Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 1978síða 19

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 20 Føroyskir útisetar Nr. 94 — 13. desember 1978 Mentan er sam- irkan manna millum Hugleiðingar eftir Kára Petersen um mentanarliv keypmannahavnarføroyinga Kåri Petersen skrivar år Keypmannahavn Tá heitt varð á meg um at skriva nakrar hugleiðing- ar um útisetamentanina, var tað fyrsta sum sló meg í hevdið, hugsanin um hvat hugtakið »mentan« merkir fyri fólki. Onkur hugsa einans í sonevndum »føgrum« bókmentum, onnur taka kvikmyndir, tónleik og ymiskt annað sum tekniski framburður- in tíbetur so við og við hevur loyvt fólki at festa fast, við í hugtakið. Men sjálvur havi eg eina upp- fatan av, at »menutan« er ait sum kann koma undir »menning« av fólki, og av ti at »menning« eftir mini fatan altid stavar frá eini »samvirkan« (dialektikki, fyri tey sum minnast Sok- rates gamla), so fati eg »mentan« sum alt, sum erskapandi, i eini sam- virkan millum fólk, tað veri seg millum palls og á- hoyrarans, millum hev- unds og lesarans, millum fólk sum tjakast á fund- um, á vertshúsum, stutt sagt alt tað lív sum ríkar hugan, og ger fólk til menniskju, tá dagliga trælalívið við samlibandið er yvirstaðið. Í einum samfelagi har peningurin ergudurin, hevur mentan av ellum slag nógv at siga fyri mær. Borgaraligir politik- arar meta bert tað. sum skapar krónur og oyru, at hava virði, men gloyma, at menniskjað hevur tørv fy ri af koma saman r } Á veri hon seg á Guten- bergskan, Bergmannska ella Skarvskan hátt. Mentanar- framleiðsla í Keypmannahavn Tað hevur sum rimuligt er gingið bæði upp og niður við mentanarlívinum her í býnum. Meðan føroyingar vóru avbyrgdir her undir krignum, tá fóru teir í holt við at nema feðilandið við tjóðskaparyrkingum, og hugmyndirnar fingu fest sambandið við Føroyar. Tjóðskaparvekingin byrj- aði kanska her, orsakað av landafrødisligari avbyrg- ing, og føroyingafelagid var ein mentanarligur miðdepil. Í dag meta summir útisetar hesat tjóðskaparrerslu sum »mestsum ov<, hóast hon óivað hevur havt mentan- arligan týdning. Romant- ikkurin hevur eftir nútíðar tykki verið ov grefligur og longsulin eftir mammuni hevur ongan aktualitet í dag, nú vit kunnu flúgva heim uppá knappar tveir tímar. Og »Føroyingafelagid« sum fyrr var hin heilt stóra tjóðskapareksplos::- ónin, er nú minkað til tvær ella tríggjar full- komiliga ófyrireikaðar veitslur árliga. Eru nógv felog ein fyrimunur? feløgum, ella um ein savning av kreftunum ikki hevdu skapað betri kvali- tet tá samkomur eru. Sjálvur ivist eg — men tey »Opolitisku« feløgini kunnu sjålvsagt ikki sam- einast vid teim politisku, og um fólk timur, hevur tid og er aktivt, so kann eitt fjølbroytt felagsliv skapa eitt fjølbroyttari mentanarliv. Latum okk- um tí fara at lita á tey ymisku feløgini. Studentafelagið hevur fyrr verið serstak- liga aktivt í fyriskipanum av mentanarligum sam- komum og veitslum. Men í seinastuni er hend ein broyting, felagið hevur ilt við at fáa mannað nevnd- ir, og sjáldan eru fyri- reikaði = mentanarkvøld. Kanska kom hetta av, at uppskotið um at HF- studentar og aðrir lesandi skuldu gerast limir, og at felagið frá at vera eitt lokað akademiskt »stud- enta«-felag = við teirri gomlu studentauppfatan- ini, og ikki eitt felag fyri allar útisetar undir út- búgving, varð niðurbart. Tá var eg sjálvur formað- ur, men hóast áheitan um at halda fram, vildi eg ikki eftir at menn vildu hava tað at vera »de lærdes klub« har ikki limaskapur var loyvdur HF-arum og eðrum lesandi, sum ikki høvdu húgvuna við. Eg veit ikki meir um felagið í løtuni, har hendir lítið og einki. Vit hevdu havt brúk fyri tí til mentanar- ligt arbeiði, til kvøldsetur, samkomur osfr., men kanska hini feløgini fara at yvirtaka tað arbeiðið. Mentanar- grunnurin er ein deild av studenta- felaginum. Hann hevur givið út væl av bókum og einstakar plátur, sum hava fíggjað nógv av bókaútgávunum. Sjálvur sat eg í nevndini 1976 — 77 sum ætlaði at taka undir við at viðka »mentan« til hugtakið annað enn bókaútgávu, og samsvar- indi hesi viðkan gera i- øgur í ting sum plåtur, bjóðingar av hendanveg, nstru mentum og el-anleggi til åhugadar føroyingar her, stuðla føroyskt sjónleik- ara- og tónleikaravirksemi og ødrum. Men so kom nýggj nevnd. Og sambært tí sum eg havi frætt, er kós- in nú avmarkað og ment- anarliga >reaktioner<. Nú verður »mentan« einans fatað sum bókaútgáva, prentsvertan verður ein- asti meguleikin um ein vil hava »mentanargrunnin« at geva nakað út fyri seg. Og sjálvt innanfyri hesa gutenbergsku avmarkan munur á monnum. Meðan nýggju skeld okkara, sum hópin hava at siga um nútíðarsam- felag og mannaliv, verða undirprioriterað og foto- prentað í bíligum pappiri, so verður allur brunnurin tømdur av investeringum i skinnbindsbibliuutgåv- um av leivdum hjá orða- snikkaranum Janusi Djur- huus. Alt gott um hansara yrkingar, men um rætt skuldi vera rætt, so átti ein mentanargrunnur, stýrdur av sonevndum »vinstrasinnadum« kreft- um, ikki at undirmett okkara nútíðarskeld, ella aðrar formar fyri mentan- arligt virksemi. Eftir mín- um tykki er grunnurin far- in eitt avgjert mentanar- ligt stig eftir hæli, og vón- andi kemur ein nýggj nevnd og tekur árar í hond við næsta nevndarval. Tí her er talan um ein stovn, sum føroyskir útisetar kundu nýtt væl til útgávu av plátum, bókum, eins væl og til figging av ødr- um lutum, sum stimbra útisetamentanina. Prent- svertan tíverri fram um alt annað. Politisku feløgini tey virksamastu Tann broyting er komin í mentanarlivid her niðri, at tey politisku felegini eru á odda í ellum mentanar- virksemi. Her er talan um tvey felog: »Føroyskar Sosialistar« og >Komm unistiskar Utisetar«. Hitt fyrra æt fyri »Oyggja- frami« og millum stovnar arnar vóru T.N. Djurhuus sáli, Valdemar Dalsgarð. André Niclasen iðrir m li } Bamilt KI Hetta felagið gav so út blaðið »Framan« sum hevur havt stóran týdning innan feroyskt mentanar- lív bæði burturi og heima, tað kann ongin nokta fyri. Fyri nøkrum árum síðani skifti felagið tíverri navn til >Feroyskir sosialist- ar< hóast felagið visti, at teir ikki kundu taka patent uppá sosialistiska heitið fyri allar føroying- ar. Til eru nógvir sosial- istar sum ikki eru limir í »FS«. Men blaðið er enn eitt besta tidarrit føroy- inga, og saman við »Skeggjanum« byggir tað upp eina góða útiseta- blaðamentan her í Keyp- mannahavn. Sosialistar Fyri góðum einum ári klovnaði so felagið »Før- oyskir Sosialistar« av grundum sum eru so um- fatandi, at eg ikki vil fara at tjaka tær heilt út her. Teir flestu, sum fóru úr felaginum, vóru kritiskir mótvegis Sovjet-vinar- liga politikki nevndarinn- ar. Sum heild kann sigast, at vit nú hava tvey sosi- alistisk feløg — FS, sum heldur eina Sovjett-vinar- liga kós, og so »Kommun- istiskar Utisetar«, sum er eitt meira opid felag, har tjakið um hvussu ein før- oysk sosialisma eigur at síggja út, gongur enn, og felagið er fyribils saman- sett av fólki, sum hevur ymiskar fatanir av hvussu eitt sosialistiskt samfelag eigur at siggja út. Bert er ongin, sum heldur at tað eigur at verða stýrt úr Sovjettsamveldinum. Sosialistiskt mentanarliv Men bæði hesi sosialist- isku feløg hava skipað fyri einum rikum mentanarlig- um livi her i næststørsta føroyska bynum, Keyp- mannahavn. Tey kappast um mentanarlig tiltøk, sum stundum hava eina høga góðsku, har fólk spælir, syngur, heldur reður, og flytir fram mentan av ymiskum slagi. Mentanarliga kann sigast at klovningurin kanska hevur alið upp fólk til at kappast um at gera góð mentanarlig tiltok, og tað hevur eydnast sera væl. Bæði fyri donum og foroy- ingum hava sosialistarnir sýnt stersta mentunarlig- an áhuga. Dømi er »Før- oyadagurin«, sum FS helt i »Projekt-Huset« í heyst, og veitsla sum »Komm- U« helt i »Munkekælder-” en« fyri stuttum. Stutt sagt kann sigast, at politisku hóparnir skapa sterstu mentanina her í býnum, bæði við tón- leiki, útgávum og sam- veru annars. Tíðarritini Í løtuni hava vit keyp- mannahavnarbúgvar giv- ið út tvey tíðarrit. »Framin« er politiskt tíð- arrit, sum bundið er at felaginum »Føroyskir So- sialistar«. »Skeggin« er opið tíðarrit, eitt ókeypis sambindingarlið millum útisetar. Bæði fáast eisini í bókabúðum heima, og koma úti 10 ferðir árliga. Men ætlanir eru í gongd um fleiri tíðarrit. Felagið »Kommunistiskir Utiset- ar« hava ætlanir um eitt politiskt tidarrit, og ann- ars hava ætlanir verid um at endurreist mentanar- liga tidarritid »Fjølnir«. Fólk sum Hanus Andreas- sen, Roi Patursson og eg hava tosad um henda møguleika, men spurning- urin er arbeiðsmegi og peningur. Sum kunnugt eru føroyskir studentar her ikki rikir, og studn- ingsmeguleikarnir heiman eru fáir, meðan vit hava borgarligar flokkar í landsstýrinum. Annars kann sigast, at »Skeggin« kanska er treytin fyri ellum ment- anarligum samverum her niðri. Har fáa fólk at vita, hvar nakað hendir, har sleppa øll framat vid yrk- ingum, myndlist, og øll- um meguligum eðrum, so hann má sigast at hava ómetaligan mentanarligan tydning, hóast honum honum ikki er unt oyra frá tí almenna heima. Honum vantar pening og arbeiðs- megi, og mangur føroy- ingur her man hava for- sømt próvtekur og nåms- virksemi fyri arbeiði við Skeggjanum, eg eri í hvussu so er ein av teim- um. Men tá ein metir mentanina føroyinga mill- um at hava stóran týdn- ing, so kryplar í fingrun- um eftir at gera eitt ar- beiði. Skeggin er ókeypis. og tað er gott klárað av foroyskum útisetum, sum neyvan eiga til breyd, at framleiða eitt ókeypis tid- arr:!, av ti at tað er neyð- ugt fyri mentanarlivið. SKEGGIN upplýsir um Á