og
verður tað góðkent, so verða
restin av pengunum settir í
ein grunn, sigur skúlastjórin
á skúlanum á Ziskatrøð.
Sum nú er, eru tíggju
skúlastovur settar í stand.
Tær stovurnar eru á ovastu
hædd í bygninginum, sum
vendir oman og niðan fram-
við Ziskagøtu. Í teimum
stovunum eru nýggir møbl-
ar, nýggjar talvur og upp-
slagstalvur. Eisini eru nýggj
skáp, uppivørpa, band og
fløguspælari. Umframt hetta
eru eisini nýggj kort.
Asbjørn heldur, at tað
hevði verið eitt gott hug-
skot at nýtt ein part av
pengunum til hetta ar-
beiðið. Men enn hevur
hann ikki fingið svar frá
kommununi. Hann sær tað
ikki sum nakran trupul-
leika, at alt verður skift út,
áðrenn veggir og loft verða
sett í stand, tí allir møblar-
nir og annað nýtt inni í
stovunum kann takast niður
og út úr stovunum, meðan
tær verða settar í stand –
vónandi í komandi ári.
Virðingin minkar
Onki hevur verið gjørt við
skúlan á Ziskatrøð síðani
fyrst í áttati árunum. Tá varð
hann málaður innan og uttan.
Og upp í gjøgnum árini er
skúlin farin serstakliga illa.
Tað lak illa niður gjøgnum
tekjuna og inn gjøgnum vind-
eyguni. Serliga á teimum
síðunum sum venda móti
ættunum. Onkrar morgnar
komu børnini inn í stovurnar
og tað fleyt í vatni um tað
heila. Hetta hevur sjálvsagt
verið ein ótolandi støða bæði
fyri børn og lærarar.
Asbjørn sigur, at tað hevði
eisini fleiri smá herverk við
sær, tí børnini missa virðing-
ina fyri hølunum. Asbjørn
sigur eisini, at trivnaðurin á
skúlanum versnaði av vána-
ligu umstøðunum.
- Hetta sást best nú, eftir
at nakrar stovur eru settar í
stand. Lærarar og næming-
ar vilja illa út úr aftur stov-
unum, tá tey fyrst eru kom-
in inn. Og harafturat, hava
stovurnar so at siga fingið
frið. Næmingarnir lata seg
úr skógvunum, áðrenn tey
fara inn. Tað er gott nokk
eftir áheitan frá mær, men
tey gera tað.
Flokkarnir og lærararnir,
sum halda til í teim stovun-
um, sum ikki er settar í
stand enn, vilja sjálvandi
eisini sleppa inn í onkra av
teimum ístandsettu stovun-
um, og Asbjørn sigur, at
hann roynir eftir besta føri-
muni at eftirlíka ynskjun-
um hjá teimum. Men tað
ber ikki til at gera øllum til
vildar, tí talan er jú um ein-
ans tíggju stovur.
Annars eru tekjan og
vindeyguni skift út nú, so
leki er ikki nakar trupul-
leiki longur. Tann einasti
parturin av skúlanum, sum
enn ikki er taktur av nýggj-
um, er bygningurin, har
gamla fimleikarhøllin er.
Tann bygningurin er so
heldur ikki klæddur uttan
enn. Men gamla fimleikar-
høllin verður, sum so, ikki
nýtt til nakað, sum nú er.
- Ein lítil partur verður tó
nýttur til bókagoymslu, sig-
ur Asbjørn og leggur aftur
at, at tað lekur ikki niður
gjøgnum tekjuna har, sum
bókagoymslan er.
Asbjørn sigur, at ikki
kann dyljast yvir, at skúlin
hevur ikki verið raðfestur
serliga høgt upp ígjøgnum
níti-árini, men hann fegnast
um, at tað nú tykist at verða
komin vend í.
Um arbeiðið at seta
skúlastovurnar verður gjørt
í ár ella ikki, er endaliga
upp til kommununa. Men
verður tað samtykt, so
verður tað gjørt í heystfrí-
tíðini, sum er í oktobur.
Bæði skúlastýrið og náms-
frøðiliga ráðið, tað sum fyrr
var lærararáði, mæla komm-
uni til at samtykkja at stov-
urnar verða gjørdar.
- So eg dugi illa at ímynda
mær, at tað ikki verður sam-
tykt, sigur Asbjørn Lóma-
klett, skúlastjóri á skúlanum
á Ziskatrøð.
- Føroyskir handverk-
arar eru sera mobilir.
Teir fara ofta uttan-
lands at arbeiða í
stytri tíðarskeið. Tað
vísir seg eisini at vera
torført at fáa teir
handverkararnar,
sum settu búgv uttan-
lands, meðan kreppan
var, heimaftur á klett-
arnar at arbeiða
UMBYGGING
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Hetta sigur Jákup Pauli Jó-
hannesen, sum er byggiráð-
gevi í umbyggingini av
skúlanum á Ziskatrøð.
Hann tekur dømi fram og
vísir á, at byggivirkið Kan-
jon, sum tók sær av umvæl-
ingunum á skúlanum í fjør.
Teir hava eisini havt ar-
beiðið við at umvæla
svimjihøllina.
- Tað var ein sera umfat-
andi umvæling, sum tók
longri tíð enn ætlað at gera.
Og tað hevur so sogið til
sín, sigur Jákup Pauli. Har-
aftur at hevur Kanjon eisini
eldraíbúðirnar
uppi
á
Helnabrekku, sum faktiskt
bindur alla manningina hjá
teimum. Byggivirkið hevur
eisini úr at gera, og byggi-
virkið hjá Rógva Josephsen
hevur eisini ov mikið.
- So her eru heilt einfalt
ikki nógv at taka av. So nú
mugu vit í gongd við at
gera sáttmálar til komandi
summar, soleiðis at sama
søgan ikki endurtekur seg
komandi ár.
Munurin á í ár og í fjør er,
at um hesa tíðina í fjør vóru
bert 300.000 krónur eftir av
játtaðu pengunum í fjør, og
tá var ikki greitt um, pengar
fóru at verða játtaðir til í ár.
Men nú eru so tríggjar
milliónir krónur til taks,
sum eru játtaðar, og sum
skilst á lagnum, so er ætl-
anin hjá býráðnum at játta
eina líknandi upphædd aft-
ur komandi ár, greiðir
Jákup Pauli frá.
Annars sigur Jákup Pauli,
at bæði býráðið og skúla-
stjórin skilja væl støðuna,
sum hon er nú.
Jákup Pauli sigur, at
menn sum hava arbeitt
nógv um veturin og várið
og enntá inn í summarið
treingja eisini til feriu.
- Um teir ikki fáa frí, so
koyra teir við hálvum blussi
og tað er tað jú ikki nógv
meining í.
Eg helt tað simpulten vera
óðamannaverk at fara í holt
við nakað so umfatandi í ár
við so lítlari arbeiðsmegi,
sigur Jákup Pauli.
Og so leggur hann aftur at,
at man heldur átti at sett út
í kortið til komandi ár, at tá
skúlin er liðugur, so standa
30 mans uttanfyri til reiðar
at byrja arbeiðið sum skjót-
ast. Eisini er ætlanin at nýta
millum annað jólafrítíðina í
ár til fyrireikingararbeiðið
til at seta alis og lívfrøðis-
stovurnar í stand.
At enda sigur hann, at tað
verður tó ikki onki gjørt við
skúlan í summar. Tað verða
ymisk smáting, sum verða
gjørd liðug.
Jákup Pauli Johannesen, byggiráðgevi:
Tørvurin á handverkarum stórur
Ongar umfatandi umvælingar á skúlan á
Ziskatrøð í summar
Sum sæst á myndini, so eru bert partar av skúlanum á Ziskatrøð liðugt klæddir
Nr. 130 • hósdagur • 11. juli 2002 • 76. árg.
Nýggi Opel Vectra er
komin til landið.
Talan er um ein
stóran, rúmligan og
væl útgjørdan bil.
Nógv er eisini gjørt
burturúr kvalitetin-
um og trygdini, ið er
á sera høgum støði
BILAR
Magnus Gunnarsson
Nýggi Vectra er ein størri
bilur
enn
forgangarin.
Kvaliteturin og koyriegin-
leikarnir eru á sera høgum
støði. Bilurin hevur ein
heilt nýggjan "multilink"
bakaksil og elektroniskt
stýrda elektrohydrauliska
servostýring,
umframt
nógva aðra útgerð sum
betra um koyrieginleikar-
nar. Trygdarútgerðin um-
fatar til dømis airbag
framman, í síðunum og
gardinairbag, og elektron-
iskt stabilisering program
(EPS). Opel hava eisini
patent uppá teirra pedal-
skipan, sum verjir bilfør-
aran ímóti skaða í beinini
við ein samanstoyt, eins og
aktivar
"anti-whiplash"
nakkapútur. Bilurin fekk
besta karakter í eini Euro
NCAP test millum aðrar
familjubilar í sínum klassa.
Aðrar útgávur seinni
Annars fæst Vectra við
hópin av eykaútgerð sum er
við at økja um trygdina
komfortin hjá bilførarnum
og teimum ferðandi. Teir
fyrstu bilarnir, ið eru
komnir á marknaðin, koma
við 4 syl. bensinmotorum
við 122 og 147 hk og einum
dieselmotori við 100 hk.
Viðvíkjandi útgerð kann
man velja ímillum Com-
fort, Elegance og Bussiness
Line, seinni koma GTS
Sport og GTS Elegance við
t.d. 3.2 litur V6 motori við
211 hk. Í fyrstu atløgu er
Vectra komin sum sedan,
seinni kemur hatchback
útgávan. Næsta ár kemur
ein stationvognur saman
við eini MPV útgávu.
Nú er stationvogn-
urin, Peugeot 307 SW,
komin á marknaðin.
Bilurin er ein 5+2, ið
kann hava upp til 7
sitipláss. Tað, at meira
enn helvtin av takin-
um er glas, gevur sera
gott útsýni og ljós
inni í bilinum
BILAR
Magnus Gunnarsson
Peugeot 307 SW er ein
nýggj modelltypa, ið sam-
einir eginleikarnar í einum
stationvogni
og
einum
MPV. Peugot 307 SW er
bygdur yvir sama plattform
sum hatchback útgávan,
men aksilfrástøðan er 10
cm longri. Kabinan er
innrættað við 3 baksetrum
og møguleika fyri 2 setrum
á aftastu rekkju, soleiðis at
bilurin kann hava tilsamans
7 sitipláss. SW útgávan
fæst við 2.0 litur bensin-
motori við 138 hk og 2.0
litur HDi dieselmotori við
110 hk. Trygdarskipanin er
eisini umfatandi við ESP,
(elsktronisk stabilitet pro-
gram) EBA bremsuassi-
stent, aktivum nakkapútum
og seks airbag.
Gott ljós inni í
bilinum
Setrini á aftastu rekkju, ið
kunnu keypast sum eykaút-
gerð, eru best egnaði til
børn og ung upp til 13/14
ár. Aftastu setrini kunnu
flytast runt í bilinum eftir
egnum ynski á teimum 5
Quickfix monteringsstøð-
unum í kabinuni. Eisini
kunnu øll 3 baksetrini, í
miðjuni, stillast aftur og
fram eftir ynski. 307 SW er
sermerktur av at meira enn
helvtin av takinum er
laminerað glas. Tað vil
siga, at glastakið byrjar, har
sum forrúturin endar. Hetta
gevur gott ljós inni í bilin-
um og gott útsýni til tey
ferðandi. Um sólin er ov
sterk, kunnu elektrisku sól-
gardinurnar koyrast fyri, so
ljósið ikki sleppur inn tann
vegin. Bilurin hevur eisini
klimaanlegg og 16" alu-
felgur sum standard.
Opel Vectra 1,8 16V Sedan
Motorurin
4 syl. 1.8 litur 16V bensin 122 hk
0-100
11,2 sek.
Bensinnýtsla
13,0 km/l
Dekkstødd
215/55-16
Stødd og vekt
Longd
459,6 cm
Breidd
179,8 cm
Hædd
146,0 cm
Eginvekt
1275 kg
Totalvekt
1875 kg
Viðførisrúm
500 litrar
Prísur
kr. 223.000,-
Søluumboð
P/F Meinhardt Arge
Við Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400
Opel Vectra - rúmligur
kvalitetsbilur
Peugeot 307 SW 2.0 HDi
Motorurin
2.0 litur 4 syl. diesel 110 hk
v. common-rail innspræning
0-100
13,8 sek
Oljunýtsla
18,5 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
205/55-16
Stødd og vekt
Longd
441,9 cm
Breidd
175,7 cm
Hædd
154,4 cm
Eginvekt
1400 kg
Totalvekt
2025 kg
Prísur
kr. 239.000,- (5 persóna)
7 persóna + kr. 8.000,-
Søluumboð
P/f Meinhardt Arge
við Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400
Her er Jens Sigurð Simonsen, sølulærlingur hjá P/F
Meinhardt Arge, við einum silvurgráum Opel Vectra
Peugeot 307 SW – við lamineraðum glastaki
Jan Hentze, Peugeot sølumaður hjá P/F Meinhardt Arge, sýnir her fram nýgggjasta Peugeot SW
við lamineraðum glastaki og 7 sitiplássum
C
M
Y
K
45
44