leygardagur 2. september 1978síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8 Nr. 65 — 2. september 1978
Kenna seg nú forfjónaðar — høvdu
áður neyvt samstarv við Norðurlond
sosialurin
pm
3 LENINGRAD
Ein samrøda við Hans Holm um eina ferð til Estlands
3 oe ELSINKI
= Á sumri 1976 vitjaði Hans Tad sæst millum annað i
TALLINN Holm, læraraskúlalærari, bókini hja Erik Vagn Jen- á
PERHOLM Hi ÓÐ saman við konuni Sólrun sen, Ukendte Naboer, F
Dag DS ESTLAND > } og teimum trimum børn- sum er um hesi trý lond-
unum Estland. ini. Teir umseta t.d. nógv
» Saaremaa Hans skuldi á eftirút- av norðurlendskum bók-
LETLAND
RIGA
} LITAUEN DEN
HVIDE
di VILNIUSO
ÞÆKALININGRAD RUSSISKE
Um Estland
Estland var í eldir undir fremmandum stýri —
donskum, svenskum, týskum og í 1710 kom Est-
land undir Tsar-Tussland. Ikki fyrrenn í 1918
tóku teir loysing frá Russlandi og í 1920 varð frið-
arsáttmáli undirskrivaður við Sovjetsamveldið.
Men hendan frælsa steðan vardi ikki leingi. Í
1939 varð Estland lagt undir Sovjetsamveldið
eftir kravi úr Kreml. Estar lótu sær lynda, men
longu árið eftir varð Estland hersett av Týsk-
landi. Áðrenn krigslok — í 1944 kom Estland aft-
ur undir Sovjetsamveldið.
Í millumkrigsårunum var annars eitt borgarligt
stýri í Estlandi og tann ráðandi flokkurin var ein
bóndaflokkur. Stýrislagið hevur verið rættiliga
gott, ti allir tjóðskaparligir minnilutar hevdu síni
serrættindi. Tað varð m.a. tryggjað teimum eitt
vist tal av limum í tjóðartinginum. Men tað sama
hendi í Estlandi sum í so nógvum eðrum londum.
Stýrið gjerdist totalitert.
Landið er í dag væl framkomið og yvir helvtin
av fólkinum hevur eina útbúgving. Útbúgvingar-
meguleikarnir eru góðir. Eisini tann hægra út-
búgvingin. M.a. finst eitt elligamalt universitet í
Tartu, sum er viðurkent langt út um landamark.
Tilsamans eru tað 22.000 lesandi ella 153 fyri
hverjar 10.000 íbúgvar.
Heilsuverkið er á høgum stødi við 36 iæknum
og 111 sjúkrahús-seingjaplássum fyri hverjar
10.000 íbúgvar.
Estland — tikið fyri seg — hevur ikki nakað
handilssamband vestureftir. Vinnulívið er
sentralt stýrt úr Moskva og búskapurin er
integreraður í Sovjetsamveldið. Vinnulívið er ein
liður í eini sterri eind. Ídnaðurin er sosialiseraður,
meðan landbúnaðurin er kollektiviseraður.
ldnadarframleidslan fevnir m.a. um el-motorar,
landbúnaðarmaskinur, og fiskakonserves. Annars
er Estland stórframleiðari av oljuskifuri — 60 pst.
av samlaðu negdini í Sovjetsamveldinum. Í 1974
framleiddi Estland 27.000.000 tons av oljuskifuri
og 565.000.000 kbm. av skifurgassi.
Landbúnaðarverurnar eru kjet-, mjólka- og
eggjaframleiðsla.
Estland er 45.100 kvm. til støddar. Fólkatalið
er knappliga 1,5 mill. Men tad eru ikki bara est-
lendingar i estlandi. Fólkaslegini byta seg so-
leidis: 68 pst. estlendingar, 25 pst. russar, 2 pst.
ukrainar, 1.0 pst. finnlendingar, 1,5 pst. hvita-
> pst. jødar.
Ein tridingur av landinum, sum einans er 317
metrar har tad er hægst, er skogklæddur. I skóg-
unum liva framvegis djór sum bjarnir, úlvar og
elsdjór.
Hevuðsstaðurin eitur Tallinn, sum áður hevði
navnið Reval. Í Tallinn búgva 400.000 fólk. Aðrir
sterri býir eru Narva, Párnu og Tartu.
russarar og i
MINENd3H L3INMAOS INSISSNH NO
SOVJET REPUBLIK
bugvingarskeid i Dan-
mark og tey høvdu valt at
halda leidina yvir Noreg,
Svøriki, Åland og Fin-
land. Tey høvdu 10 dagar
um ferdina til Ålands, har
tey steðgaðu i 14 dagar. I
Finlandi vóru tey í Hels-
ingfors, sum liggur nær
við Estland.
Hans Holm greiður frá:
Ahugaður
í minnilutum
— Og tá vit skuldu til
Helsingfors, sum liggur so
tætt við Estland, hildu
vit, at vit áttu at nýta
høvi og fara yvir um til
Estlands.
— Sjálvandi kann ein
spyrja, hvenn áhuga ein
hevur í at koma yvir hag-
ar. Tað er ein reint faklig-
ur áhugi, eg sjálvur havi.
Nevniliga fyri minnilutum
í Europa — vert er at býta
merki í, at tað eru minni-
lutar í ellum europeiskum
statum undant"“"" Portu-
gal og Ísland, og so kann
Írland eisini nevnast, tann
írski frístaturin, meðan
tað í ollum eðrum statum
eru fleiri fólkaslog.
Lítið kend
— Estland, Letland og
Litauen, sum ganga undir
heitinum Tey Baltisku
Londini, eru jú lond, sum
fólk flest einki vita um, og
tað harmar hesi fólkini
nokkso nógv. Teir fola seg
forfjónaðar og eru áhug-
aðir í at hava samband við
ikki minst Norðurlond.
— Sjálvir gera teir nak-
að fyri tað sambandið.
mentum. Men hvat kemur
hinvegin av baltiskum
bókmentum. Tað er neyv-
an nakar sum kennir ein
baltiskan rithevund.
— Meðan vit eru við
bekur kann nevnast, at
tær eru ógvuliga bíligar.
Somuleiðis er við gram-
mofonplátum.
Ferðamanna-
stovan skipaði fyri
— Undan ferðini vistu vit
lítið um, hvat vit kundu
koma út fyri. Vit fingu
Ferðamannastovuna at
skipa fyri sjálvari ferðini.
Fyri at koma inn í Sovjet-
samveldið — og harvið
eisini Estland — so skul-
du vit hava turistvisum.'
Nú var tað soleiðis, at vit
skuldu úr Feroyum longu
síðst í juni, meðan vit ikki
skuldu til Estland fyrrenn
24. juli og turistvisum
verður ikki givið so langa
tíð frammanundan. Tí
fekk Ferðamannastovan
fatur á einum turist-
kontóri í Helsingfors, sum
so ordnaði tað. Tá vit
komu til vallaraheimið í
Helsingfors lá visum'ið
har.
Búðu á vallara-
heimum
— Ja, vit búðu alla tíðina
á vallaraheimum uttan
teir dagarnar, vit vóru á
Álandi. Har búðu vit í
smáttu.
Ein kann búgva á vall-
araheimum uttan nakran
limaskap. Ein letur nakrar
krónur meira, men vit eru
Eitt slott frá 1723, sum í dag er listarsavn
Dómkirkjan í Tallinn
so limir av Dansk Vandre-
laug.
— Tað er ikki neyðugt
at bíleggja pláss framm-
anundan, men tað kann
gerast og so er pláss sett
av. Vallaraheimini eru óg-
vuliga ymisk. Summi
virka bara sum vallara-
heim á sumri — t.d. búðu
vit í Noregi á einum tekn-
iskum skúla, sum um
summarið virkar sum
vallaraheim. Á summum
kann matur gerast, aðra-
staðni ikki og summi hava
matstovu umframt at
matur kann gerast.
Kostnaðurin fyri at
búgva á einum vallara-
heimi er ymiskur. Tað
kann kosta upp í 30 kr.
Men tað kann eisini kosta
10 kr. alt eftir hverjir
hentleikar finnast. Sovi-
posi er ikki loyvdur. Har-
afturímóti skulu tey gist-
andi hava lak við sær. Á
staðnum er madrass og
teppi.
Fýra-daga visum
Visum'ið ljóðaði uppá fýra
dagar. Hví endiliga fýra
dagar, veit eg ikki og um
tað kundi leingjast til
fleiri dagar, veit eg heldur
ikki.
Vit sigldu við einari
fergu úr Helsingfors til
Tallinn. Við á túrinum,
sum bert tekur tríggjar
tímar, vóru tvey finsk
ferdaløg við og vit fylgd-
ust yvirum aftur við teim-
um, so tað er møguligt, at
teir fýra dagarnir eru eitt
vanligt tidarskeid.
— Vit vórðu kannaði
rættiliga gjølliga av toll-
arum og passpolitistum.
Tó kann ikki sigast, at vit
vórðu kannaði meira, enn
tá vit sigldu við Tjaldr-
inum í gomlum døgum
millum Danmark og Fer-
oyar, men munurin at
koma í land í Tallinn og at
koma í land í Havnini tá
er, at í Tallinn verða øll
UV