leygardagur 6. januar 1979síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 1 — 6. januar 1979
sosialurin
Síða 9
>Ein kann so spyrja um skeivt hevur verið atborið, tá uttan-
landaskuldin, til tess at tryggja økt virksemi í samfelagnum
og til at útbyggja til framtidarmøguleikar, er økt í sjeytiár-
unum.
Sjálvur haldi eg, svarið er nei, men vert er at leggja aftur-
at, at nå rentubyrðan av hesi skuld togar upp ímóti 40 —50
mill. kr. árliga, er orsek til at sýna varsemi og at prioritera
ílegurnar soleiðis, at tær mest koma framleidslufremjandi
tiltøkum til góðar, og her eru mong eki enn at útbyggja
skulu rímuligir møguleikar tryggjast øllum, sum hava hug
at balast á hesum oyggjum.
Havi mangan nevnt, at tær studningsskipanir, vit hava
eru so generellar, at ofta fer peningur til beinleiðis vidkan av
einum forbrúki, sum frammanundan má tykjast rímuliga
høgt, í hvussu er tå samlaða orka samfelagsins verður havd í
havd í huga, meðan ov lítið verður latið á ødrum økjum.
Nevnda prioritering má fyrst í komandi ári fremjast eisini
í studningsskipanunum«.
Atli Dam, legmaður, gamlaárskveld 1978
300 mill. kr. merkja í lág-
konjunkturi, vil hin ein-
staki i 1978 helst ikki
halda, at hann inntekuliga
sæð er verri fyri enn í
1977.
T.d . verða fiskimanna-
inntekurnar pr. dag hægri
i 1978 enn i 1977 innan
allar veiduhættir, tá
rækjuskip, saltfiskatogar-
ar og kraftblokkaskip eru
undantikin. Hesi skip
vóru frammanundan tey,
har inntekurnar lógu í tí
frægara endanum.
Timalønt á landi og
fastlent hava sambært
sáttmálar tryggjað sær á-
vísan lønarvøkstur í 1978,
so eisini hesum roynist
árið hampuligt, serliga tí
meiri arbeiði hevur verið
fyri hendurnar, orsaka av
størri iløgum og viðgerð
av øktari råvørunøgd.
Hvat uppiløgurnar í
heyst hava havt at týða
fyri ársinntekur útróðrar-
manna hava vit tíverri enn
eingi tel fyri, men hugs-
andi er, at her er úrslitið
lakari hjá onkrum.
Ein kann so spyrja um
skeivt hevur verið atborið,
tá uttanlandaskuldin, til
tess at tryggja okt virk-
semi í samfelagnum og til
at útbyggja til framtíðar-
meguleikar, er ekt í
sjeytiárunum.
Rentuskuldin stór
— mugu prioritera
iløgurnar
Sjålvur haldi eg svarið er
nei, men vert er at leggja
afturat, at nú rentubyrðan
av hesi skuld togar upp
ímóti 40—50 mill. kr.
árliga, er orsøk til at sýna
varsemi og at prioritera
iløgurnar soleiðis, at tær
mest koma framleiðslu-
fremjandi tiltøkum til
góðar, og her eru, sum eg
skal koma aftur til mong
eki enn at útbyggja, skúlu
rimuligir møguleikar
tryggjast øllum, sum
hava hug at balast á hes-
um oyggjum.
Havi mangan nevnt, at
tær studningsskipanir, vit
hava, eru so generellar, at
ofta fer peningur til bein-
leiðis viðkan av einum for-
brúki, sum frammanund-
an má tykjast rimuliga
høgt, í hvussu er tá saml-
aða orka samfelagsins
verður havt í huga, meðan
ov lítið verður latið á oðr-
um økjum.
Nevnda prioritering
(sum teir nú nevna valið
millum meira og minni
neyðug tiltøk) má fyrst í
komandi ári fremjast eis-
ini í studningsskipanun-
um.
Búskapurin
Feroyskur búskapur,
grundaður á at nærum øll
framleiðsla skal útflytast
og nærum øll nytsla inn-
flytast, meðan arbeids-
treytirnar eru tengdar at
sáttmálaviðurskiftunum
við granna- og viðskifta-
lond, hevur sterri orsek
enn hesin hjá londum við
meira fjøltåttadum vinnu-
grundarlagi at fylgja við
alheims figgjarråkinum.
Serliga hevur tað verið
inflatiónin í vesturheim-
inum við væntandi bú-
skaparvekstri og versn-
andi gjaldoyristrygd, sum
hevur nervað okkara við-
urskifti.
Dollaravirðið, sum m.a.
er treytað av i hvønn mun
tað eydnast U.S.A. at fáa
javnvág í uttanlanda-
handil og framleidsluøk-
ing og tamarhald á infla-
tiónini, hevur so ovur-
honds stóran týdning fyri
okkara meguleikar, at
kenslan av, at hesin doll-
ari helst eisini í 1979
verður ótrygt gjaldoyra,
minna okkum á, at all
neyðug dubbingartiltok
mugu setast í verk at
tryggja framleiðsluni
rimuligari sømdir, og øll
hugsandi útbygging, sum
kann breiðka stødid undir
búskapi okkara, má
fremjast. Hetta verður
ikki gjørt, uttan at tað í
onkrum feri gerst trengri
hjá einstøkum tegnum
landsins. Samlaða orkan
er einaferð ikki sterri enn
framleiðsluvirðið og trú-
verdugheit okkara sum
lántakarar uttanlanda
fyriseta.
Í seinastu hálvársfrá-
greiðing síni metir OECD,
sum er vesturlandanna
felagsskapur fyri búskap-
arligari samvinnu, at út-
litið fyri 1979 er bjartari
enn verið hevur, bæði ti
teir vænta minkandi infla-
tión, og ti gjaldoyrissam-
vinnan fer at geva trygg-
ari gjaldoyrisviðurskifti,
men longu nú eru tekin
um, at sumt av tí, hesir
spádómir byggja á, heldur
ikki. T.d. kemur pris-
hækkingin, oljuútflytandi
londini hava boðað frá,
saman við rembingum í
hesum londum og í triðja
heiminum, helst at
merkja, at tann dollari,
sum enn er viðurkent
gjaldoyra í international-
um handli, ikki styrknar
tað, vit kundu vóna, men
heldur framvegis verður
veittur. Hetta saman við
óvissuni um avmarking-
arnar í okkara fjarfiski-
skapi kann lættliga ávirka
Ílegurnar í m.a. handilsbygningar hava verið ovurstórar
figgjarvidurskifti
til tad verra i 1979.
Føroya
Vaksa um
framleiðsluna
á flakavirkjunum
Vit verða tí í 1979 og árini
framyvir at útbyggja til
broyttar møguleikar, m.a.
við ílegum í ekta viðgerð
av fiski undan Feroyum.
Landsstýrið hevði i
summar ta meting, at
framleidsluorkan å fiska-
virkjunum, sum i løtuni er
70.000 tons vid 1 skifti
rakstri, sum skjotast må
verða økt til 110—120.000
tons. Ein kanning, sum
Egnsudviklingsdirektor-
atið danska just hevur
gjørt, tekur undir vid hesi
meting. Hetta krevur i
stutta tid iløgur uppå 150
— 175 mill. kr.
Hesar iløgur verða fyri
biligari fiskasløg sum
upsa, kongafisk og blå-
longu, so eftir stendur eis-
ini arbeidi fyri at tryggja
betri sølupris, effektivari
framleidslu og margfaldan
av vørusløgunum, seljast
skulu.
Arbeidi å øllum
plåssum
I idnadinum å landi og
landbúnaðinum verða eis-
ini stórtek at taka, sum
miða ímóti at tryggja ar-
beiði til allar hendur á
teim plássum, búseting er
í letuni. Hitt almenna fær
her uppgávur hvat stýring
og fígging viðvíkur, sum
svara til tann setning,
landið fyri árum síðani
setti sær fyri fiskivinnuna
og fiskaidnaðarvirkini.
Fyrsta dagin verður lat-
ið landsstýrinum nevnd-
arålit, sum ein idnadar-
nevnd greiðir úr hondum,
og vil hon geva okkum
grundarlag at meta um
hendan setning.
Afturat kemur, at i-
legurnar í orku til okkara
framleiðslurakstur og í
nýggjar orkumeguleikar,
við teim
saman um-
hvørvisverjandi tiltøkun-
um, verða ovurstórar
komandi árini.
Hetta sigur okkum, at
ráðini til eina forbrúks-
vidkandi lønar- og urtøku-
skipan ikki liggja beint
aftan fyri syn, ti skal sam-
felagsorkan fyrst og
fremst nýtast til at
tryggja framtíðina, meðan
havt verður í huga, at
einki samfelag í longdini
kann liva uttan javnvág
ímillum framleiðslu og
nýtslu, so kunna vit eins
væl beinanvegin gera okk-
um greitt, at varsemi í
nýtslu, skynsemi í út-
bygging og dubbing
kunnleikaliga verða hev-
uðstættirnir í skapan av
lívsmeguleikum her á
landi.
Medábyrgd og
avgerð alra íbúgva
Tey kendu orðini hjá
bretska politikkaranum
um útlit til eitt tíðarskeið
merkt av blóði, sveitta og
tárum søgdu júst í tidini,
tey blivu segd frá gald-
andi veruleika, men eru
tey síðani so mangan mis-
nýtt at mála daprar
myndir av mongum lívs-
viðurskiftum við. Tað er
eingin orsek hjá okkum at
nýta slíkt orðalag, tí vit
hava eitt gott samfelag,
eitt sterkt samfelag, eitt
rikt samfelag við mongum
meguleikum, verður tað
rætt umsitið. Men vit
skulu gera okkum greitt,
at tað arbeiðssemi, tann
virðing fyri materiellum
virðum og tað skynsemi í
umsiting, sum forfedrar
okkara skuldu eiga fyri at
skapa lívsmeguleikar á
hesum oyggjum, má ogn-
ast hverjum einstøkum
av okkum, og vit skulu
gera okkum greitt, at tann
stuðul, vit hver sær koma
at lata til framhaldandi
útbygging, aldri má ger-
ast ein koddi, sum loyvir
leiðsluni í samfelag og
framleiðslu okkara hvíld,
men bert elvir til at vinna
sum mest burturúr givn-
um meguleikum, tí ikki
ber til bert at draga
nýggjar meguleikar uppí,
teir tømast einaferð.
Hugsaninar um bein-
leiðis medábyrgd og av-
gerð alra íbúgva í hesum
samfelag eiga ti idag
sterri aktualitet enn nakr-
antid fyrr.
Politisk óvissa
Politiskt er steðan merkt
av ótryggleika og óvissu.
Valið í heyst hevur ikki
útloyst meguleikar fyri
skjótt at fáa í lag ein polit-
iskan meiriluta, sum vil á-
taka sær ábyrgd av teim
metingum og avgerðum,
neyðugar verða.
Men vónandi eydnast
samvinnandi fólkastýrin-
um innan alt ov leingi at
fáa til vega eina nóg
sterka politiska leiðslu í
hesum landi.
Hendan fær úr at gera,
fyrst og fremst við at kon-
solidera verandi samfel-
agið, seta í verk tey stór-
tiltøk, samtykt vórðu í
heyst og framhaldandi
skapa trygd sosialt og
vinnuliga við góðum um-
steðum at liva eitt rikt
andaligt og mentunnarligt
lív her á landi.
Hetta gamlaárskveld
skal eitt av ynskjum min-
um fyri Feroya fólk verða,
at tað ikki eydnast kreft-
um, sum helst sáa mis-
negd, og í góðskunnar
seyðaklæðum, sum ofta
eru sjálvgóðskunnar ússi,
gera seg til dómarar yvir
medmenniskjum, sum eis-
ini gera sína skyldu í okk-
ara samfelag, at erkymla
so, at kenslan hjá hinum
einstaka av, at hann og
hon liva sum fræls menn-
iskju í frælsum landi,
verður skerd.
Vit lata ikki tað spæl
upp til intoleransu, vit á
ávísan mun hava merkt
seinnu tíðina, sleppa at
dálka okkara siðmenning-
arliga, mentanarliga og
andaliga umhvervi.
Tankar okkara leita til
teirra, sum í árinum vóru
fyri svárum missi, og
kenna vit djúpan samhug
við hesum.
Landsstýrisins vegna
ynski eg øllum feroying-
um burturi og heima eitt
eydnuríkt nýár og Harr-
ans signing í ti verki, vit
hver sær greiða úr hond-
um komandi ár.