Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-10-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. oktober 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

———— ; | í 5 Nr. 81 — 28. oktober 1978 sosialurin Sida5 Turrdokkin kemur at kosta 15 mill. kr. Hon verður liðug til vårs og kann taka skip upp til 5000 tons Skála Skipasmiðja sáttmálar til 1980: Byggja trý skip til danskt felag Teimum 200 arbeiðsfólkunum á Skála Skipasmiðju er fyribils tryggjað arbeiði til ársskiftið 1979 —80. Skipasmiðjan hevur í løtuni sáttmála við danska felagið >Copen- hagen Reefer« um gerð av trimum frysti- bátum. Tann fyrsti av bátunum fer á sjógv um einar fjúrtan dagar Hesin báturin er 499 tons brutto. Hann er 67 metrar langur og 12 metrar breið- ur. Ætlanin er at gera bátin lidnan til februar næsta ár. Arbeiðið uppá hinar báðar bátarnar er komið væl áleiðis. Sekti- ónirnar til tann næsta bátin eru klárar. Óli Zac- hariasen, stjóri, metir, at tann seinasti báturin til „Copenhagen Reefer< fer av bakkastokki um árs- skiftið 1979 — 80. Ongar aðrar — Sum steðan er í dag hava vit bert sáttmálar uppá hesar triggjar bátar- nar, sigur Óli Zacharias- sen, og fáa vit ongan nýggjan sáttmála áðrenn 1980, sær tað alt annað enn bjart út fyri skipa- smiðjuna. Hann vísur á, at vit kunnu ikki blíva við at byggja skip fyri út- lendingar, ti kappingin á marknaðinum er so stór. — Eftir umsteðunum hava vit klárað okkum so toliliga í hesi kapping. Byggja okkara egnu skip Stjórin á Skála Skipa- smiðju sigur vidari, at skulu skipasmiðjurnar í Feroyum klára seg fram- yvir, so munnu vit byggja okkara egnu skip. Annars fer fram vanligt umvælingararbeiði á Skála. Í letuni umvæla teir tveir av cubatrolar- unum og ein star-bát. Turrdokkin liðug til várs Turrdokkin, sum verður bygd á Skála, verður liðug til várs. Hon tekur skip upp til 5000 tons og fer at kosta millum 14 og 15 miljónir kr. , tå hon er liðug. Óli Zachariasen sig- ur við Sosialin, at tað er neyðugt við eini turrdokk, ti bedingin á Skála er ov gomul og ov lítil. — Men hóast vit fáa eina turrdokk, so er einans umvælingararbeiði ikki nokk at reka eina skipa- smiðju, sigur stjórin á Skála Skipasmiðju at enda. Higartil hava teir bygt 32 skip. — Kunnu ikki reka eina skipasmiðju bert við umvælingararbeiði Eldevig á mjølrådstevnu Hósdagin fór stjórin á mjelverksmiðjuni Havsbrún í Fuglafirði til USA, har fiskamjel- verksmiðjurnar í heim- inum hava ráðstevnu í næstum. Hetta er tann árliga stevnan, har umboð fyri mjelverk- smiðjur um allan heim leggja fram ymiskt til- far og tosa um gongd- ina hjá hesum ídnaði. Beint áðrenn Ditleif Eldevig fór av landin- um upplýsti hann, at prisurin á fiskamjøli hesar seinastu månad- er nógv fallin og illa hevur gingist at selja mjøl. Orsøkin er fyrst og fremst kursfallið á doll- aranum. Goymslurnar av fiskamjøli eru ógvuliga stórar í letuni, og hetta ger, at prísurin er ikki so góður. Í dag eru um- leið hálv miljón tons av fiskamjeli á goymslu ímóti 180.000 tonsum somu tíð í fjør. Asfaltera í Eysturoynni Rættiliga nógv er as- falterað inni í Eystur- oynni nú í heyst. Um dagarnar verður asfalt lagt á vegirnar á Skála og á Strondum. Vegir- nir hava verið asfalter- aðir fyrr, men teir vóru slitnir rættiliga illa. Vegurin frá brúnni við Streymin gjøgnum Norðskála og norður eftir er eisini asfalter- aður fyri stuttum. Í løtuni verður arbeitt vid at breidka vegin vid Ljosåir. Eitt vegapetti av Gjáarvegnum er eisini asfalterað. Vegurin er asfalteraður haðani vegurin gongur oman til Funnings og niðan móti Gjáarskarði. Havsbrún í Fuglafirði Settu beinkir á Vaglið Leygarnáttina varð ferðslan eftir Vaglinum forðað. Nakrir ungling- ar høvdu sett triggjar beinkir tvørtur um vegin. Politiið tók teir sjey unglingarnar, sum allir vóru kunningar hjá politinum. Teir fáa væntandi eina bót. Nýggjur Skeggi Nummar átta av Skeggjanum — blaðið hjá útisetum — er komið. Í blaðnum, sum er 16 síður til støddar, eru fyri tað mesta yrk- ingar. Tvær til minnis um Magnus á Kamar- inum. Harafturat koma nakrar fáar greinir. M.a. ein um Kommunistiskar Uti- setar, sum hava eitt ár á baki. Nýggja útsjónd Sjóvar kirkja hevur fingið nýggja útsjónd. Sjálvt skipið er longt við fimm metrum, meðan kirkjubygning- urin er longdur við trimum metrum. Har- afturat“ er nýggj for- kirkja gjerd. Hon er seks metrar og vendur móti suðri. Tornið er nýtt og nýtt flagtak er lagt á. Frammanundan var ikki flagtak á kirkj- uni, men tað hevur hon havt áður. Innandura skal kirkjan eisini um- byggjast, men hetta arbeiðið verður neyvan liðugt í ár. Arbeiðið hava Karl á Flatutrød og Edmund i Króki gjert, meðan K. Kristoffersen hevur gjørt tekningina í sam- starvi við Sverra Dahl, skrivar Oyggjatidindi.