mikudagur 11. apríl 1979síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 28 — 11. apríl 1979
sosialurin
Síða 11
Soleiðis hendi tað hesu-
ferð, tá ið Risin fekk at
prógva, at hann ikki var
skýrdur Risin fyri einki.
Risin var akkurát sovn-
aður. Sum allir Nesmenn
var hann farin tíðliga til
songar fyri tiðliga at fara
at sláa gras niður, tí
veðrið var av ti besta, men
smoykjandi inn um dyrn-
ar kom eitt og segði, at
døglingar vóru á Litlibø-
sandi. Upp leyp Risin í
berari stúku, skóleysur
við grindaknívi millum
tenninar, grindakróki og
togi millum herðar og leyp
á dyr. Sum snarljós, á
skeivan bein helt hann
leiðina á Lítlabesand,
har tríggir vælvaksnir
deglingar líka hevdu gjert
landgongd.
Risin bíðaði ikki við at
leypa á bláman og skar á
háls, og stakk til deyðis
tann fyrsta og tann
næsta. Tann tridi, ið
størstur var ið var størst-
ur, lá so djúpt, at Risin,
ið var lábygdur maður,
vóð um akslarnar fyri at
rekka langt út at skera á
háls, og við hond hans
svimjandi við lið skar og
stakk hann eisini til deyð-
is hendan triðja deglingin.
Og síðan til prest
at biða rom
Risin, ið var eðismikil, var
tað ikki minni hesuferð, tá
blóðið innan í honum kók-
aði og uttan fargaður
reyður av deglingsblóði.
Hann vóð í land og helt
leiðina í Leirar at vekja
prest, ið tá var Petersen,
seinri prestur norðuri á
Nesi. Tá ið Risin nærkað-
ist Leiragarði rungaði tað
í Prestjalli: >Vakna upp
prestur, nú er ikki at sova,
triggir døglingar liggja
deyðir á Litlibøsandi, og
tú eigur tann stersta part-
in og verði skjótur út við
romfløskuni.«
Prestafrúan var fyrst á
føtur og hálvsovandi sá
hon gjegnum vindeygað
Risan. Ikki var legið, at
hon rópti við, tí ikki sá
hon tespiliga sjón — Ris-
an í berari stúku, hatt-
leysan, skóleysan, hár og
skegg klistrað saman í
deglingsblóði, men Risin,
sum var kærkomin gestur
i Leiragarði, sum flestallir -
nesmenn vóru, var ikki
minni vælkomin hesu ferð
við slíkum fagnarboðum. |
Einki átti Risin
sjálvur
Garðurin í Leirum var tá
tólv merkur, og jerðin tók
upphelmingin av grind, og
kundi prestur ti væl offra
eina romflesku til Risan.
Hvat mundi Risin hugsa,
tá hann vátur í blóði og
sjógvi og nakin raggaði
sær aftur í Nes. Heima sat
konan og fimm synir,
tvær detur og lítlan og
ongan jarðarteig átti hann
at taka upp grind til, men
á Litlibøsandi lógu triggir
stórhvalir, sum pápin líka
hevði dripið, meðan prest-
ur hevði sovið sær so mik-
ið av deglingstvesti, at
hann neyvan visti, hvar
hann skuldi varðveita tað.
Risin var annars annar
tann ungi, sum róði
deyðaróðurin saman við
Mikkjal uttan Garða. Eg
kom ofta inn til Risan, tá
eg var smádrongur. Hann
var giftur við ommusystur
míni. Ein grind — gott
300 hval — sum legði
beinini á Litlibøsandi setti
eisini gamlamannablóð í
kók, so Risin, ið gamal
var blivin, legði beinini
sama dag. Hann var eisini
í drápinum og hevði ikki
spart seg at rópa og fýra
upp undir kókipunktið á
blóði sínum. Tveir tímar
eftir at drápið var liðugt,
var hjartað gingið fyri.
Risin var ættaður úr
Fámjin, og bróður Risan,
sum var nevndur Joppur-
in var eins og Risin av
bestu grindamonnum,
gitin fyri at vera knappur
til at skera grind á háls og
einki var honum ovboðið
at gera.
Leyp á hvalin
Ein grind, ið illa vildi gera
landgongd, mól leingi á,
og hvalir komu út við
Skålamøl, so nær, at
Joppurin leyp á bakið á
honum, stakk hågvuna í
blástrið við hondini í, so
hvalurin kundi ikki kava,
og tá hann kom nær landi
aftur, leyp Joppurin av.
Hann grynnti og skar
hvalin á háls.
Tað mest hættisliga
váðaverk, hann gjerdi,
var Heima á Sandi. Ein
sandingur, ið væl visti, at
einki var ovboðið fyri
Joppin, vísti honum upp á
Traðarhamar, á eitt stað,
har maður skuldi hava
lopið og komið væl frá tí.
Joppurin hugdi niður,
snúði sær á móti sanding-
inum og helt fyri: »Pina-
doy, hevur nakar lopið
hetta, kann eg tað eisini.«
Og so var hann í leysum
lofti, men tá var lukkan
størri enn vitið. Joppurin
kom standandi í eitt
keldueyga og stóð um
miðjuna. Tá hann fekk
vitið aftur og skilti, at
hann hevði gjert, at sand-
ingurin kundi havt blivið
12 deglingar
á sama degi
Stersta tiltakið við døg-
lingunum, ið segan veit
frá at siga, blivu tólv døg-
lingar dripnir í Hvalba og
Sandvík á einum og sama
degi. Eg minnist, at abbi
min segði, at hann hevði
fingið boð um, at heinta
eitt lamb, hann átti, sum
var komið á rætt í Hval-
ba. Hetta var á heysti — á
bestu deglingstið — og
hevði hann líka tikið
lambið fyri at fara til
gongu, tá boð komu um,
at deglingar vóru á Hval-
biarfirði. Hann fekk lamb-
ið undir tak aftur og fór í
deglingsdráp í staðin. Tá
ið liðugt var, lógu sjey
deglingar lið um lið deyðir
á sandinum. Tað bleiv ein
snapsur ikki spardur.
„Jákup í Kvilt, siga
teir, vit sleppa frá at
senda mann til Sandvíkar
við boðum, at teir eiga
deglingar at taka upp her.
Tú hevur jú verið í dráp-
inum sjálvur og skalt tú
nú til gongu yvir.“
Tá var telefonin ikki
komin, men bilsin bleiv
hann, tá hann kom á
Sandvíksegg og sá niður
yvir bygdina. Við Sand-
vikslógv sá hann fleiri
bátar. Hann tokti, at tað
mátti vera komin ein
seiðatorva, sum teir kast-
aðu nót eftir. Hann legði
leiðina ut við sandinum og
metti manni, ið grínandi
segði við hann: „Jákup í
Kvilt, tú misti eitt áhuga-
vert deglingsdráp við at
fara av bygdini. Vit hava
beint nú dripið fimm deg-
lingar.« Men ovfarin bleiv
hesin, tá Jákup í Kvilt
sigur, at uppgáva var
givin honum at bera, at
hann og hvalbingar høvdu
dripið sjey deglingar, ið
lívleysir lógu á Hvalbiar-
sandi. So fyri hesar báðar
bygdirnar komu til býtis
tolv deglingar. Ofta
hoyrdi eg sum lítil, at
hetta var tann størsti døg-
lingsfongur, sum komin
var til sóknina á einum
degi.
Berast skuldi
skjótt og friðar-
liga at
Vóru deglingar á fjørdin-
um á leiðini inn eftir, var
umráðandi at bera skjótt
at, áðrenn teir komu á
grunt vatn og vendu út
aftur. Og meiri umráðandi
var at bera stillisliga at
við báti frá landi, og ikki
við skrál og róp sum í
grindaróðri, ti meðan deg-
lingur sær illa, hoyrir
hann í staðin stak væl og
tolir ikki minsta hvekk. Ti
bleiv vettur smoygdur
yvir tollarnar fyri at árin
ikki mátti knarra og róliga
lagt framvið sum á einari
skipsíðu, ið líka málað er
og ikki má nertast við.
Vísti hevdið inn móti
landi bleiv grindakrókurin
við longum togi høgt
fremst í trýnið á hvalin-
um. Tað mátti ikki hogg-
ast aftarliga, so nær
tvesti, at hann fekk svið-
an, tí so kavaði hann og
kom uppaftur uttanfyri
bátarnar og út í havið
aftur. Men var lagaliga
atborið, og fast var blivið,
bleiv hann rógvin inn á
grund, til maður leyp fyri
borð við endanum og
leiddi hann inn við sær
sum eina heimakúgv, til
hann var fastur á landi, so
hjálpti hann sjálvur til at
koma longur inn við at
berjast í rembingum, til
maður kundi skera hann á
háls.
Ofta var longsulin
eftir kjøti stórur
Tann størsti parturin —
burtursæð frá jarðarhval-
inum — er síggingin ella
finnarahvalurin. Tað er
virðislenin, ið ekja kann
um hugin at vera vakjandi
og hyggja serliga aftanå
eitt grindaæl er komið
undir lándið í august ella
september. Finnarin fær
trýnið, sum er fult av
spermolju — tað besta
brennievni til koluna, ið
áður hekk undir bitanum.
Eisini fekk finnarin ein
fjórðingspart av tvesti, og
so tann vanliga húspartin.
Bytast skuldi líka millum
húsini. Hetta sjáldsama
býtið bleiv lagt í hendur-
nar á einum manni, sum
einans dugdi tað sjálvur,
men lærdi sýslumannin og
ein annan mann tað. Eg
fekk býtið skrivað niður,
men havi tíverri mist tað.
Hetta er sagt frá um
teir sjáldsomu gestir, ið
komu frá sunnan, og vitj-
aðu inn á Hvalba og
Sandvík — ofta tá longsul
eftir kjøti var stórur og
fekk bernini at droyma
um tað, sum tey hevdu
sæð á bóndans borði, men
ikki fingu sjálvi, tí foreld-
ur teirra onga jerð áttu.
Gleðin var stór, tá rópt
vóru grindaboð ella sum í
Sandvík og Hvalba, at
deglingar gjørdu land-
gongu, ti tá fingu øll at
smakka av kjøti, sjålvt
um tey ikki áttu jerð.
Jarðarhvalurin
varð skrínlagdur
Ein maður tonkti rætt, tá
hann legði fyri granna-
stevnu at skrinleggja
jarðarhvalin, og býta all-
an døglingin í partar, ti,
um óðaljerð og prestajerð
áttu sær rættin á landi,
var tað órættur eisini at
eiga tað á almanna havi.
Ikki var tað gamans-
leikur fyri konuna at taka
upp fleiri vaksnamanna-
karmar, vátar, blóðigar,
ofta ikki vatn inni í hús-
inum, men mátti út í
myrkri, regni og kulda at
vaska karmarnar undir
lækjuni, sum oftast var
nær húsinum, og so aftur
inn við klæðunum fyri at
turka tey við torv- ella
koleldin.
Við tí í tonkunum, at
hetta máttu mamma sviða
fyri, at vit, jarðarleysir,
fleiri menn í einum húsi,
ókeypþis átóku okkum
hesar karmar, meðan kon-
urnar í jarðarhúsunum, ið
eiga at gera tað, sleppa frá
ti,. og fáa so ein stóran
fong, ið aðrir uttan viður-
lag stríðast fyri.
Hann var tann fyrsti, ið
breyt slóð fyri líkarættin-
um, tá deglingur kom til
býtingar. Deglingurin
hevði tað besta kjetið,
meðan spikið ikki kundi
etast. Men serliga til finn-
aran gav tað nógvan pen-
ing, og var tað — eins og
tvestið — býtt. Spikið
bleiv bæði brætt, og selt,
tá tað ikki var nýtt heima
til koluna ella nýtt til
medisin.
Deglingslýsið bleiv nýtt
í ringari krimsjúku í keld-
um húsum um veturin, tá
tann bróstveiki fekk egi-
liga hosta. Lýsið bleiv
hitað og penslað upp á
bringuna og upp á hálsin
tvær ferðir um dagin —
morgun og kveld. Og eitt
turt, heitt ullint plagg
uttanyvir. Eisini bleiv
lýsið penslað á ryggin
millum herðableðini, og
helst var eitt ullint stykki
ella ein samanrunnin tógvi
nýttur. Í dag grínur ein
lækni at slíkum, men hvat
skuldu tað neyðars fólk
gera, sum ikki hevði pen-
ing til lækna, og vegna
sjúku ella aldur ikki blivu
góðtikin sum limir í
sjúkrakassanum tá hann
kom. Ti mátti roynast, alt
ið roynast kundi, sum ikki
kostaði pening, men er tað
ødrvisi at geva pillarar
o.a., í dag, sum ikki hjálp-
ir, men í staðin kostar
nógvar pening. Tá Eygna-
sjúkan herjaði allar Før-
oyar bleiv deglingslýsið
eisini nýtt. Eisini fyri
bráðsótt bleiv eitt åvist
mál av deglingslýsi helt
niður í sleppingarlomb um
heystið
Hetta, ið eg havi sagt
frá, er tikið fram fyri at
visa á, hvussu livast mátti
í eldri tíðum.