mikudagur 11. apríl 1979síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sosialurin
Nr. 28 — 11. apríl 1979
Leyp á bakið á hvalinum
og stakk húgvuna í blastrið
Sofus í
Kvilt úr Sandvík greiðir frá
gomlum liviháttum, frá gomlum borð-
skikkum, vandaferðum og roysnismonn-
um. Harafturat greiðir hann frá degling-
inum, sum kemur inn á Sandvík og Hval-
ba, og hvussu stóran týdning hendan
kærkomna gávan hevði hjá teimum, sum
sum einki áttu.
— Tað kemur ofta fyri, at
tá ell eru mett, at mikið
liggur eftir. Men soleiðis
hevur tað ikki altíð verið.
Tað tori eg at siga, tá eg
havi nomið tað á egna
kroppi mínum. Ikki må
tað gloymast, at tað, sum
ið hjallin kom frá fjalli ella
fjóru, mátti við hegni hús-
ast væl á, um ein vildi
vera sjálvbjargin. Og
neyðugt var at eiga í hjalli
bita eftir at triva í, til aft-
ur um heystið nýtt fóður
kom í goymslu.
Ti var húsbóndin fyri-
varin og býtti matin við
borðið, áðrenn etast
skuldi, so i Føroyum var
longu i 17. og 18. øld —
um teir ikki skiltu tad
sjålvir — spirin lagdur til
líkarætt, sjålvt um tað
ikki var í hverjum húsi.
Men tað er tað heldur ikki
í dag, og tað verður tað
ongantið. Hesum avger
eginkærleikin, einstak-
lingurin, um hann vil, at
eisini onnur skulu koma at
liva.
Góður
borðskikkur
Var rundur feroyskur
drýlur á borðinum, breyt
húsbóndin av honum eitt
hondfang til hvenn vaksn-
an við borðið. Eitt hond-
fang er ein lógvabreidd.
Lá tálgasperil á borð-
inum til viðskera, skar
húsbóndin eina knúgva-
breidd til hvenn. Ein
knúgvabreidd er málið
málið upp til knúgvan á
Eisini galt tað sama
málið, um tað var garna-
tálg.
Var turt spik á borðin-
um skar húsbóndin eina
knúgvabreidd av spiki í
fýrkant til hvenn.
Var turrur seiður og
bótasúpan á borðinum,
býtti húsbóndin eina
greiðu og eitt mál av bóta-
súpan til hvenn.
Var turrur seiður og
turt spik á borðinum,
býtti húsbóndin tvær
greiður og eina knúgva-
breidd av spiki í fýrkant
til hvenn.
— Ein kann halda, av
tí, ið sagt er frá, at vaksið
fólk át alt ov lítið til at
liva av. Men tað var mest
umráðandi, at tað var
hollur matur ið ein át. Ti
siga tey gomlu, kundi
maður, ið át eina kókaða
lambslivur, áðrenn hann
fór á fjellini at elta varg,
ganga allan dagin uttan at
eta aftur, fyrrenn hann á
kveldi heimaftur var kom-
in til húsa.
Við megi,
fimleika
og úthaldni
— Eg vaks upp hjá abba
mínum, Jákupi Kvilt í
Sandvik. Hann var ein
trýalingur, herðabreiður,
stóran bróstkassa, ongan
búk, men skuldi vera øgi-
liga sterkur. Somuleidis
minnist eg flest allar teir
eldru menn i Sandvik, i
Hvalba og å Nesi. Og
sjålvt um allir ikki vóru
risavaksnir, vóru teir
tættvaksnir og breiðir, og
útintu teir bregd, tí brúk
var fyri megi.
Tað, ið telefonin ikki
kundi gera, tá hon ikki var
komin, mátti gerast við
úthaldni, megi og fimleika
á nátt sum á degi, og ofta
um fleiri fjall i læknaør-
indum ella eftir ljósmóðir.
Eisini kom tað fyri, at út-
haldni prógvaði, at mat-
urin var góður, sum ein
hevði etið sum barn, sum
tá ið seksmannafarið í
skundi bleiv flotað í
Hvalba til Vágs í grind.
Stórir og minni menn
. vildu ikki fýra fyri hvørj-
um eðrum og róðu kapp úr
Hvalba til brúgv í Vági.
Har var roykur, men eing-
in grind. Hon var í staðin í
Fámjin. Uttan at steðga
á, men við somu eði varð
róð suður fyri Sumbiar-
enda, vestur um og norður
við landinum líka til
Fámjins. Tá kundi prógv-
ast orðini, sum yrkjarin
sipar til: >Enn eru knotir í
føroyskum kongum, tað
kendist við hvert lógva-
tak.«
Sum hesu ferð, tå kapp-
róð varð innanborða úr
Hvalba til Vágs og úr
Vági til Fámjins, ja, her
vóru knotur til, sum kend-
ust við hvert áratak. Ikki
vóru hesir menninir minni
úthaldandi enn teir, sum í
dag liva og ikki býta mat-
in.
Bar tvær
mansbyrðar
Ikki bar ein seg undan fyri
at bera tvær mansbyrðar,
um hóttafall kom á mann,
at hann mátti leggja sína
byrðu aftur.Sum á sinni,
tá hvalbingar vóru á fjell-
um at taka jólaseyð og
heim til hús skuldi farast,
at maður gjerdist sjúkur
og legði byrðuna, ið hann
skuldi bera. Men maður,
ið bar tvær jólaær ivadist
ikki í at taka eisini ta
triðju á bakið, ið mann-
leys var blivin, og gekk
javnt treystliga við henni
hesa longu leið.
Eisini var ein ungur
hestur, sum ikki hevði
verið í hond um heystið,
funnin stirdur í kulda og
kundi ikki ganga. Tað var
langt frá húsum, men
heldur ikki tá óttaðust teir
fyri at fatla eins og ein ger
við seyð, og tveir skiftust
at bera hann heim til
húsa.
Bar 320 pund
Hvalbingar og sandvík-
ingar hevdu fyglað lom-
viga í Ásmundarstakki.
Fuglurin bleiv kastaður
av siðmanninum í havið,
og bátur, ið tók hann upp,
róði hann til Fiskieiði í
Hvalba, har hann bleiv
býttur. Tveir sandvíking-
ar, ið hver hevdu 40
kneppir av lomviga at
bera til Sandvíkar og
skuldu fylgjast, sum eis-
ini betur var, tí annar
bleiv sjúkur og mátti
leggja sína byrðu, men
hin, ið fylgdist við, fatlaði
báðar hesar tungu byrðar
saman og bar so hvert
kneppi av sjókastaðum
lomviga ta tungu brekku
upp fyri Sandvíksegg alt í
móti allan vegin og so
leiðina til hús í Sandvík —
í minsta lagi 320 pund á
rygginum.
Eg spurdi hann, um tað
ikki var tyngsta byrða,
hann hevði borið. Hann
segði altíð lítið, men tað
segði hann, at var tað
tungt upp í Sandvíksegg,
var tað ikki mætari, tá
knøini skuldu venjast aft-
ur til undanbrekku.
Men hesir vóru ikki til-
evnaðir av pillarum, men
av tí, ið allir ikki blivu
mettir av, men gott má
tað hava verið, tí orkaðu
teir so væl.
Toskalivur í staðin
fyri skerpikjøt
Munurin sýntist stórur
millum ríkmannaborð og
fátækramannaborð, men
tó vóru teir eins líka sterk-
ir, tí spik, longlivur,
toskalivur til viðskera
bleiv nýtt í staðin fyri
skerpikjøt, smør, smør-
lika, føroyska rullupylsu,
ost og mjólk, sum rik-
mannaborð var pyntað
við. Nei, ikki bara var
toskalivur og longlivur
kókað og etið saman við
kókaðum fiski, men liv-
urin bleiv eisini kókað og
saltað upp í krukkur til
viðskera, helst í staðin
fyri spik aftur við turrum
fiski og seiði. Ofta var
langt millum grindirnar
og spikið var etið upp í
ognarleysum heimum,
sum ikki áttu jerð at taka
grind upp til.
Snerktu
toskaskræðu
Í barnaheimi mínum bleiv
ikki toskaskræða kastað
burtur. Antin fekk kúgvin
hana, ella bleiv hon snerkt
við torveldin, tað brenda
skravað burtur og etin
saman við spiki. Fái eg ein
meguleika enn, geri eg
tað.
Grenmeti var lítið av í
Feroyum. Appilsinir og
súrepli vóru ikki, men
sum smádrongur minnist
eg flestu sunnudagar um
summarið, tá abbi mín tók
meg í hondina til vinmann
sín, sum átti stóran
hvanngarð, og teir ótu
hvonn, men teir hevdu lít-
ið av sukuri við. Um
hvannin ikki var staðin
væl, so var hon heldur
beisk. Var hon staðin væl,
var hon set í sær sjálvum.
Teir, ið tá doyðu sum
gamlir menn, hevdu ikki
mist eina tonn, so eitt er
vist, at ein tannlækni í
Feroyum tá í tíðini doyði í
hungri.
Kundi krógva
lunda í hondunum
Eg havi ofta tonkt, at
hendur eru ólíka stórar og
kunnu illa nýtast sum
standard mál, men var
siður at húsbóndin, ið
býta skuldi matin við
borðið, nýtti hendur sínar
sínar sum mál, bleiv hans-
ara miskunnar hond, ið
rekk sum skaparin hevði
skaát hana stóra til.
Tá eg var smádrongur
hoyrdi eg ofta frá Mikkjal
Berg — Mikkjal uttan
Garða á Nesi í Hvalba —
#
Sofus í Kvilt Petersen, fyrrverandi skipari, býr í dag í
Danmark
at hann kundi krógva
lunda í hondunum. Tey,
sum hevdu fingið hann at
býta, hevdu ikki verið
misbýtt.
Róði seg til deyðis
Harmiligt, at hann við
sínum kempuhondum
skuldi í bardaga berjast
fyri lívinum og rógva seg
til deyðis. Hann og tveir
ungir raskir menn vóru
farnir til útróðrar eystan
fyri. Tað var blikalogn,
men sum skot frá himli
komu gladustrok av út-
nyrðingi og brustu tey
niður yvir bátin, og havið
alt var í einari glaðu.
Teir vunnu upp land
eftir fleiri tímum, og tóku
neyðhavn í Ásdali, men
hesir tveir yngru, ið við
vóru, áttu ikki meira megi
eftir, at teir kundu bjarga
bátinum upp á turt við
Mikkjali hangandi deyð-
um yvir árarnar, so neyð-
ars Mikkjal, við einaferð
so stórum og sterkum
hondum, brúkti tær fyri
síðstu ferð til síðsta blóð-
dropa saman við starvs-
breðrum sínum fyri at
vinna upp sínar heima-
klettar. Men hartil og ikki
longur var málið deyðans
— og mál og tíð var lokið
fyri Mikkjali, ið sprongt
seg hevði. Minnið hans
eigur at heiðra hann, sum
so mansliga stríddist við
deyðan fyri lívið sínum.
Og lenin bleiv: ikki brúk
fyri kroppinum meira og
Mikkjal gleið í líkkistu
síni, sum hann sjálvur
hevði valt sær, út aftur frá
landi — út í grev sína,
sum skuldi verða Suður-
oyarfjorður.
Ikki var tað legið, at
tað ið tá var prentað tað,
sum Mikkjal lítli skuldi
siga, at betur var skilling-
urin á landi tæntur, enn
dálin tæntur á sjónum. Og
síðan tað hendi og líka til
1960 passaðu hesi vis-
dómsorð, men so ikki
longur.
Um deglingin
Í august og september
ferðast deglingurin norður
yvir frá Suðurhavinum
móti Feroyum. Náttúran
vælsignar summi fólk —
sum nú við trænum, súl-
uni og deglinginum. Hví,
ja, tað mugu náttúrulóg-
irnar vita betur, men døg-
lingurin letur seg so blint
leiða — saman við høggu-
slokki og eðrum, ið
makkar honum væl — av
havstreyminum. Hesin
streymur tænir honum
sum ein sjålvstyrari og
gongur beina leið inn i
Nýpubakkan, men komin
inn undir landið, dugir
havstreymurin ikki longur
sum sjálvstýrari, tí hann
broytir kós við okkara
lokala streym, ið eisini
setir inn á Sandvík og
Hvalba. Á Litlibøsandi
svimur hann í land. Ov
seint sær hann tey høgu
fjøll og ger landgongu
uttan at skilja vandan.