leygardagur 23. desember 1978síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sosialurin
Tveir dreingir komu var-
liga gangandi i månalys-
inum oman millum tey
ytstu húsini i bygdini,
hildu sidan ut eftir ti nått-
arfrystu mølini, oman å
helluna, at einari litlari
vík. Teir vóru báðir sjó-
klæddir. Annar bar eina
skjáttu á baki og hin tvær
árar á økslini.
Undir einum lágum
kletti, innast í vikini,
steðgaðu teir á. Har var
eitt loft undir klettinum,
so mikið rúmligt, at ein
lítil bátur fekk staðið har.
Sjógvurin hevði holað
hendan skútan út so við
og við fyri ævilangari tíð
síðani. Landið var hækk-
að, síðan sjógvurin hevði
útint hetta verk, so at nú
stóð bátur tryggur har í
skútanum, um tað so var í
ringasta vetraruppgangi.
Har stóð ein bátur, sum
faðir dreingjanna hevði
átt, og sum teir vóru
slopnir út á flot við í vár
og í summar, tá bestu lík-
indi vóru. Móðir teirra
hevði latið gamla Jákup
ætlað teimum um veðrið,
hevði sloppið teimum av-
stað, tá hesin gamli, upp-
lagsti útróðrarmaðurin
segði tað sama sum út-
varpið.
>Heldur gamli Jákup,
at tað eru líkindi, at lata
teir fara til útróðrar í
dag?< kundi hon spyrja
hin gamla og ansaði væl
eftir, ikki at nevna út-
varpið, tí at gamii Jákup
helt lítið um veðurspáir.
Hann segði, at gamlir sjó-
menn hirdu lítið, hvat
hasir lærdu segdu. Tá var
barometrið frægari, tó tað
var illa eftirfarandi — eins
og alt hetta nýggja —
best mundi roynast, at
menn litu á eyguni og
royndirnar, jú madur!«
Áðrenn Jákup gav nak-
að svar, hugdi hann upp í
loft, beit á kampin, rendi
eyguni í ymsar ættir,
snýsti og dró andan djúpt
og klóraði sær í skeggin-
um. So segði hann tá sum
oftast — heldur óskilliga,
tí hann var vorðin næstan
tannleysur:
>Sja, sjú, jú — man tað
ikki vera, barnið? Eg
haldi, tað átti at verið
vandaleyst, Gunnu-skinn-
ið.<
Men viðhvert kundi
hann eisini siga:
»U—humm, — einki
tori eg at gera av um tað.
óreinsetta — nei. eg taki
ongar ábyrgslur av tí, at
hasin kloddin, har í nordi,
Jólagavan
Hans Dalsgaard
tyddi eftir
Gudmund G. Hagalin
ikki fer at losa so mikið, at
tað verður sjómonnum
tínum ovboðið, Gunnu-
toppan.«
Dreingjunum tokti
hetta nógv avgjørt, at
hann skuldi kalla móður
teirra barn, skinn, órein-
setta og toppa, men hatta
orðalagið hevði hann við
oll, kallaði t.d. sjálvan
kommunuformannin
>ránskroppurin, sleður-
settur« — og sum oftast
var vandaleyst at fara
eftir tí, sum hann segði
um veðrið.
Í gjár vóru teir komnir
til hansara, har sum hann
stóð úti undir vegginum
og studdist fram á stavin.
Og Torkil hevði spurt
hann, bara soleiðis, sum
einki skuldi verið:
»Hvat líkist tygum á
veðrið, Jákup gamli?“
Hann hevði skimast,
snýst og sogið inn andan,
slept aðrari hondini av
stavinum og klórað sær í
skegginum:
„Sjá, sjú, jú, segði
hann so. „Haldi veðrið
mátti verið álítandi, ol-
mussudýrini. Næstan
stilli av norði. Hevði verið
lagið manni at flotað út í
Hevdadjúpið, ikki meira
enn lítil hálvtímaróður
við tveimum árum í slík-
ari logn, sum í dag. Har
dró eg einaferðina upp í
bátin einsamallur
Torlaksmessudag. Sekk-
laðin, skal eg siga tykk-
um, av blonkum toski,
men nú hevur ikki í mong
harrans ár verið livandi
kykt at fingið har, tað
hava fjandans togararnir
gjørt. — Men tað kundi
heldur eingin latið smá-
dreingir farið so langt út,
nú dagurin er so stuttur,
hóast ljóst er í veðrinum
og ikki av tí kaldasta. Ey,
nei, nei, jassar minir.«
Sidan høvdu dreingirnir
lurtað eftir útvarpinum,
og veðurspáin hevði hildið
við hinum gamla. Og nú
stóðu teir har búnir til
útróðrar, løgdu inn í bátin
tvey sneri og nakrar fryst-
ar sildir, sum teir høvdu
fingið í gjár frå íshússtjór-
anum. Teir høvdu sagt við
hann, at teir ætlaðu at
lata mammuna steikja
tær. v'ta um tær vóru et-
andi enn, aftaná at hava
ligið har síðan í summar
Tá teir høvdu lagt inn,
loystu teir båtin, lyntu og
tóku skorðurnar undan og
fingu teir hann lagaliga á
glid, ti at eitt sindur bratt
var oman í fjøruna og teir
vóru vanir við at draga,
vistu at seta knøini inn
undir og halda eftir, so at
hann ikki skuldi fara å
strok og ikki falla å lidina.
Tá teir høvdu fingið båtin
oman í sjóvarmálan,
løgdu teir lunnarnar niðan
frá, flotaðu og løgdu út
árar. Tá teir vóru komnir
út úr víkini, hildu teir út-
eftir, leyst við hevdan har
úti á syðru síðu á fjørdin-
um.
Dreingirnir itu Torkil
og Bjarni. Torkil var
trettan ár og Bjarni ellivu.
Tórstein, faðir teirra,
hevði verið formaður á
motorbátinum Treysta, ið
hevði verið utgjørdur hað-
ani úr bygdini. Hann var
tiltikin, bæði fyri sjó-
mansskap og fiskieydnu,
hevði mangan brattan far-
ið um vetrarnar, men ong-
antíð verið fyri óhappi.
Men so eina ferðina í bar-
dagaárunum, var Tór-
stein farin til útróðrar ein
góðveðursdag í juni mán-
aða og spurdist ikki aftur.
Veðrið var hitt sama, men
bátar, sum høvdu verið
um somu leiðir, høvdu
hoyrt nógv skot, og ein
teirra fann linustamp, ið
merktur var Treysti.
Stampurin var gataður av
glødandi kúlusplindrum.
Týskur kavbátur hevði
beint fyri monnunum við
spreingikúlum og sekt
Treysta at botni.
. Tað var blikalogn,
men kortini kendu dreing-
irnir sum ískaldan gjóstur
um seg, har sum teir róðu
út eftir fjorðinum inni í
skugga fjallsins. Til
vinstru handar var Hevd-
in — sum ein svartur
heysur á einum risastór-
um dýri, sum lá fram á
labbarnar, men longur yv-
iri á fjerðinum kastaði
mánin eins og glitrandi
sand niður á sjógvin. Lítli
Bjarni leit yvir móti
Hevdanum. Haðani
hoyrdist trellsligt dun.
Tað var eins og dýrið
murraði í svevni, og lítli
Bjarni krýkti seg í herð-
unum.
»Rogv ikki so hart«,
segði Torkil ráðuliga við
bróður sín. >Tú mødir teg
út. Eg haldi, tað gongur
væl. og vit hava góða tíð.
Fiskurin tekur neyvan
fyrr enn í lýsingini, kenni
eg hann rætt.« Torkil
spýtti yvir á sjógv millum
tenninar og legði so aft-
urat: >Somikið skuldi ein
vitað!“
Bjarni segði einki. og
Nr. 97 — 23. desember 1978
teir róðu tigandi eina lotu.
So segði Torkil hóvliga,
men við týðuligum fjáltri
á málinum:
»Hvat man mamma
fara at siga?«
»Vituliga verður hon
hjartkipt, men tað verður
hvussu tað kann.«
>Ja—ja, so er hetta
roynt<, segði Torkil ráðu-
liga og streyk sær um nes-
ina við vattabakinum,
sum menninir vóru vanir
at gera, tá teir stóðu
vinnuleysir undir
bryggjuhúsunum og tal-
aðu um tíðirnar og vinnu-
loysið. »Meg droymdi,
skal eg siga tær, beint
áðrenn eg vaknaði, at eg
glímdist við eina gentu.
Tað átti at verið fyri
veiðu, vildi eg hildið, og
tann sum nú kundi komið
aftur at landi við sjófest-
um báti, gamli!
Bjarni rykti andan til
sín og stakk úr stað á
bekkinum, men hann
tagdi sum áður.
Nú var so illa vorðið, at
tryggingarpeningurin,
sum móðir hevði fingið,
var uppi; mesti parturin
var farin fyri skuld uppá
húsini. Fiskaarbeiði hevði
einki verið nú í seinastuni.
Mamman skyldaði í keyp-
felagnum og helt, at hon
als ikki kundi biðja um
meira har. Hon hevði tal-
að við dreingirnar um
hetta nú í fyrradagin, sagt
við teir, at hon einki gott
kundi gera teimum til
jóla, teir skuldu íkki
vænta sær nakran ser-
stakan hegtiðsmat. Men
hon væntaði tað av teim-
um, at teir tóku tað sum
tað nú var. Eftir nýár
mundu bátarnir fara at
rógva út — og nýtt bráð-
frystihús verða tikið í
brúk, og tá fekst nógv og
væl lønad arbeiði.
... Nú var Torlaksmes-
suaftan og so hevði Bjarni
funnið uppá, at teir
skuldu støkka út i Høvda-
djúpið. Í summar høvdu
teir viðhvert selt fyri einar
tjúgu krónur, og móðir
teirra hevði rósað teimum
fyri dungan. Men Torkil
segði. at tað var hvert
sitt, Joansøka og Torlaks-
messa. Hetta var bara vit-
loysi og barnaskapur av
Bjarna, eingin fiskur i
Djúpinum og alt veður
kundi koma á teir. Men
Bjarni hevði hildið seg til
tað, sum gamli Jákup
hevði so ofta sagt teimum
frá um vetrarfiskiskap í
Hevdadýpi — og veðrið
— tað kundi eisini halda
sær um veturin. Hugsa
sær, at koma aftur at
landi við nokrum hundrað
pundum av havtoski! Og
endin varð so tann, at
Torkil eisini fekk hug at
royna tað, við tað, at út-
varpið og gamli Jákup
søgdu tað sama um veðr-
ið.
Tað lýsti, tá dreingirnir
hildu seg vera komnar út í
Høvdadjup. Teir løgdu ár-
arnar inn og tóku til snør-
ini. Teir hovdu ongantið
kastað har áður, og Torkil
segði:
»Tad er best, at eg
skamti dypid fyrst. Tad
eigur at vera tretivu—
fjøriti favna dypi i sjålv-
um Djupinum, men ikki
meira enn frå sjey til
fjúrtan favnar uppi á ti
grunna — mest átjan, her
norðan av Bláfelli. Gamli
Jákup segði mær frá tí
einaferð í heyst<É.
Hann loysti av súluni,
tók eina sild og skar sær
agn, tók so ongulin, sum
hann hevði blankað væl
kveldið fyri, og egndi.
Síðan kastaði hann og lat
ræsa at botni. Hann stóð
har mitt í bátinum og lat
snerið renna igjøgnum
krepta hondina, langur og
klæntrasligur. Hann var
ljósleittur og hevði góðs-
ligt yvirbrá. Bjarni sat á
toftubekki. Hann var lág-
ur og samanrikin, dimm-
ari í hári og hørund enn
bróðurin, men reinholdað-
ur eins og hann. Hann var
brúnatyngri og álvarsam-
ari í andliti og í eygna-
bránum var dulkend glóð,
men úr eygum Torkils
skein ivrigt ótol.
So við eitt helt snørid
uppat at renna.
»Fjøriti favnar«, segði
Torkil. »Mitt i sjålvari
kulluni. Hann heimtadi og
for sidan at fila.
Bjarni legdi seg ut å
stokkin og stardi niður i
sjogvin, eins og hann vildi
fåa sær eyga å fiskin har
nidri i dypinum. Torkil
filadi og heimtadi til skift-
is uttan at verda varur vid
nakad livandi og brått
kom vónloysisbrá i andlit-
i3 å honum. Hann helt
fyri.
»Eydvitad fåa vit ikki
livandi kykt.«
»Vit royna at førka okk-
um norður i hellingina.
Gamli Kolbein segði, at
har kundi bragda, um
hann ikki kendist niðri í
sjálvum djúpinum<. Og
Bjarni legði seg afturá og
setti føtur í bekk.
Torkil dró upp, hugdi at
agninum og leit út á sjógv.
So segði hann hvattliga:
„Hetta man vera nog-
mikið. Djúpið er ikki víð-
ari enn ein lítil hylur«.
Bjarni legði inn og
loysti snerið upp, meðan
Torkil kastaði. So leit
hann at bróðuri sínum og
segði fámæltur:
>Vit skulu biðja Gud
geva okkum fisk, um vit
kortini longu hava biðið.
bæði í gjårkvøldid og i
morgun.«
Torkil skeitti yvir at
bróðuri sínum, so segði
hann lágmæltur.
>Tað ger einki at royna
tad.«
>Tað er einki at royna.
Vit skulu bara trúgva tí.
at hann gevur okkum fisk-
in. Eg ætli mær beint at
biðja hann — ikki innan-
tanna, men so at tað hoyr-
iste. Og lítli Bjarni tók
húgvuna av og bað: >Góði
Gud gev okkum nú
nógvan fisk í dag, so at
mamma okkara kann
verða hjálpin. Tú ger
hetta fyri okkum, um vit
kortini ofta hava verið 6-
dælir og vidhvørt eisini
bannað — ja, og hóast vit
hava sníkt okkum til sjós,
men tað máttu vit gera,
sum tú siálvur veita.
Hann steðgaði á, ivandi,
so legði hann aftrat: »Vit
skulu royna — eg sigi, vit
skulu royna, at vera góðir
dreingir... Amen!«
So setti hann búgvuna
aftur á høvdid, egndi seg
og kastadi, og Torkil, sum
eisini hevði tikið av sær
húgvuna og hevði sitið
stillur, meðan lítli Bjarni
bað, setti nú húgvuna aft-
ur á hevdið, heimtaði og
fílaði av góðum huga.
Hann kendi við tað sama,
bregaði við og fór at
draga.
»Halo, haló!< rópaði
hann og veipaði egiliga
meðan hann dró.
Bjarni knikkaði við
hevdinum:
»Har sært tú, um tað
gjørdi nakað at biðja
hann!< Bjarni heimtaði og
spurdi so: >Er hann stórur
— heldur tú?<
»Ja, góðin — bæði
vænur og vakstraligur.
Hann setur nógv á. —
Tað er á tretivu favn-
um, hann stendur, hin
gamli<... Og Torkil dró
tað dýrasta hann var
mentur. Fiskurin var
herviliga knykkjutur at
draga, so Torkil var rodn-
aður í andliti, tá hann
hevði fingið hann at borði.
Hann hugdi út um, fyri at
vita hvussu stóð í honum.
Jú, hann hevði kjafttikid
og væl stóð í honum.
Drongurin ripti fongin inn
í bátin, tók húgvuna av og
rópaði ovfarakátur:
»Hurrå fyri ti fyrsta!«
Nú var Bjarni eisini
farin at draga, so hann
ansaði ongum eðrum.
Fiskurin setti á, so at
hendurnar á hesum lítla
vóru ofta líka í tollinum,
men hann beit tenninar
saman og setti føtur i
spenni, og tað endaði við,
at fiskurin lá í skutinum,
yvirvaksin toskur, væl
sterri enn tann fyrsti hjá
Torkili.
>Her er fiskur sum
murra,< segði Torkil og
leit av Høvdanum, sum
bar upp fyri bygdina.
»Bara nú eingin sær okk-
um, og teir koma at sleipa
okkum inn aftur.«
»Vit fara ikki, fyrr enn
báturin er ladin,« segði
Bjarni og síðkaði brýr.
Hann hugdi eitt eygablikk
at Torkili, hugsaði seg um
og segði síðan lágmæltur
líkasum í trúnaði: »Um so
er, at onkur sær bát her.
man tó eingin hugsa sær,
at tað eru vit, sum eru á
útróðri. Eg tók skoytur-
nar, skal eg siga tær. og
krógvaði tær. Tú veit. tær
hingu beint innanfyri
koksdyrnar. Eg hugsaði,
at mamman tá fór at
halda, at vit høvdu stolið
okkum inn í dalin, sum
LE
De
TTT