leygardagur 9. desember 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
Nr. 93 — 9. desember 1978
sosialurin
Síða 7
Nýtt tól mátar
alkoholinnihald
i blóðinum
Kann nú eisini fáast í Foroyum
Eitt nýtt tól, sum mátar alkoholinnihaldið
í blóðinum, er komið á marknaðin. Enda-
málið við hesum tóli er at fyribyrgja at
fólk, sum hava drukkið ov nógv til at
at koyra bil, seta seg
Tey flestu av okkum eru
ivaleyst kunnug við — og
ell, sum hava tikið koyri-
kort skulu vita — at tað er
ólógligt at koyra nakað
motorakfar, um vit hava
fingið eina ávísa nøgd av
alkoholi í blóðið.
Alkoholmarkið í sam-
bandi við koyring er 0,80
promille. T.v.s. at vit
hava ikki loyvi at koyra
eitt motorakfar, hava vit
meira enn 0,80 promillo í
blóðinum.
Men hóast vit vita, at
tað yvirhevur er vágiligt
at seta seg við róðrið, tá
vit hava fingið rúsdrekka,
so munnu tað vera mong,
sum kortini taka kjansin.
Tey hugsa sum so, at ein
el ella bert ein snapsur
kunnu ikki muna stórveg-
is.
Nú hava sviar framleitt
ein sonevndan Alkohol-
mátara (Alco Check).
Hetta tólið, sum er á
stødd við eitt lítið trans-
istorradio, kann máta,
hvussu nógv ein persónur
hevur í blóðinum.
Tólið virkar á tann hátt,
at viðkomandi andar í eitt
við stýrið.
munnstykki í umleið fimm
sekund. Lýsir eitt grent
ljós á tólinum, merkir tað,
at viðkomandi hevur
minni enn 0,40 promillo í
blóðinum. Lýsir eitt gult
ljós liggur alkoholpro-
millo millum 0,40 og 0,80.
Men um tann reyða lamp-
an lýsir, eru meiri enn 0,80
promillo í blóðinum.
Eins og við mongum ti-
líkum tólum, eiga vit ikki
at ganga 100 prosent eftir
ti.
Vit eiga tó ikki undir
øllum umsteðum at ganga
100 prosent eftir tólinum.
Ein fyritreyt er í hvussu
so er, at ein dugur at nýta
tólið rætt. Hevur tú
drukkið, skal tú bíða í 15
minuttir, áðrenn tú andar
í Alco-Checkaran. Neyð-
ugt er eisini at skola
munnin áðrenn tú nýtir
tólið.
Endamálið við hesum
nýggja tóli er sjálvsagt
ikki, at tú kanst koyra bil,
bert tú hevur drukkið so
lítið at lampan ikki lýsir
reytt. Men hevur tú
drukkið, kann hann vera
eitt gott varskó ímóti, at
tú fer at koyra. Tó skal
sigast, at tað einasta
rætta er, at eingin, sum
hevur nortið rúsdrekka fer
at koyra. Men kortini er
tað ein sannroynd, at tað
eru mong, sum gera tað.
Tá kann Alco-checkarin
meguliga vera ein hjálp.
Tað er P/F Havnar
Koyriskúli, sum er umboð
fyri Alco-Check.
Ert tú koyrifgrur?
Keyp ein ALCO-CHECK
Hann sigur tær, um tú hevur drukkið ov nógv.
Um tú hevur verið í veitslu, men roynt at ansa eftir tær, so
tú kanst koyra heim.
Ella ein morgun við timburmonnum
Keypið heldur ein
ALCO CHECK
enn:
14 dagar í geglið
1 1/2 ár uttan
koyrikort
eina stóra bót
stríð og kostnað
fyri eitt nýtt
koyrikort
ella eina vanlukku
orsakað av
spruttkoyring
Ringið ella skrivið
— vit senda
Umboð og sela
P/F
HAVNAR KOYRISKÚLI
Oman Hoydalar 8
TIf. 14002 ella 14077
mánadag — fríggjadag kl. 8— 11 og 13—16
Framhald frá síðu 6
Men tó av illum, tað
havi eg sjálvur hoyrt
verða sagt, ein góður sam-
ráðingarmaður. Eg meti
hettar seinasta at taka
grundsteði undan tí fyrru
pástandunum.
Min metan var altíð
tann, at tá tjóðveldis-
flokkurin sat í andstæðu
var hann mangan javnað-
arflokkinum ein beiskur
biti. Men nú fýra tey sein-
astu árini, sambandið
hevur sitið í andsteðu, var
hitt fyrra barnamatur aft-
ur ímóti allari giftini, sum
hevur spríkt burtur úr
talu og skrift sambands-
manna.
Her fari eg at skjóta inn
ímillum eina tøkk: Til
FDM fekk ikki loyvi til at skjóta
radaradóm inn fyri Hægstarætt
FDM fekk ikki loyvi frá
legmálaráðnum at
skjóta inn fyri Hægsta-
rætt ein dóm, sum ein av
limum felagsins hevur
fingið fyri at koyra ov
skjótt. Dómurin, 650 kr.
í bót, fall í Aarhus By-
og Herredsret og varð
seinni staðfestur av
Vestara landsrætti.
Tann demdi varð ákærd-
ur, eftir at ein av ferðar-
radarum legreglunnar
hevði mált hann at
koyra við 80 km. ferð,
har mesta loyvda ferðin
er 50 km/t. Men FDM
sigur, at radarkanning-
in, sum er grundarlagið
undir dóminum, er
skeiv. FDM vildi tí av
prinsipiellum orsøkum
fáa Hægstarætt at taka
steðu til henda spurn-
ing, nevniliga úrslitið av
einari einvisari radar-
kanning mótvegis eðrum
kanningum og útrokn-
ingum, sum saman við
frágreiðing tess demda
koma til eitt annað úr-
slit. Men hetta vildi løg-
málaráðið ikki geva
loyvi til.
Tað var ein NEDAR 73, sum máldi ferðina hjá tí
demda FDM liminum. Á myndini sæst ein útbygdur
NEDAR 73, sum eisini tekur myndir av teimum
máldu bilunum. NEDAR radarnir eru framleiddir í
Svøriki.
Løgreglan í Feroyum hevur ein NEDAR 73 til sin-
ar ferðarkanningar.
Harra Sofus Sivertsen.
Væl var tygara lesara-
bræv í Dimmu stutt
»Samtykki ikki«. Men tað
segði alt, sum skilamenn
vilja siga í slíkum førum.
Eg ætli mær ikki at
taka upp II. tátt. Men
nógv er eftir at kveða
Vági, tann 1. des. 1978
Hentzar Joensen
DEYÐIN KENNIR
SPENNING
TÁ MAÐUR KOYRIR VIÐ
KENNING!
rff Ráðið Fyri Ferðslutrygd
ferðsluteigurin