Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juli 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 54 — 14. juli 1979 HVÍ SLITNAÐI SAMGONGAN Tað er kanska ikki so løg- ið, um onkur undrast yvir, at javnaðarflokkurin nakrar fáar mánaðir eftir, at hann hevur skipað landsstýri saman við tjóð- veldisflokkinum og fólka- flokkinum, sigur hetta samarbeiði upp. Men tá vit hugsa okkum eitt sind- ur um, so er hetta ikki so legið kortini. Áðrenn eg viðgeri henda spurningin meira, fari eg at biðja lesaran gera sær greitt, at tað, sum javnaðarflokkurin nú hevur gjert er hetta, at hann hevur boðað frá, at hann vil leggja uppskot fyri tingið um at nýtt løgtingsval verður. Hetta vil siga, at landsstýris- samarbeiðið er ikki hildið uppat, og hetta samar- beiði vil uppá gott og ilt halda fram til ein nýggj samgonga er skipað, tvs. til eitt nýtt landsstýri er skipað. Við eðrum orðum er staðan ikki petti eðrvísi enn tey árini, tá val til legtingið annars skal vera. Samtykkir løgtingid at nyval skal vera, so eru vit i akkurát somu steðu, sum seinasta heyst, ella í teirri stødu vit vildu verið í heystið 1982, tá val jú skal vera, um tað ikki verður fyrr. Aftan á løgtingsvalid í 1974 var tað náttúrligt, at javnaðarflokkurin sum stersti flokkur tók stig tii at skipa landsstýri av nýggjum. Flokkurin hevði tá sitið sum leiðandi flokkur við stjórnar- ábyrgd í trý valskeið sam- an við sjálvstýrisflokki- num og sambandsflokk- inum, umframt tíðina 1948-50. Hesa tíðina hevði flokkurin stórt sæð verið negdur við samarbeiðið. Tað hevði eydnast væl at umsita samfelagið, og tað var ikki so heilt lítið, sum flokkurin hevði nátt av teimum málum, sum javnaðarpolitikkur setir høgt. Men tað var líka sum at steðgur var við at koma í, var líka sum alt gekk meira og meira trekt. Og við teirri kós, sum sambandsflokkurin setti undir valstríðnum tað heystið, var orsek til at ivast í, um tað fór at verða gjørligt framhaldandi at fåa sambandsflokkin til at vera við til at virka fyri framburði. Ein treytin fyri at javnaðarflokkurin kann sita við stjornaråbyrgd er, at gingið verður framá, tí stillstandur er nakað, sum javnaðarflokkurin ikki kann góðtaka, so leingi sum so langt er á mál, nevniliga at geva arbeið- andi fjøldini sín sjålv- sagda rætt, sum er at hava veruliga ávirkan á hetta samfelagið, at vera við til at stýra vinnutól- unum, fáa sín rættvísa part av ágóðanum í sam- felagnum o.s.fr. Sjálvt um samarbeiðið við sambandsflokkin hevði verið rættuliga gott, - kanna metti javnaðarflokkurin at tað var rætt eisini at um aðrir sam- gongumeguleikar vóru. Tað vísti seg, at saman við tjóðveldisflokkinum og fólkaflokkinum vóru betur meguleikar fyri at fremja nekur av teimum málum, sum javnaðar- flokkurin metti týdning- armikil, enn saman við sambandsflokkinum, sum nú segði seg ikki vilja vera við til nakra nýskapan av nøkrum slagi. Tað skal ikki vera nak- að dulsmál, at hetta í fyrstani var illa dámt av nógvum, serliga eldri, javnaðarfólki. Eitt var, at tað var ikki lætt rættuliga at taka tjóðveldisflokkin fyri fult, sum alvorligt ar- beiðandi politiskan flokk, tá hugsað var um tann leiklut, hesin flokkur til tá hevði havt í føroyskum politikki. Men verri var, at fólkaflokkurin í eyg- unum á hesum fólki um- boðaði nakað av tí versta, sum mannaættin hevur verið úti fyri. Tað vóru og eru enn nógv javnaðar- fólk, sum hava nógv ringt at minnast fólkaflokki- num. Men tá tað galt um at sleppa eitt sindur long- ur á javnaðarleið, so boygdu hesi fólk seg. Ná, samgongan bleiv skipað, og tað má ásann- ast, at javnaðarflokkurin fekk loyst fleiri av sínum hjartamálum, nógv fleiri enn tað hevði verið gjør- ligt saman við sambands- flokkinum. Men í hesum paradisinum var ein slanga. Ein nóg illa til- komin drongur, sum tíggjaði sær so illa, at onkur væntaði, at formað- urin í fólkaflokkinum fór at leggja hann á lærið. Hann bleiv settur til blað- stjóra á Dagblaðnum, og í hesum blað fekk hann tann gamla fólkaflokkin at livna aftur, hann minti okkum á tann fólkaflokk- in, sum vit hataðu sum pestina, flokkin sum um- boðaði eina av teimum vandamiklastu sóttu- num, sum hava heimsekt mannaættina. Tann ó- vargaligi drongurin bleiv ikki flongdur av flokksfor- manninum (seinni bleiv hann tað av eðrum) men aðrir fólkaflokksmenn bóðu samgongumenn bera yvir við honum, hann var so ungur og óroyndur. Hinir samgonguflokkarnir vandu seg so til at látast sum um hesin óroyndi drongurin ikki var til. Og tey fýra árini gingu, og sum sagt fekk javnaðar- flokkurin loyst fleiri av sínum áhugamálum. Hóast henda óvargaliga drongin, helt javnaðar- flokkurin tað vera vert at fara undir eitt nýtt fýra ár skeið saman við fólka- flokkinum. Vit trúðu at tað, sum tann óvargaligi drongurin gjerdi einki hevði uppá seg, at hetta ikki merkti at sóttin var tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. við at koma yvir okkum. Men nú visti tað seg at fólkaflokkurin alla tíðina hevur gingið við hesi smittuni, og tá málið um Suðuroyar- og uttanlands- siglingina kom til viðgerð- ar i tinginum, gjørdist øll- um greitt, at sóttin er í landinum. Ti tann óvarga- ligi drongurin, sum ikki skuldi takast fyri fult, er veruliga ein marionett- dukka hjá einum : bólki, sum er so sterkur, at allur tann sokallaði liberali fólkaflokkurin boygdi knæ fyri hesum bólki og svór honum trúskap. Tingmenninir hjá fólka- flokkinum eru aftur komnir á rætt, teir um- boða nú aftur tað, sum vit hava so ring minni um. Ein fyrrverandi javnað- artingmaður sigur, at tingmenn mugu ikki lata seg fjarstýra. Hetta kann diskuterast, men fólka- flokkurin verður í dag fjarstýrdur, av nekrum fáum, sum við hond og fót vilja mótarbeiða áhuga- málunum hjá fjøldini. Málið um keyp av skipi til uttanlandssigling er ikki so lítið mál, sum summi vilja gera tað til, men um hetta var alt, so var kanska ikki orsek beinleiðis til samgongu- slit. Men hetta málið vísti, at fólkaflokkurin er ikki tann flokkur, sum javnaðarflokkurin helt seg gera samgongusáttmála við, og tí er tað ikki rætt, tá sagt verður, at javn- aðarflokkurin ikki tekur politiska arbeiðið alvor- ligt, tá hann vil hava val nú. Just ti, at javnaðar- flokkurin tekur tað at um- sita okkara samfelag, óg- vuliga alvorligt, vil javn- aðarflokkurin sleppa frá at hava fólkaflokkin til sam- gongupartnara. Vit kunnu so trætast um, um tað er neyðugt at hava val og um ikki ein onnur samgonga kann skipast við teirri samanseting, legtingið nú hevur. Tað seinna er jú meguligt. Ein samgonga av sokallaðu borgarligu flokkunum, har altso fólkaflokkurin er við, er gjørlig. Men ein nýggj sterk samgonga har javn- aðarflokkurin er við, er neyvan gjerlig. Skal javnaðarflokkurin hava meguleika til fram- haldandi at skipa fyri hesum samfelag á ein slík- an hátt, at tað meira og meira verður eitt samfelag fyri alt fólkið er einki annað at gera enn at fara til viljararnar og biða um stuðul til hetta. P Luttakið í almenna tjakinum Sendið lesarabrøv til Sosialin! — Útbyggingarætlanin hjá SEV av vatnorkuni í Feroyum er eingin góð loysn í letuni. Vit eiga heldur í 1. umfari at byggja eitt kolakraft- verk av hóskandi stødd, sum vil tryggja okkum orku nakað framyvir. Soleiðis segði verk- freðingurin Eyðfinn Eg- holm, i samreðu í Ut- varpinum nikukvøldid. Eyðfinn Egholm visti á, at tað er ov mikið av koli Ikki útbyggja vatnorkuna — Kolakraftverk besta loysn nú til í heiminum, at vit kunnu loysa orkuspurn- ingin við einum kola- kraftverki. Feroyar kunnu innflyta kol, og vit kunnu eisini sjálvir høgga kol í okkara egnu kolanámum. Eyðfinn Egholm helt eisini, at vit eiga at kanna, um aðrir alterna- tivir orkumeguleikar kunnu brúkast í Feroy- um. Hann visti her á tær royndir, sum íletuni verða gjørdar við vind- myllum og alduverkum. Royndir við vindmyllum eru nú komnar so mikið væl áleiðis, at vit um eini fimm ár kunnu rokna við at hava myll- ur, sum kunnu nýtast her hjá okkum. Í samband við kola- kraftverk er eisini vert at nevna, at vit i Føroyum eiga stórar goymslur av koli. Tað fer at taka nógv hundrað år at tøma — Tað er stórur vandi fyri, at alt djóra- og plantuliv fer at týnast, útbyggja vatnorkuna á Eiðisvatni og Fjalla- vatn. Hetta segði livfrød- ingurin, Finnur Liitzen i eini samreðu við Ut- Liitzen hevur luttikið i einum arbeiðsbólki, sum í eina tíð hevur kannað, hverjar vatnorkuútbyggingin fer at fáa fyri umhvervið. um SEV ger álvara av at varpið í vikuni. Finnur avleiðingar Vandi fyri at djóra- og plantu- lívið verður týnt Um byrgingar skulu gerast á Fjalla- vatni og Eidisvatni Hann segði, at tað finst eitt sera ríkt og sjáldsamt djóra- og plantuliv á teimum báð- um vetnunum, har SEV skal gera byrgingar. Verða stór lendi løgd undir vatn ein stóran part av árinum fer tað at týna alt "ivandi har. Hann visti eisini á ætlanina hjá SEV at av- drena stór eki í Eystur- oynni og í Vágum. Hetta fer at fáa stóra ávirkan á lívið í áunum. Sílastovn- urin fer at doyggja út, og meguleikarnir fyri sílaaling (Ocean Ranch- ing) verða munandi skerdir. — Í Sveríki hava teir í dag bert eina á eftir, sum er sloppin undan vatn- orkuútbyggingini. Verð- ur hetta gongdin í Fer- oyum eisini, tá fer nátt- úran at vera minni verd fyri okkum feroyingar, segði Finnur Liútzen. Hann helt eisini, at vit eiga at friða oki, har fugl- ur, ið er við at doyggja út, eigur.