mikudagur 27. september 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NS RON
pre
Nr. 72 — 27. september 1978
9600 tons uppå land higartil
sosialurin
Síða 5
Smádreingir
til forhoyr
Hesar seinastu dagar-
nar hevur løgreglan í
Havn havt einar 15
smádreingir á steðini
til forhoyr. Hetta eru
alt dreingir, sum eru
sæddir við sleingibyrs-
um, og yvirhoyringin
er í sambandi við her-
verkið á Skansahúsini
herfyri, tá 37 rútar
vórðu knústir, m.a. við
sleingibyrsu.
Forhoyrið hevur
kortini ikki fort til nak-
að úrslit enn.
Politiið upplýsir, at
kongar í nógv ár hava
verið brúktir sum lóður
til sleingibyrsurnar
okna ikki
við vøkstri
Flakavirkið á Kósini í
Klaksvík hevur higartil í
ár tikið ímóti 9600 tonsum
av fiski. Hetta er eingin
vøkstur í mun til í fjør,
bert umleið 100 tons
meira.
Svend Thulesen, stjóri,
sigur, at teir rokna ikki
við at fáa meira av fiski í
ár enn í 1977. Tá komu
umleið 13.000 tons uppá
land á Kósini.
Hevuðsorsekin til at
eingin vekstur hevur verið
í ár, er tann, at heimaút-
róðurin hevur roynst nógv
verri. Og hóast tað at
bátarnir, ið áður avreiddu
til Dávavirkið, nú hava
avreitt á Kósini, verður
kortini eingin vekstur í
tilflutninginum.
Thulesen sigur, at fisk-
urin kemur ov ójavnt til
virkið. Var tilflutningurin
meira javnur, so hevði
virkið lættliga kunna ar-
beitt millum 15.000 og
20.000 tons árliga.
Koyrdir í land — sendu
bátshaka eftir skiparanum
Nakað av ófriði var í Havn
leygarnáttina. Tveir 17
ára gamlir dreingir, sum
fóru umborð á Bláfoss,
men vórðu koyrdir í land
aftur, vildu løna hetta aft-
ur. Teir tóku bátshakan
frá einum av bjargingar-
beltunum, sum hanga á
pakkhúsunum, og brúktu
hann móti skiparanum á
Blåfossi. Tá teir ikki
rukku eftir honum við
hakanum, kastaðu teir
hann og fekk skiparin
hann í handarbakið. Tað
var kortini ikki tann
spískari endin, sum rakti.
Meðan hetta leikaði á,
varð politiið boðsent og
noyddust báðir dreingirnir
at gista á politisteðini um
náttina. Teir segdu, at
teir vórðu bodnir umborð
á Bláfoss av onkrum av
manningini, og ti gjørdust
teir firtnir, tå teir vórðu
blakaðir í land aftur.
Bukaðu 16 ára gamlan
drong í Vagsbotni
— kastaðu grót eftir hýruvogninum, sum bjargaði
honum
Leygarnáttina varð ein 16
ára gamal drongur álopin í
Vágsbotni og illa viðfarin
av einum hópi av javn-
aldrum. Hann varð stutt
eftir álopið bjargaður upp
í ein hýruvogn, sum kom
framvið. Hetta dámdu á-
lopsmonnunum lítið, teir
sparkaðu í bilin og tá hann
fór avstað kastaðu teir
grót eftir honum og brutu
bakrútin. Politiið upplýs-
ir, at skaðin, sum hýru-
vognurin fekk, er mettur
til 7—8.000 kr.
Eltu hann
Politiið upplýsir annars,
at teir hava tosað við tveir
av álopsmonnunum, sum
vóru niggju í tali. Tað
tykist sum byrjanin til
hendingina var í Klubba-
garðinum, beint eftir
dansin. Har skal tann
álopni hava skumpað til
onkran av hinum. Tá
hann varnaðist, at hann
fór at verða álopin, tók
hann til rýmingar, men
hinir eltu hann og fingu
fatur á honum niðri í
Vágsbotni. Politiið sigur,
at tað er ilt at siga, hvenn
enda hendingin hevði
fingið, um ikki hýruvogn-
urin fór á politistødina við
honum, men av ti hann
spýtti blóð, flutti politiið
hann á skaðastovuna, og
varð hann innlagdur til
kanningar.
Samanstoytur
í bergholi
Um eitt-tidina friggja-
dagin rendu tveir bilar
saman miðskeiðis i ti
syåra bergholinum å
Borðoynni. Ferðin var
ikki stór, 30 —40 km/t.
og ongin fólkaskaði
hendi. Bilarnir fingu
kortini báðir skaða, tó
ikki meira enn so, at
teir báðir kundu koyra
út úr holinum uttan
hjálp.
Eitt annað ferðsluó-
happ var á Borðoynni
friggjadagin. Tað var
kl. 8 um morgunin, tá
ein bilur fór niðanav
vegnum við grótbrotið
í Norðdepli. Heldur
ikki her var fólkaskaþi,
men bilurin fekk nakað
av skaða.
Jens kemur
møguliga
9. oktober
Norski havrættarráð-
harrin, Jens Evensen,
kemur meguliga til
Feroya tann 9. oktob-
er. Jens Evensen hevur
fleiri ferðir áður skula
komið henda vegin.
Seinast var um ólav-
sekumundið, men tá
kom ólag á flúgving-
ina, so ráðharrin av-
gjerdi at útseta ferð-
ina.
Ørindini hjá Jens
Evensen higar eru
fyrst og fremst at und-
irskriva rammusátt-
málan millum Feroyar
og Noreg um sínámill-
um fiskirættindi.
Jákup Dahl, próstur —
kring oyggjarnar
Avlopið fer
til at breiðka
Arbeiðið við at longja
atløgubryggjuna í
Haraldssundi er nú
komið nakað áleiðis.
Bryggjan verður longd
við 16 metrum, so hon
tilsamans verður 34 m.
660.000 kr. eru játtað-
ar til hetta arbeiðið,
men nú verður mett, at
tað ikki kemur at kosa
meira enn einar
550.000 kr. Ætlanin er
ti at brúka avlopið til
at breiðka verandi
bryggjuna við tveim-
um metrum, so hon
verður 7 m. breið, eins
og tann nýggja.
Fyrilestur
um próst Dahi
Nú verður aftur farið
undir almennu kveld-
fyrilestrarnar á Fróð-
skaparsetrinum.
Skráin í vetur er
rættiliga fjølbroytt.
Har verda fyrilestrar
um Brødrasamkom-
una, orku, hudsjukur,
føroysk folkanøvn og
Sandoyar syslu.
Men fyrst å skrånni
er fyrilestur um próst
Dahl til åminnis um
100 ára dagin, ið var 5.
juni.
Tað er Petur Martin
Rasmussen prestur,
sum heldur ein fyrilest-
ur, hann nevnir: Ein
táttur í lívssegu J.
Dahls: Målstridid.
Hetta verður hós-
kveldið 28. september,
kl. 20 í fyrilestrasalin-
um á Debesartrød.
Petur M. Rasmussen
heldur fyrilestur um hann í annaðkveld.