Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-06-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. juni 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin CITROENAGS — ein bilur í serklassa At framleiða ein nýmótans bil er ikki so lætt, sum ein kanska heldur í fyrstu syftu, tá ein sær GS-modellini. Tað hevur tikið nógv ár at framleiða hesi modellini. Neyðugt hevur verið at gjørt nógvar royndir við ymsum sløgum av stellum, motorum 0.ø. Men Citroøn hevur sjálvandi ikki sligi seg til tols við tí góða úrsliti, sum GS higartil hevur givið. Ein hópur av teknikarum arbeiða framvegis við at gera bilin enn betri. Teir flestu serfreðingarnir halda, at Citroén GS hevur so nógvar hentleikar, og er so góður og tryggur at koyra í, at hann ikki bert er kappingarførur við aðrar og dýrari bilar, men eisini nógv betri. Citroén GS er betri útbygdur enn aðrir bilar. Hetta kemst fyrst og fremst av teirri serligu hydropneumatisku fjarðaskipanini og teimum automatisku hæddarkorrek- terunum, sum tryggja, at hæddin yvir vegnum altíð er tann sama — líkamikið um tað er eitt ella fleiri fólk í bilinum. Citroén uppfyllir sum heild øll tey krøv, sum í dag verða sett til ein nýmótans bil: Hann er lutfalsliga bíligur, bíligur í rakstri, og er ein royndur og tryggur bilur, sum bæði viðvíkjandi innrættningi og í koyring er á odda í sínum klassa. Út frá hesum er lætt at skilja, at tað longu eru 1,5 milliónir GS'arar í Europa. At nógvar fyritøkur velja ein GS'ara til firmabil vísur bert, at GS modellini eru í serklassa bæði i góðsku og prisi. Tygum hava meguleika at velja millum sjey ymisk modellir. Minnist til, at ikki fyrr enn tygum hava roynt GS-modellini, kunnu tygum tosa við um, hvussu góð tey eru.