leygardagur 16. juni 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Feroya Javnaðarflokkur
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Útgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Osømuligt
MEÐAN hetta verður skrivað, er
enn eingin skattarokning komin til
borgararnar í Havn. Vit eru komin
um miðjan juni mánað, og støðugt
er eingin skattarokning tok hjá stór-
um parti av skattaborgarum kring í
landinum. Og tá farið er um 20. juni,
skal helst vera so, at skattavaldið
fer at skriva rentur aftrat hjá teim-
um, sum ikki hava goldið tey trý
fyrstu skattagjøldini — um skatta-
rokningin tá er komin yvirhøvur.
Tað má sigast at halta so tað munar,
hvor so situr við åbyrgdini.
MEN ikki bert hetta. Nú fáa vit at
frætta, at skattaborgararnir í Tórs-
havnar kommunu, sum annars hava
fingið at vita, at teir koma at gjalda
15,5 pst. í kommunuskatti, als ikki
verða skattadir javnt. Nei, teir sum
búgva eystanfyri Hoydalsá sleppa
nú eitt pst. biligari, og orsøkin skal
vera, at Havnar kommuna hevur
gjørt sáttmála um samanlegging,
eftir hvørjum teir nýggju havnar-
borgararnir skulu »premierast« við
at sleppa bíligari — væl at merkja
»premierast« fyri at hava fingið
heitið havnarborgarar.
SKULU nú allir nýkomnir og kom-
andi borgarar í Havn fáa tilflytara-
premiu? Fáa nú nólsoyingar ella
klaksvíkingar, sum flyta til Havnar
somu vælvildarpremiu?
VÆL kann vera, at limirnir í Tórs-
havnar kommunu hava gjørt ein
sáttmála við uttanbíggjar komm-
unu, men at býráðið kann finna
uppá slíkar profittkendar avtalur,
har ein situr eftir við kensluni av, at
býráðið letur seg brúka av »fiffig-
um« uttanbíggjar samrådingar-
monnum — tað er Osømuligt útum
alt mark.
sosialurin
Nr. 46 — 16. juni 1979
Mold
og onøgd
—
við-
merkingar
Í Dimmalætting 12. juni
hevur ein av politisku
skrivarunum — hesuferð
undir heitinum »Onøgdur
sudringur« — trivid í
oddagrein okkara tann 2.
juni, sum kalladist »Mold
i eyguni.«
Tann ónegdi sudring-
urin ger ófert burtur úr
brotinum, har suðuroyar-
siglingin var umredd, og
sum Dimmalætting eisini
endurgav í farnu viku í
øktari stødd.
Men bædi Dimmalætt-
ing og »Onøgdur sudring-
ur« hava misskilt hesi
brotini. Dimmalætting
helst við vilja fyri at
kunna halda fram á síni
rangsnúgvingargetu.
Sosialurin og 14. Septem-
ber frá 2. juni bera tíðindi
um, at fólkaflokkurin ikki
var við til fundin í Vági
um Suðuroyarsiglingina.
Tá frásagnirnar ikki sam-
svara hver við aðra og als
ikki við veruleikan, skal
eg koma við nekrum við-
merkingum um, hví fólka-
flokkurin ikki var við.
Fólkaflokkurin var boð-
in við, og hóast freistin at
geva svar bert var 12 tím-
ar, frá kl. 24 sunnunátt til
kl. 12 mánadag, skuldi eg
royna at tosa við nakrar
av mínum partamonnum
um hetta og vildi svara til
ásettu tíð.
Fólkafloks-
uppskotið
Vit í fólkaflokkinum vóru
samdir um, at tá ábyrgd-
armenn landsins í lands-
stýri, á legtingi og í fyri-
sitingini sama dag vóru á
Tveroyri til dópin av
Skúvoyarferjuni — henda
samkoma skuldi vera frá
kl. 18 til kl. 20 — hildu
vit, at besti meguleiki at
mótmæla Dúgvusiglingini
var:
1. at fundurin var hildin
á Tveroyri kl. 21. — eftir
dópshaldið.
2. at ein fundarsamtykt
varð gjerd har.
3. at fundarsamtyktin
var handað áðurnevndu á-
byrgdarmonnum eftir
fundarlok.
Teir RØTTU
menninir
Hetta uppskot gav eg um-
boðskvinnu javnaðar-
floksins í Vági, áðrenn kl.
12 mánadag. Av tí, at lýs-
Vit vístu á, at tað mátti
sigast at vera ábyrgdar-
leyst at sleppa endanum á
einum vinnuøki, har før-
oyingar nátúrliga eiga út-
búgvið fólk. Vit vístu á, at
bæði fólkaflokkurin og
sambandsflokkurin heldur
vildu, at vit sluldu sleppa
endanum og leggja stilt,
enn at vit framhaldandi
útbygdu á einum vinnuøki
har vit eru komnir væl
við.
Orsekin til, at vit her
eru um at sleppa enda-
num, er tann, at aftur-
haldsflokkarnir uppá allar
meguligar mátar vilja
berjast ímóti, at tað al-
menna tekur lut í fram-
burðinum í Feroyum, um
FÓLKAFLOKKURIN OG
OYGGJARFUNDURIN Í VÁGI
tað ikki verður gjert á
privatum grundarlagi,
heldur vilja teir, at alt
skal fúka.
Hetta er stutt og greitt
tað sum umreða okkara
snúði seg um.
Nei, hverki javnaðar-
flokkurin ella nakar odda-
greinsskrivari hevur havt
í huga at sniðganga suðr-
ingar á nakran hátt.
Tá ið Smyril á sinni var
keyptur, var greitt, at
skipið fyri at verða keypt,
mátti vidka sigling sina til
annað enn Suðuroyarsigl-
ingina. Og her hevur tíðin
prógvað, at rætt var at-
borið, tí vi vit vístu við
hesumtiltaki, at væl ber
til hjá føroyingum at taka
aftur nakað av tí, vit
hevdu mist — nevniliga
millumlandasiglingina.
Eitt vinnuøki, sum fyrr
hevði verið rekt av privat-
um fyritøkum, men sum
datt niðurfyri.
Heldur enn at standa
við einum væl skipaðum
vinnulivståtti við almenn-
ari fyriskipan, vil hesin
sonevndi »Onøgdi suðr-
ingurin« at einki skal
henda?
Stoða javnaðarfloksins
er stutt tann, at vit vilja
og ynskja at tryggja sam-
felagnum fjøltåttad
vinnuliv — eisini við al-
mennari lutteku, har tað
privata ikki røkkur.
ingin til Útvarpið skuldi
sendast tá, var eg spurd-
ur, um fólkaflokkurin vildi
vera við sum ein av lýsar-
unum, og um eg vildi bíða
at fáa svar upp á uppskot
okkara til seinni á degi.
Eg játtaði báðum hes-
um, tí sjálvandi vilja vit
eisini vera við til og virka
fyri, at ein loysn finst á
Suðuroyarsiglingini.
Seinni um dagin fekk eg
so svar upp á uppskot
okkara, og var tað ikki
gingið á meti við hesi
motivering — citat:
„at teir menn, ið vóru á
Tveroyri henda dag,
kundi man ikki demonstr-
era ímóti, ti tað vóru ikki
teir RØTTU menninir —
(Atli, Hergeir, Tummas
o.a.).
So var skilligt, áðrenn
nakar fundur var settur,
at ávísir flokkar og ávísir
menn vóru friðhalgaðir
jfr. Kongen af Danmark
Rige. Tí vildu vit í fólka-
flokkinum ikki vera við til
henda fund.
Viðvíkjandi spurningi-
num, um at senda eitt
skriv til fundin, hildu vit,
at tað var heilt við síðuna
av, tá vit sjálvir ikki vildu
koma til henda klausul-
fund.
Tvær viðmerkingar
Ikki at handa teimum
RØTTUeina fundarsam-
tykt var púrasta skeivt, tí
tað vóru og eru júst hesir,
ið hava gjert hetta mál til
ein vavgreyt við at blanda
Uttanlandssigling og Suð-
uroyarsigling saman, hó-
ast áheitanir um at skilja
hesi bæði mál at.
Um tiltøk vera at
fremja í komandi degum,
vildi eg mælt til, at ein
tverpolitisk ella best ein
ópolitisk nevnd var sett
umboðandi allar bygdir í
oynni til at skipa fyri til-
Á TINGI
Lag: Um átta minuttir fer Másin avstað
Um Paula og Atla er nógmikið tvassað
og ikki at tala um ólukku Lassa.
Um komið var fjarsyn vit oll vóru or —
tá nógv heldur Marius og stuttliga Ber.
Lassi á skránni og tingmenn á roki
í landsstýri prutlar nú alt undir loki
eins á sinni um viðgitna skrokk
formaður tingsins lá eftir við brokk.
Hákun so svinnur — enn úthurð væl finnur
reðar á prosa — og tykist so stinnur.
Klamsar ei hurðar, men gongur á tá
heldur tó tingsins gátt er heldur lág.
Finnbogi Paula nú sáttmála býður,
um tú ei meira um tjóðveldi lýgur,
aldri tað aftur skal koma uppá tal
eg sannleikan siga um sambandið skal.
Asbjern ei longur sær sjálvum kann stýra —
keypið bert Lassan við hæddunum fýra
ikki hann ólíkur smáttuni er —
á Másheyg eg bygdi við miklari ferð.
Agnar nú tingmonnum øllum man takka
Andrias Petur tú lat teg í jakka.
Um tingsiðin gamla vit halda ei her
brátt Jona á pallin í bikini fer.
Heldur á sjónum ei sigla vil longur
følir seg meira sum fuglanna kongur.
Til tykkum tingmenn eg havi góð boð —
farið til hús — sleppið Lassa á flog.
Adolf bert bínir og spýtir í skeggið
Juul fyri Framburð seg styðjar mót veggi.
Fiskur er eingin — og deyð skjótt hver kleyv
teir mugu standa — við ongul í reyv.
tokum, ið á lógligan hátt
eiga at fremjast til málið
er loyst.
Páli Vang
hj.
É