leygardagur 13. januar 1979síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Me
Nr. 3 — 13. januar 1979
VESTERBRO BØRNINI (LP og MC) fæst i LM HANDLINUM TLF. 11220
Sida5
Minuspreinging i Vågum
— Heldarstindur fekk minu i trolið fyr
Týsdagin varð ein mina
sprongd i haganum norå-
anfyri Vatnsoyrar.
Tad var Heldarstindur,
sum fekk minuna í trolið
100 fjórðingar norður úr.
Fugloynni beint fyri jól.
Tá Heldarstindur kom
inn, var spreingiserfrød-
ingurin á Marinustødini
farin í jólaferiu. Tað
gjørdist tí ikki annað enn
at goyma minuna til hann
kom aftur úr jólahaldinum
í Danmark. Ein yvirmað-
ur á verjuskipinum varð
spurdur til ráðs og so varð
minan í — politibilinum
koyrd nidan i hagan, har
hon bleiv grivin niður.
lila tærd
Tysdagin kom spreingi-
meistarin vestur og gjørdi
av við minuna. Bresturin
var lítil, ti krútið var vátt.
Minan var so illa tærd, at
tað bar ikki til at síggja,
hverjum landi hon var frá.
Serfrødingurin metti, at
300 kg. av spreingievni
hava upprunaliga verið í
henni, men bert slakur
Heldarstindur — tvær ferðir fingið minu í trolið
triðingurin var eftir.
Hetta er aðru ferð,
Heldarstindur, sum er
bygdur i 1976, fær minu í
DE
ól
trolið. Fyrru ferðina var
hann á Munkagrunninum.
Eisini tann minan varð
sprongd í haganum.
Tryggleikaumboð
skulu nú veljast
Tryggleikaumboðið skal virka fyri góðum samstarvi um mál,
sum viðvíkja tryggleika, heilsu og trivnaði á arbeiðsplássunum.
Arbeiðsgevarin skal veita inntøkumiss í samband við tryggleika-
skeið 0.1.
Tað er nú líkt til, at í
næstu framtið fer Feroya
landsstýri at lýsa eina
kunngerð um tryggleika-
arbeiði á ellum vanligum
arbeiðsplássum.
Tó kemur ferming og
lossing ikki undir reglu-
gerðina. Tað sama ger seg
galdandi fyri byggi- og
verksligt arbeiði. Vidvikj-
andi slíkum arbeiði tekur
Arbeiðseftirlitið steðu í
hverjum einstekum feri.
Arbeiðseftirlitið hevur
gjørt reglugerðina, sum i
letuni er til góðkenningar í
landsstýrinum. Eli David-
sen á Arbeiðseftirlitinum
roknar við, at reglugerðin
kemur aftur frá landsstýr-
inum í næstu framtíð. Tá
verður reglugerðin helst
kunngjerd í fullum líki, tí
hon fær samband við alt
tað arbeiðandi fólkið í
Feroyum.
Tryggleikaumboð,
-bólkur og -nevnd
Sambært reglugerðini
verður tryggleikaarbeiðið
býtt upp í trý: tryggleika-
umboð, tryggleikabólkur
og tryggleikanevnd.
Meðan tvey tey fyrru
umboðini koma at virka
beinanvegin, reglugerðin
verður lýst, roknar Eli
Davidsen ikki við, at
tryggleikanevndin fer at
virka fyribils.
Tryggleikaumboð skal
veljast á ellum arbeiðs-
plássum, har tað eru
meira enn 10 arbeiðandi.
Eru fleiri deildir ella ar-
beiðseki á einum arbeiðs-
plássi, skal ein umboðs-
maður veljast fyri hverja
deild og hvert ekið.
Er talan um skiftiholds-
arbeiði skal eitt umboð
veljast fyri hvert holdið.
Umframt tryggleika-
umboðið skal ein tiltaks-
maður/kvinna eisini velj-
ast. Valið er galdandi í
tvey ár í senn. Umval
kann tó fara fram.
Skal arbeiða
saman við
leiðaranum
Tryggleikaumboðið skal
hava neyvt samstarv við
arbeiðsleiðaran á deildini
ella á arbeiðsekinum.
Saman skipa teir/tey ein
tryggleikabólk fyri ta
ávisu deildina ella arbeiðs-
eki.
Afturat hesum skal ein
tryggleikanevnd skipast á
øllum arbeiðsplássum við
yvir 20 fólkum í arbeiði.
Hon kann ávikavist
hava triggjar ella fimm
limir — alt eftir, um tað
eru ein ella tveir trygg-
leikabólkar á arbeiðs-
plåssinum. Limirnir í
bólkinum skipa nevndina
saman við einum, sum
hevur ábyrgd av virkin-
um.
Virka fyri trygd
heilsu og trivnaði
Í grein 6 í reglugerðini
verður m.a. sagt, at
tryggleikaumboðið skal
virka fyri einum góðum
samstarvi millum leiðsl-
una, arbeiðsleiðaran og
arbeiðararnar um øll mål
sum vidvikja tryggleika,
heilsu og trivnaði á ar-
beiðsplássinum.
Tryggleikaumboðið
skal eisini ansa eftir, at
amboð, reiðskapur, ma-
skinur og onnur teknisk
útgerð er í forsvarligum
standi. Eisini skal umboð-
ið luttaka í ráðaleggingini,
tá tryggleikatiltøk skulu
setast í verk.
Tá tryggleikaumboðið
er í iva, hevur tað rætt til
at spyrja Arbeiðseftirlitið
til ráðs, eins og tað hevur
rætt til at fáa eintek av
ellum teimum boðum,
kunngerðum og fyriskip-
anum, sum Arbeiðseftir-
litið sendir út til viðkom-
andi arbeiðspláss.
Tryggjaður eins
og álitismaður
Tað eru í eðrum londum
nógv demi um, at trygg-
leikaumboð koma í stríð
við arbeiðsgevaran og ofta
hava arbeiðsgevarar havt
lyndi til at sleppa sær av
við heldur nask trygg-
leikaumbod, men umboð-
ini eru sambært feroysku
reglugerðini tryggjað móti
uppsegn á sama hátt sum
vanligir álitismenn.
Tryggleikaumboðið
skal annars ikki á nakran
hátt vera verri fyri. Sam-
bært grein 8, petti 2, skal
arbeiðsgevarin bera allar
útreiðslur, sum hava sam-
band við tryggleikaar-
beiðið. Arbeiðsgevarin
skal eisini veita trygg-
leikaumboðnum 'nntøku-
miss í samband við neyð-
uga lutteku á skeiðum og
eðrum upplysingartiltøk-
um, ið hevur við trygg-
leikan at gera.
Ansa eftir
at fyriskipanirnar
verða hildnar
Arbeiðið hjá tryggleika-
bólkinum er í stóran mun
tað sama sum tryggleika-
umboðnum. Bólkurin skal
geva leiðbeiningar og ansa
eftir, at arbeiðsgongdin er
Framhald á síðu 14
kring oyggjarnar
Bygdarhúsið
í Miðvági
tikið í brúk
Á jólum varð ein part-
ur av niðaru hæddini í
bygdarhúsinum í Mið-
vági tikin í brúk. Hel-
ið, sum er 150 m? til
steddar, verður brúkt
til dans, opið hús og
borðtennis. Nystovn-
aði diskotekklubbin
Gleimur leigar helið
tvey kveld um vikuna
og ætlanin er, at bygd-
arhúsnevndin skal
skipa fyri opnum húsi
tvær ferðir um vik-
una. Eitt borðtennis-
felag er nýliga stovnað
í Miðvági og tað hevur
húsinum
Arbeitt verður nú við
at innilukka húsið
Goymslurnar
skulu nú
góðkennast
Arbeiðseftirlitið hevur
gjert eina reglugerð um
goymslu av spreingi-
evnum. Reglugerðin er
í letuni hjá politimynd-
ugleikanum til ummæl-
is.
Sambært kunngerð-
ini skulu allar goymsl-
ur til spreingievni góð-
kennast, áðrenn
spreingiloyvi kann
verða givið.
Arbeiðseftirlitið er
annars í letuni í ferð
við at gera eina reglu-
gerð um flutning av
spreingievnum. Seinri
fer eftirlitið at gera
eina reglugerð um brúk
av spreingievnum.
Annars hevur Ar-
beiðseftirlitið fingið
samstarv við SEV um
bátaspel, soleiðis at
trygd er fyri, at báta-
spel eru í lagi, áðrenn
streymur verður settur
til neyst.
Tað eru hend fleiri
óhapp í samband við
elektrisk bátaspel. Ein
vanlukka í Klaksvík
kravdi eitt mannaliv
og á Argjum kom eitt
barn til skaða.
Brúkarafelagið
hevur panelfund
um sølu
og reklamu
Næsta mikudag skipar
Brúkarafelagið fyri al-
mennum panelfundi
um selu og reklamu.
Fundurin verður á Ho-
tel Føroyum og hann
byrjar kl. 20. Fimm
fólk koma at sita í pan-
elinum, eitt umboð
fyri S.M.S., eitt fyri
Keypsamtekuna, eitt
fyri Havnar detail-
handlarafelag og tvey
fyri brúkararnar.
Brúkarafelagið fer
aftur í ár at fyri
skipa fyr
k
Brúkarafelagið er
oheitur stovnur It
av endamålum felags-
ins er at fremja upplys-
andi virksemi til gagn
fyri brúkaran i samfel-
agnum.
Hvussu nogv vita
vit um, hvørji rætt-
indi, vit hava, og
hvørji krøv, vit kunnu
seta? Vit keypa, vit
gjalda. Vit lata okkum
leiða av alskyns re-
klamu, ið floymir yvir
okkum. Vit gjalda fyri
almenna tænastu, men
hvussu nógv vita vit
um okkara rættindi
har, og hverji krev vit
kunnu seta?
Tað eru rættindi og
krev brúkarans, vit
ætla at fáa lýst á kom
andi fundum, sigur
Brúkarafelagið í einum
tiðindabrævi
Hvidbjørnen
komin
Verjuskipið Hvidbjør-
nen kom til Føroya
mikudagin. Tað skal
avloysa Beskytteren,
sum fer til Grenlands
mánadagin.
Hvidbjernen verður
her til fyrst í april,
skipari er Ulrick Luc-
kow.