leygardagur 5. mai 1979síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 34 — 5. mai 1979
sosialurin
JAN SUM GESTAFRISØRUR
Poul vísir her harramótan 1979
Síða 9
LYDIA í Kardumummubýnum hevur í hesum døgum Fynsmeistaran frá 1977, JAN, sum gestafrisør.
Samstundis undirvísir hann starvsfólkið á salongini í hármótum, serstakliga klipping og permanenti.
Um tú hevur hug at verða klipt ella kliptur av JAN, so ring og bið um tíð hjá LYDIU.
JAN vitjar her til fríggjadagin 25. mai.
—A
Vit eru eisini her fyri at
mótmæla, at tað kring all-
an heim tíverri sita hundr-
aðtals arbeiðaraálitisfólk í
fangahúsum, at onnur eru
forfylgd og liva í útlegd og
uppaftur onnur tikin av
degum í teimum mongu
brutalu diktaturum, sum
forpesta hesa jerð.
Skulu vit her royna at
gera okkara metingar av
steðuni hjá arbeiðandi
fólkinum burturi og
heima, slepst ikki uttan
um at tosa eitt sindur um
búskaparkreppuna.
Allir eygleidarar eru
samdir um, at tann kapi-
talistiski heimurin, sum
vit jú hoyra til, er komin
út í eina djúpa og leingi-
varandi kreppu.
Henda kreppa. Tann
størsta síðan triatiårini,
hevur sum allar kreppur
stóra åvirkan á vidurskift-
ini hjá arbeiðara- og løn-
takarafjøldini.
Taka vit okkara
grannaland Danmark sum
dømi siggja vit, at ar-
beiðsloysið er vaksið frá
2,4% í 1973 til 8,0% í 78.
Samstundis síggja vit,
at reallenin — altso tað,
sum er eftir, tå prishækk-
ingar eru tiknar burtur úr
uppgerðini — at henda re-
alløn hevur verið konstant
fallandi síðan 1973. Hetta
hóast peningalenin hevur
verið hækkandi. Hetta
merkir við eðrum orðum,
at livikostnaðurin hjá ar-
beiðaranum er hækkaður
meira enn lønin.
Henda kreppa tók okk-
um á bóli — í åravis hevði
man dusað sær í trúnni
uppá eina kapitalismu
uttan kreppur. Vit kendu
okkum trygg í vitanini
um, at okkara økonomar
og politikarar vistu ráð
móti øllum, sum kundi
framkallað eina kreppu.
Í fyrstani uggaði ein seg
við, at oljuprísirnir vóru
hevuðsorsekin til krepp-
una, men hesum trýr eing-
in longur eftir at tað vísti
seg, at søluprisirnir á idn-
adarvørum hækka dupult
so skjótt sum oljuprisir-
nir. Ti hevur verið leitað
dúgliga eftir orsøkum til
kreppuna. Ein populer
forkláring er tann, at okk-
ara vælferðarskipan hevur
rent vesturheimin um
koll. Fólk hava tað for
gott, tíma ikki at arbeiða
o.s.fr. Tað er ikki neyðugt
at minna á, at henda
áskoðan hevur nógvar til-
hangarar í einum åvisum
parti av borgarligu press-
uni i Føroyum.
Aðrir meina, at kreppan
stavar frá ov hegum fram-
leiðslukostnaði ella við
eðrum orðum, arbeiðarar-
nir fáa ov høga løn.
At kreppan stavar frá
sjálvum tí privatkapital-
istiska framleiðsluháttin-
um vilja menn ikki síggja í
eyguni.
Tey tiltøk, sum stjórn-
irnar í Vesturheiminum ti-
skil yvirhevur hava sett í
verk, miða ímóti at steðga
lenarvekstrinum. Hesin
politikkur — inntekupoli-
tikkur nevnist hann — er
vorðin fylgdur upp av ein-
um veldugum beinleiðis
og óbeinleiðis stuðli til
vinnulivid.
Hesin politikkur hevur
yvirhøvur ført til eitt ålv-
arsamt fall i reallønini hjå
ti arbeiðandi fólkinum
Vesturheiminum, serliga
ti at tað ikki samstundis
eydnast at steðga pris-
vekstrinum. Tá so al-
menni stuðulin samstund-
is verður nýttur til ration-
alisering — til keyp av
maskinum til at erstatta
arbeiðsfólk er eyðsæð, at
inntøkupolitikkur ikki er
til gagns fyri fjøldina av
fólkinum.
Men hvar koma Feroy-
ar inn í myndifa? Hava
vit kreppu? Nei, ikki í
letuni og besta prógvið
um hetta er, at vit ikki
beinleiðis hava tað ar-
beiðsloysi,sum vestur-
heimurin annars stridist
við. Annað prógvið er, at
Feroyar eru at kalla ein-
asta land, har vit til dagin
í dag hava havt eina
hækkandi realløn.
Kunnu vit umganga
kreppu her hjá okkum?
Sambært okkara polit-
ikarar, serliga teir sum få-
ast við figgjarmål, kunnu
vit ikki sleppa undan. Teir
tala jú allir sum ein um, at
hann dregur økonomiina á
luftina, at nú sansar at,
osv. sum tað framgekk av
figgjarlógarorðaskifti-
num. Eitt er vist — hava
teir rætt okkara politik-
arar — so verður meira
enn nakrantið brúk fyri
eini sterkari arbeiðara-
rerslu — einari rerslu sum
tann dag kreppan bankar
á okkara dyr hevur vilja
og styrki til at siga við teir
stýrandi: Vit ynskja ong-
ar inntekupolitiskar
loysnir — vit góðtaka
ongar inntekupolitiskar
loysnir. Vit góðtaka ikki,
at arbeidarafjøldin sum
einasti samfelagsbólkur
skal beta fyri eina kreppu,
sum stavar frá ti ótálmaða
og fria fyritakseminum.
Men hvat er ein sterk
fakfelagsørrsla?
Tað er ein rersla, har
samanhald limanna mill-
um stødugt verður styrkt.
Tað er ein rørsla, sum
økonomiskt kann bera eitt
verkfall og sum torir, men
eisini dugir at nyta hetta
sterka våpn.
Tað er ein rørsla, sum
syrgir fyri at útbúgva síni
álitisfólk og sum sam-
starvar við fakrerslur í
eðrum londum.
Ein sterk fakfelags-
rersla stuðlar eisini teim-
um politisku flokkum,
sum virka fyri javnrætt-
LYDIA JENSEN srári9 - vr. 13449
indi millum kapital og ar-
beidi og sum i minsta lagi
ganga inn fyri, at arbeiðs-
fólkið í privata fyritaks-
seminum fær medávirkan
og medogn í virkinum! Í
heila tikið flokkar, sum
royna at mótvirka tí
hegraráki í Europa, sum
kreppan hevur amað uppá
okkum, og sum eisini her
hjá okkum gerst týðulig-
ari og týðuligari
Lat meg enda við at
ynskja fakligu arbeiðara-
rersluni eydnu við ti fram-
haldandi virkseminum til
tess at beta um livikorini
hjá ti arbeiðandi fólkinum
her í oyggjunum. Tit hava
funnið nógv, men nógv er
eftir til at vit kunnu tala
um javnan rætt fyri øll í
hesum samfelag
Mátti tað eydnast fak-
ligu rersl Feroyum
við framvegis batnandi
organisation, samanhaldi
og áræði at vunnið ta
styrki, sum er neyðug, um
vit skulu gera okkum vón
um at nærkast málinum í
einari ótryggari framtið
Jóannes Dalsgaard