Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-01-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. januar 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Býráðsfundir í Runavík Runavíkar býráð hevur kunngjert skránna yvir býráðsfundir í 1979. Fundirnir verða hildnir í Glyvra skúla hesar dagar kl. 17. 30. januar, 20. febr- uar, 27. mars, 24. apríl, 29. mai, 26. juni, 21. august, 25. sep- tember, 30. oktober, 27. november og 18. desember. 130 brot á ferðslulógina Í 1978 vórðu skrásett 130 brot á ferðslulógina í Vágum. Hetta er ein stórur vekstur í mun til árini fyri, í 1977 vórðu skrásett 95 brot og 68 í 1976. Í hálkuni seinastu tíðina eru ikki nógv ferðsluóhapp hend í Vágum, t.d. kom ongin fráboðan um óhapp seinasta leygardag, tá glerstoytt var á vegun- um. Sjålvstødugt føroyskt umbod Nevndirnar hjá Norð- urlanda ráðnum hava úr at gera næstu viku. Tær skula fyrireika ársfundin hjá Ráðnum, sum verður í Stock- holm 19.—23. februar. Legfreðisliga nevndin fundast mánadagin og týsdagin og skal m.a. viðgera spurningin um sjálvsteðugt føroyskt umboð í Norðurlanda ráðnum. Tað er Er- lendur Patursson, sum hevur lagt fram upp- skotið um sjålvstødugt føroyskt umboð. Utgåvan er stedgad Feroyska útgávan av ST tíðindum er steðgað við ársskiftið. Orsekin til steðgin eru figgjar- ligir trupulleikar innan ST upplýsir Eiden Miller, tíðindamaður. ST tíðindi eru út- komin í eini 15 —20 ár á føroyskum. Tó hevur ein steðgur verið í áð- ur. Hann var eisini vegna figgjarligar trupulleikar. Eiden Miiller, sum hevur havt útgávuna um hendi øll hesi árini, sigur, a hann hevur fingið tilfarið á donsk- um og enskum máli. So hevur hann sjálvur redigera tilfarið. Stersta dentin hevur hann lagt á sjóvinnu- tilfar. ST tíðindi kom út til allar skúlar, stovnar og t.l. Hanga aftur år bilum Á politisteðini i Klaks- vík verður sagt, at teir hálvvaksnu dreingirnir eru herviligir at hanga aftur úr bilum. Sagt verður, at hetta er ein sera vandamikil ólevn- aður, sum hvert ár hevur fleiri arm-, bein- og onnur brot við sær. 400 ferðsluóhapp í Eysturoynni Ein fyribilsuppteljing vísir, at knappliga 400 ferðsluóhapp hendu í Ey 100 fleiri enn í 1977. sturoynni í 1978. Tað eru Í ár er talið farið at nærkast 20. sosialurin Nr. 3 — 13. januar 1979 kring oyggjarnar At] an år fyri t koyra trukk og gravmaskinu Persónar, sum koyra maskindrivin arbeiðstól, skulu hava læru í koyring Nú skulu persónar hava fylt 18 ár fyri at kunna koyra gravimaskinur og onnur maskindrivin ar- beiðstól. Men persónarnir skulu ikki bert vera 18 ár. Teir skulu sambært kunngerð- ini frá landsstýrinum eis- ini hava fingið upplæring í at koyra og ansa eftir teimum arbeiðstólunum, ið talan er um. Tey maskindrivnu ar- beiðstólini, sum lands- stýrið nevnir í kunngerð- ini, eru hesi: trukkar, gravkyr, kranar, lossispøl og aðrar vandamiklar ar- beidsmaskinur«. Frammanundan hevur einki aldursmark verið fyri at koyra og ansa eftir teimum nevndu arbeiðs- tólunum. Nr. 106 18. desember KUNNGERD um passing av åvisum arbeidsambodum Vid heimild i $ 17, nr. 2, i legtingslóg nr. 58 frå 24. mai 1974 um arbeiðara- vernd, hevur landsstýrið fyrisett: $1. Persónar, ið passa truckar, gravkýr, kranar, lossispøl og aðrar vanda- miklar arbeiðsmaskinur, skulu hava fylt 18 ár og hava fingið neyðuga læru í koyring, åvikavist passing av hesum tólum. 2. stk. Tá koyrt verður á al- mennum vegi ella plássi við motordrivnum arbeiðsam- boðum, ið kunnu koyra skjótari enn 15 km um tím an, skal ferarin í minsta lagi hava ferarabræv til persónvogn $2 Landsstýrið kann vegna fyriliggjandi um staður gera frávik frå regl unum i $ 1. $3. Hendan kunngerðin kemur í gild: beinanvegin, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 56 frá 26. sep tember 1978 um passing av åvisum arbeiðsamboðum Foroya landsstýri, 18. desember 1978 Jákup Lindenskov (sign.) landsstýrismaður J. Djurhuus (sign.) Kunngerðin, sum varð lýst í Dimmalætting í des- ember mánað Ongar vanlukkur — men lyndi til spæl Eli Davidsen á Arbeiðs- eftirlitinum sigur uppá ein fyrispurning, at tað eru ikki hendar nakrar álvars- ligar vanlukkur, men til- rend hava verið til óhapp: — Tað er jú soleiðis, at ungfólk hava lyndi til at Eli Davidsen á Arbeiðseftirlitinum: — Ungfólk hava lyndi til at spæla, men ein ar- tó til at søkja um undan- taksloyvi. Eli Davidsen sigur, at í hesum feri hava teir hugsað um persónar undir 18 ár, sum framm- anundan arbeiða við ma- maskindrivnum arbeiðs- tólum. Tó roknar hann ikki við, at persónar undir 18 ár fáa loyvi at koyra trukkar úti á bryggjuni, hóast teir gera tað frammanundan, ti har er ferðslan so mikið nógv. Eli Davidsen leggur aft- urat, at úti á bygd, har tað er tørvur á arbeiðsfólki og har so at siga eingin ferðsla er, gevur Arbeiðs- eftirlitið vanliga undan- taksloyvi til persónar undir 18 ár til eisini at koyra á almennum vegi. beiðsmaskina er ikki leikutoy, tí hava vit sett eitt 18 ára aldursmark spæla og ein arbeiðsma- skina er ikki eitt leikutoy. Ti hava vit sett koyri- kort-aldurin, sigur Eli Davidsen. Men tað krevst tó ikki koyrikort fyri at arbeiða við teimum maskindrivnu arbeiðstólunum, uttan tá koyrt verður á almennum vegum og økjum. Tá koyrt verður á almennum vegum skjótari enn 15 km um tíman, krevst vanligt koyrikort til persónbil. Undantaksloyvi kann veitast Sambært kunngerðini ber Sendarin er bílagdur Sjónvarpsfelagið = hevur enn ikki fingið skrivligt sendiloyvi frá Post- og Telerafverkinum, upplýsir Karter Hejgaard, formað- ur felagsins. Tað ljóðaði annars í gjár, at felagið hevði fingið endaligt loyvi, men tað hevur tað ikki. Tó hevur felagið fingið eina munnliga til- segn um loyvi. Sjónvarpsfelagið hevur eisini bílagt ein sendara, sum kemur um einar 14 dagar. Stutt eftir kann farast undir sendingar.