leygardagur 5. mai 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 34 — 5. mai 1979
STUÐLIÐ FLOKKARNAR, SUM
MÓTVIRKA HØGRARAKINUM
Góðu fundarfólk!
Árið 1979 er á mangan
hátt eitt merkisár fyri ta
europæisku arbeiðara-
rersluna.
Fyri tað fyrsta eru tað í
ár liðin 150 ár síðan tað
fyrsta veruliga fakfelagið
varð sett á stovn í Ong-
landi, har fakfelagsrerslan
fyrst av ellum kom fyri
seg.
Fyri tað næsta eru tað í
ár liðin 90 ár síðan tann
fakligi internationali fel-
agsskapurin, sum vit van-
liga kalla 2. internationali
samtykti at gera hin 1.
mai til internationalan ar-
beidaradag.
Tað eru tískil góðar
grundir til, nú aftaná at
álitisfólk arbeiðaranna
hava mett um støduna og
borið fram teirra aktuellu
krev, at steðga eitt sindur
á, at líta aftur um bak og
hefta seg eitt sindur við
seguna hjá hesari heims-
umfatandi rerslu, tí inter-
nationalu arbeiðarar
rsluni, sum okkara arbeið-
ararørsla jú er ein partur
av, al tann tíð allir heims-
ins arbeiðarar hava nekur
felags áhugamál.
Eisini skulu vit nema
eitt sindur við støduna hjá
tí arbeiðandi fólkinum í
vesturheiminum í dag.
Bakgrundin fyri nútíðar
fakligu arbeiðararersluni í
vesturheiminum, skal
søkjast í teim veldugu
samfelagsbroytingunum í
Vestureuropa — serliga í
Onglandi í 19. eld.
Í tí tíðarskeiðinum vit
vanliga nevna idnadar-
kollveltingin.
Í hesum tíðarskeiði
hendi tann stórbroyting
við arbeiðinum, at tað
varð flutt frá verksteðum
til verksmiðjur — fabrikk-
ir.
Eisini sjálvt arbeiðið
broytti form og gjerdist
meira einfalt, strævið og
=
ingina. Hetta merkir í-
ognarrætt til framleiðslu-
tólini og harvið medav-
gerðarrætt á arbeiðs-
gongdina.
Tað er 1. mai. Hetta er
tann tíðin av árinum tá
summarið og tann ljósi
dagurin ganga sína sig-
ursgongd, tann tíðin av
árinum tá veturin og tær
longu myrku næturnar
megu dvína. Lat tað á
hesum degi verða vón
okkara, at verkamanna-
rørslan gongur sigurs-
gongd sína, at henda
rørsla fyri framman eigur
eitt summar og ein ljósari
dag og at hin langi og
18
kediligt, og arbeidararnir
gjørdist ein partur av ein-
ari maskinu.
Úti á bygd fall livs-
grundarlagið hjá fjøldini
burtur, tá stórgóðseigar-
arnir og stórbendur legdu
inn undir seg alla almenna
jerð, sum fjøldin hevði
livað av áður.
Hjá hesari fjøld vóru tí
bert eini ráð til at taka, at
flyta til býirnar ið vóru
um at fáa arbeiði á teim
skjótt vaksandi fabrikk-
unum.
Undir teim vánaligastu
viðurskiftum, sum hugs-
ast kunnu, mátti arbeið-
arin í Vestureuropa selja
sína arbeiðskraft, og
henda arbeiðskraft varð
altíð keypt fyri ein alt ov
lágan prís.
Mangan noyddist ar-
beiðarin at selja arbeiðs-
kraftina hjá konu og bern-
um afturat til ein uppaftur
lægri prís, fyri at kunna
ana.
Húsa-, heilsu- og soci-
alu viðurskiftini vóru so
út av lagi vánalig at vit
ikki i dag høvdu dugað at
fatað tað, um ikki samtíð-
ar skriftir og myndir tal-
aðu sítt týðuliga mál.
Eingir fakligir felags-
skapir vóru at røkja á-
hugamál arbeiðaranna,
sum tí ofta vóru tvingaðir
til at undirbjóða hvenn
annan til tess at fáa ar-
beiði.
Framtíðarmeguleikar
hevdu bernini hjá arbeið-
arafjeldini ongar, tí sam-
felagið bjóðaði teimum
onga skúlagongd.
Tá sum nú hevði kapi-
talisman góðar dagar.
Vinningurin frá træla-
handli, kola- og jarnnámi
og verksmiðjum, varð in-
vesteraður í uppaftur aðr-
ar verksmiður og selu-
meguleikarnir tyktust ó-
avmarkaðir i Europa,
Asia, Afrika og USA.
Men arbeiðararnir vóru
ikki bara offur fyri einum
harðrendum útviklingi.
Teir reageraðu eisini uppá
hendan útvikling og
henda reaktión gjerdist
upprunin til ta modernaðu
fakligu arbeiðararersluna
við hennara fakligu, pol-
itisku og kooperativu
stovnum.
Tað var eitt hart og
tógvið stríð tit her fóru
undir bæði fyri at fáa teir
arbeiðarar, sum vóru faln-
ir í fátt, at rakna við — og
fyri at vinna faklig, social
og politisk javnrættindi.
Eisini = kapitalánarnir
gjørdu seg út til stríð móti
ti vaknandi arbeiðara-
klassanum, bæði við ideo-
logiskum og
liberalistiska hugsjånin
blómaði í 19. eld og sum
åvisir flokkar her hjá okk-
um eru so fegnir um.
Sambært hesa ideologi
var uppgávan hjá statin-
um fyrst og fremst at
verja tey ríku móti teim
fátæku — at verja tey
sum eiga ognir og virkir
móti teim, sum ongar eiga
at sleppa vinnufyritøku-
num at virka fullkomiliga
ótálmaðar.
Í ellum hesum tíðar-
skeiði uppfataðu liberal-
istarnir, tað arbeiðandi
fólkið sum samfelagsfigg-
indar — hóast alt ríki-
demi, allur vælstandur í
síðsta enda stavar frá ar-
beiði.
At hetta ikki er so nógv
broytt í dag, síggja vit av
ti skriving um fakfelags-
tyranni, sum eitt ávíst
føroyskt blað — er tað
nevnt so er tað kent, hev-
ur fyri um europeisku fak-
felagsrørsluna.
Tað tunga stríðið fyri
bettum lenarviðurskift-
um, betri arbeiðsviður-
skiftum og socialum ábót-
um, lærdi arbeiðaranna á-
lítsmenn at tað gjørdist
neyðugt at vinna politiska
ávirkan á samfelagið.
Tað ber illa til at nevna
hesi viðurskifti uttan at
nevna Marx, sum meira
enn nakar annar einstak-
lingur fekk arbeiðaran til
at skilja sína steðu i sam-
felagnum.
Tað var Marx, sum
fyrstu vísti á at vinning-
urin — profitturin hjá
kapitalistunum ikki til-
kom teimum — av ti at
hann stavar frá tí einasta,
sum er virðisskapandi,
nevniliga arbeiði.
Profittur var meirvirði,
sum varð noytt burtur av
arbeiðarunum.
Hann visti eisini á, at
frigerding arbeiðara-
klassans átti at vera hans-
ara egna verk. At saman-
hald var neyðugt. At stríð
arbeiðaraklassans var eitt
politiskt og at komið var
ikki á mál fyrr enn arbeið-
arnir sjálvir vunnu sær
ræði á framleiðsluni.
Hesi sjónarmið vóru ar-
beidararørslunnar álitis-
menn yvirhevur samdir
um, men ósamdir um
hvussu arbeiðandi fólkið
kundi vinna ræðið á fram-
leiðslutólunum.
Tann partur av arbeið-
ararørsluni, sum vit kenna
um okkara leiðir, valdi
sær aðra kós enn ta reint
marxistisku — ta reform-
istisku — eftir hverjari ar-
beiðarafjeldin við demo-
kratiskum våpnum fyrst
og fremst atkveðuseði-
num eigur at vinna á
Í einum áhaldandi striði
við trekar arbeiðsgevarar
og illviljaðum liberalist-
iskum samfelag, eydnað-
ist tað fakligu arbeiðara-
rersluni í Europa at vinna
sær styttri arbeiðstíð,
betri arbeiðskor, meira frí-
tíð, rætt til arbeiði og
trygd undir arbeiðsloysi
ella tørvandi arbeiðsferi.
Men enn er framleiðslan
yvirhevur á privatum
hondum, hóast tað hjá
okkum eru virki, sum
fólkið eigur og enn hava
arbeiðsgevararnir rættin
til at leiða og fordeila ar-
beiðið. Sjáldan hava vit
her og úti hoyrt so nógv
rósandi orð um privata
fyritaksemið og sjáldan
hava vit havt so hart brúk
fyri at fáa hetta undir
alment demokratiskt eft-
irlit.
Tí hvat er tað, sum eyð-
kennir privata og ótálm-
aða fyritaksemið? Tað, at
henda framleiðsla fyrst og
fremst er skipað við vinn-
ingi og effektiviteti sum
endamál. Hesin fram-
leiðsluháttur hevur ikki til
endamáls at skapa ar-
beiðspláss, ella at tryggja
vælferð arbeiðaranna, ella
geva teimum eitt áhuga-
vert og meiningsfult ar-
beiði. Menniskjan verður
mett javnt við onnur
framleiðslutól, sum ráevni
og maskinur. Náttúran
verður tømd mishandlað
og dálkað so, at livilík-
indini í víðasta týdningi
eru í afturgongd, hóast vit
avgjørt hava havt stóra
materiella framgongd. Vit
kunnu ikki halda fram við
at økja um materiella
vælstandin við at økja um
framleiðsluna í tað óenda-
liga. Her má koma ein
broyting í, men hon kem-
ur ikki við at formana ar-
beiðsfólkið til at halda
aftur við lenarkrevum ella
við sosialum niðurskurð-
um.
Nei, tann neyðvenduga
umlegging av framleiðsl-
uni og nýtsluni gerst bert
við at framleiðslan kemur
undir demokratiskt eftirlit
og helst eisini gerst ogn
teirra, sum starva í henni.
Her hava Feroyar á
mangan hátt eina ser-
steðu. Fáar staðir i heim-
inum er tað almenna t.v.s.
vit ell, so nógv uppi í
framleiðsluni, sum í Fer-
oyum.
Tað skuldi tí verið bæði
rætt og rímiligt, at tað al-
menna hevði eftirlit, har
tað almenna peningaliga
er uppi í — antin bein-
leiðis ella við veðhaldum.
Men so er tíverri ikki
Ofta er tað so, at sjálvt
almennar fyritøkur sum
Tryggingin ella stór
Z ;A Kialhr y i -
virkið MJ8eibro, sum jú eru
Reða sum Jóannes Dalsgaard helt á 1.
mai-dagshaldinum á Tveroyri
almenn ogn, vera rikin
eftir reint privatkapital-
istiskum princippum. Tað
er sum oftast bert har illa
gongur, at tað almenna
sleppur at ávirka, men so
skjótt sum tað almenna
hevur fingið eitt virki
aftur á fetur — so skal tað
burtur úr leiðsluni og á-
virkan. Hetta kann ikki
verða góðtikið í alla fram-
tid.
Skoða vit fakligu ar-
beidararørsluna í vestur-
heiminum, kanska serliga
norðureuropa, sum eina
heild, so síggja vit 3 hev-
uðseyðkenni fyri hesar
rerslur.
Tað fyrsta er, at í góð-
um tíðum, undir hákon-
junkturi, hevur tað van-
liga eydnast fakligu rersl-
unum at vinna sínum lim-
um stóran lønarbata og
munandi betur arbeiðsvið-
urskifti. Men tað vísir seg
samstundis sum um tað er
sera torfert at varðveita
hesi framstig i ringum tíð-
um ella krepputíðum.
Næsta eyðkenni er, at
har samanhaldið er sterkt
— bæði innlendis og mill-
um arbeiðarar úr ymsum
londum verður meira
vunnið enn har saman-
haldið svíkur.
Hitt triðja eyðkenni er,
at har arbeiðararerslan
hevur eitt politiskt mál
samantvunnið við tey
reint fakligu stendur hon
sterkari, enn har hon eingi
hevur.
Hetta internationala
samarbeiði verkamanna
millum er ikki vældámt av
teimum borgarligu kreft-
unum í samfelagnum, men
er ein sjálvsegd fyritreyt
fyri t.d. einum effektivum
verkíallsvápni. Fyri alt
tað so samstarva arbeiðs-
gevararnir eisini. Seinast
sáttmálasamráðingar
vóru her á landi fingu fer-
oysku arbeiðsgevararnir
tilboð um stuðul frá DAG,
(Dansk Arbejdsgiverfor-
ening), uppá 1/2 mill. Hví
skulu verkafeløgini so
himprast við at taka ímóti
hjálp frá starvsbreðrum
sínum í norðanlondum?
Mótsatt mongum eðr-
um lentakarabólkum eru
Feroya arbeiðarar og
kvinnur ikki limir í donsk-
um fakfeløgum og eru so-
statt avskorin frá ti øko-
nomisku hjålp ein slikur
limaskapur gevur sinum
føroysku limum.
I dag er fyrsti mai.
Henda dag savnast verka-
fólk um allan heim til
fundar og stevnu fyri at
seta fram krøv, fyri at
fegnast um vunnin úrslit
og fyri at vátta sín soli-
daritet við teirra starvs-
breður og systrar kring
heimin, sum ikki frítt
kunnu seta fram krev ella
ynski. Henda fyrsta mei
kunnu vit, sum ikki bein-
leiðis eru partar av fakliga
arbeidararørsluni nyta
høvi til at merkja okkum
tey krøv um lønarbatar og
bøtt arbeiðsviðurskifti,
sum fakliga rørslan setur
fram. Vit viðganga, at
mangan snyr hetta seg um
krøv, sum aðrir lønar-
stættir meta sum sjålv-
søgd og sera rimilig.
Eg nevndi i byrjanini,
at hetta árið á ymsan hátt
er eitt merkisár í inter-
nationalu arbeiðararersl-
uni. Men hetta er eisini
eitt merkisár í Feroya ar-
beidarasøgu við tað, at ar-
beiðsfólkið hevur vunnið
somu rættindi undir
sjúku, sum aðrir lenar-
bólkar í samfelagnum.