Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-02-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. februar 1979síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 15 — 24. februar 1979 FASCISMAN BROKALEYS Hvat ið Fólkafloksins atsókn ímóti okkara undir- vísingarskipan, soleiðis sum tað kom til sjóndar í útspillingini av Kirsten Brix, hevur avdúkað um fascismuna i Føroyum og um møguleikarnar fyri at verja seg ímóti henni Rættarfundurin tann 22. november 1978 var — um ein annars leggur í bíligan lágkomikk — ein krás fyri feinschmeckarar. Tað var ilt at siga, hver ið vann kappingina um at vera størsti drumburin, Oli Breckmann, óheviskur, grovur, málsliga vilstur (»ein politiskir lekkirr- biskin«), at enda sansa- leysur av illsinni, ella Jógvan Páll Lassen, fúsur at vevja seg inn í hvert hugsandi mótsigilsi, gleivbeintur singlandi nið- ur í hverja fellu, ið fyri var, stamandi, við ringari uppsikt, risthentur, veitr- andi eitt litfarið Det Bedste við ófatiligum banalitetum eftir tann fúnaða lummafilosoffin Winston Churchill. Per- sónliga haldi eg, at Jógv- an Páll hevði munin hesu ferð. Hansara procedura var so, at ein ivadist i, um hann ikki i loyndum var partamaður hjá Halgir W. Poulsen. Og kortini var tað greitt, at hann spenti seg út — væl at merkja so frægt hansara pera loyvdi. Ein skilir væl ta skemtiligu yvirskriftina í Dagblaðnum dagin eftir dómin, við seinasta stein- inum oman á Fólkafloks- ins lygivarða anno 1978. Okkurt mátti gerast fyri at útvega J. P. Lassen klientar aftur — um ikki í Feroyum (tað er óhugs- andi), so kanska í Rho- desia ella á Madagascar. Dómurin Ein knappan mánaða seinni fall so dómurin. Og har var eingin ivi og einki himpr. Dómurin, sum tann 14. desember 1978 fall við Feroya Rætt, reinsaði, totalt og uttan modifikatiónir av nøkrum slag, Kirsten Brix fyri tær skuldsetingar, sum Fólka- flokkurin, umboðaður av Ola Breckmann, i vår setti ímóti henni. Sam- stundis var dómurin ein váttan frá Feroya hægsta myndugleika um, at alt, sum Oli Breckmann fyrr hevur skrivað og í fram- tíðini fer at skriva kann metast sum verandi uttan sannleiksvirði og uttan moralskt stødi. Men hetta er ikki alt. Sum eg havi nevnt fyrr, var tað longu í vár greitt fyri mær og fleiri, at Óli Breckmann leyg. Og tað átti at verið greitt fyri ellum eðrum longu tá. Kortini vóru tað nógv so- kallað hampafólk, sum — bæði tá og seinni — í greinum, lesarabrevum, privatum samtalum og telefonuppringingum tóku undir við lygnunum hjá Ola Breckmann. Dómurin tann 14. desember við Feroya Rætt er tí eisini ein dómur yvir ell hesi, yvir oddamenn Fólka- floksins, yvir teir lærarar á Studentaskúlanum, sum styðjaðu lygnirnar og ó- líkindini við ikki at mót- mæla og yvir teir einstak- lingar, sum, við navni ella dulnevni undir, royndu at hjálpa til i bleðunum. Skal ein skilja hesa sak- ina til lítar, er tað kortini neyðugt fyribils at gloyma A við einum átrúna, og gjørdi kristindómin til rík- isátrúna. Hvat bleiv av teirri tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. kristnu vónini um eina betri framtíð? Jú, hon kvaldist, tá tey kristnu fóru at trúgva, at kristin- dómurin og mentanin vóru eitt, at vónin var uppfylt. Ti er tað, at kristin enn nú á degum eru ímóti ellum broyting- um og kritiskum hugs- anarhátti. Ti verður alt kvalt í moralskari spýggju í kristindómsins navni. Hava tey kristnu onga vón um framtíðina, er Gud deyður! Amen! Kristin Ps. Var tað forrestin ikki nakað við grundlógarfest- um skrivi- og talufrælsi?? teir einstøku småborgar- ligu akterarnar, sum gjørdu sær so dyggiliga fyri skommum i hesum máli, teirra treiskni, tå tað galt um at verja lygi- katedralin hjá Øla Breck- mann, teirra vamlisligu akrobatlop undan sann- leikanum, tá teir sóu kate- dralin falla. Vit mugu í staðin síggja málið í ein- um víðari politiskum .og moralskum samanhangi. Eg fari í hesi grein at siga eitt sindur um, hvat hetta mál hevur avdúkað um ta nælandi fascismuna í Feroyum. og um megu- leikarnar fyri at verja seg ímóti henni. Jagstran av minnilutum Nógv fólk hava fyrr ypt eksl, tá onkur hevur skýrt Fólkaflokkin fascistiskan. Fáur ger tað longur. Jagstranin, sum hesin flokkurin í vár íbirti ímóti Kirsten Brix prógvaði til lítar, at stórar fláir av hes- um flokki eru reint fascist- iskar. Hetta kom til sjóndar uppá tveir mátar. Í fyrsta lagi royndi flokkurin, fyri so ómakaleyst sum gjer- ligt at útvega sær at- kveður til valið, at leggj- ast á ein minniluta í ti fer- oyska samfelagnum. Hitler valdi sum kunnugt jedarnar. Fólkafloksmenn vístu sterri jagstranar- know-how enn teirra andi- ligi forfaðir úr Braunau. Teir valdu, fyri at súgva sær ein stirðil, sum teir ikki á annan hátt kundu fáa, at leggjast á eitt fólk, sum 1) var kvinna, 2) var danskari og 3) var komm- unistur. Prinsippið hjá hesum bringubrettu og bragdligu (umenn ikki sert brúnflekkutu) húða- skógvamonnunum var einfalt og stórbært: teir løgdust á tann persónin í ellum landinum, sum teir hildu vera allarveikast! (men teir fingu annað at siggja!). Einsrætting I oðrum lagi vóru álopini á Kirsten Brix ein roynd at fáa á glið eitt stórt anti- intellektuelt skalvalop. Er jagstran av minnilutum mergurin í øllum fascist- iskum rerslum, so er hatr- ið til upplýsing menan — av ti einføldu orsøk, at fascisma ikki kann kykna upp, har sum kunnleiki finst. Endamálið við hetz- inum í vár var nevniliga ikki at beina fyri tí, sum fólkafloksmenn í teirra in- fantilu og fávitskutu heil- um halda vera >marxist- iska indoktrinering« (eingin av teimum hevur hylling á, hvat hesi orðini merkja) — ein slík finst nevniliga ikki í nekrum feroyskum skúla. Enda- málið var at beina fyri vanligari sakligari og leksikalari upplýsing og í staðin fyri slóða fyri vul- gerliberalistiskari og ný- fascistiskari einsrætting. Mátarnir at rekka hesum endamálinum vóru tveir: ” 1) lærararnir skuldu kløkkast til at íðka sjálv- censur og keva tann hugin til tortrúni og atfinningar- semi, sum ein rættur demokratiskur skúli nettupp eigur at vekja í næminginum, og 2) vinstrasinnaðir | lærarar, frá radikalum javnaðar- monnum til kommunistar, skuldu rætt og slætt jagstrast av landinum (nógv bendir á, at summir fólkafloksmenn í hugan- um ella á prenti hevdu gjørt ein proskriptions- lista yvir óynsktar ikki- fólkaflokslærarar). Hevdi hetta eydnast, hevði úr- slitið verið einsrætting av skúlanum á meira ella minni fascistiskari leið og lækkan av undirvisingar- kvalitetinum. Hampamanna- skónin flusnar Gongdin í hesum máli av- dúkaði ikki bara, at Fólkaflokkurin er ein lut- vis fascistiskur flokkur. Sum so mangan í slíkum førum, kom mangt annað forvitnisligt í ljósmála. Tað kom undan kavi, at hjá nógvum sokallaðum »hampafolkum«, i og utt- an fyri henda flokk, eru hugtøk sum fólkaræði, sómi, sannleiki, reiðilig- heit bara ein skón, sum flusnar uttan av teimum, so skjótt sum >ferarin< blæsur í lúður. Tað kom undan kavi, at nógvir av lærarunum í Hoydølum ikki eiga tað sum eitur av ti solidariteti, sum er ein sjålvfylgja i øllum pro- fessiónum i øllum mentað- um londum, og at hesir lærararnir — sum annars, tå tad snyr seg um at sæta sær, um haruveiðu og heimaputl, eru kendir sum nakrir ótrúliga erkvisnir og sjålvsøknir smáborgar- ar — ikki vildu rætta hond frá síðu, tá teir sóu ein starvsbróður órættvíst forfylgdan. At sama lagna eina aðru ferð kundi koma at raka teir sjálvar, tað skiltu hesir henuheysarnir ikki. Tey akademisku sev- ini lógu skerflet, áðrenn tað lotaði úr hanakjafti. Hver dugur verður í teim- um, tá ið ódnin brestur á? Hyggja vit at teimum føroysku blødunum, gevur viðgerðin av hesum máli ikki góðar vónir um dirvi og treysti í ti hildarleiki, sum kanska bíðar handan næstu nev. Síggja vit burtur frá Dagblaðnum, sum rekti sín hetz so væl, at tað fekk Julius Streich- er til at smokka burtur í einki, var Sosialurin ein- asta blað, sum rekti sítt starv sum upplýsingartól og sína uppgávu sum mál- gagn á varðhaldi fyri demokratiskum rættind- um hampiliga væl. 14. September, sum onkur hevði væntað meira av, sveik aftur hesu ferð. Fyri undirritaða er orsekin greið. Nógvir tjóðveldis- menn, ikki minst millum tað ættarliðið av akadem- ikarum, sum búleikaðist í Danmark undir krignum, standa enn í 1979 upp undir háls í einum geldum danskarahatri og eini smáracistiskari heimfeði, sum í hesum feri hava forðað teimum í at síggja hesa sakina sum tað hon var: eitt álop á ein borgara í ti føroyska samfelagn- um. Tað nyttar at verja seg Kortini eydnaðist tað at reka fólkafloksmenn upp í ein krók. Og her koma vit til ta mest týðandi læruna av hesi sak: at tað nyttar at berjast ímóti lygn og 6- rættvísi. Í grundini fingu vit longu í vár prógv fyri hesum. Sum kunnugt vóru skuldsetingarnar i- móti Kirsten Brix fyrsta liðið í eini sterri atsókn ímóti frælsinum í okkara undirvisingarskipan. Ætl- anin var so við og við við útspillingum, lygnum, privatum og almennum terrorvirksemi at jagstra ein hóp av ikki-fólkafloks- lærarum av landinum. Hetta antidemokratiska tiltakið miseydnaðist full- komiliga — av tí einfeldu grund, at fólk hildu ímóti tí alt fyri eitt. Og ikki bara tað. So skjótt sum tað sansaði at hjá dagblaðs- blaðstjóranum, tagnaðu allar skuldsetingar ímóti Kirsten Brix med alla. Lærararnir á Studenta- - skúlanum fingu aftur ar- Síða 7 beiðsfrið. Og síðan hava fólkafloksmenn ikki torað at klovið í tvey ímóti teimum demokratisku rættindunum hjá feroysk- um lærarum. Fascisturin: níðingur Áðrenn eg endi, fari eg stutt at siga eitt sindur um, hvat gongdin í hesum máli hevur avdúkað um tann innara strukturin í fascismuni, um huga- heimin hjá fascistinum. Sum kunnugt var ein »næmingur« við uppi i leikinum. Hesin næming- urin var lutvís fiktivur, lutvis veruligur, soleiðis at skilja at tað uppruna- liga lesarabrævið var ikki skrivað av honum (tað var skrivað av Ola Breckmann sjálvum, sum sostatt beinleiðis stóð og leyg í rættinum), meðari stíla- bekurnar vóru hansara. Funktiónin hjá næming- inum var at vera »friholt« hjá útspillaranum. Eydn- aðist atsóknin, kundi Óli Breckmann erpa sær av at hava vunnið ein sigur. Miseydnaðist atsóknin, og kom tað eitt nú í ljós- mála, at dokumentfals var uppi, kundi Oli Breck- mann leggja ábyrgdina á herðarnar á næminginum og tváa sær sjálvum um hendurnar. Í kvæðunum verður slík gerð kalla ein svikagerð. Summa summ- arum: fascisturin er altíð samstundis ein niðingur. Komikkurin Sakin, sum Kirsten Brix vann ímóti Øla Breck- mann, var ein tann mest álvarsama og principiella sakin í nýggjari føroyskari rættarsegu. Hinvegin lætti tað um, í hvussu er hjá undirritaða, at tann antidemokratiska kross- ferðin hjá Fólkaflokkinum hevði ein so groteskan og kabarettkendan dám. Fascistar eru alti3 kom- iskir. Í hesum feri var komikkurin heldur í meira enn í minna lagi. Sjálv- andi vóru tað bandittar, ein hevði at stríðast við. Hinvegin vóru tað sam- stundis bandittar uttan gonguvit. Molboara- kombinatiónin Lassen- Breckmann var virkiliga creme de la creme, ein úr- valdur gloypubiti — heimsins mest fjaðursári don Quijote, við heimsins, andaliga sæð, mest stutt- kloyvda, og, orsaka meg, klombrutasta juridiska Sancho Panza forliptum dreivandi um beinini á sær. Dysturin kom tí at gerast meira ómakaleys- ur, enn ein hevði væntað. Tað vóru, tá saman um kom, hóast alt ikki Al Capone á Co, vit vardu okkum ímóti. Tað var »Bjørnebanden«, vit loft- aðu við! Hanus Andreassen