mikudagur 13. desember 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
LS
KT
Nr. 94 — 13. desember 1978
sosialurin
Síða 5
Kontainarahus sett
upp á Frælsinum
Fyrsta kontainarahúsið er
komið til Feroya. Tað er
Heri Smith úr Havn, sum
letur húsið seta upp á
Frælsinum í Havn.
Húsið skal í fyrstu
syftu nýtast sum fram-
sýningarhús. Tað er gjert
á verksmiðjuni hjá Bur-
meister & Wain og er 58
m? til steddar. Húsið er
gjørt av bygningsplåtum
vid tjukkari bjålving i-
millum.
Sosialurin vitjadi úti á
Frælsinum leygardagin.
Har hittu vit Hera Smith
og Arna Rein, sum er
komin úr Danmark at seta
húsið upp.
Tekur eina viku
Arne Rein er úr Havn.
Hann hevur í nekúr år ar-
beitt við at seta kontain-
arahús upp serstakliga í
Miðeystri. Hetta húsið
kom til Føroya í tveimum
kontainarum og vigaði tað
umleið 9 tons. Teir læntu
kranan frá Skipasmiðjuni
og fluttu kontainararnar,
tveir í tali, á stykkið á
Frælsinum.
Byrjað var at seta húsið
upp næstseinasta týsdag.
Arne sigur, at tað tekur
eina viku frá farið verður
at seta upp, til húsið
stendur heilt liðugt, og tá
skuldi verið klárt at flyta
inn. Við húsinum er alt,
sum er í einum vanligum
sethúsum: innbúgv, kek-
ur, baðirúm, skáp, sengur
0.3.
150.000 kr.
Tå husid stendur klårt
liggur prisurin um 150.000
kr.
Sjålvt husid stendur å 8
stoyptum fundamentum.
Fyrst er flagið gravað
burtur, og síðani eru
fundamentini stoypt niður
á hellu.
Nonhamar á
tvingsilsuppboð
Saltfiskatrolarin Nón-
hamar skal seljast á
tvingsilsuppboði tann 1
februar næsta ár. Í kunn-
gerð frá fútarættinum í
Dimmalætting leygardag-
in stendur, at tvingsils-
uppboðið verður hildið
eftir kravi frá veðhaldara
og útleggjara í skipinum.
Nónhamar er bygdur i
Noregi í 1976, og tað er
partsreiðariið Nónhamar í
Klaksvík, sum eigur
hann.
Klårar seg ikki
undir Føroyum
Nónhamar hevur fiskað
undir Feroyum síðani tið-
liga í heyst. Eins og hinir
foroysku saltfiskatrolar-
arnir noyddist hann at
gevast eystanfyri vegna
fiskaloysi. I samrødu við
Útvarpið seinasta hósdag
segði reiðarin á Nón-
hamri, Richard Klakk-
stein, at við teirri roynd,
teir higartil hava havt
undir Feroyum, helt hann
ikki, Nónhamar fór at
klára seg við einans at
fiska undir Feroyum.
Hann segði, at Nónhamar
varð bygdur við megu-
leikunum undir Gren-
landi, við Labrador og
Norðurnorra í huga. Uppá
fyrispurning, um tað ong-
antíð hevur komið uppá
tal at selja Nónhamar,
segði Richard Klakkstein,
at skipið er enn so nýtt, at
tað er ikki meira enn kom-
ið í gongd, so teir hava
ikki verið so spentir uppá
at selt.
Síðani Nónhamar kom
undir Feroyar at royna,
hevur hann fingið góð 200
tons í saltfiski. Men hetta
er biligari fiskur enn trol
ararnir fingu eystanfyri.
Fimm tons
um dagin
Í samrødu við Sosialin
sidst i september mánað
segði Richard Klakkstein,
at fyri at klára seg, noyð-
Uppá fyrispurning um
eini tílík hús standa í
ringum veðri, sigur Arne
Rein, at tað veldst sjálv-
sagt um, hvussu vánaligt
veður tað er. Men í Mið-
eystri, har mangur harður
sandsstormur leikar á,
hava hús av sama slagi
engan skaða fingið.
Framsýningarhús
Í fyrstu syftu er ætlanin
at nýta húsini sum fram-
sýningarhús. Heri Smith
sigur, at nógva staðni
verða hesi húsini nýtt til
íbúðir og skrivstovur.
Um kontainarahúsið
kann loysa íbúðartervin í
t.d. Havn, sigur Heri, at
hetta er ikki ómeguligt.
Húsini eru munandi bi-
ligari enn eini vanlig set-
hús, tey eru lett at flyta
og skjót at seta upp.
— Meguleiki er eisini at
mála húsini við alskyns
litum, um húsini tá taka
seg betri út, sigur Heri
Smith.
ist Nónhamar at fiska
uml. 1500 tons í saltfiski
um árið. Hann hevur hig
artil í ár fingið góð 1100
tons, og harav eru tey 200
av biligum fiski undan
Feroyum.
Richard Klakkstein
hevur annars vónir um at
feroyingar sleppa aftur til
Grenlands at fiska fyrst í
komandi ári, segði hann í
útvarpssamreðuni hós-
dagin.
Nónhamar — hevur roynt undir Feroyum síðani í september
Seks bygdir
afturat fåa
automattelefon
Sidst i hesum månad-
inum ella fyrst i ti
næsta fåa seks bygdir i
Nordoyggjum auto-
mattelefon. Tað er
Kirkja, Hattarvík,
Svínoyarbygd, Syðra-
dalur, Húsar og Mikla-
dalur. Trellanes er ikki
við í hesum umfarin-
um, men eisini har fáa
íbúgvarnir skjótt auto-
matiskt telefonsam-
band. ØI útgerð til
automatiseringina er
sett upp, men tað
veldst um veðrið, nær
hon verður sett til,
upplýsir Telefonverkið.
Í sambandi við au-
tomatiseringina eru
steðirnar á Viðareiði og
í Norðdepli útbygdar,
so nú kunna tey
mongu fáa telefon, sum
í hesum bygdum hava
staðið á bíðilista. Tele-
fonfelagarnir á Fugl-
oynni og Svinoynni
koma undir steðina á
Viðareiði og felagar-
nir á Kalsoynni verða
settir til steðina í
Klaksvík
Koyrdi 120 km/t
gjøgnum
Miðvág
Leygarnáttina um eitt-
tíðina koyrdi ein per-
sónbilur á ein garð
Miðvági. Bilurin fekk
;
stóran skaða, men ong
in av teimum 6 fólkun-
um, sum
voru í honum,
fekk mein av stoytin-
um.
Politiið metir, at
bilurin hevur koyrt við
120 km. ferð gjøgnum
bygdina, áðrenn hann
endaði á garðinum
Bremsusporini vóru 70
metrar!
ember.
kring oyggjarnar
Fiskirannsóknar-
tíðindi
Fiskirannsóknarstovan
hevur sent út fyrsta
eintakið av tíðindum
sínum fyri i ár.
Í ritinum eru fimm
greinir: Havrannsókn-
ir og leiðbeiningar til
rætta troytan av fiska-
stovnunum í Norðurat-
lantshavi, stovnsmet-
ingar vid ekkointegrat-
ori, yngulkanningar
1978, royndarfiski-
skapur eftir makreli vid
m.s. Juvel i august
september 1978 og ein
grein er um svart-
kjaftakanningar i 1978.
Ritið, sum er 30 sid-
ur til støddar, verður
sent øllum áhugaðum.
25 tjóðir á
Fráhaldi
Ferðamannaheimið
Fráhald, Vallaraheimið
í Havn, hevur gjert
hagtel yvir gistingar í
tíðarskeiðinum 1. nov-
ember 1977 — 31. ok-
tober 1978 Heimið
hevur 130 seingjar-
pláss og brúktu í miðal
131,12 fólk hverja
song hetta árið. tilsam-
ans hevði heimið
17.046 gistingar. Tað
eru fyrst og fremst
norðurlendingar, sum
Fráhaldi. Is-
lendingar liggja á odda
við 322
gista áa
r
ri<tir
2a”7 danir % ið 219
på V ÆR
norðmenn við 2627 og
OL
so feroyingar sjálvir
harmmillur
nammi!
fjarskotin sum
Egyptaland, U.S.A
Australia, Pakistan og
» r 1 ag
New Zealand. Til sam
anberingar kann nevn-
ast, a rið fyri gistu
15 {| OIK ra Z8 óð
um á Vallaraheimin-
Nú ræður um at fáa
jólapostin avstað
Jólapostur, sum skal við skipi til Danmarkar,
skal vera á posthúsinum í Havn í seinasta lagi í
morgin, hósdagin 14. Lukkast tað ikki, er fram-
vegis ein meguleiki — flogfarið. Tá er seinasta
freist mánadagurin tann 18.
Tað er longu ov seint at senda pakkapost til
hini londini, skal hann vera frammi jólaaftan.
Men tað kann enn náast við brævposti, til Noregs
og Finnlands er seinasta freist i dag, Svøriki
í morgin og jólakort og brøv, sum skula vera mót-
takarum í Íslandi í hendi fyri jól, mugu vera á
posthúsinum í Havn leygardagin tann 16.
Enn er góð tíð at pakka jólagávur og skriva
jólakort til familju og vinir innanlands. Postverk-
ið sigur, at jólapostur sum er á posthúsinum í
Havn týsdagin 19. desember, kann vera frammi í
flest ellum bygdum fyri jól. Tað er sjálvandi
treytað av, at veðrið er til vildar. Postur til Havn-
ar verður borin út fyri jól, er hann posthúsinum í
hendi í seinasta lagi næsta mikudag, tann 20. des-