mikudagur 13. desember 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
OS
Nr. 94 — 13. desember 1978
Eigarin av rituvíksneytunum:
Neytini smittaðu
Síða 3
åvis fólk vid óndskapi
— Eg havi uppdagað, at
neytini kortini bóru eina
smittu við sær til Feroya
Tey smittaðu ávísar per-
sónar við óndskapi. Neyt-
ini vóru noydd avstað eftir
boðum frá landsstýrinum.
Soleiðis sigur Jákup
Hejgaard Simonsen í
samrødu við Sosialin.
Hann heldur tað vera
ófatiligt, at menn senda
hesi neyðars neytini av-
stað aftur.
Vit settu Jákupi nakrar
spurningar:
— Vórðu neytini noydd
avstaðaftur?
— Ja, tað vóru tey av-
gjørt. Eg havi sæð fleiri
telex, har landsstýrið
hevur givið Ilse Clausen
boð um at fara avstad aft-
ur til Danmarkar
Landsstýrið
tók avgerðina
— Var tað ikki skiparin,
sum einsamallur skuldi
taka avgerð um, nær skip-
ið skuldi fara?
— Skiparin tók als onga
avgerð um at fara avstað,
tað var bert landsstýrið.
Ein nevnd var hjá politin-
um leygardagin og fekk
loyvi til at fara umborð á
skipið sunnumorgunin at
kanna støduna hjá neyt-
unum. Men fyri at eingin
skuldi fáa nakað at vita
um steðuna umborð, sendi
landsstýrið skipið avstað
klokkan tvey á nátt.
— Hvat var tað fyri ein
nevnd, sum fór til politiið?
— Eg veit ikki, men tað
havi eg so hoyrt.
— Hvat hendur nú við
neytunum?
— Neytini vera øll
slaktað í Danmark!
— Kunnu tey ikki fara
aftur í fjós har?
— Nei, tað kunnu tey
ikki. Bóndin hevur fingið
stuðul frá EEC at útflyta
neytini. Reglugerð hesum
viðvíkjandi loyvir ikki
neytunum at fara á dansk-
an garð aftur.
Skipið stolið
— Hví vórðu neytini ikki
slaktaði umborð, sum tú
greiddi frá fyri bleðunum?
— Skipið varð jú stolið
frá okkum. Myndugleik-
arnir legdu hond á tað og
sendu danskt politi til at
vera við til hesa ófatiligu
djorapinslu.
— Hvat merkir neyta-
målid figgjarliga fyri teg?
— Eg havitapt 1,1 mill.
kr. Tá bóndin kom aftur
til Danmarkar fyrru ferð,
lógu 700.000 kr. fyri hon-
um. Eg skyldi nú bóndan-
um 400.000 kr. Haraftrat
kemur, at eg skal gjalda
eina hálva millión fyri
flutning, tryggingar og
aðrar útreiðslur. Eg havi
fingið hesa rokningina frá
reiðarinum
— Eru neytini ikki sjó-
deyð, áðrenn tey koma til
Danmarkar, kann eg
kanska fáa 400.000 kr.
fyri tey.
Einki við
eggvirkið at gera
— Hvussu við eggvirkin-
um?
— Neytini hava einki
við eggvirkið at gera. Tað
eri eg persónliga, sum eigi
neytini.
— Hevur tú borið teg
lógliga at, við ikki at
søkja um innflutnings-
loyvi?
— Eg havi ikki borið
meg ólógliga at. Hví skulu
vit hava eitt legting og
lentar legtingsmenn, um
teir einki skulu hava at
gera. Løgtingiå hevur giv-
ið okkum innflutnings
loyvi
Bert fáir
tímar ímillum
— Hvat ætlar tú tær nú at
gera?
hvat skal ein
gera, tá man hevur mist
1,1 mill. kr. Eg setti mær
sum mál at gera nakað
gott. Eg bygdi eitt nýtim-
ans fjós og keypti nekur
góð neyt. Eg náddi bæði
hesi málini, burtursæð frá
at tað bert vóru nakrir
timar og nakrir kilometrar
millum neytini og fjósið.
— Tað vóru fáir tímar
millum dreym mín og
veruleikan. Annars vil eg
siga, at eg havi ongantið
logið nakað ella sagt
— da,
nakað hesum
máli. Men tað, sum út
skeivt
varpið og landsstýrið
hava havt at siga um meg
og neytini hevur alt verið
rong tala, endar Jákup
Hejgaard Simonsen.
170 yvirmenn í stersta
skipafelagi norðurlanda
Síðani seinasta leygardag
hevur danska skipafelagið
A. P. Møller (Mærsk)
havt eina framsyning å
Sjómansskúlanum í
Havn, ið hevur verið dúg-
liga vitjað. Henda fram-
sýning lýsir við stórum
myndatalvum, skipa-
modellum og TV-sýning-
um virkið hjá felagnum,
síðani tað varð stovnað í
1904 og fram til dagin í
dag. Opið er eisini í dag.
A. P. Møller-virkid fæst
ikki einans við farmasigl-
ing og oljuflutning við
risatangaskipum, men er
uppi í nógvum eðrum
handilsskapi at kalla um
allan knettin. 25.000 fólk
starvast hjá A. P. Møller í
20 ymiskum londum, og
nú seinastu árini hevur
virkið sett nógvan pening
í royndirnar at finna olju í
Norðsjónum.
Talið av føroyskum yv-
irmonnum hjá Mærsk er
170, svarandi til 18 — 20 %
A. P. Møller eigur báð-
ar tær stóru skipasmiðj-
urnar á Fyn, Odense stál-
skibsværft og Linde-
værftet, meðan onnur
virki, ið knýtt eru at fel-
agnum eru Mærsk Kemi
(idnadarframleidsla) i
Keypmannahavn, Pharma
Plast virkið i Vanløse,
Papyr-Tex, i Disa (Dansk
Industri Syndikat) i Her-
lev og motorverksmidjan
Bukh i Kalundborg Har-
umframt eigur A. P. Møl-
ler mong stórvirki í út-
londum, í Tanzania í Afr-
ika og Texas i U.S.A. fyri
bert at taka nekur demi.
Sum kunnugt er Mærsk-
felagið eisini uppi í flog-
ferðslu, bæði danska inn-
anlanda og í útlendskari
charterflúgving, umframt
at Mærsk fyri Danair nú í
fleiri ár hevur rikið Fer-
oya-flúgvingina.
Mong ymisk
skipasløg í vinnu
Men fremst er framvegis
skipayrkið.
Tangaskipini hjá
Mærsk flyta olju bæði til
Europa, Japan og USA úr
Persara-gulfinum, tað er
hesin flotin, ið er hev-
uðsstuðulin undir skipa-
felagnum, 95% av ellum
ágóða, ið felagið vinnur,
stava frá skipunum og ta
einahelst tangaskipunum.
»Regina Mærsk« er eitt
tílíkt tangaskip, nærum
285.000 tons (bygt 1971),
ið er vorðið heimsgitið, tí
at tað er víst á TV-filmi —
eisini nú á framsýningini í
Havn — ið greiðir frá,
hvussu gerandisdagurin
tekur seg upp hjá mann-
ingini á langferð úr >Gulf-
inum« til Irlands við olju-
farmi. Hesin filmur visur
eisini, hvussu føroyingar å
Reginu Mærsk hava tad
dag um dag. Postur og út-
gerð verður tikin umborð
frá helikoptara, meðan
skipið er statt um Kappan
í Suðurafrika.
Talan er um ein doku-
mentarfilm, ið bæði tekn-
iskt og á annan hátt fram-
úrskarandi væl lýsir,
hvussu lívið lagar seg um-
borð á einum langfara-
16-18% av yvirmonnunum í danska handilsflotanum
skipi í uttanlandasigling.
Men Mærsk eigur ikki
einans tangaskip: eisini
stórt tal av sonevndum
bulk-farmaskipum og
køliskipum, tey sonevndu
reefer-vessels, og skip i
linju-sigling millum Am-
erika og londini í Fjar-
eystri og Afrika. Útgerð-
arskip hevur felagið í sam-
band við oljuleitingini í
Norðsjónum og aðra-
staðni, sum í Biscaya,
Meðalhavinum, Persara-
gulfinum og við Vestur-
afrika.
Tel, ið tala
Skipini hjá Mærsk verða í
dag lossað og fermd 10
ferðir so skjótt sum fyri
tiggju árum síðani.
Teir eru 3000 sjómenn,
ið sigla við A. P. Møller,
og einans í hýrum letur
felagið um 265 miljónir
krónur árliga.
Til proviant fara 15
mill. kr. árliga
Til ferðir heim og út hjá
manningunum fara aðrar
” næmingar
ur Føroyum
15 mill. kr., og til eftirut-
bugving av manningunum
2,9 mill.
Á hverjum ári verða i
meðal 90 stýrimanna-
upptiknir,
sama tal av maskinnæm-
ingum og 30 kokkanæm-
ingar. Undir útbúgvingini
fáa næmingar len eftir
skipan, ið frammanundan
er ásett. Eisini kunnu
næmingar fáa lán undir
útbúgvingini.
Hann, ið stovnaði hetta
stóra virki, Arnold Peter
Møller, doyði í 1965, og
sonurin Mærsk Mc-Kin-
ney Møller stendur í dag
saman við systkinabarn-
inum Georg Andersen á
odda í hesum stersta
handilsfelagsskapi í norð-
urlondum. Nú sum tá — í
1904 — eru tað fremst av
ellum skipini, ið mynda
fyritakssemi A. P. Møll-
ers. Og har eiga sum
longu frásagt feroyingar
teirra stóra part.
Í ollum danska handils-
flotanum eru 16% av yvir
monnunum føroyingar
í sjálvur
trý á getuni
Skal tað almenna í Fer-
oyum stuðla feroysk-
um tiltøkum
lands?
uttan-
Egon Hansen, lærari:
— Ja, tað haldi eg av-
gjert, tað sum er ser-
foroyskt uttanlands,
skal stuðlast. T.d. fer-
oyskir skúlar. At hava
tilikar skúlar fyri fer-
oyskum bernum er ikki
so galið, ti so læra tey
føroyskt mál, um fer-
oysk viðurskifti og
hverva ikki burtur í ti
uttanlandsumhvervin-
um, tey eru i.
Andrias Højgaard,
rektari:
Tað haldi eg, hatta
er ein gamal tanki, og
so vitt og veit, so hev-
ur tað almenna stuðlað
onkuntið Eg havi
verið niðri
leingi og eg veit, at
umstødurnar ikki altíð
eru tær bestu. Annars
er ein gamal tanki um
at stovna eina »før-
oyska stovu<, sum fer-
oyingar, um teir koma í
ymsar trupulleikar,
kunna venda sær til.
Eg veit ikki, um ein ti-
lík er stovnað (tad er
hon ikki. blaðm.), men
hetta er í ellum ferum
eitt gott hugskot.
Olvheðin Jacobsen,
avgreiðslumaður:
— Eg eri ikki nógv inni
í hasum viðurskiftun-
um, men haldi tað vera
rætt, at tað almenna
her á landi stuðlar for-
oyskum tiltøkum utt-
anlands — bara tiltek-
ini eru gagnlig