Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 1978síða 18

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 94 — 13. desember 1978 Føroyskir útisetar Síða 19 Kommunistiskir útisetar í Danmark 1. oktober 1977 stovnadu føroyingar í Keypmanna- havn nýtt felag, ið fekk heitið Kommunistiskir útisetar. stytt Komm. Ú. Vit hava hitt stjórnarumboð fyri Komm. Ú., Marnu Jacobsen. Marna greiðir í hes- ari viðtaluni m.a. frá, hví tað var neyðugt at stovna eitt nýtt vinstrahalt felag mill- um feroyskar útisetar í Danmark, hverj- um politiskum grundvelli felagið stendur á, og hvussu tað starvast. FS — lítla og onga ávirkan á føroyska klassastríðið Marna, tú kundi kanska fyrst greitt eitt sindur frá steðuni, áðrenn Komm. Ú. var stovnað, og hví komið varð til ta niður- steðuna, at onki annað gjørdist enn at stovna. nytt felag. — Áðrenn 1. oktober seinasta år var bert eitt felag fyri vinstrahallar føroyingar í Keypmanna- havn, og tað var FOR- OYSKIR SOSIALISTAR FS. Hetta felag var stovn- að í 1962 av vinstrahallum tjóðveldismonnum. Síðan tá hevur felagið so við og við fingið eitt meira sosi- alistiskt innihald, og skip- anarliga hevur felagið eisini fyri ein part verið ávirkað av sosialistiskum rætningslinjum. Tað er vert at geva gæt- ur, at FS, ella OYGGJA- FRAMI, sum tað nevnist fram til 1969, bert hevur havt lítla og onga ávirkan á føroyska klassastríðið. Hetta er ein ásannan, men kann eisini skiljast sum ein ákæra á ta linju, sum felagið medvitandi ella kanska meira ómedvitandi hevur fert. Virkisøkini hjá FS hava verið: lesiringar, einstakir tjakfundir, útgávan av málgagninum »FRAM- ANUM«. Eisini hevur FS luttikið í NATO-mótsteð- uni og fyri ein part í EF- motstøduni. FS hevur eis- ini skipað fyri onkrari framsýning, t.d. um FRAMAN. Og so eru tað sjálvandi veitslurnar, sum helst er tað tiltakið, ið hevur savnað flest fólk. Men útgávan av FRAM- ANUM, kann ein siga, hevur verið miðdepulin í felagsarbeiðinum. FS manglar heildarlinju fyri arbeiðinum — Eru tit ónegd við hetta arbeiðið FS? — Vit eru sjálvandi ikki ónegd yvir, at FS t.d. royndi at rætta eina hond til stríðið mótvegis før- oyska limaskapinum í EF. Ein er komin nakað langt av leið, um ein sum vinstrahall(ur) fer at breggja sær av, at ein er ímóti, at feroyski sjálvs- avgerðarrætturin skal knúsast. Men kortini eru vit 6- negd við arbeiðið, FS sýndi í hesum spurning- um. Ønegd við, at tað skuldi eydnast so illa, og at so lítið kom burturúr. Eg haldi ikki, at orsekin altíð er at finna í tí pol- itiska grundarlagnum, FS arbeiddi út frá. Ofta man høvudsorsøkin vera at finna í sjálvari skipanini av arbeiðinum. Skipanin av felagnum og arbeiðs- lagið, sum FS sýndi frá byrjanini av, og sum tað framvegis sýnir, avdúkar eitt arbeiðslag, sum liggur ógvuliga nær tí, sum borgarligu partapolitisku flokkarnir i Feroyum sýna. Tað var sum heild trup- ult — um tað yvirhevur lat seg gera — at finna ein felagspolitiskan málsetn- ing við teim ymisku til- tøkunum. Eg haldi, at FS lat seg i alt ov stóran mun åvirka av flóð og fjøru í einstøk- um spurningum í klassa- striånum í Feroyum. Tað var eisini ávist lyndi til at vera »allastadni«, og utt- an mun til um nakað skip- anarligt og — politiskt grundarlag var lagt greitt fram til umreðu millum limirnar og skilt av teim- um. Eitt ógvuliga talandi dømi um hetta seinasta er Meginfelag Feroyskra Studenta, sum tað hevur eydnast FS at fingið for- manssessin í, men sum kortini als ikki hevur virk- að sum nakað fakfelag fyri studentar, men meira sum ein umsitingarstovnur fyri landsstýrið til at býta út stuðulsveitanir. Uttan at gera ov nógv av, kann ein siga at tey flestu FS-tiltøkini hava verið sløg út í tóma luft. FS-leiðarnir gera veikleikar til dygdir — Men slík dømi, sum tú hevur nevnt higartil, geva øm að # tey nakað grundarlag fyri at stovnseta eitt nýtt felag, sum skal setast í- staðin fyri tað, sum var? — Nei, tað gera tey ikki. Tað, sum eg higartil havi nevnt, eru einans nekur sjúkdomseyðkenni. Um tað einans vóru slíkir feilir, kundu limirnir jú sagt, at teir vóru verandi í FS, ti FS i høvudsheitum var eitt gott felag, sam- stundis sum teir settu sær fyri at lekt nevndu sår. Royndir vóru gjørdar fyri at bjarga FS og fåa eitt veruligt demokratiskt fel- agsliv upp at standa, t.d. setti ein heilt stórur part- ur av FS uppskot og krev fram, um at fáa tjak um ávísar spurningar, sum FRAMIN hevði skrivað um, men sum ikki grund- arlag var fyri í felagnum. Tað var eisini kravt at einstakar viðtekur vórðu endurskoðaðar, men á ein sera ódámligan hátt syrgdu FS-leiðarnir fyri at hetta ikki lat seg gera. Tann smittandi bakterian var komin í blóðrenslið — FS fór i tviningar, so har var onki annað at gera enn at stovna nýtt felag. Tað er synd at tað skuldi henda, men tað var neyðugt. FS-leiðarnir kravdu tað. Teir gjørdu tað við at gera sínar veik- leikar til politiskar og skipanarligar dygðir. Nakrir grund- leggjandi spurningar — Hverjir vóru so teir grundleggjandi spurning- arnir, sum gjerdu, at tað varð neyðugt at stovna Komm. Ú? —Teir vóru bæði av politiskum og skipanarlig- um slag. Vit hava — fyri ein part — greitt lagt met- ingar okkara fram í úti- setablaðnum OYGGJA- SKEGGJA fyri oktober 1977. Men mangt av tí eigur kortini at verða end- urtikið upp í saman, tí tað eru dýrtkeyptar royndir: Sum kanska tann mest týdningarmikli spurning- urin, er at nevna skip- anarhåtturin: demokrat- iska sentralisman. Å 13. adalfundi samtykti FS, at felagið skuldi ganga eftir demokratisku sentralism- uni, men hetta kom bert at standa á pappirinum, og var ikki hildið at vera gott nokk, tá limirnir veruliga fóru at brúka demokratiið. Eg havi áður nevnt at uppskot og krøv, ið vóru sett fram, bert blivu kveistraði burtur, ofta við orðunum: »Tima ikki«, >Orka ikki« ella >Vit vilja gera nakad«. Samstundis fekk man ferð eftir ferð at vita, at FS var ein breiður felagsskapur, tað skuldi ivaleyst skiljast soleiðis, at tað var loyvt at hava ymiskar meining- ar um åvis ting, og at lim- irnir skuldu føra tær ym- isku meiningarnar fram. Men vit fingu tó at vita í einum seinni skjali, at tann breiði felagsskapurin altíð hevði verið »ein myta<. Eg kann eisini stutt nevna tjakið ella rættari, tað manglandi tjakið um støduna í heiminum: Á 14. aðalfundi vóru gjerdar tvær framlegur um hend- an spurningin. Onnur vardi grundsjónarmiðini, sum DKP ella Moskva tosa fyri, hin helti til kin- verska sjónarmiðið. Onki úrslit kom burturúr hes- um aðalfundinum, hvat hesum spurninginum við- vikti, men samtykt varð, at framlegurnar skuldu leggjast til grund fyri við- ari tjaki um spurningin. Hóast hetta hevur FRAMIN — sum øllum kunnugt — stødugt verið málgagn fyri Moskva- sjónarmiðnum, meðan greinir, sum hava bent á hin bógvin, hava verið burturkveistraðar. Eitt annað demi er frá 15. aðalfundi, altso beint áðrenn klovningina, har limaumsekjari, ið lúkaði ell krev, lógirnar settu til limauppteku, varð nokt- aður limaupptøku. Tað var ongin ivi um, at tað vóru politiskar grundir, ið lógu aftan fyri avgerðina, altso, at tað ikki passaði stjórnini at upptaka limin. Eg kundi blivið við at tosa um hendingar av líknandi slag, men eg velji at steðga. Í staðin kann man spyrja seg sjálvan, hvussu alt hetta lat seg gera? Hvussu bar tað til at stjórnin ferð eftir ferð. fekk tað síðsta orðið? Eg meini, at ein ógvu- liga týðandi orsek var, at limauppaling var eitt heilt ókent fyribrigdi innan FS. Ongin roynd, sum verd er at tosa um, varð gjerd til at menna limirnar. Tað vóru nakrir fáir, sum mettu seg sjálvar at vera »Ounveruligar«, og sum settu seg á øll tey leiðandi størvini. Hetta er ikki gott fyri nakað, teir mein- igu limirnir og álitisfólkið, mugu royna at fylgjast at. Tað nyttar onki, at teir Marna Jacobsen einkultu limirnir hver sær, royna at lesa um marx-leninismu, tað má vera felagið, sum skipar fyri hesum, tvs. at man skúlar seg teoretiskt og tjakast meðan ella áðrenn arbeiðið verður gjert, og ikki sigur, at ein grund- skúling er nokk, og at restin nokk kemur at sær sjálvum! Býttisligar ákærur móti Komm. Ú — Hvat metir tú um á- kærurnar, sum FS setir fram mótvegis limunum í Komm. Ú? —Eg havi somu met- ing, sum fólk flest hava. Ákærurnar eru sjáldsama lítið politiskt sigandi. Tær eru grovar og persónligar. Tær eru býttisliga grovar, sum t.d. tá ið FS' arnir í Oyggjaskeggja siga, at okkara skriving um FS, er at samanlíkna við skrivingina, teir kenna frá Dagblaðnum og Dim- malætting, hetta er bert láturligt. Ella taka við FRAMAN nr. 3/1978, har teir skriva, at limirnir í Komm. Ú. vera bornir út av Skarv, og á eini aðrari síðu ein »tekniseria«, sum eftir hvat eg havi frætt, er gjerd av fyrrverandi odda- manni í FS, sum avdúkar eitt óhugnaligt lyndi og eina fávitsku, ein skal leita leingi eftir. Slíkt sigur ikki lítið um tann planin hesir so- nevndu »føroysku sosial- istarnir«, vilja trýsta tjakið niður á. Einhver velir jú tann stríðsveil, har ein metir seg vera sterkast! — Hvat er tykkara svar? — Komm. Ú. er av teirri avgjørdu hugsan, ikki at svara slikum av- sporaðum álopum. Komm. Ú fer, uttan mun til hverji persónlig álop núverandi limirnir í FS gera seg til talsmenn fyri, einans at leggja dent á tann skipanarliga og pol- itiska spurningin. Eg vil bert heita á fólk um at lesa nevndu aftursver, tey siga væl meira enn hvat eg kann siga. Vit eru av- gjørt av teirri hugsan, at folk sjålvi siggja, at har er okkurt spinnandi galið i hasum »ålopum«. Eindararbeiðið — ein lykil til menning av føroyska vinstra- vonginum — Hvat hevur Komm. U. higartil starvast við, og hvat verður mett um framtíðarútlitið? — Komm.Ú. hevur sett sær fyri á demokratiskan hátt, at leggja eitt polit- iskt stevnumið fyri fel- agið. Ein kann eisini siga, at Komm.U. hevur sett sær fyri at svara fleiri av teimum spurningum, sum ynski var um innan FS. Sum t.d. ein kanning av Sovjetsamveldinum, sum vit hava gjert í seinasta arbeiðsári. Vit eru har- aftrat í ferð við umfatandi klassalýsing og hava gjert eina kanning av Megin- Framhald á síðu 23