Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 68 - 6. apríl 2000 Høgni Mohr Á nýttárinum hildu teir veitslu. Og tað var ikki bert tí trinið varð inn í seinasta árið í øldini. Ein eins stór orsøk til veitslurómin á sandblásingarvirkinum í pinkalítlu bygdini, Ljósá, var, at seinasti avdrátturin var rindaður. Virkið var skuldarfrítt. Smápartafelagið, Ragnar Poulsen við Ljósá, hevur umsíðir funnið sína røttu rók. Teir fýra menninir, ið arbeiða á virkinum, blása rust og óreinsku av jarni og fríðka um bæði líkt og ólíkt úr rustfríum stáli; eisini við blásing. Støddin á lutunum er sera ymisk. Heilt úr smá- um aliásløgum, størri rusk- bingjum og upp í stórar ali- bátar. Legði seg eftir blásing Eigarin og stjórin á virkin- um, Heðin Poulsen, hevur annars roynt seg á fleiri økj- um. Í áttatiárunum royndi hann seg við øllum møgu- ligum úr jarni. Hann hevði bilverkstað, smiðju og eitt sindur av sandblásing. Virkið hjá Heðini kom hampuliga væl frá kreppu- árunum. Ja, kanska vóru tey orsøkin til, at Heðin Poulsen í 1995 avgjørdi at leggja seg eftir sandblásing og sleppa sær av við smiðju- og verk- staðarvirksemið. Síðani er virksemið við Ljósá bara økt. Og í 1998 bygdi virkið upp í við tí úr- sliti, at nú bar til at fáa alt tað undir tak til sandblás- ingar, sum kann flytast eftir føroysku vegunum. Fyrimyndarligt samstarv Stutt eftir hendi aftur okkurt nýtt. Noma-Tek í Havn, sum er kent fyri sína stóru fram- leiðslu úr rustfríum stáli, stóð á einum vegamóti. Út- lendsku kappingarneytarnir hjá virkinum í Havn vóru farnir undir at fríðka um rustfríða stáli á ein serligan hátt. Teir glas-blástu tað. Viðgerðin er at kalla hin sama, sum tá ið jarn verður sandblást. Men heldur enn at blása stál-sand móti jarn- inum, verða evarska smáar glasperlur blástar móti tí rustfría stálinum. Úrslitið er ein sera snøgg og javnt litað yvirflata. Soleiðis vildu keypararnar hava stálið. Tí noyddist Noma-Tek at velja, Navn: Sp/f Ragnar Poulsen Stjóri: Heðin Poulsen við Ljósá Virksemi: Sandblásing (tá ið jarn verður blást reint) Glasblásing (tá ið rustfrítt stál verður blást reint) Starvsfólk: 5 (tvey úr Havn, eitt av Signabø og tvey frá Ljósá) Tímaløn til ófaklærd: 105 kr og fríðtíðarpeningur Umsetningur: 1998:1,4 mió 1999: 2,05 mió 2000: 2,75 (væntaður) Viðskiftaskari: Strandferðslan Landsverkfrøðingurin SEV IRF Telefonverkið Havsbrún Fiskavirking Noma-Tek Hydro-Tek FJM (bert eitt úrval) Leiðslu-sitat: »Vit fara ikki aftur í áttatiárini« »Tað skal loysa seg at skunda sær« um teir sjálvir skuldu fara undir glasblásing, ella teir skuldu fáa onkran annan at taka sær av hesum. Sand- blásingarvirkið við Ljósá gjørdi tískil tær neyðugu íløgurnar. Úr hesum spurd- ist eitt fyrimyndarligt sam- starv. Virkið við Ljósá leggur seg altíð eftir at arbeiða skjótt fyri Noma-Tek. Er okkurt, sum brádliga skal gerast, er altíð ein maður til smiðjuna í Havn. Eitt dagført virki Hóast eisini FJM í Runavík og onnur virki lata ljósáar- virkið blæsa tað rustfría, er virksemið við rustfríum bert eini 10 prosent av øllum virkseminum á virkinum. Men tað veksur. Tá ið tað ber til, velja keyparar, ser- liga teir úr fiskivinnuni, rustfrítt stál fram um jarn. Millum annað er meira van- ligt nú, at skipini fáa sær pavnar úr rustfríum. Heðin Poulsen er ikki í iva um, at sandblásingar- virkið er lívsverk hansara. Hetta sigur hann, hóast hann bert er 36 ára gamal. – Eg setti mær tað mál, at á nýggjárinum skuldi virkið verða útgoldið. Tað helt. Nú ræður um at vera varin. Lat hini fara aftur í áttatiárini; eg fari ikki. Vit hava sein- astu tíðina brúkt rættiliga stóra orku upp á viðlíkahald og ábøtur. Nú hava vit eitt virki, sum er í góðum standi og nógv munadyggari, sigur vónríki stjórin og leggur den and rind gera – av h av g Blástur vi SANDBLÁSING. Fyri fimm árum síðani valdi stjórin og eigarin á sandblásingarvirkinum við Ljósá at tveita alt annað virksemi enn blásingina fyri bakka. Bilaumvælingar og smiðjuarbeiði vórðu slept, og nú hevur virkið ment seg til eina skuldleysa og serkøna fyritøku F KUS Heðin Poulsen, stjóri á sandblásingarvirkinum, undir liðini á hjartanum á virkinum; tí stóra kompressaranum. Stjórin ætlar ikki at blása virkið so nógv upp, at tað brestur, sum vanligt var í Føroyum kreppárini. Mynd: Jens Kristian Vang Tey hava úr at gera á sandblásingarvirkinum við Ljósá. Nógva føroyskar fyritøkur senda Bla›stjórn Nr. 1 ¥ h—sdagur ¥ 16. mars 2000 ¥ 74. ‡rgangur K@T@-horniÝ Tíðindablaðið Sosialurin, Postboks 76, 110 Tórshavn, Telefon 311820, Telefax 314720 • T-postur til KT-hornið: kthornid@sosialurin.fo • Lýsingar: lysing@sosialurin.fo • Ábyrgdarstjóri: Jan Müller Blaðstjórn: Steinbjørn í Dali, Finn Jensen • Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin • KT-hornið er fastur táttur í Sosialinum hósdag • Evsta mark fyri lýsingar er mánamorgun kl. 10.00. Finn Jensen Steinbjørn í Dali Nr. 4 · hósdagur 6. apríl 2000 · 74. árgangur Fyri tveimum árum sí›ani skriva›i ein arbei›sbólkur upprit um edv-grundútbúgv- ing í Føroyum, sum ber heiti› teldustø›ingaútbúgvingin. Í uppritinum stendur, at endamáli› vi› útbúgvingini er, at vera vi› til at nøkta tørvin á edv-útbúnum fólki í føroyska vinnulívinum og almenna sektorinum, sam- stundis sum hon fer at gera útbúgvingartilbo›i› til før- oyska ungdóm størri. Eitt stig á lei›ini Í sí›stu viku vísti He›in Samuelsen á, at ta› tykist, sum vinnan hevur tiki› væl ímóti útbúgvingini, tí ein stórur partur av teimum, sum lesa, hava fingi› ella hava møgu- leika at fáa starv í vinnuni. Hetta er eisini myndin vit hava fingi› tá vit hava tosa› vi› vinnuna. Fyritøkur Sosialurin hevur tosa› vi› siga, at hóast henda útbúgvingin ikki nøktar allan tørv, so er hon eitt gott stig á lei›ini. – Vit hava gott samstarv vi› næmingar sum ganga á teldustø›ingaútbúgvingini og teir gera ymsar uppgávur fyri okkum, sigur Torkil H. Petersen, stjóri á formula.fo Hansara sjónarmi› fær und- irtøku frá Ólavi Ellefsen, stjóra í VIT. – Hon er eitt gott stig á lei›ini. Vit hava eitt gott samstarv vi› Handilsskúlan um útbúgvingina og eg meti, at hetta kann vera gott grundarlag, sigur Ólavur Ell- efsen. Gott at byggja á Teldustø›ingaútbúgvingin er ein millumútbúgving, sum eisini gevur kompetensu. Ta › skal skiljast solei›is, at tey, sum fáa starv eftir lokna útbúgving, eru før fyri at fara inn á virkir ella stovnar at starvast beinanvegin. Eisini ber til, at lesa ví›ari til eitt nú teldufrø›ing og tá er teldustø›ingaútbúgvingin gó› at byggja á. Hetta er eisini ta›, sum vinnan sær fyrimunir í, tí hóast tørvurin á fólki partvís ver›ur nøkta›ur vi› hesari útbúgvingini, so ver›ur tørv- urin á hægri útbúnum fólki ikki nøkta›ur í fyrsta umfari. Men møguleikar eru eisini fyri at bøta um ta›, tí ta› ver›a javnan havd datanomskei› í Føroyum, Í uppritinum sigur arbei›s- bólkurin, at ein fyrimunur vi› at hava útbúgvingina í Føroy- um er, at hon kann lagast til føroysk vi›urskifti, tí næm- ingarnir í lestrartí›ini skulu út at gera verkætlanir og høvu›s- uppgávur, og hesar uppgávur vera í flestu førum gjørdar í samstarvi vi› vinnuna. Hetta er eisini tann arbei›s- hátturin, sum ver›ur brúktur í Danmark og myndin, at teir allarflestu næmingarnir fáa starv á›renn útbúgvingin er li›ug, hómast eisini í Føroy- um. Næmingarnir væl nøgdir Næmingarnir, sum Sosialurin hevur tosa› vi› eru samanum- tiki› væl nøgdir vi› útbúgv- ingina. Sjálvandi er okkurt at finn- ast at og kritikkurin er á lei› tann sami, sum hjá He›ini Samuelsen. Í grein í bla›num seinasta hósdag vísti hann á, at ta› var trupult at fáa lærarar uttanífrá, og næmingarnir eru samdir vi› honum. – Ta› hev›i givi› frálæruni størri fjølbroytni, um vit høvdu fleiri lærarar uttanífrá, siga f‡ra næmingar, sum Sosialurin hevur fingi› or› á. Fakliga halda tey, at ta› kundi veri› lagdur eitt sindur størri dentur á eitt nú mate- matikk og bókhald, tí hesar lærugreinar eru ofta ógvuliga grundleggjandi í arbei›inum sum teldustø›ingar. – Matematikk, tí ta› er eitt sindur sí›ani fleiri okkara fingust vi› matematikk í skúlanum, og bókhald, tí ein stórur partur av arbei›inum hevur eitt sindur vi› bókhald og roknskap at gera, siga næmingarnir. Hinvegin fegnast tey um, at ta› er so stutt millum próvtøk- urnar, tí skúlin hevur avgjørt, at royndirnar eru hvønn árs- fjór›ing heldur enn hvørt hálvár. – Ta› er eitt, og so eru bøk- urnar - tær amerikonsku sera gó›ar. Allar eru n‡ggjar og ta› ger, at vit eru væl fyri í so máta, siga næmingarnir. Teir leggja afturat, at ta› harafturat er ógvuliga positivt, at ta› er møguligt at taka eina slíka útbúgving í Føroyum, tí ta› gevur teimum møguleika fyri gó›um samstarvi vi› vinnuna. – Tey flestu okkara hava arbei›i vi› sí›una av, men í øllum førum er ta› so, at skúlin ver›ur ra›festur ovast. Ta›, at vit hava arbei›i, ger, at útbúgvingin ver›ur laga› til vinnuna og ta› er eisini ney ›- ugt, siga tey. At tey so sleppa frá at fara uttanlands at lesa, meta tey sum ein avgjørdan fyrimun, tí annars var vandi fyri, at føroyska vinnan ikki sá hala- fer›ina á teimum. sveinur@sosialurin.fo Fyri umlei› tveimum árum sí›ani byrja›i fyrsti teldustø›ingaflokkurin á Føroya Handilsskúla og hann ver›ur li›ugur á›renn hetta ári› er komi› at enda. Og hóast ymsir trupulleikar hava veri›, so fegnast bæ›i skúli, næmingar og vinna um n‡ggju útbúgvingina savnsmynd Teldustø›ingar á føroyskum: Gjørd til vinnuna Í marts 1998 skriva›i ein arbei›sbólkur upprit um edv-grundútbúgving í Føroy- um. Ein av grundgevingunum fyri útbúgvingini var, at vinnuni tørva›i útbúgvi › fólk. Nú eru tvey ár li›in sí›ani útbúgvingin byrja›i og hóast ávísar trupulleikar er gongd komin á Vit hava hoyrt um ta›, onkur hevur roynt ta›, men vit eru øll bangin fyri tí. Hvat nú um okkara visa kort ver›ur avlisi› og roynt av ø›rum. Og hvat nú um onkur brúkar okkara kotur umaftur, og keypur upp á okkum. Hetta eru hugsanir vit gera okkum, tá talan er um ravtøknilig innkeyp. Og hesar hugsanir eru iveleyst heldur ikki ógrudna›ar. Vit eru tó ikki heilt ókend vi› at gjalda gjøgnum Alneti›. Fyri tveimum árum sí›an, komu føroysku bankarnir og sparikassarnir vi› eini loysn, har talan var um at flyta “heimanífrá”. Hendan skipan ver›ur í útlandinum nevntd home banking , me›an vit í Føroyum nevna hana Heimabanki, ella Heima- grei›sla – or›astrí›i› um hvat ta› skal eita kemst av at talan er um ein banka og nakrar sparikassar, i› hava valgt at n‡ta hvør sítt heiti, eitt or›a- strí› á hædd vi› Sørvágs/ Leitisvatn. Men eitt er at gjalda gjøgnum alneti›, eitt anna› er bert ta› at grei›a síni innkeyp gjøgnum hesa n‡ggju skipan. Vit vita at amerikumenn gjøg- num fleiri ár hava n‡tt telduna til innkeyp. At byrja vi› var ta› ein parodi, at tú sendi ein e-mail, og nakrar minuttir seinni stó› ein ma›ur á trapp- uni vi› einum innkeypsposa og spurgdi um tú vildi gjalda kontant ella vi› korti. Ta› eru hesir somu amerikumenn, i› vit grína eftir tá teir keypa lidnar ísklumpar í stórhandl- unum. Men líkamiki›, tann elektroniska innkeypskurvin hevur vunni› frama – eisini í Føroyum. Í bla›num í dag vi›ger K.T.-horni› tvey virki, sum fáast vi› at selja á alnetinum. Men vit vita eisini, at fleiri eru um bo›i›, og at fleiri eru á veg, og hetta ver›ur ivaleyst mest n‡tti handilshátturin í framtí›ini, serliga tá alnet- sambandi› fer at gerast betur. Vit kunnu b‡ta hendan handilshátt upp í tveir hættir. Fyrri hátturin nevna vit ein- vegis alnet handil, me›an hin seinni er sannur alnet handil. Munurin er tann, at óbeinlei›- is alnet handil ver›ur gjørdur á tann hátt, at tú bíleggur á al- netinum, me›an gjald og flutningur ver›ur gjørdur manuelt. Seinni hátturin hevur ta› ey›kenni, at alt gongur fyri seg ravtøknuliga, ta› vil siga bílegging, gjald og flutn- ingur fer fram elektroniskt. Fyri at venda aftur til fyri- brygdi, vera vit dag og dagliga mint á teir stóru útlendsku handlarnar. Heisr eru millum anna› webshoppers club og skandinaviska TV-shop. Eisini hava vit óbeinlie›is nevnt onkrar a›rar fyrr, í sambandi vi› prískanningar okkara, fyri at samanbera føroyskar KT fyritøkur vi› útlendksar alnet handlar. Fyritøkan, vit hava tiki› vi› á hesum sinni, er Tutl. Tutl er fyrst og fremst tónleikahandil, i› millum anna› selur egnar útgávur. Sum naka› n‡tt, hevur fyritøkan lagt allar útgávurnar á Alneti›, og sum skilst er ein ávís menning á veg innan søluna av fløgun gjøgnum hendan mi›ilin. Næstu fer› kanst tú lesa meira um Farodane á Alnetinum. finn@sosialurin.fo Tann elektroniska innkeypskurvin Tema:Handil á Alnetinum: