Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-05-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 1979síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin #2 telf. 14720. H820.5 i box 76, 3800 Torshavn SR Feroya Javnaðarflokkur Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Útgevari: Fyritaksstjóri: Blaðstjóri: Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Fyri stórum vanbyti i GJÅR var alheims arbeidaradagur- in og verkafólk og samhugaði kring allan heimin savnaðust. Litið varð aftur um bak og nýggjar leiðir vórðu settar út í kortið. TAÐ ER ikki smávegis, sum er broytt arbeiðarastættini at bata tey seinastu 90 árini, alheims arbeið- aradagurin hevur verið hildin, eftir at Sosialistiski Internationali av- gjørdi at halda dagin sum dag ar- beiðaranna burturav. HÓAST nógv framstig eru gjørd, hevur arbeidarastættin enn ikki vunnið javnbjóðis kor og rættindi við aðrar samfelagsbólkar. Lønar- liga eru arbeiðskvinnur og -menn fyri einum so stórum vanbýti, at hesi viðurskifti kunnu ikki vera annað enn samfelagsins — okkara alra — ringa samvitska. Skal ein arbeiðarafamilja kunna liva undir mannsømiligum umstød- um, skulu bæði maður og kvinna av húsum fyri at vinna til dagligt breyð. Og skal ein arbeiðarafamilja droyma um at fáa egið tak yvir høvur, skal mong ein úrtíðarignin heintast heim. Í SKRIVANDI løtu er sáttmálaloysi millum arbeiðarafelggini og ar- beiðsgevararnar. Arbeidarafeløgini hava kravt eina timalønarhækkan upp á 5,41 kr. Hetta er eitt ógvuliga rímuligt krav. Tí, sjálvt um arbeið- arafelggini vinna hesar sømdir, og timalønin verður stívar 37 kr., so eru verkafólkini framvegis undirlønt í mun til flestu aðrar løntakarar. JØRD- OG betongarbeiðarin ella flakakvinnan koma framvegis at fáa eina minni timaløn enn gentan ella unglingin á tí fjálgu og nossligu skrivstovuni. Og tað kann ongantíð góðtakast, at tann berandi stættin í samfelagnum skal vera fyri einum slíkum órætti. Tað er altíð við góðum treysti, eg lesi greinarnar tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. hjá Hanusi Andreasen. Eg meti hann at vera tann besta og hvassasta penn í føroyskum blødum í dag. Eftir mínari metan, hevur hann í sera einfald- ari og klárari skriving lýst ta djúpari ætlanina í Brix-málinum. Hetta lýsti Hanus sera heppið í einum Sosiali nú í vár. Bert spell, at greinin ikki stóð í øllum blødunum, so hon rakk i hvert heim her á landi, tí greinin avdúkaði so av- gjørt hin partin í sakini, nevniliga Hr. Øla Breck- Nr. 33 — 2. mai 1979 TAKK HANUS mann og Fólkaflokkin. Hesin Óli, ið so brádliga varð kendur um alt landið fyri sína harðrendu fram- ferð móti teimum minnu mentu og annaðleiðis- hugsandi og -talandi í Feroyum. Tað er kanska ikki so legið, at Óli nýtir hesa framferð í politiska leiki sínum, tí hann hevur júst í Onglandi lært manna- gongdina, ið enski polit- ikarin Enock Pawel nýtti á sinni: Racismu! Hvussu Óli roynir at pynta seg við lántum aka- demiskum fjaðrum, er sera áhugavert. Prógvið, hann hevur eitur á ensk- um Master of Art. Hetta prógv verður í Danmark at rokna sum fyrsti partur av einum embætisprógvi. Við eðrum orðum, Óli Breckmann er vorðin stu- dentaskúlalærari við ein- um sokallaðum reyðfiska- prógvi. Í stuttum ein devalu- eraður akademikari. lesandi LANDSOLJUSØLA Nú stendur oljukreppa aftur fyri durum. Olju- feløgini her i oyggjunum, sum jú hava monopol uppá oljuselu, siga bart út, at til heystar kunnu tey ikki nøkta tervin meira. Soleiðis mátti ein jú skilja landsstýrismann- in í orkumálum 1 í mið- vikuni. Nú er tað so, at einasta moralska grund — um nekur finst yvirhevur — til at tola monopolfyri- tekur í einum landi er, at hesar fyritskur nekta tervin — at tær fáa okk- um til vegar tær verur, ið vit avgjert hava fyri neyð- ini. Tann dag, hesar fyri- tekur ikki greiða hetta, eiga tær at fáa kapping. Hetta eigur at verða gjørt nú hjá okkum. Latið okkum fáa eina landsfyritøku til innflyt- ingar av olju og sølu av olju til forbråkararnar. Henda fyritøka åtti at leita upp aðrar oljufram- leiðarar enn teir vanligu, til demis Noreg og Vene- zuela, og selt olju í fríari kapping við Shell og Esso. Til tess at tryggja hesum felagi kundar í byrjanini átti landsoljusølan at havt frammihjárætt at selt til SEV, landsins skip, al- mennar bygningar, og landsverkfreðingin. Ein slík fyritøka hevði verið ein sunn mótvekt til Shell og Esso — og góð at taka til, tá ið hesi felog, sum eru illa sædd av OPEC fáa durafjórðingin frá teimum oljuframleið- andi londunum. Sosialist HANN BYGGIR LAND Luttakið í almenna tjakinum Sendið lesarabrøv til Sosialin! . HAVIÐ KONUNA VIÐ! tá Kambans reysta kappalið í fornu eld nart klettarnar við vita kønir frødingar at siga hvat ið teir høvdu við teir vita frá onkrum útgrevstri teir høvdu konuna við ja, konuna við teir gomlu hevdu fantasi við teirra lið altid konuna við og enn i dag tá føroya reystu kappar hittast í balli hvert ár legmenn, legtingsmenn, umboðsmenn sleikja síni búskapartár og myndablaðið NÚ er við teimum við lið ti konan er við og lívið er eitt Tivoli tá hetta høga harralið hevur KONUNA við jú enn hava føroyingar fantasi mentanin fer ju aldri ur lid so leingi hon hevur konuna við (við heilsu til »landsynningin« í Sosialinum nú ein fagran várdag) Hvussu ber tað til, Gísli Súrsson og tú, ið nevnir teg >kommunistur< í Sosi- alinum, ivast í, hver ið byggir land í Feroyum? Vita tit ikki, at ein maður, sum kann yvirkoma eini 4 arbeiðir í senn, má vera uppbyggjandi? T.d. mað- ur, sum bæði er aka- demikari, blaðstjóri, ting- maður í senn, og haraft- urat situr í ymiskum nevndum, og aftur haraft- urat uppiheldur agentur gjøgnum familjulimir, og so aftur harafturat liggur i sakarmålum fyri persóns- forfylging — tað eru menn ið kunnu yvirkoma alt hetta, sum byggja okkara samfelag upp. Um allir feroyingar kundu havt 4—5 jobb í senn, so hevði okkum ikki tervað nakran Freidmann at siga okkum, hvussu búskapurin átti at bjarg- ast. So hevði betri staðið til. Fekk fólkaflokkurin valdið, so hevði kanska verið meguligt at fingið 4—5 størv pr. høvd, ið stadin fyri, sum i undur- gangslandinum Danmark, at hava yvir 100.000 uttan arbeiði. Um fólkaflokkur- in hevði givið vanligum fólki somu meguleikar sum hansara egnu odda- fiskar hava, so høvdu vit øll bygt land, og tað við lít. Óli B. hevur við síni persónligu karrieru prógv- að, at liberalistiska met- ingin av samfelagsviður- skiftum er bein. Um øll hava bein í nøsini, rett familjusambond og >dyn- amiskan persónleika< og hoyra til rætta flokkin, so fer liberalisman at byggja land. Gleði meg til at fáa alt tað akademiska arbeiði, sum eg nokk fái um eg meldi meg inn í „People's party« ella fólkaflokkin. Dimitreus Hippison undan Tangentinum Brúkt frystibox til sølu. TIf. 12209 / KJARTAN 5. 7 DALSGAARD 5 7 TROGNGR SÅ Á UMBODS /; AN SDA /s SN TLF 15222 / ss