Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-05-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mai 1979síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sosialurin Nr. 34 — 5. mai 1979 Sjómansstovan er opin 3 mánaðir Sosialurin hevur vitjað Johan Olsen, sum hevur arbeitt sum trúboðari á for- oysku sjómansstovuni í Reykjavík síðani 1961. Vit hava tosað við hann um føroysku sjómansmissiónina í Íslandi og um byggingina av einum stórum føroyskum sjómansheimi i Reykjavík. Tey eru nógv, sum spyrja, hvat vit skula við einum føroyskum sjómansheimi i Ís- landi nú. Johan Olsen heldur ikki, henda byggingin er so skilaleys, sum nógv vilja vera við. Tað er annar páskadagur 1979 í Reykja- vík. Veðrið er vátt og kalt. Uttanfyri mol- arnar liggja tvey farmaskip, júst komin úr utlondum, og bíða eftir tollbátinum. Esjan er enn í vetrarbúnanum og í fjarska hóm- ast Akranes við tí hega skorsteininum á cementfabrikkini. Tað er ikki tann nógva ferðslan á Skúla- getu ein slíkan dag. Ørindini oman hagar vóru heldur ikki at telja bilar, men at vitja i nr. 18, Færeyska Sjómannaheimilið. Her hava Johan Olsen trúboðari, og kona hansara, Amy, verið nakrar mánaðir á hverjum ári síðani 1961. Við sær plaga tey at hava eina gentu og í ár er Anna Hansen av Skipanesi við teimum. Tey komu yvir Í. mars og fara heim aftur 24. mai. Inni í sjómansstovuni er heitt. Amy ståkast í køkinum og Anna ger klárt til metið, sum verður kl. 17. Ørindini hjá okkum eru at hitta Johan og práta við hann um feroysku sjómansstovuna í Reykjavík og tað arbeiði, sum har verður gjørt. Johan greiðir frá, at sjó- mansstovan varð vigd 18. apríl 1958. Men sjómansmissiónin í Reykjavík er eldri enn so. — So vítt eg veit, sigur Johan Olsen, so byrjaðu øroyingar sjómansmissi- m her í 1922. Arbeiðið varð gjert í ymiskum leig- iðum helum, til sjómans- stovan varð bygd í 1958. Fyrsta árið vóru Miiller Petersen úr Gásadali og Henry Andreasen úr Klaksvik her. Í 1959 og 60 var Seren Hansen her og um várið 1961 kom Johan Hans Simonsen yvir. Hann hevði framman- undan arbeitt nógv ár í sjómansmissiónini. Men vegna hegan aldur og tað, at hann skuldi frá sum innrimissionerur, ynskti hann at gevast tá sama várið. Konan og eg komu so og loystu hann av og síðan tá — í 1961 — hava vit komið her ár um ár. 20 mans hava gist í salinum — Tey fyrstu árini vóru tað ikki so fá føroysk skip, sum komu her. Og tað vóru eisini nógvir føroy- ingar, sum leitaðu higar og vóru við íslendskum skipum ella arbeiddu uppi á landi. Tá var opið fýra, onk- untíð hálvan fimta mánað um árið. Nú hevur hetta húsið verið kallað fyri eitt sjó- mansheim, men eg vil heldur kalla tað eina sjó- mansstovu, tí vit hava ikki nekur verilsi, sum vit kunna leiga út. Men vit hava nóg mikið av madrassum og dýnum og eg havi gjarna sagt tað so- leiðis, at ongin noyðist at fara út aftur hiðani. Og tað hevur komið fyri, at upp til 20 mans hava yvir- náttað her í salinum. Av stað við taskuni — Hverja ferð, man veit av, at okkurt føroyskt, danskt ella norskt skip er inni, so hevur man tikið taskuna, koyrt nøkur blød í hana, og farið umborð og roynt at fingið samband við menninar og bjóðað teimum niðan á sjómans- stovuna. Og teir eru ikki so fáir, sum gjøgnum árini hava leitað niðan her. Her hava teir kunnað ' skrivað síni brøv og ringt heim, og tey har heima hava kunnað sent síni brev higar. Her eru ymisk spøl at tríva í. Og so plaga vit — um fólk er inni — um 9- tíðina um kveldið at bjóða kaffi og gjarna syngja vit nakrar sangir saman og halda eina stutta andakt. Harafturat hava vit meti hvenn sunnudag og ann- anhvenn hósdag hava vit tað, vit kalla feroyinga- kveld. Her búgva eisini nógvir foroyingar fast í Reykja- vík og vit hava so roynt eftir førimuni at kontakta teir og sagt teimum, at teir eru vælkomnir inn á sjómansstovuna nær sum helst. — Hvussu er undirtek- an? — Hon er ójevn. Tað hevur verið niður í nakað lítið, men tað hevur eisini komið fyri, at húsið hevur verið heilt fult. Gudrøkid fólk enn í dag — Hvussu verður tú mót- tikin umborð á skipunum? Johan Olsen, Amy Olsen og Anna Hansen á trappuni —Eg havi til dagin í dag ongantið verið illa móttikin umborð á einum føroyskum skipi, tvertur- ímóti. Eg haldi tað stavar frå ti, at føroyingar frå gamlari tid hava verid eitt ógvuliga gudrekið fólk, og tað haldi eg, teir eru enn í dag. Og eg vóni ikki, hes- in gamli arvur nakrantíð skal minka. Eisini umborð á ís- lendskum skipum havi eg altid verið væl móttikin. Ikki bara her í Reykjavík, men eisini, tá eg var í Grimsby í 1960. Tá kom eg at hava mína gongd umborð á íslendsk skip, sum komu hagar at selja fisk. — Er tað strævið at reka hesa sjómansstov- una? — Nei, tað haldi eg ikki, man kann siga. Nú er tað fyri mín part soleiðis, at hetta er mitt áhugamál og tað arbeiði, sum mær dámar best — tað er mær ein hjartanssak at gera hetta arbeiðið. Men eg kann gott siga, at tað eru óbehagiligar letur og strævnar letur. Við tað, tað er ein sjómansstova, so verður tað ymiskt. Tað eru eisini róligar letur og man hevur góðar dagar. Altíð nakað av brennivíni — Tú nevndi óbehagiligar letur? — Tað verður altíð nak- að av brennivíni, sum kemur uppi, tá menn koma inn. Ti blívur tað nóg so troyttandi og strævið viðhvert, men tað hevur altíð gingið væl kortini. Og man sær stórt uppá tað, tí hetta er jú nakað, man má rokna við á einari sovorðnari stovu. Man er fyrst og fremst glaður fyri, at teir koma inn her. — Er tað nøkur hending úr trúboðaravirksemi tín- um í Íslandi, sum tú ser- liga minnist? — Tað var eitt árið, at eitt føroyskt skip kom inn her. Tað var á veg til Grenlands, men fekk motorskaða og kom inn til Reykjavíkar. Og sum vant, so fór man umborð á hetta skip og bjóðaði teimum niðan á sjómans- stovuna. Teir lógu her fleiri dagar og komu ofta niðan. Nakrir av teimum vóru við til okkurt metið og serliga minnist eg ein av teimum. Hesin maður drakk nakað illa og var tá fallin nakað langt undir fyri alkoholi. So eitt kveldið stóð hann upp á einum meti og avlegði vitnisburð og tað bleiv eitt vendipunkt í hansara lívi. Hesin maður hevði ikki so langa livitíð eftir — hann livdi eini tvey ár aftaná hetta — men hann fekk so náði til at standa sum ein trúgvandi maður og peika á Jesus. Eisini uttanfyri Reykjavík — Arbeiðir tú bara her í Reykjavík, meðan tú ert í Íslandi? — Eg havi eitt ógvuliga gott samarbeiði við ein ungan mann, sum júst nú er settur í starv sum sjó- mansmissionerur av is- lendsku kirkjuni. Vit hava verið saman í Sandgerði og Vestmannaoyggjunum og havt opið hús, har vit talaðu og sungu. Hetta var hampuliga væl vitjað. Vit hava kenst væl gjøgnum nógv ár og man vónar framvegis at kunna hava eitt gott samarbeiði. — Hvussu verður sjó- mansstovan rikin? — Tað verður rikið sum eitt hjálpararbeiði og tað er tann feroyska sjómans- missionin, sum stendur aftanfyri hetta arbeiði.