leygardagur 2. september 1978síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
N
týðuligt. Tað kom fram
fleiri ferð. Øl! skriv vóru
t.d. á estiskum. Teir tos-
aðu t.d. um russar júst,
sum teir umreddu finnar,
svenskarar o.a.
Moskva
fjart fyri teir
Hetta kom eisini til sjónd-
ar í sjónvarpsstovuni á
hotellinum, har sjón-
varpið tað mesta av tidini
var sett inn á Helsingfors.
Harafturat kundu teir
taka Tallinn og so Mosk-
va, men tað sást illa og vit
fingu ta fatan, at Moskva
var nakað fjart fyri teir.
Annars legði eg ikki
merki til, at teir bóru
nakað agg til russarar,
men tað kundi eg av góð-
um grundum heldur ikki
gera, ti tað var heldur ikki
meguligt eftir fyra døgum
og tá hugsað verður um,
hvenn eg havi havt sam-
band við haryviri.
Einki plastikk-
misbrúk
Annars hugdu vit at
krambúðum. Tað er gjert
ógvuliga lítið burtur úr tí
at sýna fram. Verurnar
vóru har — og ikki meira.
Tað var ikki roynt at seta
verurnar tekkiliga fram.
Fólk vistu, hvat tað
var, tey fingu. Øll plast-
ikk-innballingin, sum vit
m.a. kenna frá kjøthandl-
unum, sást ikki. Matver-
urnar lógu frammi, og
blivu skornar út, tá folk
keyptu. Og hetta hevði
sjálvandi við sær, at vit
merktu, at vit vóru inni í
eini matverukrambúð.
Tað er ikki neyðugt at
hetta var tekin um terv-
andi reinferi — slettis
ikki. Tað funnust auto-
matir, har“ leskidrykkir
kundu keypast, men har
vóru gløs at drekka av,
sum so vórðu sett aftur
eftir brúk. T.v.s. at tann
plastikk-verðin, sum vit
liva í, avgjert ikki var
komin til teirra. Tað sama
gjørdi seg galdandi við
plastikk-posunum, sum
vit jú eru við at drukna í.
Harafturímóti brúktu fólk
tey gomlu innkeypsnetini.
Endurnýtsla ella?
Um tað er sannferingin
um endurnýtslu, ið ger
seg galdandi veit eg ikki,
men so vitt eg veit, er um-
hvervis-lóggávan og eftir-
ansingin á hesum økinum
langt frammi í Sovjet.
Nú velst hvat sjónarmið
fólk hevur. Um ein vil,
kann hetta fáast til, at
livifoturin er lægri, tí tey
svimja ikki í plastikki sum
vit gera og at endurbrúk
harafturímóti er vanligt.
Ofta verður tann >rað-
rentan< fólkið har eysturi
tikin fram. Tað vísti
eini at vera so, men
1r var á matver-
- sosialurin
Nr. 65 — 2. september 1978
um, kundu vit ikki fáa
vissu fyri. Tað sá út til, at
fólk livdu væl.
Ein brølandi ferðsla
At teirra materielli livi-
fótur ikki var tann sami
sum her, er einki at ivast
i. Tað sást av klæðum,
skóm o.e. Tað sá heldur
ikki út til, at tað vóru
nógvir privatbilar. Tað
vóru nógvir bilar, men har
var ikki hendan brelandi
ferðslan, sum vit kenna
hana. Harafturímóti var
hópin av kollektivum
flutningsførum, t.d. finn-
ast sporvognar i Tallinn.
Og sum eitt kuriosum
kann nevnast, at allir
vognførarnir voru konu-
fólk.
Eisini var nógv av
hýruvognum. Og tað sá út
til, at fólk koyrdu nógv í
teimum. Tey stóðu í rød-
um og bíðaðu eftir hýru-
vagnum, men tað gekk
skjótt fyri seg, og fólk
bíðaðu ikki leingi.
Gekk ikki væl
Vit royndu sjálvi einaferð
at koyra í hýruvogni, men
tað gekk ikki so væl. Utt-
anfyri Tallinn liggur eitt
frilandsmuseeum, sum er
skipað sum ein miðaldar
estisk bóndalandsbygd.
Men tað var hopleyst at
greiða feraranum frá,
hvagar vit ynsktu at
koma, so vit komu ong-
antíð út til miðaldarbýin.
Annars vóru vit ein túr
við svenska ferðalagnum í
útjaðaranum av býnum.
Har sóu vit m.a. eitt
Birgittaklostur. Birgitta
er ein halgikvinna frá tí
katólsku tíðini. Hon hevur
havt stóra ávirkan á hetta
ekið, tí á Álandi hevur
hon eisini havt stóran
týdning. Hetta sæst m.. í
teimum álendsku kirkjun-
um, sum eru rættiliga
gamlar. Í letuni eru menn
í ferð við at fáa kálk-
málningar fram av nýggj-
um. Í eini kirkju, sum vit
vitjaðu, var ein Santa
Birgitta mynd. Hetta vis-
ur aftur tað mentanarliga
sambandið, sum hevur
verið heilt langt aftur í
tiðina millum tey norður-
lendsku økini og tey balt-
isku londini.
Tað sama gjørdi seg
galdandi við byggisiðu-
num. Hann var meira
vesturlendskur, enn hann
líkist ti pompøsa, sum vit
kenna frá myndum úr
Ruslandi.
Avmarkað politisk
propaganda
Politiska propagandu
merktu vit lítið til, hon
var ógvuliga avmarkað. Á
ti eina túrinum sóu vit ein
fim, sum var frá eini
sangstevnu, ið eru Ogvu-
liga vanligar har eysturi
og sum kunnu savnað
hundrað túsund fólk. Á tí
filiminum sóust myndir av
Bresjnev og Kosygin, tað
var tað einasta. Heldur
Q VOLKSWAGEN (VOLKSWAGEN (Æ VOLKSWAGEN
AX Auði
VW typa 2 breið last
AXD Auði
VW dup. kab.
VW typa 2 v/ last
VW rugbreyð
VW typa 2 breið last
VW typa 2 breid last
Ford Transit
MCD Auði
ikki sóust nógvar plakatir
ella tilikt. Á einum veggi
tætt við hotellið hingu tó
andlit av — helst — lokal-
um politikarum. Annað-
hvert hesi skuldu veljast
til lokalu sovjettina ella til
býráðið veit eg ikki. Held-
ur ikki løgdu vit merki til
nakra standmynd av Len-
in, sum vit høvdu roknað
við, men harvið er ikki
sagt, at tær ikki finnast.
Estland sum
ferðamannaland?
— Ja, tað er mark fyri,
hvat ein kann gera sjálv-
ur, tí ikki kann tosast við
fólk uttan ein dugir est-
iskt, so ein er noyddur at
fara við ferdaløgum ella
melda seg til liðugtseym-
aðar túrar.
Annars kann skoytast
uppi, at meðan veturin er
kaldur við frosti er summ-
arið heitt og svimji- og
baðimeguleikarnir eru
góðir.
Q VOLKSWAGEN
AD Auði
Frá 2 til 115 hk.
Á goymslu 5—, 8— 15-
og 28 hk.
Lagaligar gjaldstreytir.
Sela og service
Sjúrður Strem
Vági, tlf. 73498
Brochurur verða sendar.
Q VOLKSWAGEN
AD Auði
Hesir bilar verða latnir við okkara vanliga brúktbilagarantii
Komið niðan og síggið og roynið hesar bilar.
Sera lagaligar gjaldstreytir!!!
BI LAS Ø LAN N OR RØ NA - umboð og verkstadur
v. Beinar Vestergaard . 3800 Tórshavn . Faroe Islands . Tlf. 15354