Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. september 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 65 — 2. september 1978 f[ff[—[—————————————————-————————————————————— —————n Eitt apotek úr 1600-talinum, sum enn verður brúkt N kannaði, meðan í Feroy- um bert einstøk vórðu eft- irhugd. Nakrar keðiligar hendingar legdu vit so ikki merki til. Nei til Expressen — Annars legði eg til merkis, at fólk, sum hevdu Expressen ella Aftonbladet, fingu íkki loyvi til at taka tey við í land. Bleðini vórðu tikin frá teimum. (Bæði tvey bleðini eru sokallað skan- dalubleð, red.). — Hotellið Viru, sum vit búðu á, var heilt ný- mótans í 23 hæddum. Nú minnist eg ikki prísin í krónum og oyrum, men tað svarar til eitt betri hotell í Norðurlondunum prísliga. Tað var slettis ikki bíligt. Á hotellinum var hópin av útlendingum og fleiri ferðabólkar. — Ein ógvuliga stórur partur av útlendingunum vóru finnar. Eg spurdi teir, hvussu tað bar til. Teir søgdu, at helvtin av ellum turistunum vóru finnar. Skilja hvgnn annan Grundirnar vóru fleiri. Fyri tað fyrsta var tað stutt og lætt at koma yv- irum. T.v.s. at nógv fólk fer yvir um i week-end — fara friggjadag og koma aftur sunnudag — og so kunnu tey sjålvandi keypa biligt tubbak og spiritus umborð á båtinum. Har- næst er Estland tad ein- asta útland finnar kunnu fara til og tosa finskt og verða skiltir við tað at estiskt og finskt liggur so- mikið nær at hverjum eðr- um. Talan er ikki um, at málini líkjast so nógv sum svenskt og danskt, men teir skilja so hvenn annan. Tað løgdu vit eisini merki til. Ja, vit vórðu eisini steðgaði av einum ungum pari á getuni og spurdu tey okkum á finskum, um vit vóru finnar. Vit royndu á bæði enskum og týskum at svara aftur, men tey ristu bara við hevdinum. Duga lítið fremmandmál Og tað visti seg eisini í flestu førum, at tað var torfert at tosa við fólk á staðnum. Sjálvt hotell- starvsfólkið = — uttan akkurát tey sum sótu í re- septiónini — kundu vit ikki tosa við. Tað var vánaligt við bæði enskum og týskum. Einasta mál, sum tey skiltu, tá tað endiliga var, var týskt. Hetta førdi til trupul- leikar, tá vit skuldu eta á matstovum. Har máttu vit peika, og torfert var at finna út av, hvat tey ym- isku matslegini vóru, so vit bóðu bara um okkurt ella tað, sum vit vistu, hvat var, m.a. bef-stoga- nof, sum var frálíkur. Ein til sovjet- pening og ein til útlendskan Hotellið var frálíkt, men har løgdu vit merki til eitt fyribrigdi, sum er vanligt í Sovjetsamveldinum. Har vóru tvær barrir niðri undir. Ein, har keypt varð fyri sovjettiskan pening og ein, har bara kundi keypast fyri útlendskan pening. Og munur var eis- ini á útboðinum. Í barrini við sovjetiskum peningum vóru verur av sovjetiskum uppruna, meðan í hinari vóru vestureuropeiskar verur at fáa. T.d. Grenur Tuborg, men hann bleiv uppi — grundin var ein svensk flotavitjan. Prísir- nir vóru annars lágir á spiritussi. Beint uttanfyri hotellið var ein krambúð ætlað turistum, har eisini bara kann keypast fyri út- lendskan pening. Í hesi krambúðini vóru verur av høgum kvaliteti — eisini fyri hampuligan prís. Men so vóru sjálvandi eisini tey vanligu souinir-lutir- nir at fáa sum annars fáast allastaðni. sosialurin Verurnar eru sermerkt- ar í serligum estlendskum sniðum. Teir leggja dent á heimatilvirkaðar = verur. Sum eg dugdi at síggja var tað einamest træver- ur, men eisini vevnað og bundnar verur í mynstr- um, sum líkjast teimum finsku. Samband við Norðurlond — Annars hevur Estland í gamlari tíð havt neyvt samband við Norðurlond og serliga Týskland langt aftur í tíðina. Tallinn er jú ein gamal handilsbýur. Hann verður umreddur í 1100-talinum av einum arabiskum geografi. Van- lig handilsleið í Hanse- atatíðini endaði jú í Tallin. — Vanliga rutan hjá Hanseata-skipunum gekk úr Liibeck, yvir til Visby á Gotlandi, Áland og Tallinn, so tann ment- unarliga ávirkanin hevur verið stór aðrastaðni frá umframt tað, at Estland í eldir hevur staðið undir fremmandum londum. Danir hava jú havt ræði har, svenskarar, týskarar og russararnir somuleiðis. Tað var jú Valdemar 2 Sejr, sum kristnadi tað norðasta á Estlandi. Tall- inn merkir danaborgin. Í Estlandi hava búð bæði týskt- og svenskt- talandi fólk. Líka til 1945 búðu eini 25.000 fólk, sum tosaðu svenskt, í tí vest- ara partinum av landi- num. Við svenskum ferðalagi — Svenskarar koma eisini nógv til Estland og eitt svenskt ferðalag var eisini har, tá vit vóru har. Vit vóru jú áhugaði at fara út og hyggja at Tallinn, men vit uppdagaðu skjótt, at tað dugdi lítið, tí ikki nyttaði at spyrja fólk. Vit kannaðu tí beinanvegin, hverjar møguleikar vit høvdu. Tad visti seg, at skipað varð fyri túrum við frásegnum á fleiri málum. M.a. svenskum, sum vit valdu, ti tað kundu bern- ini eisini fáa nakað burtur úr. Tá visti tað seg, at vit vóru sett saman við tí svenska ferðalagnum, sum nú var minkað nógv. Meðan at vera eini 30 umborð á bátinum, vóru tey bara eini 12 nú. Tað vísti seg, at tað vóru ikki fleiri har, ti restin av ferðalagnum var estarar, sum búðu í Sveríki og vóru komnir yvirum fyri at vitja familjuna. — Svenski ferðaleiðarin fortaldi, at viðhvert sá hann ongan aftur frá tí tey fóru av bátinum til tey skuldu yvir umaftur. Gamli býarparturin varðveittur — Tað mest sermerkta við Tallinn er tann gamli bý- arparturin, sum er varð- veittur fullkomiliga og verður brúktur framvegis. M.a. verður ráðhúsið framvegis brúkt til ráð- hús. — Har er eisini eitt gamalt apotek, sum hevur verið apotek síðan í 1600- talinum. Vit hugdu inn. Innan er tað nýmótans, meðan tað uttan hevur Ur gamla býarpartinum varðveitt sítt upprunaliga snið. Gamli býurin er í tvín- ingum. Har er ein ovari partur og ein niðari part- ur. Tann elsti parturin liggur í erva av krigsstrat- egiskum orsekum. Í erva hevur yvirklassin búð, meðan proletariatið hevur búð niðri undir. Og vit vita um veruligt stríð millum báðar partarnar. Tað er framvegis virk- semi í gamla býarpart- inum. Fólk býr har, og har er hópin av krambúðum og matstovum. Eru protestantar Uppi á heygnum lá ein grisk-ortodoks kirkja. Hon var prýðilig — for- gylt og var í sterkum lit- um, sum er heldur sjáld- samt við tað at estar van- liga hava brúkt gráan kálkstein sum byggievni. Tá vit vitjaðu kirkjuna Nakrir estiskir heirsavirkis-lutir Síða 9 var guðstænasta har. Fólk komu og fóru. — Annars eru estar protestantar og í Tallinn liggur ein stór gomul dómkirkja. Í hesi kirkjuni var hópin av gravsteinum av aðalsmonnum og eðr- um av landsins stóru syn- um. Vit legdu til merkis navnið Taube, sum vit kenna frá Sveríki — hugsi um kendu vísusangarnar Evert og Sven-Bertil Tau- be, ið eru av estiskari ætt. Hetta prógvar aftur tað neyva sambandið, sum hevur verið við norður- lond. Í Estlandi finnast eisini fólk við svenskum nevnum. T.d. August Jacobsson, sum hevur verið ráðharri í Estlandi. Sovjet-borgarar — men estar — Tá vit vóru á hesum túrinum, spurdi ferðaleið- arin, hvers landsmen vit vóru. Hann hevði lært svenskt og hoyrdi, at danskt ella norskt var tað ikki. Tá hann so fekk at vita, at vit vóru feroy- ingar, vísti tað seg, at hann visti, hvat tað var. Tá eg so segði hetta vanliga um politisku steð- Feroya uppá fyrispurning frá honum — at Feroyar vóru ein sjálvstýrandi partur av danska konga- rikinum — men at vit kendu okkum sum eitt fólk, feroyingar, og ikki sum danir, svaraði hann: »det er det samma med oss.« Og tað var skilligt, hvat hann meinti. Sjálv- andi var hann sovjett- borgari, men hann var estari fyrst og fremst. At teir reint nations *