mikudagur 13. desember 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
kring oyggjarnar
Bíða eftir svari frá
Egnsudviklingsfonden
Napoleon Hansen, bygdarráðsformaður í Nólsoy,
sigur, at tað gongst spakuliga við flakavirkis-
ætlanunum í Nólsoy, men p.f. Klyvar hevur tó
fingið eina eykafigging, sum er umleið hålvonnur
mill. kr. frá bankunum.
P.f. Klyvar hevur eisini sekt Egnsudviklings-
fonden um tvær mill. kr. í stuðli og í letuni verður
bíðað eftir svari. Grunnurin skal hava fund um
umsóknina hin 14. desember.
Upprunaliga var ætlanin at byggja eina sokall-
aða útróðrarmiðsteð, men hesar ætlanirnar vórðu
sleptar og í staðin skal húsið, sum var liðugt fyri
meira enn einum ári síðani, brúkast til flakavirki.
P.f. Klyvar hevur frammanundan ikki fingið
stuðul frá Egnsudviklingsfonden, men Napoleon
Hansen roknar tó ikki við at fáa fulla upphædd.
Annars vóru tveir ráðgevarar frá grunninum í
Nólsoy fyrr í heyst og kannaðu viðurskiftini. Hesi
vóru ógvuliga væl sinnað fyri flakavirkinum. Ser-
liga løgdu tey dent á, at tað vóru 170 partaeigarar
í virkinum. Ráðgevararnir mettu, at hetta fór at
viga tungt í avgerðini.
Ætlanin er at virkið í fyrstu syftu skal hava
eina flakalinju og ein plátufrystara.
Norðurlendskt
seminar um
arbeiðara-
viðurskifti
Saman við AOF — Ar-
bejdernes Oplysnings
Forbund — i Danmark
fyrireikar Føroya Ar-
beidarafelag eitt norð-
urlendskt seminar í
Feroyum komandi vár
Luttakararnir, sum
verða 17 í tali, eru fak-
felagsfólk úr ellum hin-
um norðurlondunum
Endamálið við semi-
narinum er at læra
hvenn annan at kenna
og at upplýsa hverjum
eðrum um fakfelags-
viðurskifti.
Enn er ikki avgjørt,
nær seminarið skal
haldast, og sum tað
skilst, er heldur ikki
avgjert, hvar seminar-
ið skal haldast.
Bannað
at innflyta
tuningslutir
til prutl
Leygardagin setti
landsstýrið forboð móti
innflutningi og selu av
tuningslutum til prutl.
Hóast loyvt hevur ver-
ið at selja hesar lutir,
hevur tað verið bannað
at brúka teir. Men í
sambandi við nýggju
ferðslulógina, sum her-
fyri kom í gildi, er nú
eisini forboð móti at
selja teir. Í kunngerð-
ini, sum varð lýst í
Dimmalætting leygar-
dagin, stendur, at
>sum tuningslutur er
at skilja útgerð, ið
kann nýtast í motori
ella í samband við mo-
torin á prutli og sum
kann fáa akfarið at
ganga skjótari, enn tað
er floksgóðkent til.«
ikki longur loyvt at selja tuningssett í Feroyum
sosialurin
Ungmannafelagshúsið
Nr. 94 — 13. desember 1978
a Sandi útbygt
fyri 800.000 kr.
— Ungmannafelagið Virkið fylti 55 í november
Við einari rimmarveitslu
næstseinasta leygardag
varð Ungmannafel-
agshúsið á Sandi tikið í
brúk eftir útbyggingina.
Hálvfjórðahundrað fólk
vóru á veitsluni. Veitslan
var í sambandi við, at
Ungmannafelagið Virkið
tann 11. november hevði
55 ár á baki. Tað var Dav-
id Davidsen, sum í 1923
tók stig til at stovna tað. Í
ár eru eisini 25 ár síðani,
Ungmannafelagshúsið
varð bygt.
Tað er gott og væl eitt ár
Henda myndin er tikin í summar, tá útbyggingin var komin væl áleiðis. Høvudsinn-
gongdin er nú í sunnara endanum
síðani, farið varð undir út-
byggingina av Ungman-
nafelagshúsinum. Bygt er
uppí tann sunnara endan,
8X8 metrar og eisini er
bygt yvir ta norðaru
trappuna. Í nýggja bygn-
inginum er gjerd ein stova
í erva og ein lítil skriv-
stova. Í neðra er inn-
gongdin og har er kiosk,
toilett og rúm til films-
sýningartólini. Sandingar
hava fingið biografloyvið í
oynni, sum skopuningar
fyrr høvdu.
Í gamla húsinum er sal-
urin í neðra gjørdur av
nýggjum og nytt gólv lagt
í. Pallurin er eisini út-
bygdur, soleiðis at hann
nú hevur alla breiddina av
húsinum, 8 metrar, og
longdin er 7 metrar.
Tilsamans kostar henda
út- og umbygging uml.
800.000 kr. Felagið átti
140.000 kr., tá byrjað
varð í fjør, og tað hevur
fingið játtað 30% í studn-
ingi úr landskassanum.
Tipsfonden hevur latið
50.000 kr. í studningi.
Annars útvegar felagið
pening við eydnuhjóli,
dunnuspæli, sjónleiki og
eðrum tiltøkum. Eisini
eru 9.000 lutaseðlar prent-
aðir til frama fyri húsið,
har vinningarnir eru ein
tribekkur, ein modellslupp
og eitt bóndaborð, alt
smíðað av sandingum.
Bygdarráðið hevur játt-
að at lata 10.000 kr. til
parkeringspláss vestan-
fyri húsið.
Ikki sjálvboðið
Tað er ikki so nógv sjálv-
boðin arbeiðsmegi legd í
útbyggingina. Sólvit Sim-
onsen, formaður í Virkin-
um, sigur, at tey hildu tað
vera rættast at lata teir,
sum stílaðu fyri, hava á-
byrgd. Hinvegin hevur
ofta verið heitt á limirnar
um at útvega pening til
byggingina og tá hava teir
verið fúsir at hjálpa.
Dalfinnur Dalberg hev-
ur staðið fyri smidingini,
Róland Vidtfeldt hevur
lagt sentralvarman og
Tummas Petersen hevur
gjørt elektrikaraarbeiðið.
Tveir mans eru settir at
hava umsjón við húsinum,
Bolvig Tjaldrastein og
William Davidsen.
Biografur
Nakrir limir í Virkinum
eru farnir undir at venja
sjónleikin Hevdingar hitt-
ast og verður hann sýndur
í januar. Annars er ætlan-
in at vísa film tvey kveld
um vikuna. Ætlanin var
at byrja seinasta friggja-
kveld, men hetta bleiv av
ongum, filmarnir lógu
veðurfastir í Havn. Felag-
ið hevur keypt nýggj 35
mm framvísingartól.
Pláss er fyri 140 fólkum í
salinum, tá teir visa film.
Elsti limur 78
Ungmannafelagið Virkið
hevur ikki einans ungfólk
á limalistanum. Felagið
hevur 350 limir og er tað
riviliga helvtin av fólka-
talinum í Sands bygd.
Elsti limur felagsins er 78
ár og hann er ikki tann
einasti omanfyri tey 70.æ
Sólvit sigur, at heitið
ungmannafelag stavar frá
teirri tíðini, tað varð
stovnað. Tá var felagið
nevniliga nevniliga einans
fyri menn. Men tað var tó
skjótt, kvinnurnar eisini
komu uppi.
Eingir endaligir
sáttmálar í ár
Samráðingar eru við EEC í dag
— Vit fáa ongar endaligar
sáttmálar um sínamillum
fiskirættindi í hesum árin-
um, segði Atli Dam, log-
maður, áðrenn hann fór til
Bruxelles at samráðast
Í dag verða samráðing-
ar við EEC. Tað hava
frammanundan verið fyri-
reikandi samráðingar við
felagsmarknaðin, men
kortini verður mett, at
eingin endaligur sáttmáli
fæst í lag hesa ferð. Or-
sekin er tann, at londini í
felagsmarknaðinum enn
ikki eru vorðin samd um
ein felags fiskivinnupoli-
tikk. Haraftrat kemur
politiska stødan í Føroy-
um. Enn er einki nýtt
landsstýri skipað eftir val-
ið í november — og verður
tað neyvan heldur í bræði.
Fríggjadagin verða
samráðingar í Bergen um
sínamillum fiskirættindi
millum Feroyar og Noreg.
Eisini her kemur polit-
iska stødan í Føroyum inn
i myndina, og ti fæst
neyvan heldur her enda-
ligur såttmåli i lag nu.
Noråmenn hava eisini å-
vísar ógreiddar spurning-
ar sum t.d. lodnan í Bar-
entshavinum. Hesin
spurningur skal eisini vid-
gerast í teimum samráð-
ingum, sum norðmenn
skulu hava við russar.
Ætlanin er at umboð við
sovjettiskar = fiskiveiðu-
myndugleikar koma til
Feroya í næstu viku at
samráðast. Samráðingar-
nar við Ísland vera ikki
fyrr enn 8. og 9. januar.
K
Í
ES AG
ve
NERE
*
É