leygardagur 4. november 1978síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 83 — 4. november 1978
Asfaltgrunnurin
— eitt javnaðarmál
Eftir uppskoti úr javn-
aðarflokkinum, sam-
tykti legtingið í seinasta
valskeiði at helvtin av
bensinskattinum skuldi
fara í grunn til asfalt-
ering av kommunalum
vegum.
Í hesum fíggjarári er
studningurin úr asfalt-
grunninum 150 kr. fyri
hvenn íbúgva. Í seinasta
figgjaråri var studning-
urin 120 kr. Í næstsein-
asta figgjaråri 100 kr. og
arið fyri 80 kr. fyri
hvenn íbúgva.
Henda studning eiga
allar kommunur:
Tær kommunur, sum
ikki hava gjørt nýtslu av
asfaltstudninginum i
farnu årum, eiga studn-
ingin fyri øll årini til
góðar hjá grunninum og
fáa hann útgoldnan tá
farið verður undir at as-
faltera.
Hetta er eitt úrslit av
politikki javnaðarfloks-
ins. Eitt stórt framstig
fyri tær nógvu og smáu
kommunurnar.
X við javnaðarflokkin.
Ríkisfelagsskapurin
Tað var ein kendur polit-
ikari, sum herfyri segði, at
politikkur i Føroyum inn-
til umleið 1928 snúði seg
um, hvervítt undirvising-
armálið í skúlanum skuldi
vera danskt ella feroyskt.
Verulig problem fyri
fólk og land tóktist pol--
itikkarar = ikki hugsa
um at loysa, tí menn tos-
aðu so nógv um »de gode
gamle dage<, sum veru-
liga ikki vóru góðir dagar
uttan bert fyri tey fáu.
Tann sum í seinastuni
hevur fylgt eitt sindur við,
og givið far um, hvat er
komið frá ti flokkinum —
sambandsflokkinum —
sum so at siga einans hev-
ur vent sínar atsóknir
móti javnaðarflokkinum,
hann verður straks greið-
ur yvir, at hesin flokkur
hevur eina hevuðsupp-
gávu í síni agitatión: og
tað er at knúska javnaðar-
flokkin fyri á tann hátt at
fera føroyskan politikk á
somu blindgetu sum frá
1906 til 1928.
Hevuðsvápnini ímóti
okkum eru at ræða fólk
við, at vit vilja slíta ríkis-
felagsskapin. Hetta at
nýta ósannindi og hetta at
ræða veljarar er ikki eitt
ókent fyribrigdi hjá flokk-
um, sum ongan veruligan
politikk hava at vísa á og
tí nýta slíka ræðslupropa-
gandu fyri at á tann hátt
skjóla seg sjálvan aftan-
fyri.
Javnaðarflokkurin var
ein av flokkunum til at
gera og samtykkja heima-
stýrislógina. Og hesi lóg
hava vit virkað undir og
vilja framvegis virka
undir í góðum samstarvi
við Danmerkina, tí eg
meti í hesum samistarvi
eigur tann føroyska tjóðin
so stór rættindir og fyri-
munir, sum eingin onnur
tjóð við slíkari stødd sum
okkara.
Tá menn sáa misálit og
ræðslu um samstarvið við
ríkið og harvið sosialu
skipanina — herundir
fólkapensión, avlamis-
pensión, einkjupensión
0.a., so er hetta ógvuliga
skitin vápn, tí allir føroy-
ingar vita, hver javnaðar-
manna lutur er og hevur
verið í hesum málum. Øll
vita um tað áhaldandi ar-
beiðið, okkara undan-
gongumenn máttu stríða
okkum igjøgnum fyri at
vinna á afturhaldinum,
sum helt, at alt var gott,
sum tað var. Og allir før-
oyingar vita eisini, at
hetta stríð hevur verið og
verður fert víðari av javn-
aðarmonnum í dag.
Eg fari ti her at heita á
allar javnaðarveljarar um
ikki at lata seg taka av
fótum av teirri skriving og
teimum hvessu álopum,
sum eru vend í móti okk-
ara flokki, tí tit vita, at
okkara politikkur er besta
borgan fyri einum hollum
samstarvi við Danmerk-
ina grundað á tey rættindi
og tær skyldur heimastýr-
islógin tryggjar hverjum
einstøkum av okkara
landsmonnum. Latið so
fólkafloksmenn, tjóðveld-
ismenn, sambandsmenn,
sjálvstýrismenn og fram-
burðsmenn leika í sum teir
vilja ímóti okkum!
Veljið ein sterkan javn-
aðarflokk, sum vil virka
fyri framhaldandi fram-
burði her á landi.
Hilmar Bech
Hvussu er gongdin
við ti sosiala
Vit minnast tann »hetz-
in,« sum var í einum åvis-
um blað ímóti teimum,
sum vóru undir almanna
skipan. Tað vil vera ó-
semiligt at taka tað
grova, sum tá varð skriv-
að uppaftur. Men m.a.
varð »progvad«, at størri
og sterri partur av al-
mennum útreiðslunum
fóru til almannamál, og
spurt varð so, nær øll
okkara fíggjarlóg varð
borin út til tey, sum vóru
undir almannaskipan. Vit
vóru fleiri sum mótmæltu
hesi skriving, og m.a.
visti undirritaði á, at tey
>prógv<, sum vóru nytt til
at prógva omannevndu
pástandir ikki hildu.
Tá eg nú taki aftur í
aftur hetta orðaskiftið, so
er tað tí, at síðan seinast
eru komin nýggj tel, sum
visa, at almannaútreiðsl-
urnar eru undir kontroll.
Færri undir
almannaskipan
Hesi tel vísa, at pr. 1.
januar 1978 var talið av
teimum undir almanna-
skipan lægri enn eitt ár
frammanundan, nevni-
liga 5.881 móti 5.922.
Hetta er kanska ikki so
nógv, men hugsast má
eisini um, at tað hevur
verið ein vekstur í fólka-
pensjonistum uppá 133.
Hetta er ein nátúrligur
vøkstur, tá øll sum hava
rokkið ein vissan aldur fáa
fólkapensjón. So talið á
teimum, sum hava fingið
aðrar veitingar enn fólka-
pensjón, er minkað við
174.
Vit vita, at tað sum fólk
ofta fáa ilt av, eru avlam-
ispensjonistar. Men her er
eingin hækking bert frá
1.033 til 1.037. T.v.s. at
tali3 av avlamispensjon-
istum frå 1/1 1973 til 1/1
1978 er bert økt frå 1.014
til 1.037.
Prosentparturin
minni
Eitt annað áhugavert er
eisini, at tann prosent-
partur av almennu út-
reiðslunum, sum fara til
almannamál er eisini í
minking. Telini fyri tvey
tey seinastu uppgjerdu
árini síggja soleiðis út:
1975/76 126.253.000 av
532.435.000 ella 23,7%
1976/77 138.451.000 av
606.759.000 ella 22,8%.
Tað kann skoytast
uppí, at seinastu um 17
árini hevur parturin ligið
um tað sama, hóast nógv-
ar åbøtur eru gjørdar i al-
mannalóggávuni síðan.
Soleiðis kann nevnast, at í
1960/61 fóru 23% av
teimum almennu útreiðsl-
unum til almannamál, “so
talið fyri 1976/77 er enntá
eitt vet lægri.
Bert smáar
gkingar
Í talvuni niðanfyri síggja
vit, at síðan 1970 er talið á
teimum undir almanna-
skipan ekt við 1.096. Men
av hesum eru 711 øking í
talinum av fólkapensjon-
Inntøkuåsett fólkapensión
Talið av persónum, ið fáa almannaveitingar
1/1-70 1/1-76 1/177 1/1-78
Inntøkuåsett
fólkapensión 2.898 8357 3.695 3.828
Lægsta
fólkapensión 223 10 5 4
Avlamispensión 853 1.018 1.033 1.037
av hesum: lægsta 67 119 119 119
miðal 626 512 509 474
hægsta 160 387 405 444
Avlamisveitan 36 37 44 41
Einkjupension 103 146 143 191
Einkju-
barnastyrkur 412 426 414 399
Barnaforsorg 56 79 60 76
Vidkad hjålp 18 44 48 43
Talið av persónum, ið fáa almannaveitingar
1/1-70 1/176 1/1-77 1/1-78
Hjálp til stakar
uppihaldarar 76 337 365 158
Vanlig uppi-
haldshjálp 110 124 115 104
Tilsamans 4.785 5794 5.922 5.881
Heimildartilfar: Almannastovan
istum, so á ødrum økjum
eru bert småvegis øking-
ar.
Hetta verður ikki skriv-
að fyri at siga, at alt er í
lagi á almannagkinum.
Men tá áðurnevndi blað-
stjóri í o rbtterhølnt
hevði hug at taka aftur í
hendan hetzin má tað vera
rætt eina ferð enn at und-
irstrika tað ógrundaða í
Tað má annars liggja
fremst á almannagkinum
er fremjan av dyggiligari
endurbúgvingarskipan
(revalidering). Her liggur
eitt álit frá eini nevnd, og
landsstýrið hevur tikið
stig til at fáa hetta sett í
verk, so vónandi síggja
vit úrslit her heilt skjótt.
Óli Jacobsen
så Ein personlig heilsan
hesum.
Lagnan vildi tað so, at eg ikki havi havt høvi at ferðast i
Suðurstreymoy saman við hinum valevnunum, og har-
við heilsa uppá veljararnar í valdomi mínum. Hetta hev-
ur gjert mær ilt, men eg vil tí ístaðin nýta hevið til,
gjøgnum blað okkara at senda eina inniliga áheitan á
veljarar í Suðurstreymi um at vísa javnaðarflokkinum
álit.
Vit hava víst, at vit eru menn at standa fyri borgum,
tá ið á stendur, og føroyingar, sum teir skilamenn teir
eru, hava altíð havt fyri neyðini at duga at skilja í-
ímillum rangt og rætt í lívsins harða skúla, tí hevur álit-
ið á javnaðarflokkinum vaksið val eftir val.
Javnaðarflokkurin hevur sterstu royndir í stjórnar-
leiðslu her á landi, hann hevur verið borganin fyri trygg-
um og miðvísum framburði í Feroyum seinastu tjúgu
árini.
Um tú vilt, at hesin skilapolitikkur skal halda fram,
kæri veljari, so fert tú á val tann 7. november og setir X
við lista C, javnaðarflokkin.
Gott val
Staddur á sjúkrahúsi í Keypmannahavn
t. 24. okt. 1978
Við javnaðarkveðu
Johan Samuelsen