leygardagur 2. september 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 65 — 2. september 1978
sosialurin
Síða 5
Stórur áhugi fyri poligrasvallum:
Lið- og troyttheitsskaðar
eru vorðnir nógv færri
Kanningar hjá svenska statinum hava víst at lið- og
troyttheitsskaðar innan fótbóltin, verða nógv færri
tá leikt verður á poligrasvelli
Orsakað av ti áhuga
Ítróttasamband Feroya
hevur víst teim sokallaðu
poligrasvallunum, eru í
letuni tveir sviar og ein
dani frá svensku fyritøk-
unum, Terra Kemi AB og
Nya Asfalt AB, ið eru ser-
kenar innan framleiðslu
av kunstgrasvallum, og
vitja i Føroyum.
Vitja ymsastaðni
Í vikuni hava teir vitjað
ymsa staðni runt í land-
inum, t.d. í Miðvági, í
Eysturoynni og í Havnini,
og segdu teir, at lætt var
at leggja poligras á teir
vallir, teir higartil høvdu
sæð.
Stórur áhugi
Áhugin fyri at fáa tílíkar
poligrasvallir er stórur í
Feroyum, men er tað sera
kostnaðarmikið. Um bert
ein vellur verður gjørdur
kann roknast við, at
kostnaðurin verður um 3
mill. kr., men um tað
verða fleiri, verður tað ó-
dýrari. Hetta er orsakað
av flutningskostnaði fyri
tilfar, amboð o.a.t.
Nevnast kann, at bert
til ein vell skulu flytast
um 200 tons av tilfari til
landið, um ikki partar av
hesum fáast í Feroyum
frammanundan.
Eru góðkendir
av FIFA
— Poligrasvallir eru góð-
kendir av FIFA sum
kappingarvallir, upplýsir
Hasse Larsson, ein av svi-
unum. Eisini sigur hann,
Poligrasvellurin: 1. poligras, 2. gummibelegningur, 3.
asfalt, 4. megulig hitarer í vellinum og 5. steinsetingin.
at í Noregi, har ein vellur
er bygdur og 11 eru í um-
búna, er vellurin góðkend-
ur til 1. deild.
Í Hálandi og Vestur-
týskalandi verða poligras-
vallir nýttir av 1. amater-
ligaunum.
Asfaltundirlag
Poligrasvallir verða gjørd-
ir soleiðis, at fyrst verður
eitt asfaltundirlag lagt
fyri at gera undirlagið so
vatnrætt sum meguligt.
Nevnast kann at á teimum
vallum, ið higartil eru
gjørdir er hallið ongantíð
meira enn 1 cm.
Í hetta asfalt lag er
meguleiki fyri at leggja
hitarer, soleiðis at vellurin
eisini kann nýtast í kava-
veðri. Hetta skuldi tó ikki
verið nydugt í Føroyum, ti
tann kavin vit hava verð-
ur sjáldan liggjandi langa
tid.
Gummilegningur
Oman á asfaltið verður so
eitt lag av serligum
gummi lagt. Hetta verður
gjert fyri at vellurin ikki
skal vera ov harður at
renna á. Hetta gummilag
hevur víst seg at verja
avbera væl móti lið- og
troyttheitsskaðum.
Í tvey ár hevur svenski
staturin kannað um slíkir
skaðar eru færri á kunst-
grasvellum enn á vanlig-
um grasi, og hevur tað
vist seg, at talið av skað-
um er nógv minni á poli-
grasvallunum. Fyri at
tryggja sær, at hesi úrslit
eru tey rettu, vil kanning-
in halda fram tvey ár enn.
Hasse Larsson
Í longdum
Sjálvt poligrasið verður
lagt á vellin í 2 m breiðum
longdum, og verða hesar
longdir síðani seymaðar
saman.
Rundan um vøllin verð-
ur ein træramma gjerd so-
leiðis at poligrasið bert
verður fest í hana. Hetta
er gjørt fyri at lætt skal
vera at umvæla meguligar
skaðar.
Annars segdu umboðs-
menninir fyri fyritøkur-
nar, at teir enn ikki høvdu
verið úti fyri, at nakar
vellur var slitin somikið,
at neyðugt var at skifta
nakað av honum, og
nevndu teir í hesum við-
fangi, at ein poligrasvellur
í Gøteborg var nýttur í
meira enn 9.000 tímar og
enn sást nærum ikki slit á
honum. Hetta er tann
vøllurin, ið feroysku
landsliðini leiktu á í juni
mánað og lótu tey jú væl
at.
5 árs trygd
Orsakað av góðu roynd-
unum higartil geva verk-
smiðjurnar 5 árs trygd
fyri poligrasvallirnar og er
hetta eisini galdandi um
spælt verður á vellinum
24 tímar hvert samdegur
ell hesi fimm árini.
Ódýrir at halda
viðlíka
Hesir poligrasvallir eru
sera bíligir í rakstri, ti
einasta viðlíkahald vellur-
in krevur er at hann av og
á verður dustsogin. Upp-
merking av vellinum fellur
heilt burtur, ti tær ymsu
uppmerkingarnar verða
lagdar niður í sjálvan vell-
in við hvítum poligrasi.
Skjót levering
Tað tekur 6 til 8 vikur at
leggja ein poligrasvøll,
sjálvandi alt eftir, hvussu
undirlendið er, men hildu
umboðsmenninir, at teir
føroysku vallir, teir høvdu
sæð, vóru lættir at leggja
á, har var jú drening
o.a.t. í lagi frammanund-
an.
Hækka stødid
Einki er at ivast i, at ti-
likir vallir fara at hækka
stødid í føroyskum fót-
bólti, men við teim prisum
hesir vallir hava, er nær-
um ógjerligt hjá nakrari
feroyskari kommunu,
einsamallari at fáa sær ti-
líkan poligrasvell, men
sjálvandi er ein meguleiki
at skúlamyndugleikar,
kommunur og itrottarfel-
eg ganga saman og royna
at loysa spurningin í
felag.
Tríggjar stórar
landingar
Trý skip hava landað í
Miðvági í vikuni. Mars
kom mánadagin við
74.000 pundum, Læk-
kaklettur mikudagin
við 106.000 pundum og
nú síðst í vikuni hevur
Heldarstindur avreitt
99.000 pund. Øll skip-
ini hava roynt á Suður-
oyar- og Nólsoyar-
bankanum við troli og
meginparturin av veið-
uni er upsi. Fiskiskap-
urin hjá opnum bátum
í Miðvági hevur verið
smáligur í summar,
frættist.
Snarfrost avskipaði
40 tons av frystum
flal í við Icecap til USA
týsdagin.
Grava út
Í Miðvági er byggifel-
agið hjá Magna Thom-
assen farið undir at
grava út fyri keypsam-
tøkuni.
Keypsamtøkan skal
liggja við kirkjugarðin
vestanfyri bygdina.
Kostnaðurin av handl-
inum er ætladur til 3,2
mill. kr.
Eftir ætlan skal
handilin vera liðugur i
mai-juni komandi år.
Bygningurin skal vera
i sama snidi sum teir i
Havn og í Fuglafirði.
Tað verður ikki farið
í gongd við at byggja
keypsamtøkuna å
Tvøroyri, so leingi sum
hendan i Miðvági er í
gerð. Um tað fer at
ganga væl við tí nýgg-
ja handlinum í Hoyvík,
sum letur upp komandi
hósdag, verður tó
skjótt farið undir at
byggja á Tveroyri —
inni í Trongisvági, har
FK hevur ognað sær
eitt grundstykki við
tann nýggja vegin.
kring oyggjarnar
Umbøn um veg
til Syðradals
Å tingfundi mikudag-
in las tingformaðurin,
Jogvan Sundstein, upp
eitt skriv frå Olivar
Reinert í Syðradali.
Olivar Reinert biður
legtingið um ein koyri-
veg til Syðradals.
Hann skýtur upp, at
vegurin verður gjerdur
av Velbastað, norður í
Fossdal og hiðani til
Syðradals.
Hann sigur, at veg-
urin kann gerast sum
ein uppdyrkingarvegur
og at kostnaðurin er
mettur til eina millión.
Olivar Reinert sigur
eisini, at Syðradalur er
eftirbátur í stóran
mun. Við ektum sam-
ferðslumeguleikum,
ell onnur hava fingið,
kundi óivað verið
meguligt at ekt um
landbúnaðarframleiðs!-
una.
Einasta flutningstól,
syðradalsmenn hava,
er rossið umframt bát-
in. Umsóknin er send
við viðmæli frá Feroya
Jarðarráð.
Brævið varð beint í
vega- og havnanevnd-
ina.
Fundurin
útsettur
Mikudagin boðaði So-
sialurin frá, at Suður-
streymoyar Javnaðar-
felag skipaði fyri einum
fundi um sosialistiskan
politikk í komandi
viku.
Men fólk mugu bíða
við spenningi enn eina
tíð. Fundurin er útsett-
ur, tí allir triggir panel-
luttakararnir — Atli
Dam, Vilhelm Johan-
nesen og Kári Petersen
— hava fingið forfall
hendan dagin.
Í komandi viku verð-
ur lýst, nær fundurin
verður hildin.
11 umsøkjarar
= fingu NEI frá
Idnadargrunninum
I farna roknskaparåri
vidgjørdi nevndin i
Føroya idnadargrunni
54 umsóknir um lán.
Av hesum vórðu 25
játtaðar og lænti
grunnurin hesum um-
sekjarunum tilsamans
18,1 mill. kr. Hinvegin
noktaði nevndin at
lána 11 umsekjarum
pening, 12 umsóknir
eru ikki liðugt við-
gjørdar og 6 umsóknir
vórðu annaðhvert tikn-
ar aftur ella hildnar
falla uttanfyri heimild
grunsins. Tá rokn-
skaparárið byrjaði 1.
apríl 1977 lógu 8 um-
sóknir eftir frá árinum
fyri.
Fýra lán uppá til-
samans 1,1 mill. kr.
eru útgoldin í árinum
og tann 31. mars 1978
hevði grunnurin játtað
77 lán, tilsamans 40
mill. kr., síðani hann
byrjaði virksemi sítt.
Rakstraravlopið í ár-
inum varð 1,3 mill. kr.
Rentuinntøkurnar vóru
slakar 2,3 mill. kr.