leygardagur 14. juli 1979síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 54 — 14. juli 1979
sosialurin
Síða 9
ingan. Hann kundi antin
leiga oyggjarnar frá eig-
aranum fyri eina ávísa
peningaupphædd ella eis-
ini fáa inntøkurnar av
teimum fyri onkran serlig-
an beina, sum hann veitti
honum.
Mest lýsi
og fjøður
Tá ið segumaðurin Martin
Martin í 1697 vitjaði St.
Kilda, var hann í ferðalag
saman við umboðsmanni-
num hjá MacLeod. Meðan
teir vóru úti í oyggjunum,
vóru umsjónarmaðurin og
fylgi hansara — 45 manns
í tali — til hús hjá oyggja-
fólkinum. Umsjónar-
maðurin plagdi at fara út í
oyggjarnar eina ferð um
árið og steðgurin plagdi at
vara 2—3 vikur. Hetta at
sýna ókeypis blidskap
móti hevdinganum ella
einumhverjum av húski
hansara, var fornur
gæliskur siður og skylda
og varð á gæliskum rópt
»cuddiche«. Henda sid-
venja varð uppihildin á
St. Kilda leingi eftir at
hon var burturdottin
aðrastaðni. Tá umsjónar-
maðurin fór av St. Kilda
og heimaftur á oynna
Skye, hevði hann við sær
lýsi og fjødur og annað,
sum St. Kildabúgvar
hevdu at lata og fingu
verið fyri uttan. Hesar
verur vórðu so antin seld-
ar til uppsitarar, ið sótu
aðrastaðni á jarðum góðs-
eigarans ella sendar á
handilsmarknaðirnar. Ein
partur av tí, ið fekst við
seluna, fór burturav í
leigu hjá St. Kildá-búgv-
um, meðan umsjónarmað-
urin hevði ein part eftir í
vinningi. Men skyldur
sínar mótvegis oyggja-
búgvunum mátti hann
halda. Ein munandi part-
ur av tí, sum fekst fyri
seluna av framleiðsluni
hjá St. Kilda-búgvunum,
varð nýttur at keypa aðra
veru fyri, t.d. salt og sáð-
korn, sum teimum úti á
St. Kilda tervaði. Neyð-
synjarvera, sum oyggjar-
nar ikki fingu verið fyri
uttan, varð vanliga send
út á St. Kilda summarið
eftir, ella eisini sama árið,
um so var, at fólkið har úti
var púra í uppisetri.
Henda skipan royndist
framúr væl í eldir. Tað,
sum tey á Hirta hevdu at
lata, var ógvuliga nógv
eftirspurt inni á megin-
landinum, og oyggin gav
fitt av sær bæði til um-
sjónarmann og eigara.
Brougham lordur, sum
vitjaði St. Kilda í 1799,
sigur, at umsjónarmaður-
in læt MacLeod 20 ster-
lingspund um árið, men
hevði tá tvey so nógv eftir
sjálvur í sín egna part.
Men kortini hevdu tey á
Hirta fyrimun av hesum
býtishandli. Nú er skeivt
at halda, at oyggjafólkið
fekk beint tann pris, sum
marknaðurin gav, men
hinvegin nýttist teimum
ikki at stúra fyri ikki at
sleppa av við verurnar, og
tá ring ár komu, vóru tey
ongantíð í uppisetri við
neyðsynjarveru. Ongin
hevði fyrimun av at lata
tey á St. Kilda koma illa
fyri, og varð umsjónar-
ÆR A
o
[+]
búgvi, vóru tey kortini góð at búgva i
unum
maðurin fyri missi tað
eina árið, svitaðist ikki, at
hann forvann hetta aftur
seinni.
Góðseigarin valdi ein av
bygdarmonnunum til at
umboða bygdina, skuldi
onkur ósemjan tikið seg
upp mótvegis umsjónar-
manninum. Var ósemjan
rættiliga álvarslig, hevði
hesin umboðsmaður
skyldu til at fara til Mac-
Leod sjálvan og bera fram
klaguna fyri honum.
>Hann er ógvuliga litil-
látur, tá hann kemur inn-
ar<, skrivar Martin Mart-
in, »tekur húgvuna av
hevdinum, áðrenn hann
fer inn til MacLeod og
nigur. Båtsskipanin, sum
hevur róð hann frå St.
Kilda, er i hølunum å hon-
um og ger sum hann.
MacLeod lurtar álvarsam-
ur eftir frágreiðingini og
demir so partanna mill-
um. Men klagurnar um
fyristøduna av St. Kilda
vóru sjáldsamar. »Teir
flestu umsjónarmenninir
Ar
Í 1860-árunum læt lordurin, ið átti St. Kilda, byggja fólkinum nýggj hús. Hóast småligt var við inn-
vóru hampamenn í allar
mátar, væl mentaðir og
sera hygnire, skrivaði
John Knox.
Vildi ongantíð
selja St. Kilda
Vanliga sýndi góðseigarin
stóra ábyrgdarkenslu
mótvegis oyggjafólkinum.
Í seinasta fjórðingi av átj-
andu eld gavst MacLeod
við at taka sær eitt oyra í
vinningi av ognum sínum
í nekur ár. >Hesar jarðar-
ognirnar<, skrivaði John
Knox í bók síni >Tour
Through the Highlands of
Scotland and the Hebride
Isles«, sum kom út í 1787,
»eru nógv minkaðar hesi
seinastu árini. Nógv er
selt burturav fyri skuld og
enn er væl eftir at gjalda
men hóast hesi viðurskifti
hevur eigarin onga leigu
vilja tikið ella sett nakran
uppsitara frá jerðini.
Hann er í ongum feri farin
strangliga fram móti
nekrum manni og hevur í
allar mátar sýnt seg sum
ein frilyndur mannavin-
ur.« Í 1780 læt hann teim-
um á St. Kilda ein bát,
sum hann ikki vildi taka
nakað afturfyri, og hóast
hegur tollur varð lagdur á
saltið um hetta mundið og
tað nærum ikki var at fáa í
skotska hálendinum,
fingu tey á St. Kilda alla
tíðina ríviligt av hesi
veru, sum tey ikki fingu
verið fyri uttan.
Í hesum árum tóku við-
urskiftini inni á megin-
Til miðjuna av nítjandu øld búðu St. Kilda-búgvar í húsum sum hesum, ið vóru vanlig á øllum Hebrid-
landinum at broytast so
nógv, at MacLeod kom
rættiliga í kletur av hes-
um, so at hann noyddist
at selja hópin nógv burtur
av jerð síni. Nú vóru ikki
ráðini longur til at hava
fleiri umsjónarmenn og
tað, sum eftir var av góðs-
inum, var ikki meir enn
so, enn at fyristeðumað-
urin hjá MacLeod á góðs-
inum í Dunvegan, var fer-
ur fyri at hava tað í hond-
um. Men St. Kilda helt
MacLeod-ættin so nógv
um, at tær oyggjarnar
vildu tey ongantíð selja.
Seinasti umsjónarmað-
urin var John Mackenzie
frá Dunvegan. Hann var
vinarligur maður og helt
nógv um St. Kilda og
fólkið, har búði. Eina ferð
um árið átti hann at fara
út til Hirta eftir leiguni frá
góðseigaranum Hann
plagdi at vera í síðum
tweed-frakka og undir
veiðumannahatti og var
ógvuliga væl dámdur av
ellum oyggjabúgvunum
Meðan hann var úti í
oynni, brúkti hann megin-
partin av tíðini at práta
við oyggjafólkið, legði sær
teirra vandamál í geyma
og royndi at loysa tey
meðan hann-var á stað-
num. Lá hetta ikki fyri
gratt tað ikki, at hann
fekk skil á aftur, tá hann
var afturkomin til Dun-
vegan. Og fyri St. Kilda-
búgvar var umsjónarmað-
urin eitt slag av millum-
gongumanni og við hon-
um fingu tey tíðindi úr
stóru verð.
Framhald