mikudagur 7. februar 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
: =, telf. 14720 . 11820
sostalurin box 76, 3800 Torshavn
Føroya Javnadarflokkur
Tørfinn Smith
Vilhelm Johannesen (åbyrgd)
Høgni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Utgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Demokrati!
OTROYTTILIGA koyrir Dimmalætt-
ingarblaðstjórin fram við sínum
møsni um demokrati, vísur á
hvussu út av allari demokratiskari
leið tað er, at sambandsflokkurin
ikki slapp í landsins stýri = og við
longum sjóforkláringum gevur
blaðið so lesarunum eina svadu fyri
og aðra eftir um, hvat demokrati er
fyri nakað.
FYRI sambandsflokkin og serliga
fyri Dimmalættingarblaðstjóran
hevur demokrati ongantíð verið
annað enn tað, sum brúkast skal, tá
tað passar teimum, á ongan hátt
ødrvisi.
VID ØLLUM møguligum uttanum-
tosi siga teir, at demokratiska fylgj-
an må vera, at sambandsflokkurin
slapp at stjórna landinum og tað hó-
ast eingin annar flokkur vildi mynda
stjórn uppá sambandsfloksins
treytir.
NU METIR Dimma tilsýnalátandi
lesarar sínar sum slík, id ikki duga
at hugsa, heldur ikki duga at minn-
ast. Vit skulu ikki so mong ár aftur í
tíðina fyri at finna sambandsflokkin
skipa meiriluta á løgtingi, meðan
fólkaflokkurin, sum tá hevði 12 av
25 tinglimum, var hildin uttanfyri.
Sambandsflokkurin sat tá við dem-
okratiska valdinum saman við javn-
aðarflokkinum og sjálvstýrisflokk-
inum.
SJALVSAGT eru berini súr fyri blað-
stjóran, men tað førir í hvussu er
neyvan til nakran sum helst sam-
arbeiðsmeguleika við javnaðar-
flokkin, um framferðin skal vera
sum higartil, meðni sambands-
flokkurin hevur sitið í andstøðu.
EIN STORAN lut í at stødan er vorð-
in tann, hon er, millum flokkarnar
eigur Dimmalætting við blaðstjóra-
num sum høvudspenni. Hann hevur
bókstaviliga ført sambandsflokkin
út í myrkasta myrkur.
sosialurin
Nr. 10 — 7. februar 1979
A —TMTB{KÁm—mmmmaaurri
ÚTISETASOSIALURIN
— EITT SKEMDARSKRIV
Tað vóru nógvir útisetar,
sum gjørdust ovfarnir, tá
teir fingu Útiseta-Sosialin
frá 13. desember. Tey
vóru fá, sum hevdu rokn-
að við, at Sosialurin fór at
seta heilar tjúgu síður av
til viðgerð av viðurskift-
um okkara. Enn færri
hevdu tó roknað við, at
eitt serblað um útisetavið-
urskifti frá Sosialinum fór
at gerast so vánaligt sum
hetta. Hetta blað sam-
svarar illa við myndini av
Sosialinum, sum einum
heiðurligum blað, ið var
við at festa seg millum
útisetar.
Eisini vóru tað nógv,
sum undraðust yvir, at
tey onki høvdu hoyrt um,
at hetta blað var á veg.
Hetta vóru serliga tey,
sum dagliga luttaka í før-
oyska felagslivinum í
Keypmannahavn. Blaðið
snýr seg jú í stóran mun
um teir spurningar, sum
vit arbeiða við, og um tey
feløg, sum vit arbeiða i.
Og tó var tað ongin okk-
ara, sum so mikið sum
hevði hoyrt um blaðið, ti-
ansheldur var biðið um at
luttaka.
Tað hevði so verið í lagi,
um so var, at Sosialurin
hevði meðarbeiðarar her,
sum vóru ferir fyri at
greiða frá viðurskiftunum,
soleiðis at frágreiðingin
nekulunda svaraði til
veruleikan. Men blaðið
vísir, at tað vóru »tey út-
valdu« á ongan hátt.
Tíðindi ganga skjótt
manna millum í Keyp-
mannahavn, eins og í Fer-
oyum. Tað er tí óhugs-
andi, at so stórur partur
av teim aktivu útisetun-
um av tilvild ikki hoyrdu
um, at blaðið var í gerð.
Av einihverji orsek má
tiltakið hava verið dult, ja
dult sum mannsmorð.
Onki av teimum feløgum,
sum vanliga mynda fel-
agslívið í Keypmanna-
havn — Kommunistiskir
Utisetar undantiknir —
høvdu, sum nevnt, hoyrt
um blaðið, og vóru sostatt
ikki for fyri at leggja uppi
Men hví er hetta dult?
Ja, tað undrast ein yvir
í fyrstuni. Men so hvert
sum ein fær lisið tær
nógvu síðurnar, so gerst
tað greiðari, hví tiltakið
mátti dyljast fyri feløgun-
um. Tann parturin, sum
snýr seg um felagslívið í
Keypmannahavn er
nevniliga, allur sum hann
er, ein grovt villleiðandi
fråsøgn um viðurskiftini,
á tremur fylt við lygnum,
illgitingum og beinleiðis
utspilling av flestu feløg-
unum, serstakliga felagn-
um Føroyskir Sosialistar.
Og høvundarnir eru flest-
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar vid, at treytin
fyri at fåa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blad-
stjørnin veit, hvør hev-
ur skrivad brøvini.
allir limir í felagnum
Kommunistiskir Útisetar,
meðan hini eru at rokna
sum viðhaldsfólk hjá hes-
um felag.
Ti mátti hetta tiltak
dyljast, fyrst og fremst
fyri okkum í FS, men av tí
at limir okkara eru aktivir
i at kalla ollum ødrum fel-
øgum, og ti at flestu uti-
setar ikki hevdu vilja ver-
ið við til slíkt, so mátti tað
dyljast fyri hinum felog-
unum eisini, um so var, at
Útiseta-Sosialurin skuldi
tæna endamálinum hjá
útgevarum og høvundum.
Endamálið
At Kommunistiskir Úti-
setar, sum »medarbeidar-
arnir< hjá Sosialinum her,
nevna seg í eðrum sam-
bandi, hava ein beinleiðis
áhuga í hesum skemdar-
skrivi er greitt. Men
hvenn áhuga hevur Sosi-
alurin í ti?
Tað er óhugsandi, at
Sosialurin fer at senda út
eitt serblað í nærum 8000
eintøkum uttan so, at tað
tænir einumhverjum
endamáli. Og atgerðar-
eindin millum Sosialin og
Kommunistiskar Útisetar
má vera grundað á eitt-
hvert felags endamál.
Hvat hetta er, eru vit ikki
heilt greið yvir. Men uttan
iva er ein partur av orsek-
ini til hetta tiltak, og til
tann form tað hevur fing-
ið, at finna í ti veruleika,
at Sosialurin í seinastuni í
síni jagstran eftir fleiri
haldarum, ferð eftir ferð
hevur koyrt grundleggj-
andi prinsippir fyri heið-
urligum journalistikki yv-
irborð.
At leggja eftir útiseta-
feløgum, sum altíð hava
verið illa umtókt i Føroy-
um, kann helst tryggja
nakrar haldarar afturat í
Feroyum. At høvudsdent-
urin verður lagdur á út-
spilling av einum sosial-
istiskum felagsskapi
skaðar heldur ikki í hesum
antikommunistisku tíð-
um. Hverki í Feroyum
ella millum útisetar. Alla-
staðni hevur antikomm-
unistiska vitloysið, sum
Sosialurin eigur ein part
av æruni av, sett síni
spor. Og hver er so betur
egnaður til at átaka sær
tað skitna arbeiðið enn ein
felagsskapur, sum nevnir
seg kommunistiskan, og
sum hevur stríð móti ein-
um sosialistiskum felag,
sum hevuðsmál?
Uppundir legtingsvalið
reypaðu javnadarmenn
av, at teir vóru trygdin
móti kommunismuni. Er
Útiseta-Sosialurin ein
roynd at prógva hetta?
Innihaldið
Hvussu greiðir Sosialurin
so »eftir førimuni«, sum
tikið verður til i inngang-
inum, frá viðurskiftum
foroyinga í Danmark?
Tá talan er um viður-
skiftini á Fyn og í Árhus,
so fáa umboð fyri Feroy-
ingafeløgini hevið til at
greiða frá, og úrslitið er,
eftir mínum tykki, tvær
sera upplýsandi greinir.
Í Keypmannahavn ber
ikki til at nýta somu fram-
ferð. Her er nevniliga onki
felag, sum einsamalt kann
sigast at umboða áhuga-
málini hjá ellum, ella hjá
einum stórum meiriluta.
Ti velur Sosialurin nekur
felog og stovnar og nakrar
einstaklingar til at greiða
frá. Tað skuldi eisini verið
í lagi, um so var, at valið
var skilagott. Um so er
veldst um endamálið.
Taka vit inngangsorðini,
at endamálið er „eftir føri-
muni at greiða frá viður-
skiftum feroyinga í Dan-
mark<, fyri fult, so má
valið tíverri sigast at vera
burtur úr vón og viti.
Av ellum teimum felog-
um og stovnum, sum eru
til millum føroyingar i
Keypmannahavn verða
hesi vald at greiða frá:
Kristnastova (baptist-
arnir), List (ein handil),
Feroyski skúlin og sum
einasta av vanligu felog-
unum Kommunistiskir
Utisetar.
Tad er helst metingin
hjá Sosialinum og meðar-
beidarum hansara, at tad
eru hesi, sum hava størsta
tydningin, og at tey eru
før fyri at greida frå vidur-
skiftunum. Men i hesi
meting eru nógvir útisetar
ósamdir.
Av rettum eru tað nógv
sum spyrja:
Hví vendi
sær ikki til
— Føroyingafeløgini í
Keypmannahavn, Balle-
rup, Helsinger..
— Studentafelagið
— Kirkjuliðið
— Meginfelag Føroyskra
Studenta
— Húsafelagið
Kristiligt Ungmanna-
felag
Sosialurin
— Kvinnufelagið
— Ítróttarfelagið
— Feroyskar Sosialistar
Heldur blaðstjórnin á
Sosialinum veruliga, at
Kommunistiskir Útisetar
og Kristnastova hava so
nógv størri tydning enn
oll hesi feløg tilsamans, at
tað ikki loysir seg at seta
seg í samband við nakran
annan? Í hvussu er verður
tað ikki gjort.
Afturat teimum felog-
um, sum hava fingið orð-
ið, hevur Sosialurin so
sett seg í samband við
nakrar einstaklingar, sum
skriva um studenta-,
kvinnu- og mentunarvið-
urskifti.
Jógvan Merkere, ger
eina tunna, ófullfiggjaða
og partvís skeiva gjegn-
umgongd av viðurskiftun-
um hjá lesandi, og endar
við einum óhóskandi álopi
á felag teirra, MFS. Um
Sosialurin ynskti tað, so
eri eg vísur í, at hann
hevði fingið eina fleiri
ferðir so góða frásegn við
at vent sær til MFS. Men
tað ynskti hann so ikki.
Rógvi Thomsen hevur
eina samreðu við Maluna
og Gunnleyg um kvinnu-
viðurskifti. Samreðan
snýr seg í stóran mun um
teirra persónligu viður-
skifti, um tað ræðuliga
upplivilsi tað var at vera
limur í FS og annars al-
ment um nekur kvinnu-
viðurskifti. Um serligu
viðurskiftini hjá útiseta-
kvinnum verður lítið og
einki sagt.
Kári Petersen hevur
nakrar hugleiðingar um
mentunarviðurskifti.
Hann er týðuliga á heima-
velli og greinin er góð.
Saman við greinini um
skúlan er hon tann ein-
asta, sum eftir mínum
tykki hevur nakað upplýs-
ingarvirði. Tó lýtir tað
hana, at hann kennir seg
noyddan at seta fram
nakrar tápuligar og full-
komiligar malplaseraðar
ákærur móti FS og eina
líkaso malplaseraða lov-
prísan av Kommunistisk-
um Útisetum. Men tað er
helst treytin fyri at vera
millum >tey útvaldu-.
Royndirnar at láturliggera
Mentunargrunnin og á-
kærurnar um, at hann er
vorðin reaktionerur sýn-
ast grundleysar, og stand-
ast helst av, at hansara
persónligu viðurskifti við
Mentunargrunnin ikki eru
tey bestu fyri tíðina.
Samanumtikið má sig-
ast, at í mun til tað form-
liga endamálið, soleiðis
sum tað verður orðað í
innganginum, er úrslitið
stak vánaligt. Nógv evni,
„Á