leygardagur 16. juni 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 46 — 16. juni 1979
Bilforarar goldið
100.000 kr. fyri
brot á ferdslulog
Fólk duga illa at stilla p-skivurnar
Síðani nýggja avgjaldsskipanin fyri brot á
ferðslulógina kom
gildi í september
mánað, eru góðir 1000 bilførarar »tiknir«
av politinum. Hetta gevur Tórshavnar
kommunu eina
100.000 krónur.
Tey flestu brotini á
ferðslulógina eru gjørd,
síðan tann nýggja zonu-
parkeringsskipanin kom í
gildi í mai mánaði. Nógv
hava parkerað, har tað
ikki er loyvt at seta bilin,
og fleiri bilførarar í longri
tíð, enn tann tidarav-
markaða parkeringin
loyvir.
Duga illa
at stilla
P-skivuna
Eitt, sum eisini ger seg
galdandi í hesum sam-
bandi, er, at fólk duga illa
at stilla sjálva perkerings-
skivuna. Tað hendir eisini
ofta, at fólk gloyma at
stilla hana. Nógv fólk vita
ikki, um tey skulu stilla
skivuna á tíðina, tá tey
eru komin ella á tíðina, tá
tey skulu avstað aftur.
Her sigur reglugerðin fyri
P-skivuna, at parkerar ein
bilin, tá klokkan t.d. er
farin av 14, so stillar tú
inntøku upp á góðar
skivuna á 14.15. Á henda
hátt fær tú nakrar min-
uttir eyka. Mannagongdin
er tann, at skivan altíð
eigur at verða stillað á
heilan tíma, kvart tíma
ella hálvan tíma. Pílurin
skal vísa tíðina, tá tú ert
komin.
Parkeringsvaktin
úr at gera
Meðan politiið framman-
undan hevur skrivað bilar,
sum hava brotið ferðslu-
reglurnar, hevur parker-
ingsvaktin nú havt alt
hetta arbeiðið burturav í
góðan mánað. Einstakar
dagar er so nógv at gera,
at hann hevur >tikið< upp
til 30 bilar.
Niclas Akraberg Poul-
sen, politiassistentur og
limur i ferðslunevndini hjá
Tórshavnar býráð, sigur,
at nýggja zonuparkerings-
skipanin virkar væl. Teir
hevdu ikki væntað, at hon
fór at virka so væl, sum
alt nú bendir á, at hon
hevur gjert. Ferðslu-
nevndin hevur fingið ein-
stakar áheitanir og brev
frá fólki um at fáa ymiskt
broytt. M.a. verður spurt,
um tað ber til at leingja
parkeringstíðina, sum er
ávikavist hálvan og heilan
tíma.
Til hetta sigur Niclas
Poulsen, at tað rætta er,
at so nógv fólk sum gjør-
ligt hava meguleika at
gera erindir í miðbýnum.
Ti heldur hann tað vera
skeivt at leingja hesar tið-
irnar.
Fyrimunir
og vansar
— Tað eru sjálvsagt bæði
fyrimunir og vansar við
nýggju skipanini, sigur
Niclas Poulsen. T.d. kann
nevnast, at tað er eitt
stórt problem fyri tey,
sum hava handil og verk-
stað á sama plássi í bý-
num, at tey ikki kunnu
seta bilarnar uttanfyri.
Her verður í letuni arbeitt
við eini ætlan at gera tað
lættari hjá hesum fólkum.
Talan verður meguliga um
at geva nøkur serloyvi til
parkering. Men leggur
hann aftrat. Tað er býráð-
ið, sum hevur avgerðar-
Nú tíðaravmarkað á Kongabrúnni
Eftir at tað higartil hevur verið áovvt at parkera í óavmarkaða tíð við stabb-
irnar á Kongabrunni, er hetta nú broytt soleiðis. at tað bert er loyvt at parkera
her ein tíma. Orsøkin til hetta er, at kundar
Fryggingina og
erindum
iðrar sto
vnar og fyritekur ikki sleppa at
til Gjaldstovuna, Sjóvinnubankan.
parkera. tá teir eru í
rættin í ellum málum,
sum hava samband við
ferðsluna í býnum.
Nogd við
zonuskipanina
Niclas vísur annars á, at
fólk sum heild eru væl
negd við zonuskipanina.
Tey siga, at miðbýurin er
reinari, tað er lættari hjá
feiðimaskinuni at sleppa
framat, fólk, sum skulu
erindi i býnum, sleppa
lættari av við bilin osfr.
Harafturat gongur ferðsl-
an nógv betri nú.
Skålatrød
Annars verdur langtidar-
parkeringsplássið á Skåla-
trød nýtt til fulnar. Hvønn
dag parkera einir 200 til
300 bilar har. Niclas
Poulsen sigur, at verður
talan um at byggja eitt
sjómansheim á Skålatrød,
so er grundarlagið undir
zonuparkeringini burtur.
Verður sjómansheim bygt
har, mugu onnur langtíð-
arparkeringspláss finnast
í miðbýnum ella har nær-
hendis.
> …
Glaðsheyggur
við í zonuna
Tað er eisini ynskiligt, at
býráðið ávísir onnur eki til
langtíðarparkering. Í let-
uni er tað ein rættiliga
stórur trupulleiki við
parkering beint uttanfyri
zonuna, har eitt stórt tal
av bilum parkera megin-
partin av degnum. Niclas
Poulsen upplýsir, at zon-.
an verður meguliga vidk-
að soleiðis, at Glasheygg-
ur frá Bøkjarabrekku om-
an ímóti Jónas Broncks-
getu kemur upp í zonuna.
Gongugøta
Feråslunevndin, sum er
sett av Tórshavnar by-
rådi, hevur annars ur at
gera. Eitt av målunum,
sum nevndin arbeiðir við,
er ætlanin um at gera
Niels Finsensgetu bilfría
frá Bekjarabrekku oman
til Meinigheitshúsið
Hetta verður kanska gjørt
longu í summar, men her
skal so fyrst finnast ein
loysn á busskoyringini.
Koyriætlanin fyri
rutuna er gjerd og
buss-
hon, at bussarnir skulu
knvrsa and or
Parkeringsvaktin í arbeiði
Skrivaður
og undir viskaran