leygardagur 16. september 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
kring oyggjarnar
sosialurin
Nr. 69 — 16. september 1978
Mikudagin var stóri týski hekkutrolarin >Geste<
á Nólsoyarfirði. Skipasmiðjubáturin var útio eftir
einum sjúkum manni, ið hevði fingið snudd í
hevdið. Geste er 3.600 tons brutto og hevur
heimstað í Bremerhaven. Hesin stóri hekkutrol-
arin roynir ikki undir Feroyum í letuni, men hann
hevur veitt svartkjaft her áður
Einasta rætta:
brenniovnar kring alt landið!
— Tað einasta rætta er
at seta brenniovnar
kring landið, segði Ove
Mikkelsen undir løg-
tingsviðgerðini av upp-
skoti hansara um upp
seting av brenniovn-
um
Ove Mikkelsen hev-
ur skotið upp at seta
brenniovnar ymsastað-
ni í Feroyum til burt-
urkast, sum ikki kann
tileinkigerast á annan
hátt
Hann segði, at í t.d.
Suðuroy verður alt
koyrt á sjógv. Strend-
urnar eru skitnar og
stór dálking fer fram.
Hann vísti eisini á,
hvussu vandamikið tað
kundi vera, tá stórvið-
ur rak á havinum.
Ove Mikkelsen helt,
at tað kundi ikki hald-
ast fram við at koyra á
sjógvin, ti hevði hann
skotið upp at seta
fyrsta ovnin upp í Suð-
uroy, hóast hann visti,
at Feroya kommunu-
felag arbeiddi við at
gera eina brennisteð
fyri alt landið, men
hann helt tað vera tor-
ført at flyta alt rusk úr
Suðuroy og norður á
meginlandið.
Báðir Suðuroyar-
tingmenninir Sverri
Midjord og Hilmar
Bech tóku undir við
uppskotinum hjá Ova
Mikkelsen.
Sverri Midjord visti
á teir stóru trupul-
leikarnar, sum Tver-
oyrar kommuna í let-
uni hevði av ruskinum.
— Tað kann ikki
vera rætt, at gera hav-
ið — okkara lívsgrund-
arlag — til ein kest,
segði Sverri Midjord,
sum upplýsti, at trup-
ulleikarnir á Tvøroyri
fóru at verða loystir
sjálvt um tað fór at
taka tíð. Hann helt, at
íbúgvarnir vóru tolnir,
ti teir vistu, at málið
fór at verða loyst.
Annars mælti Sverri
Midjord til, at ognar-
tøkulogin var vidkad,
soleiðis at hon eisini
fevndi um ognartøku
av økjum til burtur-
kast.
Haldor Hansen
mælti til at bíða við
hesum uppskotinum til
tað samlaða álitið hjá
kommunufelagnum
kemur um stutta tíð.
Hann helt ikki, at tað
var nekur grund til at
seta ein royndarovn
upp í Suðuroy.
— Tá álitið kemur,
fáa vit eisini at vita,
hvat hitin kann brúk-
ast til, segði Haldur
Hansen.
Málið varð beint í
figgjarnevndina.
aðar av ruski, sum kundi verið brent
Tørvur á reglum
fyri nýtslu
av spreingievni
i Fóroyum
Umboð fyri arbeiðseftirlitið til Norra at kanna,
hverjar reglur teir hava
Tað er ikki óvanligt her í Føroyum, at
fólk kemur til skaða orsaka av spreingi-
evni, ið ikki hevur verið nýtt á rættan
hátt.
Og so leingi ongar greiðar reglur eru
fyri goymslu, flutningi og nýtslu av
spreingievni í Føroyum, kunnu ólukkur
henda nær tað skal vera. Nú hevur ar-
beiðseftirlitið tikið stig til, at hetta mål
verður loyst.
Tað er eitt umboð fyri ar-
beiðseftirlitið, sum í næst-
um fer til Norra at tosa við
umboð fyri eftirlitið har.
Spurningarnir, sum ætl-
anin er at taka upp á fundi
har, viðvíkja allir nýtslu
av spreingievni.
Niclas Magnussen sig-
ur, at noråmenn hava nå-
greiniligar reglur fyri
spreingievni. Talan er um
goymslu, flutning og
distribunering av
spreingievni sum t.d.
dynamitti. Niclas Magn-
ussen heldur avgjert, at
tað hevur skund hjá okk-
um at fáa eina skráseting
av, hvussu nógv er til av
spreingievni í Feroyum,
hvar tað er goymt og hvat
verður nýtt.
Ætlanin er eisini at
kanna viðurskiftini við-
Arbeiðseftirlit vil hava reglur fyri nýtslu av spreingievni
í sambandi við tunnulsgerð
víkjandi spreingievni, tá
tað verður nýtt undir
tunnislgerð og í grótbrot-
inum.
Vilja hava hvor sín mann
til skúlastjóra á Argjum
Feroya skúlastjórn og
skúlanevndin og bygda-
ráðið í Tórshavnar Uttan-
biggjar kommunu hava
ikki somu meining um,
hver skal fáa skúlastjóra-
starvið á Argjum. Á fundi
mánadagin gjørdi skúla-
stjórnin hesa tilráðing til
kenslumálaráðið: 1. Hen-
ry D. Joensen, 2. Mortan
J. Dalsgarð, 3. Petur Sig-
urd Rasmussen og sum
nr. 4 Símun av Skarði.
Í tilráðingunum frá
skúlanevndini og bygda-
ráðnum er hinvegin Mort-
an J. Dalsgarð fyrstur,
Henry D. Joensen annar
og Símun av Skarði triði.
Tann eini
inhabilur
Formaðurin í skúlastjórn-
ini, Leif Groth, ríkisum-
boðsmaður, upplýsir, at
triggir av fýra skúla-
stjórnarlimum atkveddu
fyri Henry D. Joensen
sum nr. 1. Tann eini lim-
urin atkveddi ikki, ti hann
var inhabiiur i hesum
sambandinum.
Skúlastjórastarvið á
Argjum er nýtt starv og
verður sum onnur skúla-
stjórasterv sett av kenslu-
málaráðnum í Keyp-
mannahavn, sum fær til-
ráðingarnar frá skúla-
stjórnini, skúlanevndini
og bygdaráðnum sendandi
ein av fyrstu døgunum.
Tá lærarastørv skulu
setast, eigur skúlastjórnin
at fylgja tilráðingum frá
skúlanevnd og sóknar-
stýri, um hesar eru eins-
ljóðandi og einmæltar.
Men tá talan er um skúla-
stjórasterv hevur hon fri-
ari hendur, upplýsir Leif
Groth.
Umframt rikisumbods-
mannin sita Petur Høj-
gaard Simonsen, Petur Eli
Mikkelsen, Edmund í
Garði og Hans J. Debes í
Feroya skúlastjórn.
SR —D Orm
LE
|
Er
ae
ON,
ETS