Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. desember 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

& + É LE Nr. 95 — 16. desember 1978 sosialurin Sida 9 A fyri, at tað var so einsligt her úti um veturin. — Tú evigi Guð sum her er vorðið einsligt. Hann mintist 300 fólk at hava búð í Mykinesi. Hagani og til dagin í dag, tað er sanniliga dapurt. Sjálvur skuldu hann og konan flyta til Havnar nú í summar at búgva. Hesin gamli hevði rætt i ti hann segði. — Tá summearfritidin kemur, kemur lív í aftur, tá koma øll út, ið eiga hús her úti. Tá er lívligt aftur innan veggja undir nær- um hverjari lond. Men henda letan er bara so stokkut. Vit spákaðu millum húsalonirnar, til sólin goymdi seg aftan fyri rød- ina. Vit leitaðu at her- berginum, sum ein góð- varin mykinesbúgvi hevði útvegað okkum. Stórfam- ilja — ella kollektiv — kundi hetta rópast, tá ið borðreitt var og øll sess- aðust kring borðið. Breyð- flísarnar lógu sum lomvigi á rókini á borðinum. Tað unga slagið, ið stendur í vekstri, etur nógv og skjótt. Tað var skjótt, at rókin varð sópað. Onkur hevði turran fisk og spik og keld epli við sær. Eisini tað var skjótt uppi. Tað smakkaði alt so avbera væl. Men mundi tað ikki smakka serliga væl, tí tú vart úti í Mykinesi? Rein luft, iðandi fuglaliv eina reipslongd frá húsinum. Alt kendist sum í einum ævintýrlandi, men Myki- nes er eitt satt ævintýr- land fyri fólk flest. Teir ungu dreingirnir vóru alspentir at sleppa út í lundalandið — út í Lamban. Lærarin legði teimum eina við ikki at taka nekur óráð fyri. Hetta lovaðu teir. Tá ið Brúsi fór til Íslands, var tað kópurin Selur, sum flutti hann av útoynni inn á meginlandið. Har kom hann í lundalandið — har hundraðtals lundar sótu lið um lið á teim grenu túgvunum. Samtidis flutu aðrir hundraðtals lundar í kring. Tá tú sigur hesa segu fyri bbørnum, ið ikki kenna til >lundalívið<, er hetta inans eitt ævintýr, ið livir í huganum á teim- um. Tað er ikki í tilknýti til nakað veruligt, sum tey kenna frá ti dagliga lívin- um. Og tað eru tey, ið aldri fáa at siggja og upp- liva lundalandið. Summi fáa hevi til at gera eitt rend út higar í hetta ekið, sum ber hetta heiti, með- an nøkur heilt fá liva og anda við í gongdini í hes- um ævintýrlandinum við íðandi lundalivinum. Vit vórðu hugtikin av hesari mynd. Í huganum var hetta ein hvervisjón — lognbrá, ikki ein hvenndagssjón. Men hugsast kann, at hetta bert var ta einu ferðina, vit fingu hevi at koma so nær ti, ið sjálvur Brúsi bæði sá og hoyrdi í tí lundalandinum, sum hann vitjaði. Onkuntið fer henda »hvørvisjon« at kveistra hesa kveldmynd fram aftur í hugan: ung menniskju, túsundtals lundar, sjóð av runinum undir oynni, kveldarroðin, tigandi hús, okkurt svart- bakagorr, seyðajarm... og so orðini hjá Karsten Hoydal: Livid! Dýra undur, eg lutur av, eitt ævinleikaboð av magn og anda, sum skelvur gjøgnum loft og jørd og hav við ljósi, myrkri, vekstri og við vanda, tað stutta bil, tú streym- ar gjøgnum meg,, eyðmjúkur hugur mín skal opin vera, í skapninginum øllum tekkja teg og tær í verki sátt og semdir bera. Vit sótu kvirr eina góða letu, lótu náttúrina yvir- vinna okkum, fleða var- liga inn í teir innastu krókarnar á hesum vekru ungu menniskjum, tesk- andi... eitt ævinleikaboð av magn og anda. Vit leitaðu aftur at hús- um. Tá vit komu í gong- ina, hoyrdu vit sjóðið frá ketlinum. Nátturðin varð settur á borðið, trongligt var, men væl bar til. Prát- ið varð um leyst og fast — um farnu skúlatíðina og um framtíðina. Kveldið gekk við kaffikoppinum í hondini og hugnin var stak góður. Onkur helt fyri: — Hevdu vit nú ligið vedurføst, tað hevði eg ynskt! Øssur tók guitarin fram, og so rungaði eftir í: »Ur ellum ættum koma vindar...< So mangan mundi tað hava verið sagt við hesi ungu at skikka sær væl, bæði av foreldrum og lær- arum. Æran er fagrasta træ í skóginum. Hvar tú so enn fert her á klótini, bert tú fyrst og fremst boð um teg sjálvan, síðan um heimið og skúlan. Fert tú í fremmand lond, so bert tú boð um land og fólk. sum tú sjálvur ert sprottin av Tað skuldi verið undar- ligt, um ikki okkurt árinið av foreldranna og skúlans uppaling rerdi við hesar viðkvæmu sálir, festi ret- ur og bar frukt. At vera ærukærur er ein dygd — tað kunna øll vera. Vera góður við foðilandið — tað liggur kanska ikki so langt frammi í huganum longur. Men land eiga vit og tað so fagurt og so fritt, og henda oyggj. vit vóru á í kveld, var ein partur av okkum. Og so var sungið so eiggiliga. > at Ferovum eg ei skomm skal gera, men tær í æru halda má...< Var ikki ein farri av stoltleika, id lysti ur and- litinum, tá hetta varð sungið? Hóast tað tjóð- skaparliga liggur goymt í onkrum skoti í huga okk- ara, so líkar okkum væl, tá nomið verður við tað, ella sligið á streingir, ið tulka tað samband, vit hava við land og fólk. Kveldið leið — náttin var ung, tá kropið varð í sovipjekurnar. Ein fitt løta gekk, áðrenn tú fekst blund í eyguni. Til endans ruraði tað ljóðið teg í blund, sum dansaði kring herbergið á eini útoyggj. Tað lióðið, sum til allar tíðir hevur rurað alt liv- andi í blund við teim somu legum — kveld og kveld og ár um ár. Tað var hetta, ið hoyrast kundi í hesi stillu summarnátt. Tú sovnaði og droymdi um túsundtals lundar, ið flugu í kring... Tá ið tað rivaði fyri eyg- unum, vóru allir lundarnir farnir sínar leiðir út á tað vidopna havið — bert ein lundi sat eftir við holuna og gorraði. Tú vaknaði av hesum hulisliga gorr- inum... tá var tað Jákup Pauli, ið lá og snorkaði og dró andan so tungan. Ju, hvervisjónin var longu farin at mala afturá aftur (framhald)