Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. desember 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 93 — 9. desember 1978 sosialurin Mikrofonin er ikki til låns til fólk, sum biðja um at sleppa framat TN SEAT TIL |||, og ikki vilja siga, hvat tey ætla at siga Útvarpið hevur ta sein- astu vikuna fingið fleiri á- breiðslur i blødunum og á almennum fundi. Sagt verður m.a., at útvarpið bert hevur latið annan partin í neytamálinum koma framat. Sosialurin hevur sett útvarpsstjóranum, Niels Juel Arge fyrispurningin: — Metur tú, at útvarp- ið hevur borið seg rætt at í hesum máli? — Ja, tað meti eg av- gjørt, sigur Niels Juel Arge. Tað er ikki óvanligt her hjá okkum og aðra- staðni, at tann almenni tíðindaberin, sum útvarp og eisini sjónvarp eru, ofta verða legd undir at vera einstáttað, tá tilik mál sum nú neytamálið stinga seg upp. Lúsut at leggja eftir konuni — Tað er prísurin, sum ein má rokna við sum leið- ari av einum tilikum stovni — at tað verður lagt eftir einum, sigur Niels Juel Arge víðari. Men at tað so eisini verður lagt eftir konu míni, haldi eg vera ov lúsut. — Hon má hava loyvi til at taka telefonina heima við hús og siga, at eg eri farin á treðna at geva seyði minum uttan at tað var neyðugt at sláa tað upp við stórari yvir- Niels Juel bóndast sunnudag Av tí at útvarpið ferð eftir ferð kemur við vill- leiðandi upplýsingum um Eggvirkið og neyta- málið, havi eg ferð eftir ferð biðið teir rætta hetta, men einki hjálpir. Ikki sleppa vit til mikrofonina uttan at teir frammanundan taka sær rætt til at klippa og sensurera tað, teir halda virkar ópositivt. Tosar ein leingi í telefon við teir, so taka teir bert tveir triggjar einkisigandi setningar burturúr. Sjálvt um tað enn finnast 80 tons av fóðri um- borð og 50 tons standa eftir, ið ikki fingu innivist innanborða, so gevur útvarpið fólki ta fatan, at tað nærmast er hungur og hall umborð. Steðan er tann, at fyri at neytini og kálvarnir skulu hava tað gott umborð á hesum jarnskipi, so hevur danski bóndin nýtt meginpartin av stráfóðrinum til undirlag undir neytini. Tað var ikki okkara ætlan at hava neytahald á Kollafirði, investerað milliónir og stoyta mjólk okkara uttanborða. Sunnudagin ringdi eg til útvarpið og bað teir rætta hetta um hungur og hall, men teir vildu ikki vita av hesum og bóðu teir meg ringja til stjóran Niels Juel Arge, ið teir sogdu at vera heima. Ringt varð so til Niels Juel, men linjan var sjálvandi bundin, útvarpið fekst óivað við at á- vara, eg ringdi hv rt minutt uml. 10 minuttir. Tá so linjan varð gre:) kom helst konan til. Eg segði hver eg var og at eg vildi tosa við stjóran. Konan gjørdist illa við, og tå hon hevði hugsað seg um, segði hon orðarætt: »Niels Juel er farin á treðna, ella er hann úti!< Hesi vóru orðini, og er tað gott at útvarpsstjórin pondast í stormi sunnudag og harvið ger sítt til at bjarga tí, ið bjargast kann innan føroyskt ja Jabruk. Jåkup Højgaard Simonsen skrift i landsins størsta blad, at hon skuldi pipr- ast. Tad vildi aldrin falli okkum inn at rædst Jåkup Højgaard Simonsen, sigur Niels Juel Arge. — Tað hevði kanska verið nátúrligt, um konan segði, at eg var ikki at hitta, tí eg eri jú annars altíð til arbeiðis og eri at hitta á minum arbeiðs- plássi tá. Mugu upplýsa og hava rættar upplýsingar — Er talan um fleiri partar í hesum máli? — Eg havi ongantíð uppfatað hetta at vera nakrar partar i nøkrum máli. Eg havi bert gingið út frá ti, at vit mugu upp- upplýsa og vit mugu hava rættar upplýsingar. Vit mugu greiða fólki frá, hví og hvat, ið fyriferst og greiða teimum frá, hverja stødu landsstýrið hevur tikið. Her er m.a. talan um tað politiska, sum landsstýrismaðurin greiddi frá og tað fakliga, sum landsdjóralæknin tosaði um. Sjálvandi mugu vit eis- ini gera lurtarunum greitt, hvussu logtingssamtyktin skal skiljast. Her hevur tað jú víst seg, at fólk ikki eru á einum máli, hvussu samtyktin í løgtinginum skal skiljast. Har hildu vit tað ti vera mest hóskandi at fáa landsins fremsta jurist at koma við eini frá- greiðing um málið. Loyalt endurgivið — Vit hava loyalt endur- givið í okkara tíðindum, sigur Niels Juel Arge, tað, sum Jákup Højgaard Simonsen hevur havt at føra fram í málinum. Hann leggur aftrat, at her eisini er talan um at ein persónur roynir at sleppa uttan um lógina. Og nak- að av tí fremsta hjá ollum útverpum í vesturheimin- um er at verja demokratiið og beinanvegin at sláa til um nakar vil spenna bein fyri demokratiinum. Havi ábyrgdina Útvarpsstjórin vísur tí á, at hann eisini hevur lagt hetta sum grund fyri sin- um metingum í málinum. Síða 5 — Vit kunnu ikki læna mikrofonina út til fólk, sum bidja um at sleppa framat, og ikki vilja for- telja mær, hvat tey ætla at siga, leggur Niels Juel aftrat. Hann visur å, at tað er skylda hansara at vita, hvat verður sagt í útvarpinum, tí hann sum útvarpsstjóri hevur á- byrgdina av hesum. — Hevur Jákup Høj- gaard Simonsen vent sær til tin? — Jåkup H. Simonsen hevur ikki vent sær til min um at sleppa at siga nak- að. Harafturímóti hevur beiggi hansara, Petur H. Simonsen biðið um at læna mikrofonina 5 til 10 minuttir, annaðhvert til sín ella til mammu sína. Ætlanin við hesum var at gera nakrar viðmerkingar til nakað av tí, sum sagt varð í miðvikuni. Eg spurdi, sigur Niels Juel Arge, hvat tey ætl- aðu at svara, men tað kundi eg ikki fáa at vita. Men eg skilti, at tað vóru atfinningar móti teirra gerðum og nú og ødrum gerðum, sum einki høvdu við hetta málið at gera. Eg spurdi eisini um út- varpið hevði gjørt nakað skeivt ímóti teimum. — Hevdu vit gjørt tað, so vóru vit altid til reiðar at tosa um málið og rætta tað. Men eg fekk bert váttað, at vit als einki skeivt høvdu gjørt. Ikki rætt at bera víðari tað, sum er ósatt Tað er eingin grund til hjá útvarpinum at bera víðari tað, sum ikki er satt, heldur ikki frá teimum. Og vit koma jú altíð í ta stødu, tá vit skulu bera tíðindi, at vit mugu meta um, hver av pertunum tosar rætt. Eisini um landsstýrið tosar satt, ella um teir royna at brúka út- varpið í sínum lag. Her ansa vit eisini eftir, leggur útvarpsstjórin aftrat. Hann sigur at enda: — Kg havi ikki bert fingið ábreiðslu frá fólk- um, sum vilja hava neyt- ini í land, men eg havi sanniliga eisini fingið á- breidslu úr Tinganesi. Tå id bådir partar finn- ast at mær, taki eg taki eg tad sum eitt progv um, at eg eri á rættari leið. kring oyggjarnar Nær fær hesin sjónvarpseigarin fulla nyttu av antennu síni? Sjónvarpsfelagið bíðar í spenningi Sjónvarpsfelagið hevði aðalfund mikukvøldid. Formaðurin í felagn- um, Karter Hejgaard, sigur, at nú eru fólk við at verða ótolin og bíða tí í spenningi eftir sendiloyvi frá Post- og Telegrafverkinum danska. Tað gongur sjón fyri segn, at Post- og Tele- grafverkið hevur langa tið at avgreiða mál, og ti er sjónvarpsfelagið noytt at vera á kropp- inum á verkinum av og á. Formaðurin í felagn- um sigur, at felagið kann einki gera, fyrr- enn sendiloyvið er giv- ið. Men so skjótt sum sendiloyvið er fingið. fer felagið í holt við at fyrireika sendingar. Smávegis fyrireikingar kunnu gerast longu nú, so skjótari slepst í gongd, tá loyvi fæst. Tað tekur ikki langa tid at fáa sendaran til landið — bert nakrar fáar dagar. Karter Hejgaard leggur afturat, at so skjótt sum loyvið er fingið, fer felagið at kalla saman til ein eykaaðalfund og tá verður helst ein pro- grammnevnd vald millum limirnar. Tað vóru um 100 fólk á fundinum. Nevndin varð afturvald. Heildarveiðan vaksin munandi Tann feroyska heildar- veiðan á ellum leiðum fyri teir fyrstu 19 mán- aðirnar í ár er sterri enn bæði tey undan- farnu árini, visa hagtøl frá Veiðihagtalsstov- uni. Samlaða negdin av toski, hýsu, upsa, brosmu, longu og ødr- um fiskasløgum er fyri tíðarskeiðið januar-ok- tober í ár 67353. Tá eru ísfiskalandingarnar uttanlands ikki við. Veiðan fyri sama tíðar- skeið í fjor var 61671 tons, meðan hon í 1976 var 51716 tons. Hyggja vit at teim- um einsteku fiskaslog- unum, so er toskaveið- an minkað við umleið 2000 tonsum. Ur 28527 niður í 26516 tons. Negdin av hýsu er 14797 tons. Tað eru 300 tons fleiri enn í fjør, meðan nøgdin, vaks við kneppum 6000 tonsum frá 1976 til 1977. Upsaveiðan er vaks- in munandi. Úr 6708 tonsum í fjør upp í 14410 tons í ár. Veiðan eftir brosmu er minkað við um 1000 tonsum niður í 3634 tons, með- an longunegdin er minkað við 300 tonsum > nidur i 2160 tons. Veid- an eftir ødrum fiska- sløgum er vaksin vid umleið 1000 tonsum upp í 5836 tons Meginparturin av veiduni er veiddur und- ir Føroyum. Føroyska heildarveidan undir Føroyum er 60942 Tad eru um 8000 tons fleiri enn sama tidar- skeið í fjør, meðan heildanveiðan í 1976 vaks úr 38798 upp í 52527 tons í 1977. Veiðan av eðrum fiskaslogum er vaksin úr 3762 í fjør upp i 5651 tons i år. Av hesum eru 563 tons veidd av kongafiski og 334 tons av blálongu.