Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. desember 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 93 — 9. desember 1978 kring oyggjarnar Hestur — sambandið við umheimin er ikki slitnað í illveðrinum í heyst Onki av heystfiskinum Úr Hesti frættist, at har minnist ongin so ringt fiskiár sum í ár. Bátarnir hava so at siga onki fingið av fiskinum. Hinvegin eru heilt fáir túrar farnir burtur- ímillum hjá Strand- ferðsluni. Bryggjan, sum varð bygd fyri 6 árum síðani, roynist betur enn væntað. Tá varð roknað við, at einir 30 dagar fóru at vera um árið, sum strandfaraskipið íkki kundi leggja at í Hesti. Men tað hevur víst seg ikki at vera fleiri enn tveir ella triggir dagar um árið. Annars frættist úr Hesti, at farið verður at arbeiða við innrætt- ingini í svimjihøllini aftaná ársskiftið. Rætting Í ummælinum av myndabókini hjá Ás- mundi Poulsen í sein- asta blaði stóð, at Ein- ars Prent hevur sett tekstin. Hetta er ikki beint. Tað er Einars Offsett, sum hevur sett fotosatsin. Tiggju umsóknir til starvið sum landsskjala- verður Freistin at sekja um starvið sum lands- skjalaverður var úti tann 1. desember. Tiggju umsóknir komu, úr Feroyum og Danmark. Starvið er ikki sett enn. Avgerð um, hver skal hava tað, verður tikin á landsstýrisfundi. Nýggi landsskjala- verðurin skal taka við av Páll Nolsee, sum fór frá 1. oktober vegna aldur. Enn hava russar svartkjaft eftir Tann 60.000 tons stóra svartkjaftakvotan hjá russum undir Feroyum er ikki uppi enn, sløk 500 tons eru eftir. Bert ein trolari roynir nú. Hann er norðuri í- gjøgnum, viðhvert utt- anfyri, viðhvert innan- fyri 200 fjórðingamark- ið. Fiskiskapurin er smáligur, 100— 130 tons um vikuna, upp- lýsir Vaktar- og bjarg- ingartænastan. Framvegis arbeiðs- steðgur á Vilma Arbeiðssteðgurin á Vilma stendur við. Tað eru nú einir tveir mánaðir síðani, at Sanda- vágs Arbeiðsmannafelag sýtti limum sínum at arbeiða á Skinnvirkinum Vilma í Sandavági, tí konufólkini fingu eina lægri len enn sáttmálin millum arbeidarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið ásetur. Formaðurin í Sandavágs Arbeiðsmannafelag, Jons. Olsen, sigur, at enn hevur eigarin av virk- inum ikki latið við seg komið. Men formaðurin leggur afturat, at felagið fer at halda fund um málið í næstu framtíð. Spurdur, um konufólkini fáa nakra samsýning frá felagnum, sigur Johs. Olsen, at tað hava tær ikki fingið higartil, men at tað kemur helst uppá tal. Nevndin hevur ikki gjørt nakað upplegg til fundin men tað verður gjert á einum nevndar- fundi ein av fyrstu døgunum. Sjoøkid má bytast millum veidihættirnar Ringt at halda skil å, tå allir royna hvør um annan, sigur leidarin av Vaktar- og bjargingartænastuni — Tað er neyðugt at byta føroyska sjógkið millum teir ymisku veiðihættir- nar, soleiðis, at hver hev- ur sítt umráði at royna á, sigur Johan Ziskason, leiðari av Vaktar- og bjargingartænastuni. Hann sigur, at tað ofta er trupult hjá teimum at halda skil á, tá trolarar, línubátar, garnabátar og snellubátar royna á somu leiðum, hver um annan. Hetta ger seg serliga gald- andi um várarnar og tað hevur verið frammi i blød- um og útvarpi oftari enn eina ferð, at tildømis línu- bátar hava mist reiðskap- in av trolara ávum. Johan Ziskason sigur, at hetta er ikki lætt at hava við at gera, tí tann, sum kemur fyrst á eitt mið, hevur jú allan rætt til at vera har. Viðgerast av nevnd — Men við at býta sjó- ekið, soleiðis, at trolarar fáa sítt, línubátar sítt og so framvegis, slepst und- an hesum trupulleikum, sigur Johan Ziskason. Hann sigur, at hetta enn bert eru tankar, sum hann hevur. Men hann roknar við at leggja teir fyri nýggja landsstýrið, tá hetta er skipað, og hann kundi hugsað sær, at ein nevnd verður sett at ar- beiða við spurninginum og gera eitt tilmæli. Johan Ziskason — trupult hjá vaktarskipunum at halda skil á, tá allir royna allastaðni Oneydugt við ketum ella pikum, tå »dekk- vask< verður nytt FDM segði bara, hvat >dekk-vask< ikki kann brúkast til — Um vit fóru at skriva um tær dramatisku hend- ingarnar, sum eg og so mangur annar sum brúkar »dekk-vask«, havi uppliv- að og komin væl frá, vildi eingin trúð tí, sigur Schenning Eysturoy. Síðan ársbyrjan 1977 hevur Kemilux á Oyri framleitt eitt evni, >dekk- vask<, sum ger tað óneyð- ugt at brúka píkar ella ketur, tá tað er kavi ella ísur á vegnum. Schenning Eysturoy sigur, at tær royndirnar sum virkið, bileftirlitini í Feroyum og í Danmark og FDM hava gjørt sam- svara við hverja aðra. Royndirnar vísa allar: at evnið er frålikt í kava og á ísi. Heldur til dekkið verður dálkað Stjórin á Kemilux greiðir frå, at »dekk-vask« heldur til dekkini verða dálkað aftur av olju. Tá evnið verður sproyta á dekk, upploysist alt feitt og oll olja í mynstrinum og rennur út. Hetta ger, at bilurin bremsar verri enn undan ásproytingina, men so skal beinan vegin sproytast av nýggjum og tá ber til. Kemilux seldi í fjør nakrar túsund fløskur av >dekk-vask<. Men Schen- ning Eysturoy sigur, at virkið hevði selt hópin meira, um FDM ikki kunngjerdi eitt kanning- arúrslit av koyring á vatn- løgdum vegi. Bremsar ikki væl Kanningin hjá FDM visti, at bilurin bremsar ikki væl, men glidur, tå vegur- in liggur undir í vatni. FDM ráddi tí limum sín- um frå at brúka evnið. Til hetta sigur Schen- ning Eysturoy, at teir vóru greiðir yvir hendan ampan á so vátum vegum og teir hava heldur ikki boða frá, at dekkini kunnu nýtast til vatnhálan veg, sum vit ikki uppliva í sama mun í Feroyum. — Tað keðiliga við framferðini hjá FDM er, at MOTOR, blaðið hjá FDM, bert skrivaði um, hvat »dekk-vask« ikki dugdi til, men ikki hvat tað afturimóti kundi brúk- ast til. Hetta hevur sjálv- andi nervað seluna, sigur Schenning Eysturoy. Fer til Íslands Hóast ta keðiligu skriv- ingina í Danmark hava motorkønir í Íslandi biðið um at fáa royndir yvir. Frammanundan eru smá- vegis royndir gjerdar í Reykjavík. Tí fer stjórin á Kemilux yvir til Íslands, so skjótt kavin legst. Royndir eru eisini send- ar til Noregs, men enn er einki frætt haðani. At enda sigur Schenn- ing Eysturoy, at hann heldur fast við, at bilum ikki nýtast píkadekk ella ketur í kava, um bilurin hevur rein og stórmynstr- að dekk.