Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2002síða 24

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 130 - 11. juli 2002 Nr. 130 - 11. juli 2002 47 Lexus í science fiction Tveir Lexus konsep- tbilar eru gjørdir til ein nýggjan science fic- tionfilm hjá Steven Spielberg. Bilarnir, ið eru gjørdir á einari amerikanskari Lexus teknistovu, skulu vera við í filminum "Mi- nority Report." Kelda: bilpriser.dk Honda CR-V Seinasta EuroNCAP- testin vísti, at tað eydnaðist Honda CR- V at fáa besta karakter í SUV-klassanum. Teir høvdu bestu trygd við ein samanstoyt við fót- gangarar Kelda.: bilpriser.dk Toyota flogfør Royndarflúgvingin hjá Toyota eydnaðist væl, tá teir herfyri royndu teirra nýggja flogfar í Mojave oyðimørkini í California. Talan er um eitt flogfar úr heil- stoyptum kolfibur- skrokki við einum mo- tori og fýra sitiplássum Kelda: bilpriser.dk Tá Goodyear sølu- stjórarnir herfyri vóru á vitjan í Føroyum, bjóðaðu teir føroyingum við til "Goodyear Classic" koyringina fyri ellis- akfør, sum verður frá 23. til 24. august í ár. GOODYEAR CLASSIC Magnus Gunnarsson Goodyear sølustjórin í Norðanlondum, Kenneth Saust, og sølustjórin í Dan- mark, Flemming Christen- sen, eru báðir sera áhugaðir í gomlum bilum. Kenneth Saust arbeiðir í løtuni við at seta ein Toyota Corolla KE35, Rallyebil frá 1975, í stand og Flemming Christ- ensen hevur ein Chevrolet frá 30- árunum. Í Danmark skipa Goodyear aftur í ár fyri árligu koyringini við ellisakførum í august mán- að. Koyringin er fyri øll bil- merkir sum á ein ella annan hátt hava verið við í rallye ella aðrari kappkoyring. Stórt sæð kunnu øll ellis- akfør vera við í hesi koyr- ing. Í ár verður "Goodyear Classic" koyringin frá 23. til 24. august, og bjóða teir føroyingum, sum hava ellisakfør, at vera við. Goodyear gjalda fyri uppi- haldi, og tað sum tað kostar at vera við til koyringina. Áhugaði kunnu venda sær til Super Dekk, telefon 314975, at fáa meira at vita um tiltakið. Kanningar aðrastaðni vísa, at fjórða hvør ferðsluvanlukka stendst av, at bilfør- arin er sovnaður undir koyring. Orsøk- irnar kunnu vera manglandi svøvnur, heilivágur, rúsdrekka ella vanlig møði FERÐSLUTRYGD Magnus Gunnarsson Hóast flestu bilførarar vita, at man skal halda seg frá rúsdrekka, sissandi heili- vági og øðrum rúsandi evn- um, tá man koyrir bil, eru tað alt ov nógv ið ikki taka hetta í álvara og eru tí í vanda fyri at verða orsøk til álvarsligar ferðsluvanlukk- ur, ið raka bæði tey sjálvi og onnur. Tað er tann so- kallaði sekundsvøvnurin, ið er sera vandamikil undir koyring. Talan er ikki um at bilførarin sovnar so líðandi, men at hann har afturímóti leingi hevur siti og stríðst við svøvnin, siti óróligur, skrúva rútin niður fyri at fáa fríska luft og uppaftur tá tað er blivið ov kalt, merkt smáar ristingar í kroppinum, til hann at enda er sovnaður. Í hesum førið er bilførarin klárur yvir at hann er við at sovna, men hann gevur sær ikki tíð til at steðga á og fara út úr bilinum. Nakrar meginreglur Fyri at umgangast at sovna við rattið, eru nakrar meginreglur at halda seg til. Til dømis hevur tað stóran týdning at vera væl fyri, tá man skal koyra longri túrar. Ikki eta ov nógv áðrenn ein longri biltúr ella drekka alkohol kvøldið fyri. Um onnur ferðandi eru við í bilinum, mugu tey halda vakið eyga við, at bilførarin ikki er við at sovna. Eisini skal hitin í bilinum vera passaligur. Um bilførarin byrjar at geispa fleiri ferðir og koyrir óregluliga, er tað uppá hægstu tíð at gera ein steðg. Bara tað at bilførarin verður burtur ein brotpart av einum sekundi, kann elva til eina álvarsliga ferðsluvanlukku. Kelda: FDM / Motor Bjóða føroyingum við til Goodyear Classic Bilførarin sovnaður – orsøk til nógvar ferðsluvanlukkur Granskarar gera nógv burturúr at kanna svøvnin hjá bilførarum í øllum aldursbólkum Við nógvar danskar landavegir og motorvegir er eitt óslætt øki úti við vegjaðaran, sum ger at bilurin fer at rista og larma, tá hjólini raka hetta økið. Hetta er fyri at vekja bilføraran Goodyear sølustjórin í Norðanlondum og Baltisku londunum, Kenneth Saust, Fríðrikur Bláhamar frá Super Dekk og Flemming Christensen sølustjóri hjá Goodyear í Danmark. Teir bjóða nú føroyingum at vera við til árligu "Goodyear Classic" koyringina fyri ellisakfør í Danmark BILATORGIÐ Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag CITROEN SAXO 1.5D 3H Árg Jan-00, Km 64.500 Kr. 99.000. CITROÉN ZX 1.9D STC Árg Mar-96, Km 91.000 Kr. 86.000. CITROEN BERLINGO 1.9D 3H 5PERS Árg Sep-98, Km 81.000 Kr. 109.000. CITROEN XSARA 2.0HDI 5H Árg Nov-99, Km 92.000 Kr. 145.000. CITROEN XANTIA 1.9TD STC Árg Mar-99, Km 45.000 Kr. 160.000. MITSUBISHI PAJERO 2.8TDI Árg Sep-97, Km 82.000 Kr. 177.000. MITSUBISHI GALANT 2.0 Árg Jun-92, Km 150.000 Kr. 37.000. MITSUBISHI CARISMA 1.6I 5H Árg Mar-97, Km 64.000 Kr. 105.000. FORD MONDEO 1.8 4H Árg Jun-01, Km 16.000 Kr. 210.000. JEEP CHEROKEE 2.5TD VAN Árg Jul-97, Km 80.000 Kr. 135.000. MAZDA DEMIO 1.3 5H Árg Feb-99, Km 50.000 Kr. 87.000. PEUGEOT 106 1.5D 3H Árg Mar-97, Km 100.000 Kr. 60.000. SEAT CORDOBA 1.9SDI STC KU 090 Árg Aug-99, Km 36.000 Kr. 115.000. SUZUKI BALENO 1.6I 4H Árg Apr-00, Km 27.500 Kr. 105.000. Tel 313666 • www.ivan.fo •e-mail: ivan@ivan.fo VW POLO CLASSIC SDI Árg nov.96, Km 97.000. Diesel NÝSÝNAÐUR. Kr. 85.000. VW POLO CLASSIC SDI Árg des.97, Km 110.000. Diesel. Kr. 98.000. SEAT CORDOBA TDI Árg jul.2000, Km 85.000. Diesel. Kr. 136.000. VW GOLF VARIANT SDI Árg jan.97, Km 88.000. Diesel. Kr. 119.000. FORD COURIER VØRUVOGNUR Árg jun.98, Km 44.000. Diesel. Kr. 78.000. FORD MONDEO 1,8I Árg nov.2000, Km 28.000. Bensin Nýsýnaður. Kr. 168.000. Bilasølan v/ Øssur Johannesen tel 315354 - www.audi-vw.net C M Y K 47 46