mikudagur 27. september 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 72 — 27. september 1978
Treytin fyri bygdarmenning — er
rættvisari býti av skattainntøkuni
— Meina fólk nakað við bygdarmenningarpolitikkin,
má býtið av skatta- og tollinntokunum broytast
til frama fyri kommunurnar, sigur Jákup Birgir
Mohr, bygdarráðsformaður á Sandi
Seinastu tíðina hava kommunupolitikkar-
ar ferð eftir ferð ført fram, at tær smáu og
miðalstóru kommunurnar — bygdakom-
munurnar — hava ringar meguleikar at
virka undir. Hetta ger seg serliga gald-
andi, um tervur er fyri eðrum og meira enn
vanligari fyrisiting í gamlari merking.
Sosialurin hevur tí havt
eina samreðu við bygda-
ráðsformannin heima á
Sandi, Jákup Birgir
Mohr, um teir trupulleik-
ar, sum tær miðalstóru
kommunurnar hava at
dragast við. Og íkki
minst: hvat kann gerast
og hverja leið skulu vit
ganga.
Framburðurin
steðgaði —
figgjarorkan
ov veik
— Tað hava verið heilt
týðulig tekin um stagna-
tión og afturstig í komm-
ununum, sum royndu at
virka eftir tí gomlu upp-
skriftini um helst einki at
læna, men harafturímóti
at spara upp sjálvar. Tað
við nevna »Uåtviklingur«
og framburður steðgaði og
fólk — serliga ungfólk —
fluttu av oynni, greiðir
Birgir Mohr frá og heldur
fram:
Útróðurin er høvudsvinnan á Sandi. — Tað sýnist at vera greitt, at tað almenna ber
kostnaðin av havnargerðum, at privat fólk eiga og gjalda fiskiferini, meðan tað er
ógreitt við fiskavirkjunum — hver skal skipa fyri og gjalda, sigur Birgir Mohr.
bygdaráðsformaður á Sandi.
— Í Sandoynni, har
eingin stór kommuna er,
helt hendan skeiva gongd-
in fram inntil fyri bert
fáum árum síðani. Men
vend er komin í og komm-
unurnar royna at út-
byggja, hóast tað er
strævi, ti figgjarorkan er
ov veik.
Ov få
inntøkuskapandi
arbeiðspláss
— Er inntøkugrundarlag-
ið nóg stórt til at kunna
byggja ut?
— Inntøkugrundarlagi3
hjå teimum smærru og
miðalstóru kommunum er
oftast vånaligari enn i
teimum kommununum,
har framburåur og menn-
ing eru komin longur å-
vegis. Tann beinleidis or-
søkin er hon, at inntøk-
urnar eru smærri, ti færri
arbeidsplåss eru og minni
lønandi arbeidi eru at fåa.
— Hendan stødan rakar
fyrst og fremst tað unga
fólkið — serliga konufólk-
ini — sum má leita sær
burtur.
— Eitt annað eyðkennið
fyri bygdirnar er, at fittur
partur av fólkinum hevur
landbúnað sum vinnu.
Men hendan vinnan er illa
fyri í dag og inntekurnar
eru smáar. Umframt tær
smáu inntekurnar, so
verður hendan vinnan
sambært lóg skattað so
lágt, at lítið og einki verð-
ur at skatta av. (Hver
kúgv er sett til 1.800 kr. í
ársinnteku).
Til frama fyri
stórplássini
— Her er eitt dømi um, at
bygdirnar royna at halda
lív í mjólkarframleiðsluni
til frama fyri fólkið á stór-
plássunum, sjálvt um
bygdirnar ikki hava ráð til
tess.
— Verður nóg mikið
gjørt við bygdarmenning-
arpolitikkin?
— Formaðurin í komm-
unufelagnum, Vilhelm Jo-
hannesen, hevur fleiri ferð
ført fram, at skattainn-
tøkurnar verða meira og
meira skeivt býttar mill-
um landskassa og komm-
unur. Mær er sagt, at
hetta vanbýtið er vaks-
andi, hóast politikkararnir
tosa nógv um bygdar-
menning og nærdemo-
krati.
— Tað er givið, at
havnabyggingina, og til
kommunurnar part av
rakstrinum av Sandoyar
Meginskúla.
Birgir Mohr sigur, at
allar aðrar útreiðslur vóru
í fjør goldnar við låntøku.
Men tíbetur batnaði
myndin í ár, so komm-
unan kundi fara undir á-
trokandi ábetur, sum
hevdu ligið á láni vegna
tey trongu fíggjarviður-
skiftini.
Er tað rætt
at kommunan
kemur uppí
— Tað sýnist at vera
greitt, at tað almenna skal
skipa fyri og bera kostn-
aðin av havnargerðum.
Somuleiðis sýnist tað at
vera greitt, at privatfólk
eiga og gjalda fiskiførini.
Men harafturímóti er tað
ógreitt við ti triðja tåttin-
um — fiskavirkjunum.
Ein annar stórur vinnutáttur heima á Sandi er landbúnaðurin. Myndin sýnir Traðir,
har fýra av gerðunum eru: Í Beitinum, Miðstovu, Uttarustovu og í Skemmuni
meina politikkararnir nak-
að sum helst við hesi há-
floygdu orð, er avgjert
neyðugt at útvega meira
av peningi til bygdirnar.
— Og lánimeguleikarnir
eru vánaligir?
— Eingin beinleiðis
kommunalur lánigrunn-
ur finst. Ella nærum eing-
in. Talan er bert um Kom-
munernes Kreditforening.
Teir føroysku lánimegu-
leikarnir eru smáir og ofta
tilvildarligir.
— Tað er tí eingin ivi
um, at meina fólk nakað
við bygdarmenningar-
politikk, sum tosað verður
so nógv um, má býtið av
skattinum broytast til
frama fyri kommunurnar.
Harafturat mugu útveg-
ast betri lánimeguleikar
gjøgnum ein føroyskan
kommunalan lånistovn —
hvi ikki undir komandi
landsbankanum, sigur
Birgir Mohr spyrjandi.
Einki avlop
Fyri at visa å hvussu
trong figgjarstødan hjá
eini kommunu kann vera,
tekur Birgir Mohr sina
egnu kommunu fram.
Tann álíknaði komm-
unuskatturin i Sands
kommunu fyri skattaárið
1977/78, rekk til rentur og
avdráttir fyri lán, sum er
tikin í samband við
Kommunurnar
mugu ganga
á odda
— Skulu kommunurnar
taka stig til ella fara uppí
virkini?
— Mótvegis gongdini
áður er tað í dag neyðugt
— ja, eitt krav til komm-
unurnar — at tær ganga á
odda við at útvega pen-
ing, fígging og veðhald til
ídnað á staðnum. Hetta
hevur serliga gjørt seg
galdandi í samband við
flakavirkir og annan fiski-
ídnað.
— Kravið til kommun-
urnar kemst av, at einki
veruligt arbeiðspláss er á
staðnum, peningaorkan til
at seta eitt virki av rímu-
ligari stedd á stovn av
sjálvum bygdarfólkinum
er ikki nóg stór, og eingin
ábyrgdarviljugur ílegu-
peningur kemur uttanífrá,
tí profitturin er sterri á
stórplássunum
— Einasti meguleikin,
sum eftir er, er, at al-
mennur peningur kemur
afturat tí sindrinum, sum
innsavnað verður. Slík til-
tek seta stór og tung krev
til kommunurnar, men
ganga kommunurnar ikki
slíkum krevum á meti,
verður tað uppaftur verri
fyri tær seinri.
Tað er ógreitt, hver skal
skipa fyri og gjalda. Ti
hevur tað fyri tað mesta
verið bæði tað almenna og
privat hvert um annað,
sum hevur sett í.
Birgir Mohr sigur, at
tað eru dømi um, at út-
róðrarfelag, arbeiðsfólk og
fiskarar hava sett virki á
stovn, kommunan er kom-
in uppí fyri at hjálpa.
Meira hjálp er kravd og
endin hevur verið tann, at
kommunan til seinast eig-
ur og ræður yvir fiska-
virkinum.
Tí setur bygdarráðsfor-
maðurin á Sandi eitt
spurnartekin, um tað er
rætt, at útróðrarmenn,
fiskarar og arbeiðsfólk
verða sett til viks, meðan
eitt bygdarráð samansett
av keypmonnum og skriv-
stovufólkum kemur at
hava ræði á fiskavirki-
num.
Biltollurin og
-skatturin fer
í landskassan
— Hverjar aðrar peninga-
krevjandi uppgåvur hava
kommunurnar at dragast
vid?
—Tíðin hevur ført við
sær, at vanlig krov til
kommunurnar so sum
vegagerð, kloakkir, skúla-
bygging og skúlarakstur,
havnagerð, vatnveiting
Framhald á síðu 7