Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-06-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juni 1979síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 46 — 16. juni 1979 Nú skulu vit henta nógvar summardáir og seyma kransar. Tú tekur nál og tråd og dregur tráðin igjøgnum ta gulu miðjuna á summardáunum. Mamma tín vil gjarna hava ein blómu- krans, sum júst tú hevur seymað. Seinasta summar fekk eg ein frá dóttir míni, eg hongdi hann upp at turka; og tá ið hann var turrur, físti eg hárlakk á hann (hárlakk fæst eisini uttan spray- dós) — og nú kann eg goyma kransin í langar tíðir. LOYNIHELLIÐ gamla systirin Cyrilla saman við nekrum trælum út- vega mat, vatn- og viniløt og rekkjuváðir. Tey búgva seg til at rýma 2. PARTUR: „Jóhannes — Filippus! — Komið so upp!« Dreingirnir báðir vóru klárvaknir alt fyri eitt. >Gerið tykkum nú lidnar í skundi. Jóhannes má straks fara inn í býin at keypa tveir kamelar. Filipp- us skal hjálpa mammuc. »Hvat er á våsi?« »Presbytarin hevur verið her í nátt. Vit megu helst rýma burtur. Filemon helt, at ein atsókn móti teim kristnu var í umbúna<. Dreingirnir lótu seg skjótt í. Ein trælur hevði longu seðla tvey ross, og letu seinni reið Jóhannes við faðiri sínum til býar. Basilius hevði erindir, fyrst vildi hann fregnast um, hvat var í tíðindunum um at- sóknina. Imedan skuldu móðurin, Filippus og 12-åra sosialurin Góðu børn! Henda barnasidan er um blómur. Á tekningunum her sært tú, hvussu tú kanst gera tær eitt savn av turkaðum og pressaðum blómum. Um leggurin ella rótin á einari plantu, tú ætlar at pressa, eru ógvuliga tjúkk, so kanst tú klúgva leggin ella rótina við einum knívi, áðrenn tú leggur plant- una í pressuna. Eru tit fleiri børn, ið hava hug at gera tykkum eitt plantusavn, so kappast tit rímuligt um, hver ið finnur flest plantur (tað er ikki vist, at allar plantur eru at finna við blómum á). Tú mást hava eina bók at finna planturnar í, hvat tær eita, læn tær eina á bókasavninum. Lættast er at brúka ta donsku bókina »Bjergflora i farver«, men har finnur tú ikki tey føroysku nøvnini í; so mást tú biðja lærarin hjálpa tær. Í bókini >Feroya flora« finnur tú allar føroyskar plantur og nevn teirra, men henda bókin er ógvuliga torfer at brúka, um ikki tú kanst spyrja náttúrusegu-læraran, hvussu tú skalt gera. Set ein navnaseðil á arkið, sum tú límar plantuna á, hann kann síggja soleiðis út: Finningarstað: Dagur: Navn: Hevur tú pressað fleiri plantur av sama slag, so kanst tú goyma tær, sum eru til yvurs; so í vetur, ella tá ið tú hevur hug, kanst tú seta teg at gera jóla- kort og onnur kort ella at prýða lampuskermar við teimum! Vit á barnasíðuni vilja fegin frætta frá tær um, hvat tú finnur í náttúruni. Hevur tú ein spurning um okkurt, tú hevur funnið, (um plantur, fuglar ella annað) so send okkum spurningin, so vilja vit royna at svara og geva tykkum eina frágreiðing her á barnasíðuni. Knappar tveir tímar seinni kom faðirin tvísporandi aftur úr býnum. >Vit megu gera skjótt av! Navna- listarnir komu longu í nátt til Silsatis. Í morgin munnu teir fara at koma til Ombi. So longu í nátt megu vit fara! Er Difilus ikki komin enn?< >Nei,< svaraði móðirin. >Um nakað hald skal vera í hansara tíðindum, so fær hann ikki komið fyrr enn í kvøld.« »Eg vóni, at Jóhannes verður skjótur. Tað var sovorðin órógv á fólki inni í býnum. — Eg átti helst sjálvur at keypt hasar kamelarnar. — Men tað gerst onki við tað nú. — Filippus, kom við mær eitt sindur.« Kvikliga gekk Basilius til loyninim sitt. Her vóru tydningarmestu handilspappirini hjå honum, og ein tung jarnstyrkt kista stóð á gólvinum. Í henni var allur peningur hansara. Basilius tók tríggjar smáar leðurposar úr einum kassa, so læt hann kistuna upp FINN NINRAR | BLÓMUR - Trk TÆR VAR/S- 4168 VP VIÐ RØT — SKEULÐ ELLA FIST MØLDINA UR RØTÍN! / = > MM LEGG6 BLOMURNAR SLÆTTAR (VÆKURT) B ENB BS LEGG VISION P (06 UNDIR}- SKRET TD PRESS ELLIÐI. BLOMUR Í SENN- RSS TØ LEGGJA ÞVISIR . FY hkldt9 ÞORENN 7 LEÉEBELP TR NÆSTU BLIR 4466 EIND FJØL (UR) OVBST VIÐ EINUM TVNEDII STEIM F. El TVEIR DRGAR SEINNI | P | SKIFTÍR TÚ = BVISIRNAR | st: BLOMURNAR SKULA L/66/8 æ Í PRESSUN/ Til TØR ERL | CC PÓRA TURRAR | Es) NO KANST TØ LHR PLANT BF E/TT Mer Sam) VIÐ xLST- | Í MER SKRL STRNDB NV , HWRR HON RIS osø Veitst tú at i Føroyum veksur ein planta, sum veidir dyr og etur tey? Plantan eitur Undir- legugras. Tað er ein lítil lág planta við lítlari bláari ella violettari blómu á heldur stuttum leggi. Bleðini eru ljósagren, tey vaksa sum ein stjerna heilt niðri á jerðini. Tú finnur helst undirlegugras har, sum váttligt er. Tá ið smá flogkykt (mýggjabitar og flugur) seta seg á eitt av teim kleimutu bleðunum, so hanga tey fest — blaðið rullar seg saman uttan um flogkyktið — og tá ið tað nakrar dagar seinni rullar seg sundur aftur, tá eru bert nekur smá svørt rusk at síggja. Tað er alt, ið eftir er av fluguni. eftir J. M. Neale og fylti úr hesum posunum uppí pungarnar, sum vóru í kistuni. Filippus var ovfarin. Ongantið hevði hann sæð so nógvar pengar fyrr. Hugagóður hjálpti hann faðiri- num. „Hatta var tað,< segði Basilius, tá ið teir hevdu fylt í allar pungarnar og bundið fyri. Far nú eftir einum spaka og grava alt niður. Lat ongan síggja teg. Á kortinum her er ein krossur: Har er Niláin. Millum ánna og okkara hús standa tríggir pálmar. Legg væl til merkis, hvar skuggin av tí mittasta pálmanum fellur um middagsleitið. Frá tí staðnum skalt tú ganga 20 fet oman móti Nilánni, so kemur tú í eitt tætt runnakjarr. Har havi eg og Difilus í fjer krógvað eina jarnkistu. Skúgva varisliga runnarnar til viks — ja og so kemur alt av sær sjálvum. Men ansa væl eftir, at onki spor sæst eftir tær. — Eg fái ikki farið sjálvur, tí tað hevdu fólk rakt við beinan- vegin. Skilir tu?« Framhald