Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-12-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. desember 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 96 — 20. desember 1978 sosialurin Síða 3 Verkfrødingafelagid vil byggja egin hus Átrokandi at fáa høli til m.a. skeidvirksemi Verkfrødingafelagid hevði ársaðalfund herfyri. Tveir av nevndarlimunum stóðu fyri = afturvali. Annar teirra, Torbjørn Poulsen, ynskti ikki at koma aftur í Hjarnar Djurhuus luttók á orkuskeiðnum, sum skipað var fyri í Havn herfyri nevndina. Nýggja nevndin í felagnum er henda: Hjarnar Djurhuus, Trúgvi Guttesen, Martin Wang (nývaldur), Arn- finnur Setberg (afturvald- ur) og Poul Pøhlsgaard. Gamla nevndin situr ár- ið út og fyrst í næsta ári fer nýggja nevndin at skipa seg Hølistrot Eitt av teimum málum, sum Verkfreðingafelagið arbeiðir við í letuni er húsaspurningurin. Í dag leigar felagið heli frá Skipshandlinum á keiøk- inum. Formaðurin í Verkfrød- ingafelagnum, Hjarnar Djurhuus sigur, at tað er átroðkandi hjá felagnum at fáa egin høli. Teir ar- beiða ti fram ímóti at fáa eitt grundeki at byggja á. Tórshavnar kommuna hevur ávíst teimum eitt eki, men enn er eingin endalig avgerð tikin í hes- um spurningi. Tá Verkfreðingafelagið herfyri seldi Tórshavnar kommunu Pætursastovu í Havn, fekk felagið tað lyfti, at kommunan skuldi hjálpa felagnum við eðr- um høli ella grundøki. Hjarnar Djurhuus visir á, at tað hevur stóran týdning fyri felagið, at teir fáa egin hús. Hann heldur tað vera skeivt, at verkfreðingar fara uttan- lands á skeið, tá hetta eins væl kann gerast í Feroy- um. Formaðurin í Verkfrød- ingafelagnum sigur víðari, at útviklingurin á verk- frødingaøkinum er so stór- ur, at neyðugt er at loysa hølisspurningin. Lønarspurningurin Ein annar sera åtrodk- andi spurningur eru lønir- nar. Verkfrødingafelagid hevur havt ein arbeiðs- bólk, sum hevur gjert eina kanning av lenarlagnum hjá verkfreðingum í Fer- oyum. Í dag vera verkfreðing- arnir lentir eftir donskum sáttmálum. Hetta vil Verkfrødingafelagid nú hava broytt soleiðis, at lenarlagið verður fer- oyskt. Í einum skrivi um at broyta hesi viðurskifti heitir felagið tí á lands- stýrið um at samskipa lønarstigan hjá teimum trimum verkfreðingabólk- unum undir einum fer- oyskum lenarlag. Teir sáttmálar, sum landið, kommunurnar og virkir í Feroyum í dag løna verkfreðingum eftir, eru reinir danskir sátt- málar. Felagið hevur fingið upplýst frá landsstýrin- um, at landsstýrið fer ikki at taka endaliga steðu til spurningin, fyrr enn eitt nýtt landsstýri er skipað. Spurnarkassi um skattamål byrjar aftur Regin Thomsen svarar Vit hava fingið nýggja skattalóg. Hon er komin í gildi og kemur at virka frá næsta skattaári. Av tí at nýggja skattalógin ferir við sær fleiri broytingar í núverandi skattaskipan byrja vit nýggjan spurn- arkassa um skattaspurn- ingar. Hetta er táttur, sum áður hevur verið í Sosial- inum — og sum fekk stóra undirteku tá. Tað verður eins og áður Regin Thomsen úr Havn, sum fer at svara spurn- ingum um nýggju skatta- lógina. Vit byrja í januar og leggur Regin fyri við at greiða frá teimum mest týðandi broytingunum í núverandi skattaskipan. Allir lesarar blaðsins kunnu senda spurningar til Sosialin. Merkið kon- voluttarnar »Skattur«. Um undirtøkan verður nóg stór, er ætlanin at hava skattaspurnarkass- an í hverjum blað. mitt jólaynski Noomi Jul: — Hatta havi eg slettis ikki hugsa um. — Eg havi eingi ynski, men eg eri glaður fyri tað, eg fái. Turið Dahl: — Eina uppvaskima- skinu, grýtur og iløt. Petur Kruse: — Eg eri í ferð við at byggja mær hús, so um eg fekk okkurt til tað, so hevði tað verið gott.