Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-05-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mai 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 34 — 5. mai 1979 ; =„ telf. 14720 . 11820 dlUPIN box 76, 3800 Torshavn igevari: Føroya Javnaðarflokkur Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen (åbyrgd) Høgni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting f | S05 Fyritaksstjóri: Blaðstjóri: Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Grønlendingar fingid heimastyri TAÐ VAR síðsta tysdag, at grøn- lendingar fingu heimastyri, aftanå at hava verið eitt danskt amt gjøgn- um 25 ár, og áðrenn tað vóru teir jú ein koloni í fleiri hundrað ár. HETTA er ein stórhending hjá okk- ara brødrafolki vestan hav, sum vit hava alla møguliga orsøk til at ynskja teimum hjartaliga tillukku við. HÓAST ymiskan uppruna so eru neyvan nakrar tjóðir, sum hava havt so stórt samband við hvgrja aðra sum okkara tjóðir. Men tað má eis- ini ásannast, at hetta samband hev- ur verið mest til okkara fyrimun. Tað eru yvir 50 ár síðan, at vit byrjaðu fiskiveiðu við Grønland. Hendan veiðan mentist, soleiðis at so leingi síðan sum í 1934 høvdu vit 110 skip við um 2.500 monnum, sum veiddu við Grønland. Tað árið var 70% av føroyska fiskiflotanum und- ir Grønlandi. TIDIRNAR eru broyttar, i 50- og 60- árunum var tað serliga veiða vid trolarum, sum hevði týdning fyri okkum, og í 70-unum hevur tað verið rækjuveiðan. Av ávísum or- søkum er okkara veiða undir Grøn- landi í dag bert ein viðfáningur ímóti fyrr, og tó skerst ikki burtur, at Grønland hevur havt ein ómetaligan tydning fyri okkum føroyingar. TAÐ ER IKKI fyrrenn seinnu árini at tað er komið fram, at grønlendingar eisini eiga at fáa nakað í hesum samstarvi. Nakað er hent her, men tó ikki nóg mikið. Vit eiga í enn stórri mun at leggja okkum eftir einum samstarvi, sum kann vera til gagns fyri báðar partar. Tá grøn- lendska landsráðið var her í 1973 var ein grunnur settur á stovn, sum skuldi fáa eina árliga játtan á figgj- arlógini, og sum skuldi figgja ment- unarligt samstarv millum londini. Tíverri er hendan játtan burturdottin og vit fara at heita á landsstýrið um at fáa hesa játtan tikna upp aftur. MEN sum sagt: Er tað nakar sum hevur orsøk til at ynskja grønlend- ingum tillukku, so eru tað vit, og vit vóna at hendan nýskipan fer at vera til gagns fyri grønlendska fólkið. LA LtKttA|——T—T—T—TTgp HVORJUM TÆNIR ALMENNI FISKIVINNUPOLITIKKURIN Í øllum lívsins viðurskift- um, har sum aðalreglan er fri og ótálma kapping, verður úrslitið, at nekur sigra og onnur tapa. Og ikki er tað altid tey rætt- vísu og arbeiðssomu sum vinna, verri enn so. Útróðrarfloti = okkara, sum seinastu 15 árini hev- ur hildið liv í og stødugt ment búskap landsins og verið hevuðsorsekin til, at arbeiðsloysi ikki hevur rakt samfelag okkara, meðan hetta hevur verið størsti sosiali trupulleiki hjå grannum okkara, er nú undir so stórum ágangi sum ongantið fyrr. Útróðrarflotin var ogn útróðrarmanna. Útróðrar- menn løgdu ogn og ar- beiðsmegi sína í hesa vinnu. Tá so struktur- broytingarnar innan fiski- vinnuna av álvara fóru at gera vart við seg, og tað ikki longur var lønandi at gera iløgur á fjarleiðum, tveitti kapitalurin seg yvir landgrunnin. Tann kapi- talur sum fyrst í 70'unum, við góðari hjálp frá Dimmalætting, av ellum alvi stríddist fyri at inn- lima Føroyar i EEC, og harvid avreida åhugamål útróðrarmanna fyri stutt- skygda profitjagstran. Grefligasta demi um tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. fyrilitarleysar ílegur, var tå Skipafelag Føroya mest av tilvild og uttan åvisar ætlanir keypti teir so- nevndu Cubatrolararnar, sum i åravis lógu og rakt- ust ymsastaðni i Føroy- um. Ongin visti rættiliga, hvat hesir båtar skuldu brukast til, minst av øll- um Skipafelagsleiðslan, fyrrenn ein av teimum økonomisku gandakallun- um úttonkti eina ætlan, sum eitt felag, ið nevndist Beta skuldi fremja. Úr- slitið var, at hetta Beta- projektið nærum upp- turkaði allar aðrar iløgu- møguleikar, tømdi rå- fiskagrunnin og prís- iskoytisgrunnin og sum krúnan á verkinum, kem- ur hesin økonomiski gandakallur 2 år seinni og hóttir landsins skatta- borgarar, at gjalda teir ikki oljuna hjá hesum somu trolarum verður gal- in endi. Var steðan tann, at fólkið gekk í vinnuloysi og fiskastovnarnir | rundan um okkum doyðu av elli, ti vit ikki høvdu veiðu- orku, so var stødan og metingin ein onnur. Til tess at troyta hesa veiðu, sum alsamt kemur at fáa ektan búskaparligan týdning, nýtist okkum, ið hvussu so er ikki fyrst av ellum at bundið avgerð- andi part av íleguorku landsins í hesar millum- stóru trolarar. Til fiskiskap eftir hýsu og toski á landleiðini terv- ar okkum ikki veiðuorku. Hver einasti trolari, ið kemur aftrat, kemur at taka tað, ið hann veiðir frá teimum, sum í mong ár við dugnaskapi og ar- beiðssemi hava røkt land- grunnin. Einasta eki, ið talan kann vera um veiði- vekstur er uttanfyri sjálv- an landgrunnin, á djúpum vatni. Til tess at troyta hesa veiðu, sum alsamt kemur at fáa øktan bú- skaparligan týdning, nýt- ist okkum í hvussu so er ikki fyrst av øllum at bundi avgerandi part av i- løguorku landsins i hesar millumstóru trolarar. Við góðum vilja og evn- um til at kaga eitt sindur inn í ókomna tíð, áttu teir sum sita við ábyrgdini av landsins vinnuligu og figgjarligu áhugamálum at gjørt sær greitt, at vit í Norðsjónum hevdu ein kraftblokka- og trolara- flota, og í Grenlandi ein rækjuflota, sum bert hev- ur veiðimeguleikar á nevndu økjum nakrar fáar av landsins mánaðum. Við smávegis broytingum eru hesi skip best av øllum hóskandi til alla veiðu utt- anfyri landgrunn okkara, tá meguleikar teirra á fjarleiðum eru troyttir. Tann dagur er ikki langt burtur tá kraftblokkabát- arnir, norðsjóvar- og rækjutrolararnir veiða munandi part av ársveiðu teirra á foroyaleiðini. Ti er tað ikki heilt burturvið at vísa á, at tann drening av ílegu- og stuðulskapital- inum, sum fyrst av ellum Cubatrolarnir vóru orsek til, var púra óneyðug og stuttskygd, vinnuni allari til mikið ógagns. Hvussu slepst burturúr hesum stuttskygda iløgu- politikki er torferi at meta um. Eitthvert úrslit er jú sum kunnugt nærtengt at tí málseta ein hevur. Skal endamálið við almenna fiskivinnupolitikkinum bert vera at keypa og selja seg fram til stødugt mink- andi veidimøguleikar og stuðla her og har, sum stuttskygdur privatur i- løgupolitikkur hevur skapt alstórar samfelags- trupulleikar, er ongin broyting neyðug. Tí hesin er fiskivinnupolitikkur okkara í letuni. Hann er fullkomiliga undirlagdur treytirnar fyri fríari kapp- ing, har øll almenn yvir- skotsorka skal brúkast til ábetur og stuðul til teirra sum royna at kapitalisera útróðrarflotan, so tann tíð tá veiðimenn sjålvir i størst møguligan mun áttu og róku veiðufer síni um fá ár er sega. Men skal endamálið við fiskivinnupolitikkinum vera, at allar avgerðir og allar ílegur eins og allur stuðul skulu tæna tervi samfelagsins, tess veiði- monnum og arbeiðsfólki, krevst broyting við lit. Tann tíðin er farin, um hon nakrantid hevur ver- ið, tá tað var gott latín, at tað sum tænti ti privata kapitalinum pr. definitión eisini tænti tí einstaka. Tað er onki sum bendir á, at tað sum tænir Beta og tess Cubatrolarum, tænir útróðrarmonnum ella før- oyska samfelagnum. Eg ivist ikki í, at viljin til at seta samfelagsmál framm um privat áhuga- mál er til staðar hjá teimum, sum standa fyri tí almenna fiskivinnupoli- tikkinum Men dugurin í viljanum er lítil hjálp, tá treytirnar eru, at maktin er á heilt eðrum stað, nevniliga hjá teimum, sum seta privatáhugamál framum samfelags áhuga- mál. a.s. HVUSSU VIRKAR HIN FRIA KAPPINGIN Tad er ikki eiti å, sum vinnulivsmenn nå taka synd hver i eðrum orsakað av uppskoti landsstýrisins um keyp av skipi til utt- anlandssigling, so at nú- verandi Smyril kann rekja suðuroyarsiglingina burt- urav. Niðursteða teirra er, at verður uppskotið veru- leiki, fara øll feløgini, ið hava farmasigling um hendi, á heysin, og hetta vil, eftir teirra tykki, verða til óbótaligan skaða fyri føroyska samfelagið. Hvussu teir koma til hesa nidurstødu, er ikki lætt at meta um, tí sum øllum kunnugt, er tað ikki ein tann einasti av teim- um, ið rindar til føroyska samfelagið tað, ið teir eftir forimuni áttu at gjørt. Tverturímóti er tað fer- oyska samfelagið, og so- statt føroyski skattgjald- arin, ið rindar til teirra, og hesar pengar nyta teir at flotta sær við so galið teim lystir. Men hvat er tað, sum í veruleikanum hendir, um Lasse verður keyptur? Tað fyrsta, ið hendir, er tað, at føroyski skatt- gjaldarin gerst partaeigari av einum skipi. Eg veit væl, at hver føroyingur er partaeigari í ellum núver- andi skipum her á landi (igjøgnum almennan studning), men tá ið tað kemur til vinning og at fáa ávirkan á hesi, verður hann settur uttanfyri. Tá er tað hann, ið stendur sum ánari av skipinum, ið fer avstað við vinningin- um, og valdar yvir tí, sum honum lystir. — Hann eigur skipið og fær tann vinning, tað kastar av sær. Men hvat hendir, tá ið skipið gevur undirskot? (Tað gera tey í hvussu so er ofta á pappirinum). Ja, tá verður aftur farið til tað almenna at fáa pengar. Hvussu fer stødan at siggja út, um tað verður Strandferðslan, ið keypir Lassa? Fyri tað fyrsta verður tað skattgjaldarin, ið skal leggja út — men verður tað eitt yvirskot — sum allar kalkulatiónir vísa — fer vinningurin í lands- kassan og sostatt til før- oyska skattgjaldaran. Hetta hendir ikki å tann hátt, at Gjaldstovan sendir kekk við yvirskot- inum av Lassa II til hvønn feroying. Nei, hetta hendir á tann hátt, Framhald á síðu 7 HU pe SUS