leygardagur 14. juli 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 54 — 14. juli 1979
St Kilda:
Ein avbyrgdur
heimur
eftir Hans Thomsen
Tey bæði á Uist og Harris klandrað-
ust um ognarrættin til St. Kilda.
Kappróður varð avráddur til at gera
enda á trætuni. Tveir bátar, ein av
hverjari oynni, skuldu rógva út í
oyggjarnar. Tann manningin, sum
fyrst legði hondina á Hirta, hevði
vunnið. Tá bátarnir nþrkaðust oynni
— javnir vóru teir — hegdi Colla
MacLeod, formaðurin á Harris-båt-
inum, vinstru hond av sær og blakaði
hana inn á land, og hetta gjerdi hann
ikki til einkis, tí á henda hátt fekk
MacLeod-ættin oynna.
MacLeod vildi
ongantið selja
ST. KILDA
Framhald
Lensskipanin var til í
Skotlandi í fleiri øldir eftir
at hon var horvin aðra-
staðni í Bretlandi. Angul-
saksar, sum høvdu mesta
ræðið í Bretlandi, góvu
sær lítið far um keltiska
fólkið, sum búðu á teim-
um norðastu bretsku
oyggjunum. Ti sluppu
Keltar í frið og náðum at
liva, sum teir alti3 høvdu
gjørt. Í meginpartinum av
Skotlandi vórðu tey
gomlu samfelagsviður-
skiftini broytt við harðari
hond aftaná uppreisturin í
1745 (tá roynd varð gjørd
at fáa Karl Edvard Stuart
til ræðið), men í teimum
fjarastu pørtunum av
skotska hálendinum og á
teimum vestaru oyggjun-
um livdi gamla skipanin
enn við sítt friska liv.
Samfelagið hjá tí gæl-
iskt talandi fólkinum var
grundað á upplýsta yvir-
stjórn. Hevdingin, sum
átti jørdina, ráddi eisini
yvir tí fólki, sum á henni
sat. Var ein slíkur hevd-
ingi tegnum sínum sum
ein góður og lagaklókur
pápi og teir bøndur, sum
sótu á jarð hansara virdu
hann sum ein slíkan,
kundi henda lensskipan
mangan roynast samfel-
agnum bæði hent og góð.
Tey, sum búðu longur
suðuri í landinum og
kanska fegin vildu eitast
at vera meira framkomin,
hildu hánt um hesa skipan
hjá Keltum, men ið
hvussu so er, royndist hon
og tað væl eisini í mong
hundrað á.
Tey, sum búðu á ti
einsligu oynni Hirta, livdu
alt tað ið nakar veit at
siga frá undir hesi gomlu
skipan. Til fólkið flutti
burtur í 1930, ikki bert
átti MacLeod lordur av
Dunvegan oyggjabólkin
St. Kilda, men ráddi eisini
yvir tí fólki, ið har búði.
Hann var bæði sum ein
faðir at teimum eins væl
og hann var jarðardrott-
urin, og St.-Kildabúgvar
hildu ómetaliga nógv bæði
um hann sjálvan og alt
húski hansara. >Hevding-
in er gudur teirra, teirra
eitt og alt, um hann er
heviskur og ráðatekin
maður<, skrivaði Murray
lordur av Broughton í ein-
ari frágreiðing um skotsku
hálendini, sum hann
gjørdi fyri stjórnina í Lon-
don í 1746. Hevdingin
hevði skyldu til at verja
klanin (ættbólkin) hjá
sær, gera rætt og skjal og
vera í hvergum partinum,
tá ósemjur tóku seg upp
og fremst av ellum halda
jerð sína í góðum skili, so
at tegnar hansara kundu
sita á henni við spekt og
sóma. Afturfyri vóru
bendurnir fúsir at stríðast
fyri hverjari sek, sum
hevdingin metti rættvísa
og í slíkum tíðum at geva
honum fult ræði á ellum
tí, sum garðurin gav av
sær.
Hóast gæliska orðið
»clann« merkir børn, um-
fataði skipanin ikki einans
tey, sum vóru skyld við
ella bóru sama ættarnavn
sum eigarin. Á St. Kilda
var eingin í ætt við Mac
Leod lord, hverki so ella
so. Tær fáu ættirnar, sum
hevdu MacLeod til eftir-
navn, vóru sum allar aðrar
ættir eftirkomarar av fá-
tækafólki úr ødrum pláss-
um, sum góðseigarin átti
og sum hann hevði eggjað
til at seta seg niður á St.
Kilda. Innan fyri klanin
hevði skyldskapur í víðari
merking lítið ella einki at
týða. Tað, sum bant hesi
fólkini saman, var ein fel-
ags trúskapur móti tí
hevdingi, hvers jarð tey
sótu á og sínámillum sátt
og semja millum hansara
og fólk hansara.
Ognarrætturin
avgjørdur
við kappróðri
MacLeod-ættin, ið vóru
hevdingar fyri MacLeod-
klaninum, áttu St. Kilda
meginpartin av tíðini,
hesin oyggjabólkur var
bygdur. Hvussu henda
ættin fekk ognarrættin til
oyggjarnar, dugir eingin i
dag at greida frå. Søgnin
sigur, at einaferð i tíðini
skuldu bæði tey á Uist og
Harris klandrast um ogn-
arrættin til oyggjarnar.
Sjálvt tá í tíðini varð
oyggjabólkurin mettur
sum ein gimsteinur í At-
lantshavi, sum hver góðs-
eigari hevði verið errin av
at eiga.
So varð kappróður av-
ráddur til at gera enda á
trætuni. Tveir bátar, hver
umboðandi sín av teimum
báðum stríðandi pertu-
num og javnt mannaðir,
róðu so út í oyggjarnar.
Áðrenn hildið varð av-
stað, varð avrátt, at tann
manningin, ið fyrr varð at
leggja hondina á Hirta,
hevði vunnið og kundi
krevja hana til hevding
sín. Øgvuliga javnt gekk á
hjá bátunum allan vegin
vestureftir og tá ið teir
nærkaðust oynni, lógu
teir javnprúðu menninir
av Uist á odda. Tá høgdi
Colla MacLeod, formað-
urin á Harris-båtinum,
vinstru hond av sær og
blakadi hana inn å land i
einari seinastu ólukkulig-
ari roynd at vinna harra
sínum oynna. Og ikki
misti hann hondina til
einkis, tí á henda hátt
fekk MacLeod-ættin
oynna. Sagt verður, at tað
skal vera til minnis um
hesa hending, at MacLe-
od-ættin hevur eina reyða
hond í vápnaskildri sin-
um.
Átti alt vald væl
inn í nítjandu old
MacLeod var ein oyggja-
hevdingi við einum
oyggjariki. Sum slíkur lá
hann ov langt burtur til at
verða vavdur upp í polit-
iska stríðið inni á megin-
landinum sum t.d. Camp-
bell og Mac-Donald-ætt-
irnar. Ikki tí, nógvir av
MacLeod-ættini vóru við í
bardaganum við Culloden
16. april 1746, tå Karl
Edvard Stuart (»Prince
Charlie«) mátti lúta fyri
hertoganum av Cumber-
land, men hetta gjerdu
teir ímóti vilja hevdinga
teirra, tí MacLeod av
Dunvegan hevði ongan
3. partur
samhuga við hesum upp-
reistri til at fáa Stuart-
ættina til ræðið aftur.
Í 1714 settist Georg I,
ið var týskur kurfýrsti úr
Hannover, á bretsku trún-
una. Henda týska ættin
var frá mammuni í blóði
við Stuartarnar. Tá hann
doyði í 1727, tók sonur
hansara, Georg II við sum
bretskur kongur, og eftir
bardagan við Culloden
setti hann sær fyri at
beina fyri tí keltiska livi-
háttinum. Lógin um av-
vápnan varð endurnýggj-
að við týðandi uppiskoyt-
um. Forboð varð sett fyri
at bera skotskan hálanda-
búnað og skotsktpuntut
klæði mátti ikki vera uppi
á nekrum fólki. Ikki var
lukkuligt at blása í
sekkjapipu og tú kundi
koma illa fyri, bert tú átti
eina slíka. Hesi forboð
stóðu við í 36 ár og góvu
skotsku fólkamentanini
nærum deyðamein. Í 1747
samtykti bretska parla-
mentið eina lóg, sum
gjørdi enda á arva-rætt-
ardemum. Henda lógin
beindi fyri lógliga vald-
inum hjá skotsku hevd-
ingunum. Aftan á bar-
dagan við Culloden fór
mangur skotskur jarðar-
teigurin sum brotagóðs.
Men teir, sum vóru við
yvirlutan við Culloden,
hevndu seg kortini ikki
inn á góðseigaran í Dun-
vegan. Bæði var tað tað,
at hann ikki hevði tikið
nakran beinleiðis lut í
uppreistrinum, og so
vórðu jarðarognir hansara
eisini so fjarskotnar og
spjaddar. MacLeod varð
sitandi tryggur á ognum
sínum og tað faðirliga
valdið hjá lordinum av
Dunvegan slapp at halda
ótálmað fram væl inn í 19.
eld.
Figgjarliga staðið undir
ti tamarhaldi, høvdingin
hevði á fólki sínum, var
býtishandil. Á hverjum
ári vitjaði ein umboðs-
maður hevdingans St.
Kilda at krevja leiguna í
veru. Mangan kundi hesin
leiguuppkrevjarin vera
eitt sindur i ætt vid høvd-