fríggjadagur 12. juli 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 131 - 12. juli 2002
Nr. 131 - 12. juli 2002
13
Her prenta vit eina
grein, sum ikki kom
við á Hvítusunnu,
men hon er eins
aktuell enn.
Blðs.
Kjartan Stakksund
Og tá ið nú hvítusunnudag-
urin er komin, vóru teir all-
ir saman komnir á einum
staði. Og tá kom brádliga
eitt dun av himli, sum tá ið
harðveður brestur á, og fylti
alt húsið, sum teir sótu í.
Og fyri teimum sýndust
tungur líkasum av eldi, sum
skildust sundur og settust á
ein og hvønn teirra; og teir
vórðu allir fyltir av Hinum
Heilaga Anda og tóku at
tala á øðrum tungumálum
eins og Andin gav teimum
at mæla. Men har vóru
jødar búsettir í Jerúsalem,
menn, ið óttaðust Guð, av
øllum tjóðum undir himni.
Tá ið nú hetta ljóðið hoyrd-
ist, kom mannamúgvan
saman, og henni varð dátt
við; tí at teir hoyrdu, ein og
hvør, teir tala á sínum egna
máli. Og teir vórðu allir
bilsnir og undraðust og
søgdu: »Sí, eru ikki allir
hesir, ið tala, Galileumenn?
Hvussu ber tað tá til, at vit,
ein og hvør, hoyra teir tala á
okkara egna máli, sum vit
eru føddir vð? Partar og
Medar og Elamitar og vit,
sum eru búsettir í Mesopo-
támiu, Júdeu, Kappadókíu,
Pontus og Ásiu, í Frýgíu og
Pamfýliu, Egyptalandi og
Libyubygdunum við Ký-
rene, og vit Rómverjar, sum
her hava setst niður, Jødar
og proselýtar; Kretoyingar
og Árábar, vit hoyra teir
tala á okkara tungum um
stórverk Guðs?« Men teir
gjørdust allir bilsnir og
vóru í døpurhuga og søgdu
hvør við annan: »Hvat man
hetta vera?« Men aðrir
spottaðu og søgdu: »Teir
eru druknir av søtum víni«.
(Áp. 2,1-13)
Tað hevur verið ógvuliga
undarligt hjá ápostlunum,
tá teir upplivdu tað fyrstu
hvítusunnuna á jørð, tá tað
kom líkasum eitt dun av
himni, sum tá ið harðveður
brestur á, og fylti alt húsið
sum teir sótu í, og tungur
líkasum av eldi, settist á ein
hvønn teirra, og teir tóku at
tala á øðrum tungumálum,
eins og Andin gav teimum
at mæla.
Tá vit fylgja kirkjuárin-
um við teimum stóru hátíð-
unum, jól, páskir og hvítu-
sunnu, so síggja vit tíðiliga
Guðs
frelsuætlan
við
mannaættini. Jólini, tá vit
hoyra jólaboðskapin um tað
lítla barnið í krubbuni í
fjósinum í Betlehem, pásk-
irnar, tá vit hoyra um Jesu
líðing, deyða og uppreisn,
og so nú hvítusunnan, tá
Heilagi Andin kom niður
yvir ápostlarnar í Jerúsa-
lem.
Tíggju
dagar
undan
hvítusunnu halda vit Kristi
himmalferðardag. Hendan
dagin tá Jesus fór heimaftur
til Faðir Sín aftaná foldar-
lív, líðing og uppreisn Sína.
Frelsisgerningur Hansara
var fullførdur; Guð var
nøgdur við offurið, tí reisti
Hann Sonin upp aftur frá
teimum deyðu, menniskj-
um til æviga rættvísi, sam-
anber við 2. Kor. 5,21.
Hetta er gleðiboðskapurin
til mannaættina allar tíðir,
tað er einki annað givið
okkum
menniskjum
til
frelsu enn tað, sum Guð við
Syni Sínum hevur gjørt fyri
okkum; og so tað veldigu
broyting, at Jesus nú er
allastaðni í senn. Hann er
okkara millum. Hann er úti
í heidningalondunum. Ja,
Hann er við Heilaga Anda
Sínum í Orðinum, soleiðis,
at Andin sannførir okkum
um hvørji vit eru. At vit eru
syndarar, meðan Jesus er
frelsarin.
Meðan
Hann
gekk her á fold, var Hann
staðbundin, nú er Hann við
Orðið og Anda Sínum runt
allan heimin sum áður sagt.
Alt hetta sýnir okkum
hvussu ómetaliga høgt Guð
elskar okkum menniskju.
At Hann hevur givið okk-
um Sonin til frelsu og
bjarging frá ævigum deyða
(glatan) og tey menniskju,
sum venda umt til Hansara,
gevur Hann mátt til at liva
lívið sum kristin menniskju
her á jørð, og fáa øll kristin
uppgávur í Guðs ríkis vín-
garði. Her kunnu øll verða
við til at fremja Guðs ríki,
soleiðis,
at
menniskju
kunnu verða frelst.
Tá Guð frelsir menn-
iskju, kemur alt at verða
øðrvísi, enn tað var framm-
anundan. Alt verður í
ljósglæmuni av tí, sum Guð
gjørdi fyri okkum ígjøg-
num Son Sín Jesus Kristus.
Tey
frelstu
fáa
nýggj
áhugamál, nýggjar vinir, alt
verður nýtt. Tað er, sum
skrivað stendur: »Tí, um
onkur er í Kristi, er Hann
nýggjur skapningur; hitt
gamla er farið, sí, tað er
vorðið nýtt!« (2. Kor. 5,17).
Hetta er gerningur Heilaga
Andans í dag eins og fyrsta
hvítusunnudag.
Guðs kirkja á jørð
Og tey hildu fast saman um
læru ápostlanna og sam-
felagið og breyðbrótingina
og bønirnar. Men ótti kom á
eina og hvørja sál, og mong
undur og tekin vórðu gjørd
av ápostlunum. Men øll tey,
sum trúðu, hildu saman og
høvdu alt í felagi; og tey
seldu ognir sínar og góðs
sítt og býttu tað sundur
millum øll, eftir tí sum ein
og hvør trongdi. Og hvønn
dag hildu tey sær samhugað
støðugt í halgidóminum og
brutu breyðið heima við
hús og fingu føði sína við
gleði og í hjartans einfaldi,
og tey lovaðu Guði og
høvdu yndi hjá øllum fólk-
inum. Men Harrin legði
hvønn dag nøkur aftur at
teimum, sum vórðu frelst.
(Áp. 2,42-47)
Tey fyrstu kristnu verða
kallað fyri tey gullkristnu,
og bóru tey hetta navnið av
røttum, tí tey komu at
uppliva Jesu Krists upp-
reisnarkraft
tær
fyrstu
páskirnar og síðani hvítu-
sunnukraftina, tað sum
hendi ápostlunum hina
fyrstu hvítusunnuna, tá ið
Heilagi Andin kom yvir tey
við slíkari kraft, at tað vóru
røddir frammi um, at teir
vóru druknir av søtum víni.
Tá steig Pætur fram saman
við hinum ellivu, hevði upp
rødd sína og mælti til teirra:
»Tit, jødar, og allir tit, sum
búgva í Jerúsalem, hetta
veri tykkum vituligt, og
gevið orðum mínum ljóð!
Tí at ikki eru hesir menn
druknir, soleiðis sum tit
halda; tí at nú er eisini
landsuðurstíð.« (Áp. 2,14-
15).
Enn í dag eru hesar somu
røddir at hoyra, at vit sum
hava uppliva hesa somu
uppreisnarkraft og hesa
somu
Heilaga
Andans
kraft, hevur gjørt, at vit
hava mist vitið. Hetta er ein
stór misskiljing. Tann, sum
sigur slíkt, hevur ikki møtt
Jesusi, sum sínum perón-
liga frelsara. Tann, sum
hevur verið við krossin á
Golgata, og har fingið
syndanna fyrigeving, fær
eisini
Heilaga
Andans
gávu, soleiðis, at vitnis-
burðurin verður føddur í
eins hjarta.
Tá man verður gripin av
Kristusi, føðist ein lovsngur
í eins hjarta. Tað var júst
hetta sum hendi teimum
fyrstu kristnu, tí kendu tey
trongd til at koma saman í
einum heilagum samfelag-
ið, og har verða styrkt í
trúarlívinum,
ígjøgnum
læru ápostlanna, breyðbrót-
ingina og bønirnar. Sam-
anber við Áp. 2,42. Hetta er
lívsneyðugt enn í dag, um
ikki kristinlív okkara skal
verða vannrøkt. Tí Satan vil
altíð tøla okkum við sínum
sniðfundigu
álopum
á
kristinlív okkara, hann eiga
vit undir ongum umstøðum
at undirmeta. Gera vit tað,
verða vit taparar í kristin-
lívið okkara. Tí eiga vit
hvønn einasta dag at gera
brúk av Orðið Guðs og
bønini, um vit ikki skulu
verða rend um koll í trúar-
lívið okkara og av tí saman
standa uttanfyri Guðs ríki
ein dag, tí vit ikki vóru
vakin.
Við tað, at tað heilaga
samfelagið var kjarnin í
lívið teirra fyrstu kristnu,
kom tað at hava týdningar-
samar fylgir, soleiðis sum
skrivað stendur: Men Harr-
in legði hvønn dag nøkur
afturat teimum, sum vórðu
frelst. (Áp. 2,47). Hetta ger
seg galdandi enn í dag. Tað
verður ofta líknað við eld-
gløður. Vit vita fullvæl hvat
hendir, um vit taka eldgløð-
urnar og raka tær burtur
hvør frá aðrari, tá verður
skjótt øskukalt, men raka
vit tær saman, soleiðis at
tær verða saman sjóðaðar,
tá verður skjótt fjálgur log-
ið. Mær tykir hetta verða
ógvuliga beinrakið sagt um
týdningin av at halda sam-
an um trúðarlívið, soleiðis,
at tað verður ein eind, og vit
harvið verða varveitt inni
hjá Jesusi, líka til okkara
seinastu stund.
Gerningur Heilaga
Andans
Men Saul, sum enn froysti
hóttir og manndráp móti
lærusveinum Harrans, fór
til høvuðsprestin og bað
hann um bræv til Damask-
us, til samkomuhúsið har,
fyri at hann, um hann hitti
nøkur, sum hoyrdu til
»vegin«, menn ella konur,
kundi føra tey í bondum til
Jerúsalem. Men tá ið hann
á ferðini var komin nær til
Damaskus, ljómaði knapp-
liga eitt ljós av himni um
hann; og hann fell til jarðar
og hoyrdi eina rødd siga við
seg: »Saul, Saul, hví søkir
tú at Mær?« Men hann
segði:
»Hvør
ert
Tú,
Harri?« Og Hann svaraði:
»Eg eri Jesus, sum tú søkir
at. Men statt upp og far inn
í staðini, og har skal tær
verða sagt, hvat tú eigur at
gera.« Men menninir, sum
vóru í ferðini við honum,
stóðu málleysir; teir hoyrdu
fullvæl røddina, men sóu
ongan. Og Saul reistist upp
av jørðini; men tá ið hann
lat eyguni upp, sá hann
einki, og teir leiddu hann
við hondunum og fóru við
honum inn í Damaskus. Og
tríggjar dagar sá hann
einki, og hann hvørki át ella
drakk. Men í Damaskus var
ein lærusveinur, sum æt
Ánanias, og Harrin segði
við hann í eini sjón:
»Ánanias!« Og hann segði:
»Sí, her eri Eg, Harri!«
men Harrin segði við hann:
»Statt upp og far í ta
gøtuna, sum kallast hin
beina, og spyr í húsinum
hjá Judasi eftir einum
manni frá Tarsus, sum eitur
Saul; tí, sí, hann biður. Og
hann hevur (í eini sjón) sæð
ein mann, sum eitur Ánan-
ias, koma til sín og leggja
hendurnar á seg, so at hann
kundi fáa sjónina aftur!«
Men
Ánanias
svaraði:
»Harri, eg havi hoyrt av
mongum um henda mann,
hvussu nógv ilt hann hevur
gjørt Tínum heilagu í
Jerúsalem. Og her hevur
hann í umboði frá høvuðs-
prestunum at binda øll tey,
sum ákalla navn Títt.« Men
Harrin segði við hann: »Far
tú, tí at hesin maður er mær
eitt útvalt ílat til at bera
navn mítt fram fyri heidn-
ingar og kongar og Ísraels
børn; tí at Eg vil sýna
honum, hvussu mikið hann
eigur at líða fyri navns
Míns sakir.« Og Ánanias
fór tá avstað og kom í húsið
og legði hendurnar á hann
og segði: »Saul, bróðir,
Harrin hevur sent meg,
Jesus, tann sum birtist fyri
tær á veginum, sum tú
komst, til tess at tú skalt fáa
sjón tína aftur og verða
fyltur við Heilagum Anda.«
Og alt fyri eitt fell tað eins
og skøl frá eygum hansara,
og hann fekk sjónina aftur;
og hann stóð upp og varð
doyptur. Og hann fekk sær
mat og styrknaði. Men
hann varð nakrar dagar hjá
lærusveininum í Damask-
us. (Áp. 9,1-19).
Soleiðis virkar Heilagi
Andin, tá ið Hann sleppur
framat;
Saul
søkti
at
teimum kristnu, og helt at
hann var á beinari leið við
at søkja at teimum, tá er
tað, at hann hoyrir eina
rødd, sum sigur: »Saul,
Saul, hví søkir tú at Mær?«
Men hann segði: »Hvør ert
Tú, Harri?« Og hann
svaraði: »Eg eri Jesus, sum
tú søkir at. Men statt upp og
far inn í staðin, og har skal
tær verða sagt, hvat tú eigur
at gera.« (Áp. 9,4-6). Hetta
er gerningur Heilaga And-
ans. Guð hevði brúk fyri
Saul, tí var hann steðgaður
har uttanfyri Damaskus;
aftaná umvending sína fekk
hann navnið Paulus, lív
hansara kom at ligga eina
heilt aðra leið eftir henda
dag, hann sum áður hevði
søkt at teimum kristnu,
kom nú at elska tey, nú er
tað honum ein hjartasak,
hetta at menniskju mega
koma til trúgv á tann Harra
Jesus Kristus.
Ja, soleiðis kann Jesus
broyta menniskju, og tað
ger hann eisini í dag. Tú,
sum lesur hetta stykkið,
hvussu hevur tú tað mót-
vegis Jesusi. Um tú ikki,
eins og Saul, søkir at teim-
um kristnu, so er tað tó
neyðugt, at tú letur hann
broyta títt lív, um tú ikki
hevur gjørt tað áður. Jesus
hevur brúk fyri tær í Sínum
ríkis víngarði. Tað kemur at
verða hjá tær, soleiðis sum
tað var hjá Paulusi. Tú
kemur at fáa neyð fyri
menniskjans frelsu. Brøð-
ur! Tað er hjartans ynski
mítt og bøn til Guðs, at teir
mega verða felstir. (Róm.
10,1). Síðani vil eg enda
við
einum
hvítusunnu-
sálmi, sum eg havi yrkt til
hvítusunnuna 2002. Gleði-
liga hvítusunnu í Jesu
navni.
Hvítusunnusálmur
Lag: hin harða krossin Bf. 45. Dk. 98.
1.Á hvítusunnu Andi Guðs við veldi,
her fylti lærusveinar við tí eldi,
sum tørvast teim, ið tæna Guði vilja,
og ikki sannleiksorðið tá teir dylja.
2.Teir fóru glaðir út í heimin víða,
sum Harrans hermenn teir her vildu stríða;
og vildu kallinum her fegnir fylgja,
um teimum skuldi møta mótgangsbylgja.
3.Tað er ein gleði fyri Guð at stríða,
so nógv Hann fyri okkum vildi líða;
Hann toldi há og spott og sváran deyða,
á Golgata rann blóðið Hans tað reyða.
4.Á páskamorgni sigurin var vunnin,
og hvítusunnan sæla er upprunnin;
nú lærusveinar út við boðum fara,
um ríkið Guðs teir mannaskarar læra.
5.Hann hevur lovað øllum Halgan Anda,
sum vilja stríðast, sjálvt í deyðans vanda;
tað frímóð gevur, Guði lýðin verða,
vit fáa mátt her byrðarnar at bera.
6.Ein dag er skeiðið várt á foldum runnið,
hvør hevur tá her Jesus Kristus funnið?
Og borið gleðiboð um heimin víða,
um Hann, sum vildi fyri okkum stríða.
7.Her ræður um, Guðs kallið lýðin verða,
góð tíðindi til syndarar at bera;
at nú er vegur opin til Guðs ríkið,
við Jesu Kristi náði uttan líkið.
8.Guðs Halgi Andi, kom nú her við veldi,
fyri øll Guðs børn við halgum himnaeldi;
so mannfjøldir Guðs kærleika her skoða,
sum Orð Guðs greitt man okkum øllum boða.
Hin fyrsta hvítusunnan
Ein higartil
ókendur málningur
hjá Rubens er nú
heimsins dýrasti
Týskvøldið varð máln-
ingurin "The Massacre
of the Innocents" seldur
á teirri kendu Sotherby-
uppboðssøluni í London
fyri 49,5 milliónir bretsk
pund ella milliónir krón-
ur. Harvið er hann dýr-
asti
málningur,
sum
nakrantíð er seldur á
einari uppboðssølu. Tað
gamla metið átti ein
málningur
hjá
van
Gogh, sum varð seldur í
New York fyri 44 milli-
ónir pund.
Leiðslan í Sotherby-
uppboðssøluni
hevði
væntað at fáa millum
fýra og seks milliónir
pund fyri málningin,
men tá uppboðshaldarin
sló hamaran í borðið,
var boðið komið upp á
49,5 milliónir pund. Tað
var ein privatur savnari,
sum keypti.
Málingurin "The Mas-
sacre of the Innocents"
avmyndar
Heródes
kong, sum gav boð um
at drepa øll nýborin
dreingjabørn, so hann á
tann hátt kundi beina
fyri Jesusi.
Til fyri stuttum hevur
verið hildið, at tað var
Jan van der Hoecke,
sum málaði málningin,
men
nýliga
staðfest
Sotherby-serfrøðingurin
George Gordon, at tað er
Peter Paul Rubens, sum
hevur málað hann. Tað
gjørdi
hann
millum
1609 og 1611.
Hóast umfatandi
upplýsingarátøk
um fosturtøku og
ókeypis fyribyrging
eru fosturtøkurnar
í Grønlandi fleiri
enn føðingarnar
GRØNLAND
Árni Joensen
Ein kanning, sum tríggj-
ar sjúkrasystrar í Grøn-
landi hava gjørt, vísir, at
tað eru bæði ungar og
tilkomnar grønlendskar
kvinnur, sum fáa fost-
urtøku, og at talan er um
kvinnur úr øllum sam-
felagsbólkum.
Vanliga hevur talið á
føðingum verið størri
enn talið á fosturtøkum,
men hagtøl fyri 2000
vísa, at tað árið vórðu
887 børn fødd í Grøn-
landi, meðan talið á
fosturtøkum var 944.
Grønlendski biskup-
urin, Sofie Petersen,
sigur við Kristeligt Dag-
blad í Danmark, at ein
orsøk til tær nógvu
fosturtøkurnar er, at so
at siga einki orðaskifti er
um evnið. Soleiðis er
eisini við øðrum grøn-
lendskum trupulleikum
so sum sjálvmorðum,
sigur hon.
Embætislæknin
í
Grønlandi,
Flemming
Stenz, sigur, at einki nýtt
er í tí stóra fosturtøku-
talinum, og hann heldur,
at tær eru ein partur av
tilveruni hjá grønlend-
ingum. Embætisløknin
sigur, at tær nógvu fost-
urtøkurnar hava einki
við rúsdrekkamisnýtslu
at gera, soleiðis sum ofta
hevur verið hildið.
Fyrrverandi russiski
leiðarin, Mikhail
Gorbatjov, vil hava
heimin at vera á varð-
haldi. Amerikanska
avgerðin at verja seg
aftan á atsóknirnar í
september í fjør kann
enda í einari nýggjari
vápnakappdubbing,
sigur hann
VÁPNAKAPPDUBBING
Árni Joensen
- Vit mugu skilja, at ameri-
kanski
forsetin
hevur
skyldu til at tryggja tilver-
una hjá tjóð síni. Men sam-
stundis eiga vit, sum eru
vinir, sameindir og sam-
starvsfelagar hjá USA, at
ávara ímóti einari nýggjari
vápnakappdubbing, segði
Mikhail Gorbatjov í einum
fyrilestri fyri bretskum
parlamentslimum
miku-
dagin.
Fyri tveimum mánaðum
síðani skrivaðu forsetarnir
Vladimir Putin og George
W. Bush undir eina avtalu
um at skerja talið á kjarn-
orkuløðingum hjá báðum
londunum, men í Russlandi
hevur Putin verið fyri at-
finningum, tí avtalan loyvir
londunum at goyma vápn-
ini heldur enn at oyðileggja
tey. Nógvir russar hava
eisini fýlst á, at tann 30 ára
gamli ABM-sáttmálin er
farin úr gildi, tí í Russlandi
varð sáttmálin mettur sum
tann týdningarmesti liðurin
í avdubbingini.
Seinastu árini hevur Mik-
hail Gorbatjov verið virkin
í arbeiðinum at savna pen-
ing til at loysa teir ovur-
stóru umhvørvistrupulleik-
arnar, sum standast av
teimum gomlu sovjetsku
vápnagoymslunum
við
kjarnorkuvápnum, kemisk-
um og biologiskum vápn-
um. Í fyrilestrinum fyri
teimum bretsku politikar-
unum nevndi Gorbatjov, at í
Russlandi eru 200 kjarn-
orkukavbátar, sum hava so
gamlar og slitnar reaktorar,
at tað er neyðugt at gera
okkurt.
- Vit stríðast framvegis
við avleiðingarnar av teirri
gomlu vápnakappdubbing-
ini og eiga ikki at fara undir
eina nýggja, segði gamli
russiski leiðarin.
UTTAN ÚR HEIMI
Gorbatjov ávarar ímóti nýggjari
vápnakappdubbing
Heimsins dýrasti
málningur seldur
í London
Fleiri fosturtøkur
enn føðingar
í Grønlandi
Fyri fyrstu ferð er ein kvinna
vorðin forsætisráðharri í
Suðurkorea. Tað hendi í gjár,
tá Chang Sang varð sett í
embætið. Tað var Kim Dae
Jung, forseti, sum tilnevndi
hana forsætisráðharra, og
eygleiðarar halda, at hetta er
ein roynd hjá forsetanum at
styrkja støðu sína upp undir
forsetavalið í desember
Mynd: Reuters
Nýggjur forsætisráðharri
í Suðurkorea
C
M
Y
K
13
12