Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. desember 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 93 — 9. desember 1978 lesarabrøv Ræðsla javnadarfloksins — vantar okkum tjak Sum kunnugt hevur Sosi- alurin stundum valt sær åvis evni fram, sum til dømis orku, ella sjonvarp os.fr. til panel-greinir. Har hava so útvaldir, ikki almenningurin — skrivað aftur og fram í nekrum bleðum um hesi evni. Sum allir skúlaðir polit- iskir vísindamenn vita, so er tjak, dialogur, dialek- tikkur, ella hvat vit nú vilja kalla tað, líka frá Sokrates yvir Marx, Eng- els, Hegel og aðrar upp- fataður sum skapanar- grundarlag fyri mannavit- an. Fyri framburði anda- liga og fyri politiskum innliti í umsteðurnar. Ti eitt uppskot til Sosi- alin. Bæði áður enn og aftaná valið, hevur javn- aðarflokkurin og umboð hansara verið herjað av eini basillu. Hetzurin móti javnaðarflokkinum frá borgarligu afturhalds- kreftunum hevur smittað javnaðarmenn. Teir eru sjálvir farnir at ræðast kommunismu, og siga seg vera kristiligan flokk, 0.s.fr. (P.S. eins og hann í Bayern?) Eg vil tí spyrja: fyri tað fyrsta viðvíkjandi komm- unismuni: ALDRI hava vit í Sosi- alinum sæð sakligt orða- skifti um hvat hugmyndir kommunismunnar íinni- halda. Fáir feroyingar kenna — av góðum grundum — til hugmynd- irnar, av tí at ræðslu- myndirnar eru komnar fram fyrr, og tí er bert orðið »kommunisma« nóg mikið til tess at fáa fólk at venda ryggin til. Ti veit fáur hvat tað týðir at før- oyingar kanska skipaðu seg kommunistiskt. So leingi ræðumyndir og lygnir eru einasta fatan fólksins um eitt fyribrigdi, so er Omøguligt at taka sakliga stødu til tað. Tí haldi eg at eitt gott evni hjá Sosialinum at taka upp í panelgreinum hevði verið: »Hvat er kommunisma?< Og so lat- ið bæði kommunistar og onnur fert saklig orð fram um hetta mál. Kommun- isma merkir samognar- rættur, og ikki harðræði ella kúgan. Hetta seinna samsvarar ikki hugmynd- um hjá t.d. Karli Marx. Fyri tað næsta: hvi tosa javnaðarmenn um eina >kommunistagrýlu< ella »skrimsl«, og ikki um kommunismuna sum eitt veruligt alternativ til kapitalistiska falittpoli- tikkin, eitt menniskjaligt alternativ til hin bein- harða krónu- og oyru poli- tikkin, har tað er pening- urin sum ræður yvir fólk- inum og ikki øvugt? Hvat ræðast javnaðarmenn, tá teir verða nevndir komm- unistar? Hví seta teir seg ikki inn í, hvat kommun- istiska hugmyndin er og viðgera hana sakliga í staðin fyri at renna undan runubløkum frá politisk- um borgarligum analfa- betum å ideologiska økin- um? Orsaka at eg sigi tad, men sjålvt Atli Dam hev- ur vist seg sum politiskan analfabet tå hann i rædslu sini fyri runubløkum sam- bandsmanna, verjir seg móti »kommunistagryl- uni« vid i sidulangum greinum i Dimmalætting at avdúka sin ókunnleika um segu sosialismunnar. Siga teir hava uppruna hjå »utopiskum sosialist- um«, Proudhon o.s.fr., og siga kommunistarnar at vera teir harðræðissinn- aðu, sum fóru sín veg. Sannleikin er ein annar, nevniliga at javnaðar- rerslan er sprottin úr al- tjóðasambandinum í(In- ternationala) og hevur vent upprunaligu sosial- istisku krevunum ryggin, er farin borgaraliga vegin. Tvey demi eru: 1)Tå danski javnaðar- flokkurin luttók saman við nazistunum undir krignum at senda danskar kommunistar til píningar- og drápslegur í Týska- landi. Undir krignum var javnaðarrerslan í Dan- mark at líkna saman við Quisling í Noregi. 2) Eins og javnaðar- flokkurin i Føroyum tekur handatak saman við reið- araflokkinum, tí ultra- konservativa »folka«- flokkinum, so fevnast Anker og hegraflokkurin »Vinstra« í Danmark í dag. Soleiðis er javnaðar- rerslan vorðin til eina prostitueraða horu, sum bert hevur til endamáls at administrera kapitalism- una, ikki at broyta hana ella skapa eitt sosialistiskt samfelag. Ja, kapitalistarnir hava VALIÐ Í SKOPUN Gunleif Hentze, formað- ur í valstýrinum í Skop- un, sigur við Sosialin, at lítla letu eftir, at val- helið lat upp, fann ein kona pappírslepan á gólvinum. Gunleif Hent- ze tekur hetta ógvuliga lætt. Hann sigur, at hetta eru småtidindi, sum fólk vilja gera til ein fil. Nu leygardagin hevur konan Eyðver Hansen vent sær til Sosialin og undrast hon á tað, sum Gunleif Hentze sigur, tí tað var hon, sum varð varug við pappirslepan. Tað lá á borðinum við síðuna av blýantinum, sum brúktur varð til at seta krossin við. Á skrivinum stóð: >Vel ein kristnan<. Eyðver Han- sen var og valdi kl. 14. Gunleif Hentze sigur, at eingin klaga er komin um valið í Skopun, men Eyðver Hansen boðaði valnevndini beinan veg- in frá skrivinum, men Gunleif Hentze hevur ikki tikið fráboðanina upp. Nei, Gunleif Hentze, hetta er ikki ein mýggja- biti. Hetta er ein tarvur, sum tú vilt gera til ein mýggjabita. Og tá tú sigur, at lepin kann hava ligið gólvinum, áðrenn valhelið lat upp. G. Hentze má vita, at tað er hansara skylda at kanna valrúmið, áðrenn hann setur valið, so at einki skriv er i valrúm- inum — hvørki á gólv- inum ella á borðinum, sum órógvar tey, sum seta sín kross. Eg haldi, at tað er landsstýrið, sum hevur við valið at gera, so eg fari at seta landsstýrinum hendan spurning: Er tað rætt ella er tað lógligt, at skriv liggur í valrúminum — valdagin vid åheitan til veljarar- nar so sum i Skopun 7. november i år. Og er hetta ólógligt er tað tykkara skylda at fáa greiðu á hesum. S.P.J. Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin' undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. BETRI umsteður undir javnaðarstjórnum, av tí at javnaðarmenn hava sínar leigusveinar í fakfelags- rerslunum, og tí kunnu sissa arbeiðararnar í krev- um teirra, meðan arbeið- ararakrevini undir borg- araligari parlamentarisk- ari stjórn hevdu verið sett harðari fram, og andsteð- urnar verið sterkari, har hevði ongin „góða mamma« verið at sissa ar- beidararørslurnar, sum undir javnaðarstjórn. Kapitalurin freist um, at hava eina javnaðarstjórn, sum gongur erindi hans- ara. Og so kristindómurin. Hví byrja sjálvt javnaðar- menn heima at blanda kristindómin uppí poli- tikk? Hava ateistar, mu- hamedsmenn, buddhistar 0.s.fr. ikki loyvi at gerast limir i javnaðarflokkin- um? Átrúnaður må vera eitt personligt mål, sum ikki skal forða fólki i at luttaka í politiskum ella eðrum samfelagsligum lívi. At Jesus gamli var sosialistur, tað kann ikki fara at føra við sær, at tann avbronglaði kristin- dómurin, sum Paulus og aðrir førdu til Europa, og tað himinrópandi sinnis- loysið, sum amerikanskar sektir nú útflyta kring heimin undir kristnum heiti, skal vera atgongu- merki til nakran politisk- an flokk. Sjálvandi eigur ein og hver at hava tey demokratisku rættindi at vera ateistur. Og hóast tað sleppa inn í Háskúlan, hví skulu slíkir stovnar bindast og leinkjast til á- vísar trúarfatanir? Men tað sum eg upp- runaliga vildi, var: er tíðin ikki komin til, at vit fáa eitt sakligt tjak um hesi evni í panelgreinum javn- aðarmálgagnsins? Bæði fyri at avríma óvit javnað- armanna um hvat komm- unisma er, og fyri at fáa foroyingum eitt hug- myndafreðisligt vit um politikk og Þpolitiskar rerslur. Um fólk eisini vil tjak- ast um hvat kristindómur er ella átti at verið, so átti slíkt at vera tikið upp í panelgreinir. Vónandi tek- ur Sosialurin hesa grein upp, hóast hon er atfinn- andi mótvegis javnaðar- monnum og ullintu hug- myndafreði teirra. komm. Politiskt leysakast! Harra blaðstjóri! Gev mær innivist fyri hesum brævi. Hósdagin 30/11 -78 stendur eitt lesarabræv: „Hverja skyldu hevur sambandsflokkurin yvir fyri javnadarflokkinum«. Altso í Dimmalætting. Tað rós skal Dimma eiga, at hon hýsir mong- um, kanska ov mongum lesarabrevum. Soleiðis meti eg hattar áðurnevnda bræv, at tað var betur 6- skrivað. Tað, sum fekk meg at steðga á í lestrinum, var tá eg kom fram á sjálva gallblødruna. Eftir minum tykki held- ur óvandaligt orðaval. Siteri: »Javnadarflokk- urin við skoynisoppi sín- um, Sosialinum.< sitat enda. Tygum hava nokk handalag at skriva, men orðatilfarið er syndarliga ringt. So sum handan soppin tú nýtir. m—= Hettar kom at minna meg á eitt av teimum Aktuellu hornunum í Dimmu á sinni. Eg vil ætla tað mundi vera í 1968 — 69. Eg var staddur í Fer- oyingahavnini á Nordafar- steðini. Eg minnist ikki, um fleiri føroysk bleð, men i Dimmu stóð avmyndaður landskassin, men pening- ur var ongin í honum. Annars sást tað týðu- liga, hvat ætlanin var við teirri tekningini. Maður sat og hevði loyst sær buksur í hann. Eg haldi ikki, at nakar soppur sást. Tað hevði eftir tygara meti verið hent, at ein Sosialur hevði verið tekur tá. Oftani verður havt á munni, at ein eigur at vísa andlit úteftir, og helst vakurt, men tá, og tað serstakliga vísti Dimma eitt sera ljótt andlit, út- eftir. Blaðið ella bleðini vóru útstillað innan fyri glasrút, so hver síða skuldi kunna lesast. Ta tíðina komu nógvir fremmandir menn úr ym- iskum tjóðum í Føroy- ingahavnina. Satt at siga, tá helt eg, at nú er hettar mær ovboði. Eg kendi á mær skomm at vera fer- oyingur. Er tað ikki á lág- um plani, so veit eg ikki, týgum N.W.K. Hevði Getu Tróndur sæð hasa myndina, hvat hevði hann tá hildið um tjóð okkara. Skoytast skal upp í, at" hetta mundið átti sam- bandið legmannin. Harri blaðstjóri á Dimmalætt- ing G. L. Samuelsen, hetta eiga tygum at kunna prógva við at leita aftur í hasa tíðina. Glaður hevði eg verði, um eg hevði sæð hatta sjáldsama »Aktuella hornið<. Men eg áleggi ikki tygum at gera sum eg sigi. Lat meg siga alla søguna. Eg loyvdi mær at skriva heim til Dimmu. Sum føroyingur hevdi eg skomm av hesum råa tilfari. Ikki veit eg, men eftir ta ti3 kom ongantið tilikt aftur í >hornið.< sjálvt ikki nú, ið vit hava havt ein javnaðarmann til log- mann. Hatta var so hand- an segan. Eg skal ikki gera meg til serfreðing í at meta um, hví javnaðarflokkur- in hevði afturgongd, men ivaleyst hava javnaðar- menn og tá helst ting- menninir skrivað alt ov lítið hesi seinastu 4 árini. Lat meg siga tað so- leiðis, at eg meti teir at hava sitið alt ov tryggir í bumbuskýlinum, meðan sambandsflokkurin = við Dimmalætting sum bumbuflogfari hevur kast- að og aftur kastað eina bumbuna fyri og aðra eft- ir. Nú upp undir valið var alt ov seint at gera mót- álop. Nú var so nógv sorað sundur, at sigast má, sum so oftani verður tikið til »Rom« varð ikki bygdur eftir einum degi. Um eg persónliga skuldi sagt mina meting um tað pol- itisku støduna i dag. Ja, so meti eg allar bryr sum ådur bundu hesar bådar áðurnevndu flokkar sam- an, liggja í skeljum av bumbingini. Sløgini vóru mong av bumbum. Van- ligar politiskar bumbur, kommunistiskar — eins og onnur sløg sum ikki hava verið royndar áður, tær ókristiligu — og so hini sløgini, sum blivu tik- in út av illgitingum og teirri reinu luft. Kanska tað er tað, teir rópa fyri brintbumbur. Í løtuni hava vit í poli- tikki ein svartaper, sum tilsýnalátandi eingin vil hava í millum síni kort, og meti eg tað at vera stóra sambandsflokkin. Bondskur hevur hesin flokkur verið í síni agita- tión. Respektleys propa- ganda. Harra gud, tit kunnu jú ikki vænta, at okkara (mín) flokksfor- maður, sum eisini er løg- maður, skal so knappliga blíva umbroyttur, frá at vera eitt sovorðið illsinn- isvætti sum ikki kann tos- ast við. Dugir lítið og illa at skriva. Framhald á síðu 7 t É i ERE