leygardagur 3. mars 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
kring oyggjarnar
Bert ein flokkur
sendi umboð á
barnaársfundin
Av teimum uml. 70
feløgunum og stovnun-
um, sum Kvinnufelag-
ið hevur boðið til at
viðgera spurningin, um
ein barnaársnevnd skal
setast i Feroyum,
sendu 32 umboð á
fyrsta fundin, sum var
í Mettustovu miku-
kveldið. Millum tey
innbodnu eru politisku
flokkarnir, men bert
tann eini, tjóðveldis-
flokkurin, var umboð-
aður á fundinum miku-
kveldið. Uppskotið hjá
Kvinnufelagnum um at
seta eina barnaárs-
nevnd fekk góða undir-
tøku á fundinum, og
tað visti seg at vera
storur åhugi fyri at
fremja tað.
Tað eru longu fleiri
tiltøk sett í verk í sam-
bandi við barnaárið,
men onki tekin sæst
um, at tað almenna ella
onnur ætla at sam-
skipa hesi tiltøk og
seta nýggj í verk, sigur
Kvinnufelagið. Ti hev-
ur felagið kallað saman
til fundar um hesar
spurningar:
1. Um tervur er á
eini midsavnan og
nærri fyriskipan av til-
svanir,
tøkum i barnaårinum,
og um so er,
2. Hvør skal skipa
tann stovnin, sum skal
hava hetta um hendur,
og hvussu hann skal
verda skipadur, og
3. hvussu endamálið
hjá hesum stovni nærri
skal lýsast, heruppii
hvar aldursmarkið skal
setast fyri tey tiltøk,
sum verða sett í verk í
barnaárinum.
Næsti fundurin um
barnaårsnevndina
verður komandi måna-
kveld kl. 20 á Parnass-
inum, Hotel Hafnia.
Tey feløg og stovnar,
sum ikki vóru umboðað
á fundinum miku-
kveldið, eru ikki á
nakran hátt útihýst frá
fundinum mánakveld-
ið. Tey eru vælkomin
at senda umboð tá,
upplýsir Kvinnufelag-
ið.
Til Ísraels
Aftur í ár skipar
Hvítusunnusamkom-
an fyri einari ferð til Ís-
raels við Torkild Terk-
elsen sum ferðaleiðara.
Samkoman upplýsir,
at enn eru nekur pláss
eftir. Farið verður úr
Noregi til Ísraels tann
13. mai og ferðin varar
15 dagar. Nærri upp-
lýsingar um ferðina fá-
ast frá Turkild Terkel-
sen, Eskedal, 4890
Grimstad, Noregi, tlf.
(00947) 4140134.
Torkild Terkelsen er
kendur prædikumaður
í Feroyum og hevur
hann verið her fleiri
ferðir og vitjað Hvitu-
sunnusamkomuna.
Hóast hon er nakað óklár, vísir myndir tveir
sum hava sett seg á Mjåvuvøtnini.
Myndin er tikin sunnudagin. Tá vóru tveir svanir
á vetnunum, meðan fýra vóru á Mjåvuvøtnunum
leygarmorgunin. >Teir gomlu< segdu, at komu
svanir so tíðliga á ári, týddi tað upp á kulda.
sosialurin
Nr. 17 — 3. mars 1979
Fara undir rogn-
virkið i næstum
— Vit eru noyddir at til-
virka
meira.
okkara
Vit kunnu
råvørur
ikki
halda fram við at oysa
upp úr sjónum,
sigur
Gardar Joensen.
Nú er skjótt klárt at fara
undir rogn- og livravirkið,
Kovan, í Sandavági.
Fyrst í februar mánað
fekk partafelagið eitt
grundstykki á Giljanesi,
og fíggingin er eisini við at
koma undir land. Tað
tervar bert ein peninga-
játtan frá Egnsudvikl-
ingsfonden. Hendan um-
sóknin er send fyri hálvum
eðrum mánað síðani.
Tað er Gardar Joensen,
sum er settur til stjóra á
virkjunum, sum upplýsir
hetta.
— Vit eru í eini tíð, har
vit eru noydd at tilvirka
okkara ráverur meira. Vit
vita, hvussu nógv vit
kunnu fáa. mon vit humu
ikki halda fram við at oysa
upp úr sjónum. Í staðin
mugu vit royna at fáa
pening úr tí, sum vit
hava, sigur Gardar Joen-
sen.
Mælir til
at byrja í smáum
Tekning og skitsuprojekt
til virkið er gjørt av ráð-
gevandi verkfreðingsfel-
agnum Matcon, sum mæl-
ir til at byrja í smáum. Í
fyrstu syftu mælir Mat-
con til at framleiða 500
tons av rogni og 600 tons
av livur árliga.
Gardar Joensen sigur,
at bara í 1977 útflutti Fer-
oya Fiskasela 500 tons av
rognum. Fyri at vísa á,
hvussu nógv av livur kann
fáast, sigur hann, at bara í
Vágum kunnu árliga út-
vegast 600 tons.
Fýra-fimm
ára gomul ætlan
Ætlanin um at byggja eitt
virki er frá 1974. Tað var
Jens Erik Nielsen, sum
saman við kommununi
helt, at bygdini tervaði
virksemi — arbeiðspláss.
Meguleikar vórðu kann-
aðir, og endin varð, at
Jens Erik Nielsen, Áge
Ellefsen, Vilhelm Nielsen,
Johannes Olsen og Niels
Marius Petersen stovnaðu
felagið
Tankin um at gera eitt
rognvirki fekk góða undir-
tøku millum bygdafólkið
og 600.000 kr. vórðu tekn-
aðar í partapeningi. Har-
afturat kemur so landsins
og kommununar partur.
Gardar Joensen, sum
kom upp í ætlanina fyri
góðum tveimum árum síð-
ani, greiðir frá, at samlaðu
ílegurnar eru mettar til
6,6 mill. kr.
Til ta framleidslunøgd-
ina, sum er tilrádd, fara 10
fólk at starvast á virkin-
um, men meguleiki er til
staðar fyri skjótari og
lættari útbygging.
Raor s: ti9VUOS-
framleiðslan
Tað er bert tveir mánaðir
av árinum, at rogn er í
fiskinum — frá miðjum
februar og út í miðjan
apríl. Tilvirkingin av
rognunum er tó ætlað til
fimm mánaðir av árinum.
Harafturat kemur, at
rognframleiðslan er ikki
sterri enn so, at kapasitet-
urin hjá afturlatingar-
maskinuni verður ikki
brúktur meira enn til
helvtar. *
Ti er framleiðsla av
livrakonserves komin inn í
myndina sum alternativ
framleiðsla hin partin av
árinum. Í sjálvari rogntíð-
ina skal livurin bræðast til
livralýsi.
Viðbrekin råvøra
Rogn er ein ógvuliga við-
brekin rávera, sum bert
heldur sær fríska í umleið
eina viku. Ti skal rognið
heintast frá flakavirkjun-
um tvær ferðir um vikuna
við einum køli-lastbili
Tá rognið kemur til
virkið, verður tað býtt í
tveir bólkar: framleiðsla
av rogni sum fesk rávera
og rogn til frystingar til
seinri framleiðslu.
Ta fyrru helvtina av
rogntíðini skal rognið til-
virkast sum fesk rávera,
meðan restina av tíðini
mugu fryst rogn tilvirk-
ast.
v
3
PRODUK TLAGER
g
A ver %
- £ Í
TILVIRKNING
Lukkemaskine
Dr EMBALLAGELAGER
H- [i 1 = ff CS mmm]
Fyldemaskine bør
[I Blandetanke
|| /-
IN | KØLERUM
il Passérmaskine |} |
| #= Fe rem == 3
|| il Olieklæder | ' w ksloð £
Í il. | | Værksted
| | ++ |
|| MODTAG 2 |
| =P" 2211
| i | Í
| Í ||; | u
| | 2 Omklædning ; Skrivestue |
hl, | koger | { | il
<A | h
+ — ven pt = fj
Strikmyndin visir virkid, tå talan er um rognfram-
leiðslu. Tá livur verður tilvirkað, verður eitt trimmi- og
pakkiborð sett, har »Fyldemaskine. hland-*--" -
passérma-ki--
Umframt rogn úr toski
og hýsu kunnu upsarogn
eisini nýtast.
2,3 milliónir
blikk
Gardar Joensen upplýsir,
at eftir ætlanini skal virk-
ið framleiða 2.325.000
blikk av rognum. Í hverj-
um blikki verða 200 gr.
Tilvirkingin av rognum
fer fram um várið og um
summarið, meðan tilvirk-
ingin av livur fer fram um
heystið og um veturin.
Tað er ein skilagóð
loysn at framleiða rogn og
livur á sama virki, tí í
rogntíðini er so lítið feitt í
livrini, at tað ber ikki til
at tilvirka hana til kon-
serves — at leggja hana í
blikk. Í staðin verður hon
brædd til livralýsi.
Framleiðslan
setur avmarkingar
Viðvíkjandi livratilvirk-
ingini sigur Gardar Joen-
sen, at tað er framleiðslu-
kapasiteturin, sum setur
avmarkingar.
Roknað verður við at
framleiða livrakonserves
100 dagar um árið. Við
eini dagligari framleiðslu
uppá 24.000 blikk, verður
ársframleiðslan 2.400.000
blikk.
Tað fara 100 gr. av rá-
veru til eitt blikk við 85
gr. av livur og 47 gr. av
laka. Samlaða tonsatalið
verður sostatt 240.
Restin, 360 tons, skulu
bræðast til livralýsi.
Verður roknað við eini úr-
tøku uppá 50 pst., verður
ársframleiðslan av livra-
lýsi 180 tons. Livur úr
bæði toski, hýsu og upsa
kann tilvirkast.
Bert smávegis umlegg-
ingar av maskinunum
skulu gerast, tá tilvirk-
ingin verður løgd um frå ti
eini ráveruni til hina.
Samlaðu iløgurnar eru
mettar til 6,6 mill. kr. Tær
býta seg soleiðis: virkis
bygningurin 3.420.000
kr., rogntilvirkingartól
1.680.000 kr., livralýsi- og
-konservestilvirkingartól
560.000, levering og pro
jektering 440.000 og keli
lastbilur 500.000 kr.
Til at avskriva og for-
renta henda kapitalin
krevst eitt dekningsbi
drag uppá í minsta lagi 20
pst. ella 1.320.000 kr. I
rakstrarætlanini fyri virk-
ið, sum Matcon hevur
gjørt, verður tó roknað við
einum dekningsbidrag
uppá 1.500.000 kr.
Ætlanin er serliga at út-
flyta framleiðsluna til
Týsklands og Fraklands
Nakað verður sjálvand
selt á heimamarknaðin
um.