leygardagur 19. august 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EEN
Nr. 61 — 19. august 1978
sosialurin
Síða 7
ítróttur
ÍSF eitt sodoma
Harra blaðstjóri, gev okk-
um innivist fyri hesi grein.
Við hesi grein vil mann-
ingin á Suðuroyingi lýsa
gongdina frá Skálafjarð-
arstevnuni 2/7 til 21/7, í
kæru okkara um 10-
mannafarsróðurin á hesi
stevnu, so sum tað í veru-
leikanum fór fram, og ikki
sum í bløðum og útvarpi,
hvar í veruleikin er tagdur
burtur. Ella bert tann
ljósa síðan er komin við.
Eftir róðurin segdu vit,
at vit ikki góðtóku róð-
urin, og ti varð avgjørt at
senda kæru inn til róðra-
deild ISFs.
Vit vænta svar aftur
tyskvøldid 5/7. Tyskvøld
er fastsett fundar kvøld
hjá róðradeildini. Men
svarið kom ikki fyrr enn
14/7, í einum ússaligum
fjarriti. Hetta var úrslitið
frá einari deild, har hver
limur roynir at fáa sín
rygg frían, við at siga
hann og hann metti ikki,
og tískil blivu fundirnir
útsettir. So nógv virða
hesir menn, tað arbeiði
teimum er álagt. Vit
sendu síðani kæruna til
dómsnevndina.
Vit fingu boð um at
okkara róðursmaður
skuldi meta til fund í hel-
um Havnar Róðrafelags,
men av ti at okkara róð-
ursmaður er so ungur, fór
formaðurin við honum.
Teir vóru á staðnum og
góvu frágreiðing um róð-
urin, umframt teir vóru
róðursmaðurin á Havnar-
båtinum og hevuðsdóm-
arin Heðin Mortensen.
Okkara menn fingu at
vita, at teir fingu boð um
úrslitið av fundinum frá
Niels Petur Nolsøe (dóms-
nevndarlimi), tá farið varð
til Suðuroyar sama kveld-
ið, tí hesin nevndarlimur
er úr Suðuroy (Vági).
Á veg úr Havn til Suð-
uroyar umborð á Smyrli,
leitaðu okkara menn í
samfullar 2 tímar eftir
háttvirda Niels Petur.
Men gakk, hann var sum
farin undir jørdina. So var
seinasti meguleikin eftir,
og tað var at standa í
landgongdini. Hetta
eydnaðist, ti ongin annar
enn háttvirdi Niels Petur
kom í land, men legin í
medfer, mest líkur einum
avsmurdum hundi (sam-
vitskan ikki í lagi). Hann
segði bert hetta »at dóms-
nevndin kundi ikki broyta
nakað, ti ikki kundi av-
gerast, hver bátur hevði
stýrt skeivt<. Disse var
ordene.
Ein dómur ið vit ikki
kunnu ella skulu góðtaka,
ti her liggur hundurin
grivin.
Fyrst kann spyrjast, út
frá hverjum bleiv dómurin
feldur? Eftir hvat hesir
góðu fanatikarar í dóms-
nevndini søgdu, tá vit
spurdu um grundina fyri
dóminum. Ja, so var svar-
ið, at ikki kundi avgerast,
hver bátur hevði stýrt
skeivt. Júst her kemur
fanatisman (ella rættari
idiotisman) fram. Ti hesir
menn vidganga, at ein av
bátunum hevur stýrt
skeivt, t.v.s. at róðurin
ikki fór regluliga fram.
Men hetta hava so frá-
greiðingarnar frá ávika-
vist róðursmanninum á
Havnarbátinum og Heðin
Mortensen rættað yvirfyri
dómsnevndini. Meðan
okkara frágreiðingar og
myndir muntu lítið, í mun
til áður nevnda. Ti henda
dómsnevnd kundi íkki
ganga ímóti síni fanatisku
hugsan og frammanundan
jánkasligu avgerðum.
Eftir hvat Viljormur Tórs-
heim (dómsnevndarform.)
segði, so máttu teir lurta
eftir Heðin Mortensen.
Hvat komu so okkara
menn norður til, var tað
bara fyri at gera gjøldur
burtur úr teimum, ella
hvat?
Tað er legið, at hesin
Heðin Mortensen skal
kunna geva nakra frá-
greiðing um róðurin, tí
hesin var ikki staddur har
hann átti, meðan róðurin
fór fram, hetta játtaði
hann fyri okkum, tá vit
vóru komnir á mál. Men
sum Viljormur segði, so
segði Heðin í frágreiðing
síni, at hann bert til tíðir
var staddur soleiðis, at
hann ikki kundi taka
nakra avgerð. Hetta er
ikki semuligur atburður
fyri ein hevuðsdómara, at
siga ósatt fyri at bjarga
sínum felag. Hesin maður
kann ikki hava nakran
moral, í hvussu so er ikki
fyri eðrum rødarum enn úr
hansara egna felag. Tí
sum hansara reðarir
(Havnarb.) søgdu við
okkum, at teir komu á
boyu nr. 5, og tóku ring
nr. 1 í fastastartinum, vit
nr. 3, og Vágbingur nr. 5.
So her ruggar ikki rætt.
Men tað undarliga, tað
er at myndir okkara av
róðrinum, sum dóms-
nevndin fekk, ikki kunnu
prógva meir enn, ein ella
tvær vælsamansettar frá-
greiðingar. Myndir av
veruleikanum, og tað
framgongur sólarklárt,
sum vit hava fert fram.
Og hetta váttaði Viljorm-
ur eisini áðrenn fundin, at
hesar myndir vóru til góða
hjálp, men nú valdast
hvenn henda hjálp var
ætlað!
Her trongir tann blinda
fanatisman innan róðrar-
deild og dómsnevnd ISFs
ov týðuliga fram. Hetta
Sodoma burdi meguliga
fingið navnabroyting eftir
einum ávísum býi ella í
hesum feri einum åvisum
felag.
Vit fela okkum órætt-
víst umgingnar av ÍSF.
Men tað eru fleiri enn vit,
sum eru í hesi somu stødu,
t.d. 8-mannafarsróðurin
ella rættari Oyndri, har
hesir menn blivu hildnir
fyri gjøldur. Ein dómur,
sum bert fanatikarar
kunnu fella. Men í hesum
føri var tað Havnar Róðr-
arfelag, ið klagaði, og teir
fingu viðhald, júst sum
teir kravdu í kæruni.
Meðan vit bert segdu at
vit góðtaka ikki róðurin,
og síðan lótu alt upp í
hendurnar á ÍSF.
Tað er syndarligt, at
menn skulu venja í 4 til 5
mánaðir, og so skal alt
enda soleiðis. Tað sær ikki
út til, at hesir menn ætla
at stimbra tann føroyska
kappróðurin, í hvussu so
er ikki i einstøkum bygd-
um.
Orðini í yvirskriftini
segði núverandi formaður-
in í ÍSF, tá hann tók við
leiðsluni, men enn hevur
hesin maður so íkki
megnað at avrika tað,
hann segði. Helst hevur
hann tikið munnin ov full-
an, ti hann var meguliga
ikki hugtikin av einstak-
lingaandanum innan ÍSF.
Tað, vit vildu gera
rættvist, tað var at slíkur
atburður ikki eigur at
verða toldur á róðrareki.
Ikki tí vit vildu róð um-
aftur ella nakað sovorðið,
tí Havnarbáturin róði best
av hesum trimum 10-
mannaførunum. Men nú
vita so hinar bátsmann-
ingarnar, at slíkur atburð-
ur er loyvdur, og at sjón-
lig prógv sum t.d. mynd-
ir, tað dugir ikki, tá talan
er um kæru.
At enda nøkur orð til
formannin í róðrardeildini.
Tygum segdu í kapping-
arskránni, at vónandi
komu so fáar klagur sum
gjørligt í kappingarár-
inum. Men næsta ár kann
róðrardeildin vænta fleiri
kærur. Ti nú vita so allar
bátsmanningarnar av, at
ósemuligur atburður, sum
t.d. at stýra fyri bát, hann
verður toldur, og hesin at-
burður er sera lættur at
praktisera.
Hetta gjerdist úrslitið
av kappingarárinum 1978,
og æruna eigur ÍSF
Við itrottarkvødu
Manningin
á Suðuroyingi
Vit fingu 8 myndir frá Suðringi, men tíverri hava vit bert pláss fyri 4 av teimum.
Ítróttarblaðstj