Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-02-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. februar 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 kring oyggjarnar sosialurin Nr. 9 = 3. februar 1979 Klaksvikingar lægstu tilbod uppå ringvegin i Havn Hósdagin vórðu tilbodini uppá gerð av ringvegi I i Tórshavnar kommunu opnað. Fimm tilboð komu: Kristoffur Dragaberg, Klaksvík, 6,46 mill. kr., Kanjon 9,92 mill., E. Pihl & Søn 12,40 mill., Guttesen og Staksberg 12,59 mill. og Lamhauge og Waagstein 12,95 mill. kr. Til samanberingar kann nevnast, at byarverkfrødingurin hevur mett arbeiðið at kosta góðar 10 mill. kr. Talan er um 1100 m av 13 m breiðum vegi, 120 m av 18 m breiðum og 685 m av 10 m breiðum vegi, ella tilsamans eitt vegarstrekki uppá slakar 2 km. Steða verður tikin til tilboðini á býráðsfundi, meguliga longu komandi hósdag, 8. februar. Nå líður væl til sett verður á ringvegin Lærlingarnir hava iandsfund Nú um vikuskiftið hev- ur Feroya handverks- lærlingafelag sín fyrsta landsfund. Felagið hevur fýra deildir, eina í Klaksvík, eina í Suðuroynni, eina á Skála og eina í Havn, og tað verða nevndir- nar í deildunum, sum metast á landsfundin- Eysturoyar javnaðarfelag um, sum er í Havn. Ætlanin er at hava slíkar landsfundir í hverjum ársfjórðingi. Meiningin er, at teir skula leggja arbeiðið hjá felagnum til rættis, soleiðis, at tað ikki í so stóran mun verður stýrt úr Havnini. Feroya handverks- lærlingafelag hevur nú uml. 400 limir. mótmælir >Kammerat Jesus« Á ársaðalfundinum hjá Eysturoyar javnaðar- felag í Runavík herfyri varð einmælt samtykt at heita á felagsleiðslu javnaðarfloksins um at virka fyri, at stuðulin, sum Mentanargrunnur Norðurlandaráðsins hevur latið til útgávu av bókini »Kammerat Jesus«, verður tikin aftur, og, um feroyska umboðið í Mentanar- grunninum hevur at- kvett fyri stuðlinum til útgávuna, so at seta annað umboð í staðin fyri hann. Nýggj nevnd varð vald á fundinum og í hana komu Jógvan Jo- hannesen, Leirvík, Hans Jákup Poulsen, Eiði, Tórfinn Hansen, Skála, Arne W. Joen- sen, Runavík, Petur Eli Mikkelsen, Getu, Øla Jákup Jacobsen, Fuglafirði og Petur í Króki, Strondum. Eykamenn eru Gunnar Olsen, Toftum og Eyð- un Johannesen, Oyra- bakka. Allir uttan Jógvan Johannesen eru nýggir í nevndini. Handverksmeistararnir: — Vit verða tveir móti fýra! Vilja hava javnvág í nevnd- ina. Landsstýrið biður tingið taka steðu í málinum Handverksmeistarnir hava ikki enn valt síni umboð í nevndina, sum skal kanna viðurskifti handverkslærlinganna og leggja fram álit um ábetur á teimum. Meistararnir meta seg ov illa umboðaðar við tveimum hjá lærlingunum. Teir vilja tí hava samansetingina broytta. Landsstýrið hevur nú bið- ið løgtingid taka steðu til, um tingsamtyktin um samanseting av nevndini skal broytast. Sambært tingsamtyktini skal nevndin hava tvey umboð fyri Føroya meistara- felag, tvey fyri Feroya handverkarafelag og tvey fyri Feroya handverks- lærlingafelag. Formaðurin skal veljast av landsstýr- inum uttan tilmæli. Nevndin skal kanna viðurskiftini hjá hand- verkslærlingum og leggja fram álit um ábetur á teimum. Nevndin skal vera liðug við arbeiði sitt 1. mars. Ikki fullmannað Men tað verður hon neyv- an, ti hon er ikki farin til verka enn, av teirri ein- føldu orsøk, at hon ikki er fullmannað. Handverks- meistararnir hava sýtt fyri at útnevna síni umboð í nevndina, ti teir góðtaka ikki samansetingina av henni. Hetta hava teir gjørt løgtinginum greitt í skrivi, dagfest 18. desem- ber 1978. Handverkararnir og lærlingarnir hava valt sin- ar limir í nevndina. Ov illa umboðaðir Einar Mortensen, formað- ur í Feroya handverks- meistarafelag, sigur, at felagið í sínari tíð, áðrenn tingið samtykti, at ein nevnd skuldi setast, sendi eitt skriv til tingið, har m.a. varð skotið upp at seta slíka nevnd. Men fel- agið tók fyrivarni móti samansetingini. — Vit meina, at vit eru ov illa umboðaðir í nevnd- ini. Tað hevði verið meiri. javnvág í henni, um lær- lingarnir hevdu trý umboð og meistararnir trý. — Tit vilja við eðrum orðum ikki hava hand- verkararnar við? — Vit meina, at hand- verkararnir og lærlingar- nir eru saman og teir hevdu sostatt fingið fýra umboð móti okkara tveimum í nevndini. Ann- ars er onki í vegin fyri, at lærlingarnir velja hand- verkarar at umboða seg, um okkara uppskot verður brúkt. Einar Mortensen sigur, at meistararnir hava sent tinginum skriv, har teir mæla til, at nevndin verð- ur sett við 3 umboðum fyri meistarar og 3 fyri lær- lingar og uttanveltaðum formanni. — So skjótt vit fáa jått- andi svar við hesum, vilja vit útnevna okkara um- boð, sigur Einar Morten- sen. Einans í ávísum fórum i Læruráðnum Feroya handverksmeist- arafelag boðaði í heyst frá, at tað tók sín lim úr Læru- ráðnum, so leingi lær- lingaviðurskiftini ikki eru greidd. Einar Mortensen sigur, at teirra umboð í Læru- ráðnum fyribils ikki metir á fundum har. Hann kann bert fara á fund í ávísum forum. Hverja ferð fund- arboð koma, tekur nevnd- in avgerð, um umboðið skal meta ella ikki. — Handverksmeistar- arnir avgjørdu eisini í heyst ikki at gera nýggjar lærusáttmálar. Men á fútaskrivstovuni verður upplýst, at hagar koma framvegis lærusáttmálar til góðkenningar. Eru tað limir, sum ikki fylgja boð- unum frá nevndini? — Eg veit ikki, um hes- Á skipasmiðjunum eru nógvir handverkslærlingar. Enn merkja meistararnir ikki, at tilgongdin er steðgað ir sáttmálar eru frá okkara limum. — Eru meistararnir farnir at merkja, at til- gongdin av lærlingum er steðgað? — Tað eru teir ikki, tað er so stutt fráliðið enn. Kemur minni burturúr — Eg trúgvi ikki, at tað kemur so nógv burturúr, um nevndin verður sam- ansett, soleiðis, sum meistararnir vilja tað, sig- ur formaðurin í Feroya handverkslærlingafelag, Magnus Magnussen. Hann sigur, at meistarar- nir hava onga grund til ikki at góðtaka samanset- ingina av nevndini, soleið- is sum tilskilað er í ting- samtyktini. Talan er um at gera eitt álit, og tað ber altið til at koma við minnilutauppskotum. Magnus Magnussen sig- ur, at verður uppskot meistaranna góðkent, so verða handverkararnir settir uttanfyri. — Um uppskotið hjá meistarunum vinnur frama, fara tit so at sýta fyri at útnevna umboð? — Nei, tað rokni eg ikki við. Formaðurin í Hand- verkslærlingafelagnum sigur, at umboð fyri fel- agið fleiri ferðir hava verið úti í Tinganesi og mót- mælt, at nevndin ikki er sett og farin til verka. Og nú í vikuni var eitt skriv sent landsstýrinum, har mótmælini eru endurtikin. Læruráðsformaðurin: -Verst fyri teir sjálvar Jógvan Páll Lassen, for- maður í Læruráðnum, sig- ur, at meistararnir ikki hava verið umboðaðir á trimum læruráðsfundum. — Men tað er verst fyri teir sjálvar, tí á henda hátt missa teir alla ávirk- an á týðandi avgerðir. Jógvan Páll Lassen sig- ur, a hann og umboðið fyri handverkararnar arbeiða víðari í Læruráðnum og herfyri tóku eir til dømis steðu til eitt týðandi mál, nevniliga ajourfering av útbúgvingini í trimum greinum í teknisku skúl- unum. Umboðið fyri meistararnar var ikki á fundi og hevði ti onga á- virkan á avgreiðsluna av hesum máli. — Eg havi tosað við bæði formannin og nevnd- arlimir í Handverksmeist- arafelagnum og biðið teir sent umboð á fundirnar hjá Læruráðnum, men teir nokta. Jógvan Páll Lassen: — Meistararnir onga á- virkan á týðandi avgerðir