leygardagur 30. juni 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
St Kilda:
Ein avbyrgdur
heimur
Eftir Hans Thomsen
Í hesum og nekrum komandi leyg-
ardagsbleðum fer Hans Thomsen
at hava nakrar framhaldsgreinir
um oyggjaflokkin St Kilda, ið ligg-
ur vestur úr Skotlandi og haðani
fólkið í 1930 noyddist at rýma inn á
skotska meginlandið. Vit halda
lívslagnuna hjá hesum fólki, ið livdi
av smálandbúnað og fuglaveiði,
eisini hava boð at bera okkum, sum
í Feroyum liva, her vit eisini hava
útoyggjar, ið so líðandi, men stød-
ugt, avfólkast, til einans tey gomlu
sita eftir á steinunum og vónleys og
beisk í huga noyðast at geva frá
sær.
sosialurin
St Kilda er sjónskasti
bretski oyggjabólkur-
in. Hin stersta av
oyggjunum, Hirta,
hevur tey hægstu
fuglabjørgini og
størstu havhestabølini
i ellum Bretlandi.
Grannaoyggin, Bor-
eray, við teimum báð-
um stakkunum Stac
Lee og Stac an Amin,
hevur tey sterstu
súlubelini í Bellum
heiminum. Hesin
oyggjabólkur hevur
gjøgnum allar tíðir
hugtikið sjómenn.
Men tað, sum undr-
ar mest, er at fólk skal
hava búð á St Kilda í
meira enn túsund ár.
Á oynni Hirta livdu
fólk einaferð eitt ein-
sýna óbroytt lív. Fød-
ina fingu tey av smá-
landbúnað eins og
meginparturin av
fólkinum á næstu
grannaoyggjunum
Hebridunum, men
munurin í livihátti var
kortini stórur. Burtur-
stongt frá meginland-
inum meginpartin av
allari hesari tíð, fekk
lívið hjá fólkinum á
Hirta heilt serstakan
dám. Avbyrgdir frá
meginpartinum av
skotska fólkinum
mátti álitið hjá St.
Kilda-búgvum vera
allur sjófuglurin, sum
í hundradtisundatali
á hverjum ári kom aft-
ur at eiga í bjørgunum
har.
Einsligt hevdu tey
tað á St Kilda og eitt
bládýpi mundi vera í-
millum at búgva har
og so í Edinburgh ella
Glasgow inni á
skotska meginlandi-
num. Hetta einsemi
setti eisini sín dám á
St Kildabúgvarnar og
teirra stødutakan í øll-
um lívsins viðurskift-
um. Teir kunnu einans
greinast sum eitt
fólkaslag fyri seg og
lítli oyggjaheimur
teirra mestsum eitt
tjóðveldi. Fólkið
royndi eitt árið fyri og
annað eftir, mangan
við at seta lívið í váða,
at tryggja sær og sín-
um útkomuna. Stríðið
hjá teimum ráddi mest
um at sleppa undan
ringasta fåtækdøm-
inum, meðan tey inni
á meginlandinum vóru
j
Formáli
sloppin burtur úr hes-
um vansa og nú
royndu at tryggja sær
lutir, sum ikki vóru av
lívsumráðandi týdn-
ingi. Men viðurskiftini
gjørdust at enda fólk-
inum so óblíð, at fólk-
ið noyddist at rýma.
Maður noyddist at
lúta fyri náttúruni.
Nú — knepp 50 ár
aftaná — ber til at
gera støduna upp, og
vit fara í hesum og
nøkrum komandi
leygardagsblødum at
greida eitt sindur frå
dagliga lívinum á St |
Kilda, meðan fólk enn
búðu harúti. Eisini
fara vit at fylgja St
Kilda-búgvunum og
vita, hvussu teimum
gekst eftir at teir
høvdu gjørt av at bú-
setast inni å skotska
meginlandinum.
Hetta verður ein frá-
greiðing, sum væl lýs-
ir, hvat ið hendir, tá ið
eitt lítið oyggjasam-
felag doyr og skuldi
havt áhuga eisini hjá
okkum her í Føroyum,
her vit hava júst teir
somu vandaspurning-
arnar at dragast við.
Hugsað verður her
um, hvussu fólkatalið
av summum útoyggj-
um okkara so líðandi
men steðugt minkar,
til einans tey gomlu
sita eftir á steinunum
og vónleys og beisk í
huga mugu geva frá
sær.
Burturflytingin av
St Kilda-búgvunum
inn á skotska megin-
landið er eitt talandi
demi um, hvussu
býttisligt mangan
verður atborið av
teimum, ið ráða fyri
borgum og sum halda
seg hava skapt »para-
dísið< á jerð. Hildið
varð, at kundu St
Kilda-búgvar ikki laga
seg eftir og góðtaka
tað meira framkomna
samfelagið, var einasti
loysningurin at fáa
borið so í bandi, at tey
skuldu noyðast at
flyta. Eitt var, at
bretska stjórnin var
erg um at blaka pen-
ing burtur til at halda
teimum á St Kilda
eina sjúkrasystur og
eina postrutu, men
meira umráðandi var
tann sannroynd, at
henda sama stjórn
ikki toldi og ikki vildi
góðtaka ta óreglusemi
í dagsins viðurskift-
um, sum lívið á St
Kilda mátti hava við
sær. Ti mátti hetta
oyggjasamfelagið
heldur offrast fyri ikki
at órógva bretska
»livsmynstrid.«
Tá fólkið so i 1930
flutti inn á skotska
meginlandið — eftir í
meira enn 1000 ár at
hava búð í einum av-
byrgdum oyggjasam-
felag — varð tað. í
einum taki ript inn í
20. eld og mátti góð-
taka tey virði, sum øll
inni á skotska megin-
landinum hevdu verið
upplærd til at trúgva
uppá frá barnsbeini.
St Kilda-búgvar
dugdu ikki at fóta sær
í hesum nýggja um-
hvervi, har alt varð
roknað í peningi, tí
teir hevdu ongantíð
livað í einum samfel-
ag, har fólk keyptu
verur og tænastur frá
hverjum eðrum.
Tað eru skrivaðar
nógvar bøkur um St
Kilda og fólkið har,
men eisini um hvussu
teimum gekst eftir at
tey fluttu burtur, er
fitt skrivað og tað er
syndarligur lestur, tí
høvdu St Kilda-búgv-
ar livað avbyrgdir i
sinum oyggjasam-
felag, skuldu teir
skjótt sanna, at lívið í
skotska greivadømin-
um Argyllshire, hagar
teir vórðu fluttir, var
uppaftur óheimligari.
Úti á oynni Hirta
hevdu tey so í minsta
lagi livað í einum fast
samansjóðaðum sam-
felag við einum felags
endamáli, men her
inni á skotska megin-
landinum noyddust
tey nú at búgva —
ofta nógvar fjórðingar
millum hvert húski —
í einum fremmandum
og ókendum samfelag,
har slík virði vórðu
sett í hásæti, sum tey
lítið løgdu í og sum
tey fægstu teirra
dugdu at skilja.
Líka til dagin í dag
hevur mangan verið
framhildið, at sam-
feløg, sum ikki kunnu
standa á egnum bein-
um, skulu niður-
Nr. 50 — 30. juni 1979
leggjast. Søgan um St
Kilda hevur í hesum
sambandi kanska
meira at læra okkum í
dag enn nakrantið áð-
ur. Idnadarsamfeløg-
ini hava noytt fólk at
lata alt samband teir-
ra millum fara fram á
peningagrundarlagi.
Peningur er tað, sum
bindur einstaklingar-
nar saman og ræður
fyri ti sambandi, sum
er teirra millum. Yvir-
flóðin í vesturheimi er
vorðin mið og mál fyri
menniskjansligari
lukku og trúttað hev-
ur verið niður í fólk, at
tað altumráðandi er at
strevast eftir figgjar-
ligum rikidømi.
I dag kennir manna-
ættin i ólukkumáta á
egnum kroppi tað
trýst og øll tey vanda-
mál, sum peninga-
hugsanin hevur skap-
að. Tað turrgelda and-
liga fátækdemið og
tann menniskjansliga
strongd, sum stóridn-
aðurin hevur havt við
sær, sæst í dag nær-
um í øllum vestan-
londum og fær okkum
at hugsa um undir-
steðið, hesi samfelog
eru grundað á. Aftrat
hesum eru so hesi
seinastu árini orku-
kreppan og vandamál-
ini, ið standast av
náttúrudálking, kom-
in aftrat og hava
skapt iva um, hvussu
rættur hesin >paradis-
dreymurin< hjá menn-
iskjanum í roynd og
veru man vera. Sama
hvussu fyribils hesar
kreppur annars fara at
verða, er tað náttúr-
ligt at vit steðga á og
gjøgnumhugsa hvat
tað er, vit í veruleik-
anum vilja og ætla.
Gaman í at segan um
St Kilda bert er ein
lítil sorgarsøga av
mongum, men kanska
kundi henda frágreið-
ing um lívið hjá i-
búgvunum har og or-
sekirnar fyri, at tey
noyddust at rýma av
steinunum, fingið
onkran at hugsa.