Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. september 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 65 — 2. september 1978 Av Íslandsferð: Íslendingar hava tikið rættuliga dik á seg, tá ið talan er um at byggja út verandi og reisa nýggj ídnaðarvirki um landið. Her verður ikki hugsað um fiskivinnuidnadin, men um royndir á heilt øðrum økjum. Íslendingar eiga t.d. i dag stórar klædna- verksmiðjur, margarin-, smør- og ostavirki, skósmiðju, ið hevur rættuligan stóran útflutning og hvort av sínum. Demi um hvussu langt ís- lendingar í mongum fer- um eru komnir er >Sam- band islenzkra Samvinnu- félaga< (Samband of Ice- land), vanliga stytt til SIS, ið høvudssæti hevur i Reykjavik SIS hevur stóra deild og verksmiðjur á Akureyri, har eisini kooperativa fyritekan „Kaupfélag Eyfirðinga Akureyri«, stytt til KEA, virkar SIS, ið m.a. hevur stór- an útflutning av islendsk- um seydåakjøti um hendi, eisini til Feroya, flytur vanliga út helvtina av øll- um seyðaskinnum og ull- arvørum i landinum. Å- seyðatalið í Íslandi er um 1 miljón, ið veksur til 2 miljónir um summarið, tá ið lembingin hevur verið. Á íslendsku sláturhúsu- num slakta teir á hverjum ári um 950.000 seyðir. SIS rekur eisini skipafelag við egnum skipum Fyristeðumaður á verk- smiðjunum á Akureyri, Jón Arnþórsson, stjóri, upplýsir, at SIS nú hevur 92 ár á baki og virkið fevnir í dag um mong eki innan vinnulívið. A klædnavirkjunum framleiða teir at kalla øll sløg av klæðum, teppum og ullarverum yvirhevur. Annars framleiða tær ymsu deildir og verk- smiðjur innan SIS marga- rin, smør og ost, møblar, breyå å egnum bakarium sápu, elektrisk tól o.s.fr. Eisini skipasmíð og byggismíð í samband við húsabygging taka teir sær av. „Samband Line< er skipafelagið hjá SIS, ið rekur eini 10 skip við til- samans 17.000 deyðvekt- tonsum. Hesi skip bera oll »fell-nøvn«, sum Jøkul- fell, Disarfell, Helgafell, Hvassafell o.s.fr. Størsta skipid hjå SIS er Arna- fell, 2.300 tons d.v. Skip- ini eru ikki einans uppi i innanlandsfarmaflutningi- num — øll frystiskip — men sigla regluliga leið- irnar bådu megin Atlants- hav við islendskum út- ingsvørum. KEA-fyritøk- an á Akureyri hevði fyri seinasta kriggj egið skip, »Snæfell«. Stort spunavirki »Gefjun« spunavirkini og vevstovurnar framleiða nú stóran part av íslendsku ullverunum. Eisini tað mesta av tógvinum um- framt tær lidnu verurnar sum klæði og teppi. »Hekla« fyritøkan stendur fyri framleiðsluni av troyggjum, cardigans, hosum, vettum og av ulp- um. Til útflutnings fara hesir bundnu lutir m.a. til Amerika, Skandinavia, Bretland og onnur lond í Europa og til Sovjet. Alla staðni hevur framleiðslan vunnið góðan marknað, ið veitir landinum virðismik- ið fremmant gjaldoyra. SIS er saman við KEA á Akureyri meðeigari av tveimum virkjum á heilt eðrum virkisekjum: annað Meir og meir vanligt er at flyta mjólkina í tangabilum frá framleiðara til brúkara amtøkuvirki størsta arbeidsplåss å Akureyri Kaupfélag Eyfirdinga Akureyri (KEA) hevur høvudssæti sitt å Hafnarstræti er >Sjøfn<, sum framleiðir såpu, putur, shampoo, tannakrem og stearinljós. SIS er eisini uppi í fyri- tøku, ið stendur fyri inn- flutningi av kaffi úr Bra- sil, >Jøtunn< verksmiðjan í Reykjavík ger elektrisk- ar lutir og motorar. Eitt fjórða virki hjá SIS er »Osta- og smjOrsalan«, sum varð stovnað í 1959 og sum saman við búnað- armonnum um landið tek- ur sær av allari selu av meiarivørum. Stora skóverk- smiðjan á Akureyri Ein hin mest forvitnisliga verksmiðjan at vitja er skósmiðjan >Iðunn< á Akureyri, har teir bæði garva skinn og framleiða øll sløg av skóm. 50 fólk arbeiða á hesi skósmiðju, sum í mongum førum fær leðrið úr Bretlandi og Sveríki til sólarnar. Tað mesta av ráevninum kem- ur tó ur Italiu, sigur Jón Arnþórsson. Helvtin av arbeiðsfólkinum á Iðunn eru kvinnur, og tær royn- ast væl innan skósmið- idnadin Nú eg vitjadi á Iðunn hitti eg ein feroying við skógvamaskinurnar, tað var 49 ára gamli Ejvind Pétursson. Hann er ætt- aður av Nesi, men er nú íslendskur borgari og hev- ur fingið sær islendskt navn, sum er ásett við lóg. Ejvind hevur arbeitt í Ís- landi síðani 1947 og í meiri enn 25 ár hevur hann starvast á Iðunn-smiðj- uni. Arbeiði hansara er at seta yvirleðrið á leistir við maskinum, og hann sigur arbeiðsviðurskiftini = eru góð. Mánaðarlenin liggur um 150.000 ísl. krónur fyri 8 tíma dag, men fyri at fáa meiri burtur úr arbeiðir hann vanliga 12 tímar um samdøgrid og gongur eis- ini á náttarskift á skó- smiðjuni. — Ejvind Pétursson er ein av bestu meðarbeið- arum okkara, dugnaligur og nærlagdur, sigur Jón Arnþórsson, stjóri. KEA-fyritøkan å Akureyri Kaupfélag Eyfirðinga Ak- ureyri (KEA) er av sterstu arbeiðsgevarum á Akur- eyri, teir hava 20 keyps- samtekukrambúðir í býn- um, har teir 11 eru mat- verukrambúðir. 6.700 lim- ir eru í samtekuni í Eyja- fjarðar og Þingeyja sýsl- um, og reka teir eisini sláturhús. Sláturhúsið tekur ímóti framleiðslu- num hjá bøndrunum bein- leiðis gjøgnum handlar sínar. Frystihús eigur KEA í Dalvík, t.d... og tíkið verður eisini móti fiski til útflutnings gjøgnum SIS, ið samsvarar FDB í Danmark og Kooperativa Førbundet i Sverige. Men KEA er sjåldsom fyritøka, av ti at hon eigur størsta hotellið, ið eisini er nevnt KEA, í miðbýnum. Síðani 1934 hava teir sam- stundis rikið apotek-virki! Harumframt vaskari, kemiskt virki, pylsu- og fars-verksmiðju. Danska og svenska landsfyritøkan hevur i mongum førum lagt islendingum lag å. Innan KEA-virkini eru vanliga eini 800 folk i arbeiði. Talið á sumri er nakað hægri. Í lenum vórðu í fjør útgoldnar 1,9 mia. isl. kr. 85 pst. av matvørusølum Fyristoðumaður á KEA Gunnlaugur P. Kristians- son sigur, at teir hava um hendi 85% av matveru- seluni á Akureyri. Teir hava samvinnu við Akur- eyrar kommunu um rakst- urin av fiskiferum, ið rógva út av Akureyri, teirra millum Útgerðarfél- ag Akureyrar. Peningaumsitingin hjá ETTER