Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juli 1979síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 54 — 14. juli 1979 sosialurin Byrja laksaaling Síða 7 i Haraldsundi Partafelagið «Å Strond> fingið loyvi Ætlanin er at fara undir laksaaling í Haraldssundi kom- andi vár. Fyri stutt- um varð eitt parta- felag stovnað, ið hevur til endamáls at fara undir vinnu við at ala laks. Partafelagið eitur ÞÁ Strond«, og i nevndini sita: Jógvan Hansen, verkfrødingur, Såmal Thorsteins- son, stjóri, báðir úr gjølla inn í norsk viður- skifti. Seinasta vetur var hann í Averey, har skeið var hildið um fiskaaling. Ætlanin er nú, at ein umboðsmaður fyri felagið skal fara til Noregs eftir summarfrítiðina fyri at seta seg enn meira inn í málið. Síðani verður farið undir at detailprojektera sjálva alisteðina. Tá skal staða takast til, hvat slag av flótihyljum, teir skulu brúka. Norðan fyri elverkið Jógvan Hansen sigur í samreðu við Sosialin, at Her inn ímóti landi skulu flótihyljarnir liggja Klaksvík og síðani Monrad Skjelten, umboðsmaður í Havn. Tað er nakað síðani, at fyrireikingar vórðu gjerd- ar til at kanna megu- leikarnar fyri laksaaling í Haraldssundi. Ymsar kanningar hava verið gjerdar, og herfyri vendi partafelagið >Á Strond« sær til landsstýrið, sum í hverjum einstøkum føri skal geva loyvi til at fara undir laksaaling i Føroy- um. Um dagarnar frættist, at landsstýrið hevur givið partafelagnum >Á Strond« loyvi at fara und- ir laksaaling í Harald- sundi. Umsókn er eisini send til Klaksvíkar býráð, sum vil ganga umsóknini á meti um so er, at lands- stýrið játtar. Verið í Noregi Laksaaling er heldur nýtt fyribrigdi i Føroyum. Ikki hava vit allar tær roynd- irnar við aling, sum eru neyðugar fyri at byrja veruliga vinnu við at ala m.a. laks. Hetta er eisini orsekin til, at Jógvan Hansen sjálvur hevur ver- ið í Noregi og sett seg ekið, sum talan er um at leggja flótihyljarnar, ligg- ur norðan fyri elverkið við Strond. Hetta plássið tyk- ist at vera væl egnað til aling. Streymurin inni við land er lítil, og har er nærum eingin alda. Teir hava kannað hitan í sjó- num har á plássinum. Tað vísur seg, at lægsti hitin er 4,8 stig, og miðalhitin er góð 7 stig. Hetta vísur, at meguleikarnir eru góðir fyri aling har. Taka ímóti yngli í mai Partafelagið »Å Strond« miðjar ímóti at taka ímóti ti fyrsta laksaynglinum i mai komandi år. Tå er tann laksayngulin, sum gongur á alistødini norðuri við Áir búgvin at fara á sjógv og fóðrast til sterri laks. Royndarsteðin norðuri við Áir hevur í letuni nakað av laksayngli gang- andi. Hetta er yngul av eini laksastammu, sum norðmenn seldu feroying- um fyrr í ár. Felagið >Á Strond« hevur fingið váttan frá Fiskaaling, ið stendur fyri Ætlanin er at leggja flótihyljarnar norðan fyri elverkið á Strond alisteðini við Air, at teir fáa í minsta lagi 10.000 laksayngul. Jógvan Hansen sigur, at teir sjálvandi kunnu taka ímóti ellum tí yngli, teir kunnu fáa, men tað verða helst eisini aðrir um boðið, tá laksayngulin skal seljast í mai komandi ár. 5 mill. kr. So skjótt felagið fær vátt- an frá landsstýrinum, at teir kunnu fara í gongd, fer nýggja partafelagið at senda umsókn til Menn- ingargrunnin og Ídnaðar- grunnin um stuðul til pro- jektið. Jógvan Hansen sigur víðari, at tá flóti- hyljarnir eru fult útbygðir og ell amboð eru keypt, er projektið mett at kosta einar fimm miljónir krón- ur. Gongur sum ætlað kunnu teir fyrstu laks- arnir slaktast um knapt trý ár. Tá skuldi laksurin verið so mikið stórur — vigað góð 4 kilo — at hann kann seljast á marknaði- num fyri rættiliga góðan pris. Við hesi fyrstu royndini er bert skjetil settur á. Eydnast royndin kann talan verða um at taka ímóti nógv sterri tali av yngli, soleiðis, at samlaða framleiðslan um nekur ár fer at vera munandi stærri og eiga eitt týðandi pláss sum vinnugrein í Feroy- um. Óvanliga nógvar kvinnur byrja á Læraraskúlanum 20 prósent kvinnur komandi skúlaár Umleið 75 prosent av nýggju lærara- skúlanæmingu- num komandi skúlaár eru kvinn- ur. Hetta er helst eindømi í søgu Læraraskúlans, sum hevur meira enn 100 ár á baki. Tá upptøkan til 1. flokk á Læraraskúlanum nú til heystar var liðug herfyri, visti tað seg, at 20 av teimum 25 nýggju næm- ingunum eru kvinnur. Hetta er rættiliga óvan- ligt, ti tey undanfarnu ár- ini hevur meginparturin av næmingunum verið mannfólk. Tað vóru heilar 72 um- sóknir til tey 25 plássini á Læraraskúlanum. Hetta er stersta tal av umsókn- um, sum nakrantið hevur verið. Vanliga plaga at vera millum 50 og 60 Mugu avvísa kvalifiserað Andreas Hejgaard, skúla- stjóri, sigur, at teir tían- verri hava verið noyddir til at avvísa nógvar um- sóknir, sum so avgjert eru kvalifiseraðar at byrja á skúlanum. Tað er kortini ikki pláss fyri meira enn 25 nýggjum næmingum á hverjum ári. Tað verða annars ikki sett nekur åvis krøv til tey, sum søkja um upp- tøku á skúlanum. Men tey, sum hava students- og HF-prógv og haraftrat hava verið úti i praktisk- um arbeiði, hava besta meguleikan at verða upp- Stórur tørvur á lærarum Uppá fyrispurning hví so nógv sekja á Læraraskúla í ár, sigur Andreas Høj- gaard, at hetta er ilt at meta um. Tað er kanska ti, at tað er torført at koma inn á aðrar læru- stovnar. Í dag er stórur tørvur á lærarafólki í Før- oyum, og við vissu um at ein fær arbeiði, tá ein er liðugur við sína útbúgv- ing, velja nógv tí at fara læraravegin. Tað er stórur tervur á lærarum. Eini 70 til 80 sterv munnu vera leys at seta. Hópurin av vikarum rekir ein part av hesum stervum. 44 næmingar Tað er einaferð hent, at 44 næmingar eru upptiknir á Læraraskúlan. Hetta hendi í 1977 eftir boðum frá Skúlastjórnini. Hesir paralellflokkar verða lidn- ir í 1981. Í dag kann tað íkki lata seg gera at byrja við tveimum paralellflokkum. Orsekin er tann, at við nýggju undirvísingarskip- anini verður arbeitt í fleiri bólkum enn frammanund- an, og hetta krevur fleiri heli. 700 lærarar síðan 1871 Tað tekur annars fýra ár at fáa tikið prógv sum lærari. Í ár fingu til- samans 26 næmingar prógv. Hetta man vera tað mesta nakrantið. Annars hava millum 600 og 700 næmingar tikið prógv sum lærarar í Fer- oyum, síðani fyrsti næm- ingurin tók prógv í 1871. Tað eru ikki so nógv ár síðani at nógvir feroying- ar leitaðu til Danmarkar á læraraskúla. Men síðani vit fingu HF-undirvísing, og undirvísingin á Lær- araskúlanum varð stytt við einum ári, úr fimm niður í fýra ár, hevur tað fyri ein stóran part verið orsekin til, at fleiri og fleiri sekja um at sleppa inn á Læraraskúlan í Havn. Hjá landsstýrinum liggur í letuni eitt álit til nýggja læraraútbúgving- arlóg. Hetta uppskot kemur meguliga fyri ting- ið nú til heystar.